mánadagur 19. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Hansen-brøðurnir Brøðurnir Gert Åge
og Arnbjørn Theodor sótu báðir uttanfyri
sunnudagin. Gert við leikbanni eftir at hava
sæð gult fimm ferðir í ár, og Arnbjørn við
vøddaskaða, sum hann fekk í Íslandi.
H E S A V I K U N A
Kristian Joensen: 3
Gjørdi tað, sum ein málverji skal og
helt málið reint. Hevði ikki nógv at
gera gjøgnum dystin og var sjáldan
hóttur
Jónhard Frederiksberg: 3
Er klókur, royndur og tekur næstan
altíð røttu avgerðirnar. Soleiðis var
eisini í gjár, men tað var kortini ikki
altíð, at hann hevði takið á Gunnari
Andras B. Vágsheyg: 4
Spældi fjórða dystin í miðverjuni
hjá NSÍ og helt málið reint fyri
fyrstu ferð. Eitt fínt avrik frá unga
manninum
Jens Joensen: 4
Spældi ein fínan dyst. Vann saman
við Andrasi tað, sum skuldi vinnast
í luftini, men tá hesir dystir skuldu
takast við Leif, Hans Paula og
Gunnar, so var tað ikki so trupult. Var
eisini tryggur á jørðini.
Einar Tróndargjógv: 3
Er ógvuliga sterkur og stinnur, men
kom ikki serliga væl í gjøgnum í
vinstru, sum vit annars eru von við
– bæði tá tað kemur til innlegg og
skot úti frá
Andy Olsen: 3 (▼82.)
Spældi ein miðal dyst, har hann
var ógvuliga sjónligur viðhvørt, fyri
so at fella púrasta burtur ímillum
aðrar løtur.
Karl Løkin: 4
Helst besti maðurin hjá NSÍ. Karl
gekk á odda, arbeiddi væl bæði
aftureftir og frameftir vøllinum, og
dugdi eisini væl at flyta bóltin runt.
Magnus H. Olsen: 3
Spældi ein miðal dyst, men sprellaði
veruliga viðhvørt. Hevði eina naska
frísparksroynd, eina freka fríspæling
og misnýtti ein stóran møguleika
eftir hornaspark
Pól Jóhannus
Justinussen: 2 (▼60.)
Spældi í vinstra borði á miðvøllinum,
tóktist tungur og líktist ikki einum
landsliðsleikara, men helst var
tað júst landsdysturin, sum sat í
beinunum og nervaði.
Árni Frederiksberg: 3
(▼76.)
Gjørdi eina perlu av einum máli, men
var annars ikki heilt so sjónligur.
Spældi landsdyst við U21 og tískil
var orkan helst uppi, tá hann fór út.
Klæmint Olsen: 4
Var mest sjónligi maðurin hjá NSÍ og
var við í so at siga hvørjum einasta
álopið, men er kortini ikki so skarpur
sum onkuntíð fyrr
Jann M. Mortensen: 4
(▲60.)
Kom væl inn í dystin beinanvegin,
var lívligur og við í nógvum – bæði í
málinum og øðrum stórum kjansum.
Sjúrður Jacobsen: 3 (▲76.)
Kom inn fyri at skapa ró og
tryggleika og royndi maðurin loysti í
so máta sín setning væl
Haraldur R. Højgaard
(▲82.)
Var rímiliga sjónligur og brendi
onkran stóran kjans, men var ov stutt
á vøllinum til at geva ein meting.
Avrik: tøl 1 til 6
NSÍ
1 (0)
EB/Str.
0 (0)
Rólant Waag Dam
Tær
ferðirnar,
bólturin
skifti
millum
leikararnar
tíggju ferðir, uttan at onkur
tveitti hann burtur áðrenn,
kundu teljast á einari hond á
Svangaskarði. Ikki fyrr enn
seinni hálvleikur var hálv
runnin og ruddiliga tað, fekk
NSÍ hampiligt skil á spælið,
men hjá EB/Streymi eydnað
ist tað ongantíð.
Sundalagsmenn vóru rætt
og slætt ov ótolnir, óskipaðir
og ódisiplineraðir fyri at fáa
nakaður sum helst burturúr.
