mánadagur 19. august 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunulækni ávarar um skitið vatn
Drekkivatnið á Tvøroyri er so mikið skitið, at tað er heilsuskaðiligt at drekka. Ávaringin kemur frá
kommunulæknanum í býnum, sum sigur seg hava tosað til fánýtis við býráðið. Borgarstjórin lovar bót og bata
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er ikki ein sjálvfylgja at
fáa reint vatn úr krananum,
um tú býrt í Tvøroyrar
Kommunu. Trupulleikin er
ikki nýggjur, og nú rópar
kommunulæknin í býnum
varskó. Arnhold Olavsson
Jensen heitir beinleiðis á
fólk á Tvøroyri um at ansa
sær, áðrenn tey fáa sær ein
vatnsopa.
- Vatnið er ikki egnað til
drekkivatn.
Soleiðis
sum
vatnið sær út, má tað vera
heilsuskaðiligt.
Tað skrivar Arnhold Olavs
son Jensen í almennari frá
boðan á Facebook. Fráboðan
ina hevur kommunulæknin
sent út á Facebookbólkin,
sum eitur Tvøroyri. Har ávar
ar hann fólk ímóti at drekka
vatnið.
- Skitið drekkivatn sum
hetta kann geva alskins
sjúkur, og tí vil eg biðja allar
borgarar í kommununi ansa
sær, skrivar Arnhold Olavs
son Jensen, sum biður borg
arar í býnum um at heita á
Tvøroyrar Kommunu um at
fáa gjørt nakað við trupullei
kan sum skjótast, áðrenn tað
fær álvarsligar fylgjur.
Arnhold Olavsson Jensen
ynskir ikki at útgreina sína
útsøgn á Facebookbólkinum
stórvegis. Men hann stendur
við tað, ið hann hevur skrivað,
og er púra sannførdur um, at
vatnið er heilsuskaðiligt. Ser
liga eru tað fólk við niðursett
ari immunverju, sum kunnu
koma rættuliga illa fyri av at
drekka skitið vatn.
Kommunulæknin
vísir
á, at bakteriur í vatninum
kunnu elva til búksjúku,
blóðforgiftning og deyða.
Spurdur, um hann sum
kommunulækni hevur upp
livað støður, har fólk eru
vorðin sjúk av at drekka
vatnið á Tvøroyri, dregur
Arnhold Olavsson Jensen
eitt sindur á. Hann vísir á, at
tað kann vera ringt at siga,
júst hvør orsøkin er til at
fólk hava ringan maga. Um
tað júst er av vatninum ella
onkrum øðrum.
Men sum kommunulækni
metir hann tað sum sína
skyldu at ávara fólk á Tvør
oyri. Í fráboðan á Facebook
bólkinum fyri Tvøroyri skriv
ar Arnhold Olavsson Jensen
millum annað:
- Nú havi eg sum lækni
her á staðnum ávarað ímóti
hesi vandastøðu og tí er
tað nú upp til tykkum sum
manna býráðið at gera nakað
vid hetta, ella mugu tit liva
vid avleiðingunum av einki
at gera.
Ásannar trupulleikan
Sambært
kommunu
læknanum í býnum er ikki
talan um eina nýggja støðu.
Trupulleikin við skitna vatni
num er afturvendandi, og
kommunan ger lítið og einki
við støðuna.
Borgarstjórin tekur undir
við fyrra uppáhaldinum, men
vil ikki rættuliga kennast við
tað seinna.
- Tað er púra rætt, sum
kommunulæknin
sigur.
Drekkivatnið er ikki ílagi,
ásannar Kristin Michelsen.
Men støðan verður tikin
í størsta álvara, sambært
borgarstjóranum.
- Tekniska nevnd hevur
fund um málið í dag. Vit skulu
finna eina loysn. So tí haldi
eg ikki, at kommunulæknin
tosar fyri deyvum oyrum,
sigur Kristin Michelsen.
Borgarstjórin vísir á, at
Tvøroyrar Kommuna hev
ur havt ábyrgdina av øllum
drekkivatninum í kommun
uni síðani 2007. Og hesi árini
hevur kommunan roynt at
fáa viðurskiftini í rættlag.
Men enn er ikki komið á
mál.
