Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Milan og John á odda Tað vóru Milan Kuljic og John Petersen, sum stóðu á odda fyri B36 í dystinum móti. Mikkjal Thomassen er burturstaddur í útbúgvingarørindum og tí hevur B36 heitt á John Petersen um at hjálpa hjálparvenjaranum, Milan Kuljic. H E S A V I K U N A Tórður Thomsen: 4 Kundi ikki gera nakað við málið hjá AB. Spældi annars við stórum trygleika. Gula kortið gevur leikbann til grannauppgerðin móti HB Høgni Eysturoy: 3 Greiddi sína skyldu fyri tað mesta, men tapti avgerandi rennidystin við Rógva Poulsen, tá AB javnaði til 1-1 í seinna hálvleiki Hørður Askham: 4 Hevði gott tamarhald á Ahmed Keita, sum ikki kom til nakað serligt av møguleikum. Spælir sum ein royndur miðverji. Robert Heðin Brockie: 4 Spældi saman við Hørðuri væl í miðverjuni. Spældi trygt og rudda vekk, tá vandi var. Hevur loyst uppgávuna eftir Martini Pedersen væl. Símun Joensen: 3 (▼81.) Hevði sum so ein miðla dyst á vinstra bakki. Lukkaði holið eftir framrættaða Lukasz Cielsewicz. Evrard Ble: 3 Gjørdi nakrar framúr vendingar á miðvøllinum, men missur eisini bóltin í vandamiklum støðum. Róaldur Jakobsen: 3 Skuldi havt økt til 2-0 seint í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist púra leysur. Spældi annars ein miðal dyst uttan tað stóra hóvastáki. Gilli Sørensen: 4 Talan var um innlegg, tá hann skoraði avgerandi málið í dystinum. Spældi annars væl og gav í løtum prógv upp á sínar nógvu ferð. Lukasz Cieslewicz: 5 Dagsins spælari. Serliga í fyrra hálvleiki var hann í serflokki. Skoraði málið og átti uppleggið til Róald, sum skildu havt skorað. Spældi sum tann Lukasz vit kenna frá 2011 Súni Olsen: 4 (▼86.) Spælir á framrættaða miðvøllinum og kemur væl frá uppgávuni. Hevur tríggjar skjótar spælarar rundan um seg og tann samansetingin riggar væl. Adeshina Lawal: 4 (▼76.) Er komin fyri seg í álopinum hjá B36. Er tryggur á bóltinum og brúkar ferðina til at bjóða av í mótálopunum. Kundi havt skorað, men stútaði uppum tætt undir málinum Høgni Midjord: (▲76.) Kom inn í minni enn eitt korter, so tað er torført at gera sær eina meting. Men datt ikki niður í millum og stríddist. Benjamin Heinesen: (▲81.) Kom inn fyri skadda Símun Joensen. Ov stutt tíð til at gera eina meting. Rasmus Dan Sørensen: (▲86.) Kom inn seinastu løtuna fyri Súna Olsen Ov stutt tíð til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 B36 2 (1) AB 1 (0) Tróndur Arge - Gundadalur – Eg vil helst sleppa til AaB. Tað er eitt felag, sum spælir í Superliguni. Eg eri til reiðar at fara og kempa um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu, sigur Gilli Sørensen, sum er settur í samband við AaB og felagsliðið, Vendsyssel FF, ið spælir í næstbestu deildini í Danmark. Tað er ongin ivi í sinninum á unga tvøramanninum hvat hann vil. Hann hevur fyrr roynt seg sum ung­ dóms­yrkis­spælara í skotska Aber­deen saman við Halluri Hansson og Rógva S. Holm. Hann veit hvat skal til og hann er ikki bangin fyri at seta sær høg mál. Tað ljóðar at AaB og B36 hava havt eitt innleiðandi prát, men sum skilst, so er AaB ikki komið við einum enda­ligum boðið upp á U21 lands­liðsliðskiparan. – Eg vóni at tey blíva samd um ein prís, sigur Gilli, ið hev­ ur sáttmála við B36 til og við endan av komandi kapp­ing­ ar­ári. In.fo skrivaði fyrr í summar, at prísurin fyri Gilla Sørensen er ein sekssiffrað upphædd. – Eg ætli mær »all in« við fótbóltinum og ta má verða nú. Um tú skalt spæla yrkis­fótbólt, so mást tú fara meðan tú ert ungur og hetta er seinasta útkall hjá mær, sigur 21 ára gamli Gilli Sørensen. »Fái einki gjørt« Sum støðan er í løtuni, so hevur Gilli Sørensen lítla ávirkan á tað, sum hendir. Tað er nú ein sam­ráðingar­ spurningur millum B36 og fel­øgini, ið vilja hava hann. – Eg fái einki gjørt. Eg kann sjálvandi skunda undir tey røttu fólkini og greiða teim­um frá míni støðu, men tað er ikki upp til mín, sigur Gilli Sørensen. So er spurningurin hvussu tað kemur at ávirka hugin til fótbólt, um eitt skifti ikki blívur til nakað? – Eg eri enn B36 spælari, men tað kemur helst at ávirka hugin til fótbólt um skiftið ikki blívur til nakað. Um eg skal av landinum, so er tað nú, sigur Gilli Sørensen. Lukasz aftur í hopla Í gjár skoraði Gilli Sørensen avgerandi málið í granna­ uppgerðini móti AB. Hetta er fyrstu ferð í níggju dystum, at AB tapir. Fyrstu 15 minuttirnar gekk javnt á, men so kom B36 á odda. Bæði á máltalvuni og í spæl­inum. Málið sjálvt var flott. Lukasz Cieslewicz trekti útfrá baklinjuni nak­ að í vinstru. Sendi síðani bóltin í handara málhorn. Júst sum vit kenna Lukasz frá 2011. Restina av fyrra hálvleiki gjørdi B36 alt rætt. Løgdu seg aftur og spældu upp á skjótálop. Tað var fleiri ferðir nær við, at B36 økti. Bæði Gilli í høgru og serliga Lukasz í vinstru komu í góðar støður, meðan Evrard Ble, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen og ikki minst Adeshina Eg vil sleppa til AaB Tað sigur Gilli Sørensen, sum ætlar at gera alt fyri at fáa uppfylt dreymin um at spæla yrkisfótbólt uttanfyri landoddarnar. Í gjár skoraði hann sigursmálið, tá B36 vann triðja dystin upp í slag og hevur leitað upp á bronsuplássið