Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge B68 gjørdi skjótt av á Toftum og var á odda heili 3-0 longu eftir 11 minuttir. Jónleif Højgaard legði heimaliðið á odda longu eftir fimm min­uttir. Stutt seinni økti Óli Højgaard Olsen til 2-0. Tá dysturin var bara ellivu minuttir gamal økti Jónleif Højgaard til heili 3-0. Mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki minkaði Salmundur Bech um munin fyri FC Suðroy, men tað var ikki nokk. Í seinna hálvleiki trýsti FC Suðuroy fyri at fáa spenningi í dystin aftur, men tað endaði við fýra gulum kortum. Fyri B68, so var hetta sein­ asti dysturin á hesum sinni hjá Odduri Højgaard, sum hevur spælt fast á liðnum í fleiri ár. Hann flytur niður og verður sostatt ikki tøkur hjá felagnum í framtíðini. Toftamenn nærkast nú uppflytingini. Teir eru nú seks stig frammanfyri FC Suðuroy, sum er á fjórða plássi. B71 tapti botnuppgerð B71 siglir í tungum sjógvi og líkist alsamt meiri einum niður­flytara í 1.deild. Teir hava í ár kappast við TB II og EB/Streym fyri at sleppa undan niðurflyting, men serliga EB/Streymur II hevur fingið luft undir veing­ir­nar og leitar vekk frá niður­flyt­ ingar­stríðnum. Tað var júst EB/Streymur, sum leygardagin var á vitjan á Sandi. Fyri B71 var hetta eitt gylt høvi at fáa samband við hini liðini aftur. Tað stendur hinvegin einki til við fólki og Allan Mørkøre, venjari hjá B71, mátti seta seg sjálvan inn. Eisini eru bara tveir spæl­arar á bonkinum. Tað endaði við, at EB/ Streymur II vann dystin 2-0. Hanus Olsen skoraði bæði málini fyri gestirnar úr Sunda­lagnum, sum tykjast fara at bjarga sær lívinum í 1.deild. Teir hava nú 23 stig og hava við trimum sigrum á rað fingið samband við liðini niðan­fyri. Ingi søkti KÍ II Í Klaksvík tapti heimaliðið málríkan dyst móti teimum næstbestu hjá Víkingi. KÍ liðið var annars væl mannað við millum annað Gunnari Christiansen, Kristoffuri Jakobsen og Oddmari Marsten, sum allir hava spælt í bestu deildini í ár. Tað var tó Víkinga spæl­ arin, Ingi Sørensen, sum var stóra stjøran í Klaksvík leyg­ar­dagin. Tað var tó Svein Justinussen, sum legði Víking II á odda. Síðani økti Ingi Sørensen, áðrenn Kristoffur Jakobsen minkaði um munin. Ingi Sørensen skor­aði síðani aftur til 3-1, áðr­enn Andrias Frederiks­berg mink­aði um munin fyri KÍ II til hálv­leiks­ støðuna 3-2. Miðskeiðs í seinna hálv­ leiki skoraði Ingi Sørensen sítt triðja mál til 4-2. KÍ II fekk lív í dystin aftur tíggju minuttir fyri tíð, tá Bárður Hansen minkaði til 4-3. Tað gjørdist eisini endaliga úrs­ litið. Avlýst í Leirvík vegna veður Dysturin millum Skála og TB bleiv avlýstur vegna veður. Hetta er ein avgerð, sum allir partar eru samdir um. – Tað var ov nógvir vindur og tí valdu vit í sátt og semju um at útseta dystin, sigur Petur Reinert við in.fo. Venjarin hjá Skála vátt­ar eisini, at tað var ein felags avgerð um at útseta dystin, sum verður spældur fríggja­ kvøldið. – Ja, allir partar vóru samdir um at spæla hendan dystin í betri veðrið. Vit og Petur Reinert vóru komnir til hesa niðurstøðuna. Tá TB liðið kom á staðið tóku teir undir við avgerðini, sigur Eliesar Olsen, venjari hjá Skála. Skála spælir fyribils sínar heimsdystir í Leirvík, tí vøllurin á Skála ikki er klárur enn. Fimti dysturin í hesum um­farinum verður miku­ kvøldið, tá HB og B36 spæla granna­uppgerð í Gundadali. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur 1. deild B68 - FC Suðuroy 3-1 (3-1) 1-0 Jónleif Højgaard, 5 2-0 Óli Højgaard Olsen, 10 3-0 Jónleif Højgaard, 11 3-1 Salmundur Bech, 24 B71 - EB/Str. II 0-2 (0-2) 0-1 Hanus Olsen, 26 0-2 Hanus Olsen, 42 KÍ II - Víkingur II 3-4 (2-3) 0-1 Svein Justinussen, 2 0-2 Ingi Sørensen, 14 1-2 Kristoffur Jakobsen, 19 1-3 Ingi Sørensen, 24 2-3 Andrias Frederiksberg, 25 2-4 Ingi Sørensen, 67 3-4 Bárður Hansen, 79 B68 nærkast uppflytingini Við 3-1 sigri á FC Suðuroy nærkast B68 uppflytingini í hvørjum, meðan B71 líkist einum niðurflytara 1. deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB II 20 13 3 4 50 27 +23 42 2 B68 21 11 7 3 51 26 +25 40 3 Skála 20 10 4 6 51 30 +21 34 4 FC Suðuroy 21 10 4 7 48 40 +8 34 5 Víkingur II 21 9 3 9 38 37 +1 30 6 B36 II 20 8 3 9 46 40 +6 27 7 KÍ II 21 8 2 11 43 45 -2 26 8 EB/Streymur II 21 6 5 10 31 43 -12 23 9 TB II 19 6 1 12 25 48 -23 19 10 B71 20 4 2 14 16 63 -47 14 Savnsmynd: Álvur Haraldsen