mánadagur 19. august 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Páll skorar hvønn 13. minutt Páll Mohr Joensen, sum júst er
komin heim aftur til HB, skal ikki nýta nógva tíð um at skjóta
mál. Hann er vorðin innskiftur tvær ferðir og hevur einans
spælt 26 minuttir fyri besta liðið hjá HB í ár, men burturúr
teimum fáu minuttunum hevur hann altso fingið tvey mál.
H E S A V I K U N A
Meinhardt Joensen 3
Hevði ikki nógvar skotroyndir á málið
og fekk ikki útmerkað seg, men fekk
hinvegin heldur einki gjørt við málini,
sum HB fekk.
Johan Jacobsen 3
Hevði gott samanspæl við Álv F.
Christiansen á høgra vongi, og
saman skaptu teir málgevandi
málmøguleikar. Var eisini drúgvur í
verjustøðu ímóti Símuni Samuelsen,
sum helst fekk ov nógv pláss til at
gera innlegg.
Jógvan Isaksen 4
Las spælið væl og tetti nógv hol
í KÍ-verjuni. Legði nógv fyri dagin
og fekk eisini gula kortið burturúr
strembanunum.
Heðin á Lakjuni 4
Sendi málgevandi bólt inn fyri málið,
men kom síðani ikki nógv fram eftir
vøllinum. Í verjustøðu vísti hann, at
hann er ein royndur leikari.
Álvur Christiansen 3
Prógvar, at hann er væl umskúlaður
til vongleikara leikari heldur enn
bakk. Rann seg væl leysan í støðum,
men misnýtti hinvegin eisini ein risa
møguleika.
Atli Danielsen 3
Átti stóran leiklut í verjustøðunum
hjá KÍ, men tað glapp ímóti
dystarenda.
Ivan Joensen 3
Var millum teir mest kreativu
leikararnar hjá KÍ og setti ferð á
umstillingarnar. Kundi verið við til at
hildið meiri upp á bóltin – nakað, sum
KÍ manglaði.
Hjallgrím Elttør 4
Hevði fingið liðskiparabandið aftur
og bar tað væl. Avrik hansara liggur
ongantíð aftur, væl arbeitt bæði í
álops- og verjustøðu.
Heðin Klakstein 3
Vísti sín kvikleika, kom skjótt frá
staði til stað og fylti harvið nógv á
miðvøllinum. Gjørdi tað trongligt
hjá HB. Hevði tó ov nógvar skeivar
sendingar.
Páll A. Klettskarð 6
Gjørdi tað, sum hann var bestur til.
Fekk ikki nógvar málmøguleikar,
men fór av vøllinum sum tvífaldur
málskjútti – eitt eyðkenni hjá
sonnum málrevum.
Avrik: tøl 1 til 6
KÍ
3 (3)
HB
3 (0)
Pætur Albinus
Hóast veðurlíkindini ikki
vóru góð til fótbólt, so vóru
nógv fólk savnað til søguríku
uppgerðina ímillum javn
aldrandi KÍ og HB við Djúpu
mýru sunnudagin. KÍ-skýlið
var at kalla fullsett, meðan
fólk sum vera man eisini
vóru ymsastaðni kring vøllin.
Eisini væl nøgdu HB-við
haldsfólkini vóru manssterk
og fullgjørdu karmarnar um
dystin.
HB hevði undan dystinum
trygt fremsta pláss í Effo
deildini við níggju stigum til
næsta lið, ÍF, meðan KÍ skuldi
royna at venda eini oyði
markargongd við 11 dystum
uttan ein sigur.
KÍ á odda
Fyrstu løtuna var tað HB,
sum
hevði
bróðurpartin
av spælinum, men ein sá
greidliga, at hugflogið hjá
snúningspunktinum á mið
vøllinum,
leikbannaða
Andrew av Fløtum, vantaði.
Hesa uppgávu høvdu annað
hvørt Fróði Benjaminsen ella
Heini Vatnsdal, men teir hava
útmerkað síni evni í øðrum
pørtum av spælinum heldur
enn at gera málgerandi frí
spælingar.
KÍ formáddi sær ikki
nógv fyrsta partin av fyrra
hálvleiki, men tá ið HB ikki
fekk nakað burturúr at hava
bóltin, so gjørdi KÍ tað so
sanniliga, tá ið teir loksins
fingu uppspølini í gongd. HB
varð revsað.
Tá ið lítil hálvur tími
var leiktur var tað eftir eitt
hornaspark, at KÍ legði seg
á odda. Málrevurin, Páll
A. Klettskarð, fekk ov lætt
spæl frá Trónda Jensen, og
so kundi hann til stóra frøði
millum heimafjøldina ótarn
aður stúta KÍ á odda 1-0.
KÍ økti
Síðani gingu bara fáir min
uttir, áðrenn KÍ aftur fekk
mál. Hesaferð var tað eitt inn
legg úr høgru, sum málverjin,
Teitur M. Gestsson, fór full
komiliga skeivur av og boks
aði í egið mál. 2-0 og HB-leik
ararnir vóru skelkaðir, men
teir skuldu neyvan halda, at
KÍ-trýstið var av.
Tveir minuttir seinni bleiv
tað nevniliga 3-0 og triðju
ferð umvegis innlegg. Álvur
Flest øll mundu halda, at KÍ var ávegis fyrsta sigrinum
í skjótt fýra mánaðir, tá ið teir í hálvleikssteðginum
vóru á odda 3-0 í klassikaranum ímóti HB við
Djúpumýru sunnudagin. HB vildi tað tó øðrvísi
og við einum frálíkum seinna hálvleiki fingu teir
bjargað sær eina stigi umvegis 3-3-javnleik
Hjalgrím Elttør, sum nú
aftur er liðskipari hjá KÍ,
var eftir dystin als ikki ikki
nøgdur við eina stigið.
– Tað er ikki so nógv at
siga. Hetta er ein afturvend
andi trupulleiki hjá okkum.
Vit høvdu takið á dystinum
og høvdu hann júst har,
sum vit vildu. Enn einaferð
spæla vit klóvn og lorka
alt burtur. Hetta er stór
skomm, segði ein bersøgin
KÍ-liðskiparin eftir dystin.
KÍ
hevði
ongantíð
ætlanir um at fara í verju
støðu og verja 3-0-leiðsl
una.
– Nei, tað var ikki ætlan
in. Vit ætlaðu at halda
fram, fáa eitt mál afturat
og avgera dystin. Síðani
hendir tað, sum ikki má
henda. Teir fáa eitt mál
og trúnnað aftur, meðan
vit gerast ov varnir. Hetta
er ræðuligt, segði hann
og varð at enda spurdur,
hvussu teir skulu koma úr
hesi truplu støðuni.
– Nú hava vit so tvær
vikur til næsta dyst, og tað
gevur okkum tvær vikur
at arbeiða í. Hetta má líka
sodna fyrst, segði Hjalgrím
Elttør at enda.
Stór skomm
Hjalgrím Elttør:
á høvdið
lívligum
klassikara
HB vendi