mánadagur 19. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hornaspark avgjørdi
Sjálvt málið í dystinum kom
eftir eitt av mongu horna
spørkunum, sum NSÍ vann
sær gjøgnum dystin. Seinni
hálvleikur byrjaði við, at
NSÍ fekk trý av slagnum á
rað, men tá spurdist einki
burturúr. Øðrvísi var, tá 65
minuttir vóru spældir. Árni
Frederiksberg
tók
stutt
til innskifta Jann Martin
Mortensen, sum legði aftur til
Árna, ið høgdi til, so bólturin
ferðaðist hart og neyvt upp
í handara málhorn. Hetta
var ikki nakað prik frá eini
vespu, men ein perla frá
einum evnaríkum ungum
manni!
Gunnar góður
Málið, sigurin og stigini eru
ein staðfesting av, at NSÍ
hevur fingið nýtt flog und
ir Heðini Askham. Hann
kann nú halda landskapp
ingarsteðg, har teir hóskandi
kundu vant eitt sindur av
skotvenjing, tí annars sær
tað rímiliga gott út hjá runa
víkingum.
Hinvegin
hevur
Rúni
Nolsøe fingið okkurt at
hugsa um. Hann skal spæla
steypafinalu
leygardagin,
men veit ikki, um Arnbjørn
Hansen verður tøkur. Hann
fekk ein vøddaskaða í læri í
landsdystinum móti Íslandi
– og tað kemur ógvuliga illa
við.
Verður
Arnbjørn
ikki
klárur, so byrjar Gunnar
Zachariassen inni saman við
Leif Niclasen og Hans Paula
Samuelsen á fremstu pláss
unum. Soleiðis sum hann
spældi í gjár, so tóktist hann
ógvuliga
vælupplagdur.
Hann var besti maðurin hjá
EB/Streymi
aftaná
René
Tórgarð. Eingin ivi er um, at
maðurin hevur góð evni, men
tíverri fyri Gunnar sjálvan og
EB/Streym, so hevur hann alt
ov ofta í ár víst ein ógvuliga
keðiliga hugburð á vøllinum,
har hann ikki tykist vera
sinnaður at stríðast og bretta
upp ermar, men heldur velur
at munnhøggast og rópa eftir
sínum liðfeløgum.
Í gjár var øðrvísi – og í
gjár spældi Gunnar eisini
ein av sínum góðu dystum
fyri EB/Streym. Tað vóna
tey í Sundalagnum eisini
verður galdandi leygardagin,
tí í eini steypafinalu vinnur
tú einki uttan tógvi stríð,
serliga ikki tá mótstøðuliðið
eitur Víkingur og venjarin er
Sigfríður Clementsen.
rolant@sosialurin.fo
Svangaskarð Alt bendir á,
at NSÍ hevur spælt seinasta
dystin á Toftum í ár, tí sum
skilst verður vøllurin við Løkin í
Runavík lagdur á í komandi viku.
René Tórgarð: 5
Var besti maðurin á vøllinum. Hevði
tað ikki verið fyri hansara mongu
bjargingar, so hevði talan verið um
skrædl.
Dánjal Davidsen: 2
Varð fluttur út á høgra bakk, har
hann ikki kostaði sum so, men heldur
ikki gjørdi nógv annað enn at rudda
burtur. Vantar dystarvenjing.
Egil á Bø: 4
Var aftur at síggja í miðverjuni.
Spardi seg absolutt ikki í nærdyst
unum og var eisini ein lítil hóttan, tá
hann móti dystarenda varð fluttur
fram í álopið.
Marni Djurhuus: 3
Spældi ein miðal dyst uttan at
imponera, men sá sum heild tryggari
út, nú hann hevði Egil á Bø við sína
lið aftur.
Rógvi E. Nielsen: 3
Spældi ein miðal dyst. Í verju
partinum var avrikið fínt, men
frameftir hevði hann ikki nógv at
bjóða uppá.
Levi Hanssen: 2
Hevði ein av sínum fáu vánaligu
døgum á einum vølli. Levi royndi
at stríðast, men tað var lítið, ið
riggaði hjá annars dugnaliga og ídna
bóltspælaranum
Pætur Dam Jacobsen: 3
Stríddist sítt vanliga stríð og vann
fleiri nærdystir, men var ikki so væl
við í framrættaða spælinum sum
ofta áður
Arnar Dam: 3 (▼77.)
