Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Christiansen sendi bóltin inn fyri málið úr høgru beint í pannuna á Páll A. Klettskarð, sum stútaði bóltin hart og trygt upp í málhornið til 3-0. HB hevði nakrar smá­vegis málmøguleikar løt­una til hálvleiks, men tað spurdist einki burturúr og hálv­leiks­ støðan var 3-0 til KÍ. HB fekk eina vón Í seinna hálvleiki tóktust HB-leikararnir ikki stórvegis ávirkaðir av støðuni, tí teir lupu ikki fram av og eiheldur vóru teir uppgevandi. Teir royndu at endurvinna tað spæl, sum hevur borið teir á eitt somikið trygt fyrsta pláss, og hetta gav teimum eis­ini júst tað, teir høvdu tørv á: eitt mál tíðliga í seinna hálv­leiki. Gott uppspæl í høgru síðu endaði við, at Christian R. Mouritsen setti innaru síðu á bóltin og sendi hann í netið til 3-1. Hetta gav eina vón til HB og mótprógvaði teim­um, sum mettu, at KÍ hevði av­ gjørt dystin í fyrra hálvleiki. Tað var eisini um reppið, at KÍ sløkti alla vón hjá HB og gjørdi tað til 4-1, men HB-mál­verjin, Teitur M. Gestsson, spældi seg væl inn aftur í dystin við fleiri góð­um bjargingum – hin størsta uttan iva eftir skot frá einum púra leysum Álvi F. Christiansen. Rimmar comeback Tá ið tað restaði eitt korter av dystinum, fekk HB loksins málið, sum gav teimum eina veruliga vón. Bólturin endar eftir eitt innlegg úr vinstru uttanfyri málteigin, haðani Bárður Olsen ikki ivaðist. Hann langar til, og umvegis ein KÍ-leikara støkkur bólt­ urin inn við handaru stong í málið til 3-2. Hetta lat dystin full­komi­ liga upp aftur og seinasta korterið var ógvuliga lívligt, har heimamenninir kýttu seg fyri at varðveita leiðsluna og gestirnir tað sama í eini roynd at fáa stig burturúr. Og tað eydnaðist gest­ unum at fáa stig burturúr. Ser­liga Símun Samuelsen var íðin at oysa bóltar inn í feltið, og tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist tað HB at javna til 3-3. Tað var Páll Mohr Joensen, ið annars bara hevði ver­ið á vøllinum í 12 minuttir, sum eftir dystin kundi kalla seg bjargingarmann hjá HB við eina stiginum í hondini. HB, sum at enda mátti ver­ið betur nøgt við eina stigið enn KÍ, varðveitir eina trygga leiðslu í Effodeildini – nú tó við sjey stigum eftir at ÍF vann sín dyst. Hinvegin kom hetta ógvuliga dátt við hjá KÍ, sum við 12. dystinum á rað uttan sigur nú er ávegis at missa sambandið við tey ovaru liðini – men tó kann ugga seg við, at tað framvegis eru fimm stig til næstaftasta plássið. albinus@sosialurin.fo KÍ fekk bert eitt stig ímóti HB Tað kundi verið blivin eitt rættiliga góð úrtøka hjá KÍ ímóti HB í hesum kappingarárinum. Ígjár førdi KÍ 3-0, men dysturin endaði 3-3. Í vár tapti KÍ á heimavølli 3-4 ímóti HB, aftaná at hava verið á odda 2-0. 21. juli vann HB ein tryggan 3-0 sigur á KÍ á heimavølli, og fekk KÌ sostatt bert eitt stig ímóti HB í ár. Teitur M. Gestsson 2 Má taka 2. málið hjá KÍ á sín kappa, men spældi seg væl inn aftur í dystin í seinna hálvleiki. Tróndur Jensen 1 Kemur als ikki eins skjótt frá baklinju til baklinju sum skaddi Jógvan Rói Davidsen, og var í tveimum avgerandi støðum áskoðari heldur enn uppdekkari. Johan T. Davidsen 3 Ein drúgvur verjuleikari, men burdi tikið meiri ábyrgd av verjuketuni, har tveir ungir mans vóru hesaferð. Pál M. Joensen 3 Var bara