NSÍ spældi á ongan hátt
dreymafótbólt. Men tá tað
so endiliga kom glið á spælið,
so skaptu runavíkingar eina
rúgvu av kjansum, sum teir
so annaðhvørt skutu langt
framvið – ella René Tórgarð
stjórbjargaði.
René í hopla
Taka vit málverjan fyrst, so
spældi hann av sonnum ein
frálíkan dyst. René Tórgarð
er fyri kortum vorðin 34 ára
gamal. Hann hevur javnan
verið partur av landsliðshóp
inum seinastu mongu árini,
fyri tað mesta sum eyka
málverji – men tríggjar ferð
ir hava boð verið eftir honum
millum stengurnar.
Kappingin um plássini
sum málverjar á landsliðnum
er hørð. Gunnar verður ikki
tikin
millum
stengurnar,
men liðið skal hava ein
eykamálverja. Har hava teir
báðir HB-málverjarnir verið
næsta valið, men tað er ein
sannroynd, at Hans Jørgen
sen hevur ikki spælt reglu
liga á besta liðnum hjá HB
í ár, samstundis sum Teitur
Gestsson ikki var serliga
sannførandi í móti KÍ hetta
umfarið.
Uttan at siga, at René
hevur uppiborið at verða út
tikin til landsliðið, so fara vit
at loyva okkum at staðfesta,
at hansara avrik hetta um
fari var munandi meiri sann
førandi enn tað, Teitur og
Hans vístu.
Í fleiri umførum stór
bjargaði René Tórgarð – og
minst tvær ferðir var hann
púra einsamallur við einum
mótstøðumanni,
men
í
báðum førum fekk hann vart
væl fyri.
–
René
stóð
øgiliga,
høvdu fleiri hildið sama
støði sum hann, so hevði tað
øðrvísi út hjá okkum, ljóð
aði niðurstøðan hjá Rúna
Nolsøe,
venjara
hjá
EB/
Streymi eftir dystin. Heima
síðan hjá EB/Streymi nevnir
avrikið hjá René sum tað
einasta positiva, ið kundi
sigast um dystin sæð við
EB/Streymabrillum. Kortini
mugu tey eisini har turrisliga
staðfesta, at »... hóast vit áttu
besta mannin á vøllinum, so
var tað ikki nóg mikið«.
Vánaligt spæl
Tað gekk annars rímiliga
lang tíð, áðrenn René fekk
nakað at síggja til. Tá spældir
vóru 33 minuttir royndi NSÍ
seg fyri fyrstu ferð, tá Andy
Olsen brendi eitt skot beint
uppum málið. Undan hesum
hevði EB/Streymur havt ein
kjans, men annars hevði 1.
hálvleikur akkurát einki at
bjóða uppá.
Tað var snøgt lítið hugaligt
at hyggja eftir fótbólti á
Svangaskarði – hetta líka
mikið um tú helt við NSÍ ella
EB/Streymi. Dysturin var illa
leiktur. Einki hekk saman og
fáir málmøguleikar vóru. Tað
var støðan bæði undan og
eftir steðgin. Ikki fyrr enn
tað restaði eitt stórt korter,
fekk
NSÍ
skipað
spælið
nøkunlunda.
Heimaliðið,
sum loksins fekk nakrar av
leveringar at hanga saman,
soleiðis at tað bar til at flyta
bóltin runt eitt lítið sindur
og uppbyggja nøkur álop.
NSÍ fekk á henda hátt
spælt seg fram til fleiri
vandamiklar royndir, men
tá René Tórgarð ikki vardi
fyri og stongin ikki bjargaði
sundalagsmonnum, so vóru
Klæmint,
Magnus,
Andy,
Haraldur og hinir, sum ann
ars royndu seg, ov óneyvir.
Prikið
sum
buldraði
Meðan liðfelagarnir hjá Árna Frederiksberg í NSÍ
royndu at prika og stinga, sum vespur flest, so
buldraði hann eitt eitt skot avstað, sum annars
stórspælandi René Tórgarð ikki fekk vart fyri