Eitt miðal avrik hjá Arnar, sum annars
hevur verið rættiliga sannførandi
á miðvøllinum, eftir at hann varð
umskúlaður úr álopinum.
Hans Pauli Samuelsen: 2
Tað er frameftir vøllinum, at lið
formaðurin hjá EB/Streymi prógvar
sítt virði, men tá tað ikki riggar, so
hevur hann ikki nógv at bjóða uppá.
Soleiðis var í gjár.
Leif Niclasen: 3 (▼68.)
Var ikki sjónligur, men mong
undraðust kortini, tá hann varð tikin
av vøllinum, tí mangan hevur hann
avgjørt dystir, har einki hevur verið at
sæð til hann annars.
Gunnar Zachariassen: 4
Var við frá byrjan aftur og spældi
ein frálíkan dyst, har hann sum tann
einasti megnaði at hótta og skapa
kjansir.
Niels Pauli B. Danielsen
(▲77.)
Fekk eitt gott korter á vøllinum
og tað var lítið, vit sóu til mannin.
Samunumtikið tó ov stutt til at meta
um hansara avrik
Brian Olsen: 2 (▲68.)
Tað er trupult at koma inn í einum
slíkum dysti, og tað sást eisini hjá
Briani, sum ikki gjørdi nakran mun, tá
hann kom inn.
Avrik: tøl 1 til 6
At vísa kenslur. Árni
Frederiksberg jublaði
saman við liðfeløgunum,
tá hann skoraði. Tað
er munandi stuttligari enn
føroysku Balotelli-typurnar,
sum hava misskilt okkurt grund
leggjandi og ikki kunnu jubla.
Tað er ógvuliga hugstoytt
at vera til fótbólt og
seinasti triðingurin
av landskappingini
verður spældur, og menn rætt
og slætt ikki kunnu fáa tíggju
avleveringar at hanga saman,
uttan at tveita bóltin burtur.
Réne Tórgarð
Egil á Bø Marni Djurhuus
Dánjal Davidsen Rógvi E. Nielsen
Levi Hanssen Pætur D. Jacobsen
Arnar Dam
(Niels Pauli Danielsen, 77.)
Leif Niclasen Hans P. Samuelsen
(Brian Olsen, 68.)
Gunnar Zachariasen
Kristian Joensen
Jens Joensen Jonhard Frederiksberg
Andras B. Vágsheyg Einar Tróndargjógv
Karl Løkin Magnus H. Olsen
Andy Olsen Pól J. Justinussen
(H. R. Højgaard, 83.) (J. M. Mortensen, 60.)
Árni Frederiksberg Klæmint Olsen
(Sjúrður Jacobsen, 76.)
NSÍ - EB/Str. 1-0 (0-0)
1-0: Árni Frederiksberg, 65.
Dómari: Rúni Gaardbo
Myndir: Álvur Haraldsen
NSÍ má bara halda fast við
Svangaskarð sum heimavøll
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
So máttu sundalagsfólk
eisini ásanna tað, at tað ber
til at tapa dystir, tá Egil á
Bø er við. Annars hevði 39
ára gamli miðverjin spælt
sjey landskappingardystir
í ár, har EB/Streymur ikki
hevði tapt ein einasta av
teimum.
Tað var tá hann kom
aftur á vøllin, at EB/
Streymur fekk skútuna á
rætta kós aftur í ár fyrr
í ár. Teir dystirnar, EB/
Streymur síðani hevur
tapt, var, tá Egil ikki var
við. Hetta varð tó broytt í
gjár, tá EB/Streymur loks
ins tapti við honum á lið
num.
Gert hevði leikbann
og tískil var neyðugt, at
fáa ein mann inn – og tað
var Egil. Hetta er einki
ónatúrligt, men tað pass
ar neyvan illa, at Egil so
leiðis kemur inn og fær
ein heilan dyst í beinini,
áðrenn
steypafinaluna
leygardagin.
Ikki tí, Egil sær ikki út
til at vera í ringum formi,
tí móti dystarenda var tað
hann – 39 ára gamla mið
verjan – sum EB/Streym
ur tveitti niðan í álopið,
har hann eisini megnaði
at skapa órógv og onkran
hálvan kjans. Egil hevur
spælt mangan dystin í
álopinum fyrr, millum
annað fyri NSÍ, men tað
var fyri 19 árum síðani í
1995.
Ber til at
tapa við Egil
Árni Frederiksberg kundi valla
rakt bóltin betri enn hann gjørdi,
tá hann skoraði einasta málið í
dystinum í móti EB/Streymi