avloysari fyri Gunnar Haraldsen og kom eftir umstøðunum væl frá dystinum. Alex dos Santos 2 Megnaði ikki at forða fyri avgerandi innleggum og hegni við langskotsroyndunum er ikki tað sama, sum tað áður hevur verið. Christian R. Mouritsen 3 Var ikki eins eyðsýndur, sum hann áður hevur verið, men hann var ískaldur í eini ógvuliga avgerandi løtu og skoraði. Heini Vatnsdal 3 Var sum vera man ein drívmegi á miðvøllinum, men í tí skapandi spælinum hevur hann rúm fyri betringum. Bárður Olsen 4 Kennir væl sínar dygdir og helt ikki aftur við at royna seg við langskotum. Og tað gav úrslit, má sigast. Eitt umráðandi mál. Fróði Benjaminsen 2 Gekk ikki á odda í tann mun, hann vanliga ger, og bar brá av at vera nakað moyrur eftir landsdystin mikukvøldið. Kristin R. Mouritsen 3 Andrew av Fløtum hevði helst fingið meiri burturúr kvikleika hansara. Kann ikki lastast fyri at ikki fáa nóg nógvar bóltar til sínar kviku føtur. Var raskur, men støðið fall og hann varð eisini útskiftur. Símun Samuelsen 3 Tók ábyrgd og hevði bóltin nógv. Hóast nakrar miseydnaðar skot­ royndir, so hevði hann eitt hav av góðum innleggum, og hetta gav at enda úrslit. Avrik: tøl 1 til 6 Frálíkt trúfesti frá KÍ-viðhaldsfólkunum, sum hóast keðiligu gongdina hittast manssterk í Djúpumýru. KÍ- leikararnir vóru takksamir og fagnaðu viðhaldsfólkunum undan dystinum. Einasta keðiliga við dystinum var nakað, ið eingin kundi gjørt nakað við. Nevniliga veðrið. Vindurin darvaði tí heilt góða fótbóltsspælinum og regnið bar við sær ein skjótan og vátan vøll. Teitur Gestsson Jóhan T. Davidsen Pál M. Joensen Tróndur Jensen Alex J. dos Santos (Gunnar H. Haraldsen, 88.) Bárður Olsen Heini Vatnsdal (Páll M. Joensen, 76.) Fróði Benjaminsen Christian R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen (Bárður J. Heinesen, 76.) Símun Samuelsen Meinhardt Joensen Sørmundur Kalsø Jógvan Isaksen ■ Johan Jacobsen Heðin á Lakjuni Heðin Klakstein Atli Danielsen (Tórur Justesen, 90.) Hjallgrím Elttør Ivan Joensen Á F. Christiansen ■ Páll A. Klettskarð ■ (Henry Heinesen, 86.) KÍ - HB 3-3 (3-0) 1-0: Páll Klettskarð, 30. 2-0: sjálvmál (Teitur Gestsson), 34. 3-0: Páll Klettskarð, 35. 3-1: Christian R. Mouritsen, 51. 3-2: Bárður Olsen, 75. 3-3: Páll Mohr Joensen, 88. Dómari: Eiler Rasmussen Myndir: Álvur Haraldsen KÌ - fra vatn-kríggi til mál-kríggj Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: – Vit spæla góðan fótbólt í fyrra hálvleiki, men teir fáa so málini umvegis tvær deyðbóltsstøður og eitt málmansdropp. Tað eru slík persónlig mistøk, sum kunnu henda. KÍ spælir seg ikki til teir stóru málmøguleikarnar, men eru á odda 3-0. Soleiðis er tað ein løgin fótbóltsdystur, segði hann og helt fram: - Tá ið vit koma til hálvleiks, sláa vit kalt vatn í blóðið. Vanliga hevði ein kanska tosað við stórum bókstøvum, men tað var ikki neyðugt, tí vit gjørdu ikki nógv galið við bóltinum. Vit tosaðu um nøkur smáting og blivu samdir um, at vit skuldu taka tað púra róligt og spæla okkara spæl. - Tað vísir styrkina á liðnum, at vit kunnu vera aftanfyri 3-0, men so fáa javnt 3-3, segði Oddbjørn Joensen. løgin fyrri hálvleikur Oddbjørn Joensen: comeback Bárður Olsen skoraði, umvegis ein KÍ-leikara, umráðandi málið til 3-2, ið fullkomiliga lat dystin upp aftur