Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Lawal spældu væl við, tá teir hvítu fóru í mótálop. Stutt fyri hálvleik skuldi Róaldur Jakobsen havt økt til 2-0, tá Lukasz Cieslewicz spældi hann púra leysan, eftir enn eitt skjótálop. Róladur tók sær ov góða tíð og so kom Kári Nielsen og bjargaði AB. Sami Kári Nielsen fekk gult stutt undan, tá hann mátti fella Lukasz, sum var á veg í skjótálop. Gilli skorar avgerandi málið Argjamenn spældu væl betri í seinna hálvleiki. Teir trýstu longur frammi á vøll­ inum og skjótálopini hjá B36 blivu færri og færri. Hóast AB hevði bóltin nógv eina løtu, so megnaði teir ikki at skapa teir heilt stóru møgu­ leik­arnar. Eitt korter fyri tíð gevur trýstið løn. Rógvi Poulsen rek­ur framvið tveimum verju­spælarum hjá B36 og legg­ur bóltin innfyri til inn­ skifta Mikkjal Hentze, sum javnar. Eftir málið er tað B36 sum trýstur fyri at fáa avgerandi málið, men tað er AB, ið er nærmast, tá Dion Splidt rakar yvirleggjaran. Tveir minuttir inn í yvir­ tíðina kemur avgerandi mál­ ið. Eftir innlegg kemur bólt­ ur­in út aftur til Gilla, sum legg­ur bóltin innfyri. – Eg hugsaði bara at leggja bóltin innfyri aftur. Hørður Askham skal stúta bóltin í málið, men hann rakar hann ikki, sigur Gilli Sørensen eitt speiskur á málinum. – Hetta er kanska fyrstu ella aðru ferð, at ein dystur koppar til okkara fyrimun móti endanum. Tað er ein fan­tastisk kensla at vinna á hendan hátt. Stemningurin í skifti­rúminum er ótrúligur, sigur Gilli Sørensen at enda. B36 hevur nú vunnið seg upp á bronsuplássið í Effo- deildini. Eftir átta dystir uttan tap gekk ikki longur hjá argja­ monn­um, sum leingi sóu út til at fáa fimta javnleikin á útivølli. Eftir seks sigrar og tveir javnleikir máttu argja­ fólk fyri fyrstu ferð í mánaðir fara av vøllinum við ongum. trondur@sosialurin.fo B36 og AB fingu fýra stig í part 2-1 sigurin hjá B36 yvir AB í vikuskiftinum merkir, at liðini býttu javnt yvir kappingarárið 2013. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við javnleiki 1-1. AB vann 3-2 á Argjum 21. juli, og ígjár vann B36 2-1. Sostatt gjørdist talan um ein sigur, ein javnleik og eitt tap í part. Símun Rógvi Hansen: 4 Var ikki heilt ósekur í avgerandi málinum, men spældi annars væl. Hevði onkra stórbjarging og kom væl út í brotsteigin til innlegg. Jónas Stenberg: 2 Hevði torførastu uppgávuna á AB liðnum. Hevði stórar trupulleikar av Lukasz og skuldi havt vart betri fyri í fyrra málinum. Var eisini ov seinur út til Gilla, tá hann sendi bóltin inn fyri til 2-1 málið. Morten Overgaard: 3 Verjan hjá AB hevði sínar trupulleikar av B36 álopinum, men spældi alíkavæl væl. Átti fleiri ferðir seinasta fótin, tá ruddast skuldi vekk. Rói Danielsen: 3 Stóð sterkur í nærdystunum og er við at blíva ein styrki á AB liðnum. Tekur ongar býttar kjansir og er stinnur í nærdystunum. Beinir Ellefsen: 2 (▼68.) Hevði eins og Jónas stórar trupulleikar á bakkinum. Kláraðis eg annars fínt á bóltinum, men kláraði ikki at standa móti styrkini og nógv ferðini hjá Gilla. Kári