-
Trupulleikin
er,
at
kommunan klárar bara at
reinsa ein part av vatninum
í býnum, meðan partar av
býnum framvegis ikki fáa
reinsað vatn, ásannar Kristin
Michelsen.
Sambært
borgarstjóra
num eru tað okkurt um 100
húski í kommununi, sum
ikki fáa reinsað vatn. Til
samans eru um 700 húski á
Tvøroyri.
Vinnulívið
Kristin Michelsen vísir á,
at síðsta árið er virksemið
á havnalagnum á Tvøroyri
nógv økt. Fyrst og fremst
sipar hann til Varðan Pelagic,
men eisini annað fiskaarbeiði
krevur nógv vatn.
-
Kommunan
hevur
valt at raðfesta vinnulívið
á
havnalagnum
rættiliga
frammalaga. Vit kunnu ikki
veita virkjunum í kommun
uni skitið vatn, sigur Kristin
Michelsen.
Borgarstjórin vil tó ikki
vera við, at kommunan rað
festir vinnulívið hægri enn
sínar borgarar.
- Nei, tað vil eg ikki siga.
Vit viðfara øll eins, sigur
Kristin Michelsen.
Hann ásannar tó, at í
løtuni fáa øll á Tvøroyri
ikki somu, grundleggjandi
tænastu frá síni kommunu.
Øll fáa ikki reint vatn.
- Ja, tað er rætt, og tað
verður arbeitt við at bøta
um støðuna, sigur Kristin
Michelsen.
Sambært
borgarstjóra
num er talan um, at verandi
reinsiverk verður útbygt, og
harumframt ætlar kommu
nan at keypa eitt nýtt reinsi
verk til vestara partin av
kommununi.
- Men vit mugu eisini hava
eina akuttloysn, tí málið skal
loysast, sigur Kristin Michel
sen avgjørdur.
Borgarstjórin vil tó ikki
seta dato á, nær allir borgarar
í Tvøroyrar Kommunu kunnu
rokna við at fáa reint drekki
vatn.
- Nei, tað dugi eg ikki at
siga. Men tað verður í ár, er
tað nærmasta, ið Kristin
Michelsen fæst eini tíðar
ætlan.
Tekniska
nevnd
hjá
Tvøroyrar Kommunu hevur
sum áður nevnt fund um
málið í dag, og eftir tann
fundin væntar borgarstjórin
at vita meira.
Leystliga roknar Kristin
Michelsen við at tað fer at
kosta onkustaðni millum
tvær og tríggjar milliónir
krónur at tryggja øllum reint
vatn. Men íløgan skal gerast,
staðfestir hann.
Áðrenn tað verður gjørt,
so eru ráðini frá borgarstjór
anum til borgarar á Tvøroyri
framvegis, at vatnið úr krana
num má kókast.
Kommunulæknin í býnum
heldur lítið um støðuna.
- Hetta er í besta føri
uttan virðing fyri borgaran
og í ringasta føri beinleiðis
vandamikið
fyri
onkran.
Skilji ikki at kommunan kann
leggja so lítið í borgaran.
Antin
er
talan
er
um
væntandi vilja frá kommu-
nuni ella væntandi førleika.
Veit ikki hvat er verri. Eg
havi roynt at tosa við øll í
kommununi,
men
eingin
leggur í, skrivar Arnhold
Olavsson Jensen í Facebook
bólkinum Tvøroyri.
Kommunulæknin
ynskir
sum áður nevnt ikki at útgreina,
hvat hann meinar við. Men Arn
hold Olavsson Jensen váttar tó,
at hann í fleiri umførum hevur
gjørt kommununa varuga við
støðuna við skitna drekkivatn
inum.
- Eg tími ikki at siga meira
um hatta málið. Eg havi
gjørt varug við støðuna, og
eg standi við tað, sum eg
havi skrivað, sigur Arnhold
Olavsson Jensen.
Sambært borgarstjóranum
fáa okkurt um 100
húski á Tvøroyri ikki
reinsað drekkivatn
rupulleikin við skitna
drekkivatninum skal
loysast, lovar borgarstjórin
Kristin Michelsen
Arnhold Olavsson Jensen,
kommunulækni, ávarar fólk
á Tvøroyri móti at drekka
vatnið, ti tað er ov skitið.
Privatmynd