Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.ab.fo: Í yvirtíðini kemur ein bóltur inn í okkara brotsteig, ongin ger nakað við hann og hann rullar bara í málið. Eitt sindur løgið mál, men hatta má ikki henda. Vit kunnu verða skuffaðir yvir ikki at fáa ta eina stigi, men soleiðis er tað nú einaferð. www.b36.fo: Vit høvdu næstan gloymt eydnusælu kensluna, sum tað ber við sær, tá sigurin verður tryggjaður í evstu løtu, men smakkurin í dag var fantastiskur. www.vikingur.fo: Atli er ein góður stuðul hjá teimum ungu leikarunum, og er hann skjótur at koma við góðum ráðum og stuðla undir menningina hjá teimum. www.tb.fo: Vit sita eftir við einari undarligari kenslu nú eftir dystinum, tí ÍF fáa eitt keðiligt mál har nógv umrøða eina off side støðu og vindurin hjálpti eisini bóltinum í málið, tí hann hevði ikki beinleiðis kós móti málinum, men endaði beint innanfyri stongina. www.nordlysid.fo: KÍ var sterkari á øllum plássum og stýrdu dystinum fullkomuliga - liðið hjá KÍ má sigast at hava eina óhugnaliga styrki afturímóti kappingarneytanum til steypakappingina í hvussu so er. Tað skulu aðrir bollar á suppuna hjá ÍF, skulu tær gera sær nakra vón um at vinna steypafinaluna. www.svimjing.com: Skjótasti svimjari yvirhøvur var Alvi Hjelm sum svam teinin uppá 2:23.96, meðan Cecilia Wigant Eysturdal var skjótasta kvinna við tíðini 2:36.92. Skjótasti maður yvir 25 ár var Remi Lamhauge við 2:45.63, og skjótastu kvinnur yvir 25 tær báðar systrarnar Annika og Rannvá Jacobsen við somu tíð 3:03.38. Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen T að lívsins størsta putlispæl hjá teimum fótbóltsáhugaði. Tað er størri enn flestu aðrir trupulleikar og í løtum letur tað seg næstan ikki leggja. Tað er sjálvandi putslispælið um hvussu tú fær sæð allan tann fótbóltin sum er á skránni í hesum døgum. Um vikuskiftið byrjaði Premier League og La Liga, meðan føroyska og danska kappingin hevur koyrt í eina tíð. Mangur fótbóltsáhugaður føroyingur er mangan komin í klemmu av áhuganum fyri føroyskum fótbólti og Premier League. Tað kemur illa við, at stóru dystirnir í Premier League eru sunnudag klokkan 13.30 og 16.00, tí tað blívur ógjørligt at síggja dystirnir í Effo-deildini, sum byrja klokkan 15.00 eisini. Hetta er eisini tíðin, tá sjónvarpið verður hertikið ein stóran part av vikuni. Skjótt verður klárt til bólkaspælið í Champions League. Sostatt er fótbóltur á skánni frá middegi leygardag, tá fyrstu Premier League dystirnir eru til seint sunnukvøldið, tá typiskt Real Madrid og Barcelona spæla sínar dystir. Mánakvøld er ein dystur í Premier League. Champions League er á skránni týskvøld og mikukvøld, og Europa League er á skránni hóskvøld. So er bara fríggjakvøld eftir. So niðurstøðan er eitt ella annað stað, at um tú vilt mær nakað, so kanst tú royna at ringja til mín fríggjakvøld, hini kvøldini eru tey fótbóltsáhugaði upptikin! Nøs til kvf.fo Her at enda ætli eg mær at senda eina nøs til Kringvarpið. Eg kann byrja við at siga, at tað er fantastiskt, at vit hava eina 3-2 sending og tær eru eftir umstøðunum altíð góðar. Eisini Oyggjaleikasendingin var framúr. Tað er ikki framleiðslan í Kringvarpinum, sum fær eina nøs – men heldur tey, ið fáast við heimsíðuna. Í kvøld er tað ein vika síðani 3-2 sendingin var, sum vísti málini frá 19 umfari í Effo-deildini. Hon er í skrivandi stund framvegis ikki komin á heimasíðuna. Tá riggaði betri, tá FSF Varpið legði málini út sunnukvøld, meðan Kringvarpið var í feriu. So kann ein spyrja seg sjálvan hvussu leingi tað tekur at leggja eina sending á netið? Svar: 500.000 sekund og teljarin telur enn…. Strævin tíð fyri framman Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland, er manna av bestu telvarunum uttan­ fyri Reykjavík, hevur verið telvaður síðani 1975. Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum frá Eystur - og Norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar. Síðani 1981 hevur verið telvað aðruhvørjaferð úti og heima á umleið 10 borðum. Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Før­ oyar seinastu árini hava verið stinnari. Søguliga stórur sigur Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½. Føroysku telvararnir telv­ aðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepni høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigurin Føroyar hava vunnið á Íslandi nakran­tíð. Taptu seinna dystin Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 4 -6 sigri til Ísland. Føroyingar vóru eitt vet veikari mannaðir til seinna dystin, men tað skal einki takast frá íslendsku gest­ unum, sum fingu upp­reisn eftir stór­tapið fríggja­dagin. Saman­lagt vinna Før­oyar vinar­lands­dystin við 12½ stig­um móti 7½ stigum. Seinna dystin telvaði IM John Rødgaard á fyrsta borði hjá Føroyum. John telvaði fyrstu ferð fyri Føroyar á OL í Saloniki 1984, og hevur síðani telvað ikki minni enn 199 landsdystir fyri Føroyar. Í dag telvaði hann sostatt talv nr. 200 í landsliðshøpi -tað er uttan iva met í føroyskari ítróttarsøgu! Heiðraðu John og Helga Til endahátíðina eftir vinar­ landsdystin valdi Talv­sam­ band Føroya at heiðra John Rødgaard fyri hansara trú­ festi, og eisini Helgi Dam Ziska varð heiðraður fyri sín ný­vunna GM-norm. Har John hevur lagt/ legg­ ur lunnar føroyskari telving at frama, byggir Helgi støð­ ugt víðari. Tað skal eingin iva vera um, at teir báðir – á hvør sín hátt – hava serstakliga stór­ an týdning fyri føroyska telv­ing. Talvsamband Føroya fegn­ ast um góða úrslitið í vinar­ landsdystinum, og frøist um avrikini hjá Helga og John. trondur@sosialurin.fo Talv Føroyska landsliðið í talv vann um vikuskiftið á Íslandi. Talan var um vinardyst millum londini. Tað avr serliga í fyrra dystinum, at setti seg á uppgerðina Føroyar vunnu á íslandi Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Bigge trummar og Bagge brummar, nú fekk AB tómar lummar (B36 - AB) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Alt við tað gamla í Premier League Hóast Sir Alex Ferugson ikki longur er venjari hjá Manchester United, so er at við tað gamla. Manchester United liggur fremst og Ryan Giggs spælir við við – 22. árið á rað. Manchester United vann 4-1 á Swansea.