Nielsen: 4 Var besti maðurin á AB liðnum saman við Rógva Poulsen. Gjørdi tey fríspørkini hann skuldi og bjargaði AB seint í fyrra hálvleiki, tá Róaldur skuldi havt skorað. Sorin Anghel: 3 Stríddist væl á miðvøllinum, men megnaði ikki at seta seg á dystin. Var ágrýtin í samband við longu innkøstini og vann nógvar bóltar á miðvøllinum. Jobin Drangastein: 3 (▼86.) Var ikki nógv á bóltinum, men rennur altíð nógv. Varð fluttur á vinstra bakk seinni. Hevði eina góða skotroynd tíðliga í dystinum. Dion Splidt: 3 Kundi havt verið dagsins maður um skotið hjá honum stutt fyri tíð fór í yvirleggjaran og inn, heldur enn uppum. Spældi undir miðal í fyrra hálvleiki, men skapti nógv í seinna hálvleiki. Rógvi Poulsen: 4 Er komin í dystarform og tað sæst aftur á arbeiðisavrikinum. Stríddist allan dystin og átti uppleggið til málið, tá hann rann fram við tveimum B36 verjuspælarum. Ahmed Keita: 2 (▼68.) Er snøgt sagt ov lítið vandamikil. Spældi móti einari óroyndari verju, men hevði næstan onga roynd á mál. Var íblandaður einum tveimum góðum álopum, men ov lítið til at fáa meir enn 2. Mikkjal Hentze: 4 (▲68.) Kom inn sum áleypari og skoraði smáar tíggju minuttir seinni. Var á rætta stað upp á rætta tíðspunkt. Bjartur Kjærbo: 3 (▲68.) Var lítið á bóltinum, men tuskaði runt og stríddist væl. Fekk ongantíð veruliga møguleikan frammanfyro málinum. Dmitrije Jankovic: (▲86) Ov stutt inni til at gera eina meting Avrik: tøl 1 til 6 Lukasz Cieslewicz byrjar nú at nærkast forminum hann var í, tá B36 í 2011 vann meistaraheitið við met nógvum stigum. Dagsins spælari. Tað nyttar eftir hondini ikki at blíva við at nevna tað, men tað er átaluvert, at B36 húsið ikki er meiri enn hálvt fult, tá felagið liggur í ovaru hálvu av stigatalvuni og spælir grannauppgerð móti AB. Símun R. Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Jónas Stenberg Beinir Ellefsen (Bjartur Kjærbo, 68.) Sorin Anghel Jobin Drangastein (Dmitrije Jankovic, 86.) Kári Nielsen ■ Dion Splidt Rógvi Poulsen Ahmed Keita (Mikkjal Hentze, 68.) Tórður Thomsen ■ Robert H. Brockie Hørður Askham Høgni Eysturoy Símun Joensen (Benjamin Heinesen, 81.) Róaldur Jacobsen Evrard Ble Gilli Sørensen Lukasz Cieslewicz ■ Súni Olsen (Rasmus Dan Sørensen, 86.) Adeshina Lawal ■ (Høgni Midjord, 76.) B36 - AB 2-1 (1-0) 1-0: Lukasz Cieslewicz, 15. 1-1: Mikkjal Hentze, 76. 2-1: Gilli Sørensen, 90. Dómari: Ransin N. Djurhuus Myndir: Álvur Haraldsen Bigge trummar og Bagge brummar, nú fekk AB tómar lummar Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Málverjin hjá B36 var alt annað enn nøgdur við gula kortið, sum hann fekk fyri drál í seinna hálv­leiki. Hann hevur nú leik­bann til dystin móti HB, sum verður um tvær vikur. – Eg avtalaði við dómaran áðrenn dystin, at hann skuldi siga mær frá um eg tók mær ov góða tíð. Eg meinti ikki at drála, men fekk ongan ávaring, sigur Tórður Thomsen. trondur@sosialurin.fo Tórður leikbann móti HB Gilli Sørensen skoraði avgerandi málið í grannauppgerðini. Nú vil hann sleppa av landinum at royna seg.