Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Fuglfirðingar nærkaðust HB eftir ein dyst, har størsta kjakevnið var júst málið, tí tvøramenn vildu vera við, at Dánjal á Lakjuni var rangstaddur, meðan hann og fuglfirðingar hildu, at hevði hann ikki fingið mál, hevði hann fingið brotsspark TB 0 (0) ÍF 1 (0) Hilmar Jan Hansen Ikki hevur stórvegis munur verið á TB og ÍF í dystunum í ár, tá hugt verður at mál­ talvuni, tí fyrst spældu liðini 2-2 við Stórá, og síðani vann ÍF í Fløtugerði við bara einum máli, 4-3, og nú í gjár var aftur bara tað eina málið á muni, nú ÍF á útivølli í Trongisvági vann 1-0. Fyri fuglfirðingar merkti hetta, at ÍF síðstu tveir dyst­ irnar hevur hálað seg nærri oddaliðnum, HB, sum annan dystin á rað setti stig til. Tí bleiv júst hesin sigurin á TB ein góður biti hjá ÍF, ið roynir at enda ovari enn í fjør, tá tað bleiv til silvur. – Skulu vit hanga í HB, so mugu vit vinna okkara dystir, og serliga á heimavølli mugu vit helst standa sterkir, segði málskjúttin og matsjvinnarin við Stórá í gjár, Dánjal á Lakjuni, ið fekk einasta málið í dystinum tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik, eftir at hann sjálvur var komin inn í hálvleikinum. Málið bleiv eftir dystin eitt kjakevni í sjálvum sær, tí meðan fuglfirðingar ikki hildu nakað vera galið við málinum, vildu tvøramenn vera við, at talan var um rang­ støðu og at málið tí ongantíð átti at verið viðurkent. – Nei, hatta skuldi ikki verið mál. Eg upplivdi tað soleiðis, at Dánjal var rang­ staddur, tá hann fekk hatta málið, og tað søgdu eisini teir, sum stóðu betur fyri enn eg, segði nýggi venjarin hjá TB, Páll Guðlaugsson, ið tó ikki bara hongdi seg í, at rangstøða var uppi í mál­ inum: – Tað, sum kostaði, var at vit mistu fokus, tí teir høvdu ein skaddan spælara og tóku eitt skjótt fríspark, uttan at mínir menn vóru klárir, og so bleiv Dánjal leysur og kundi avgera dystin. At vit ikki vóru klárir, kostaði okkum dýrt. Hesum síðsta partinum av frágreiðingini hjá Páll um málið, er Dánjal nú heldur ikki ósamdur í: – Ja, vit fingu fríspark í egn­um brotsteigi, meðan Bartal lá uttanfyri, tí hann akkurát hevði fingið ein snudd. Vit tóku tað skjótt fram­eftir, har eg spældi eitt- tvey við Clayton, so eg bleiv einsamallur við mál­mann­ inum, tók eitt trekk og skoraði upp á sjálvt trekkið, so tað bleiv eitt sindur tilvildarligt, at bólturin fór inn. Men fór hann ikki inn, so hevði eg nokk fingið brotsspark, sigur Dánjal á Lakjuni um støðuna, ið avgjørdi dystin við Stórá og gav ÍF øll trý stigini við norður í gjárkvøldið. Panikkur eftir málið Nógvur vindur var í Trongis­ vági í gjár, og TB, sum hevði vindin undan fyri steðgin, hevði takið á tí mesta fyrstu trý korterini, tó at Bogi Reinert Petersen hjá ÍF helst hevði størsta kjansin at fáa mál, umframt at onk­ ur frírennari eisini var. Í hálv­leik­inum varð Dánjal á Lakjuni skiftur inn, og tað skuldi vísa seg at fáa av­ger­ andi týdning. – Vit høvdu nokk so nógvan vind ímóti í fyrra hálv­leiki, men stóðu øgiliga væl. Tað var ringt at koma fram­eftir, men vit høvdu onkrar kjansir, og eitt nú var Nenad púra einsamallur við mál­mann­inum. Tað var nokk so javnt, men eg ivist í, um TB hevði nakra ordiliga roynd upp á málið, segði Dánjal, ið tekur soleiðis saman um seinna hálvleik: – Eftir at vit høvdu skorað, fóru vit eitt sindur í panikk og vóru pressaðir av TB. Men teir spældu nógvar langar bóltar, og tað var akkurát nakað fyri okkara verju. Hjá Páll Guðlaugsson var talan um fyrsta dystin sum TB-venjari, og hann var ikki heilt ónøgdur, hóast hann var vónbrotin av, at einki stig spurdist burturúr: – Eg haldi, at vit høvdu ein góðan dyst og ein góðan hugburð, og vit spældu av og á heilt gott. Vit ætlaðu okk­ um trý stig, men tað sigur seg sjálvt, at aftan á bara tvær venjingar ber kanska ikki til at gera so øgiliga nógv tekniskt, sigur hann. – Men vit hava arbeitt við hugburðinum og hyggja fram ímóti teimum næstu dyst­ unum. Nú eru 13 kærkomnir dagar, til vit skulu spæla ímóti KÍ, og eg síggi ljóst upp á ta uppgávuna, samstundis sum vit fáa stundir at arbeiða meira við tingunum. At tað er júst KÍ, sum vit skulu spæla ímóti, er ikki øðrvísi enn nakað annað, tí hetta er bara aftur ein dystur, har vit noyðast at fara inn at vísa nakað. hilmarjan@sosialurin.fo TB - ÍF 0-1 (0-0) 0-1: Dánjal á Lakjuni, 48. Dómari: Alex Troleis Dysturin millum TB og ÍF var ein pelagisk uppisjóar uppgerð Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: ÍF fekk sjey stig ímóti TB Við einum 1-0 sigri ímóti TB á útivølli í vikuskiftinum fekk ÍF sjey stig ímóti TB hetta kapp­ingar­ árið. Fyrri dysturin í Trongisvági millum liðini endaði við javn­ leiki 2-2. ÍF vann 4-3 á heimavølli ímóti TB. TB fekk sostatt eina soltna úrtøku ímóti ÍF í ársins útgávu av effodeildini. Tvær vikur Nýggi TB-venjarin, Páll Guðlaugsson, hevði bara tvær venjingar til at seta sín dám á liðið og spælið undan ÍF-dystinum. Tí kemur tað væl við, at tvær vikur eru til næsta dyst, sum forrestin er ímóti gamla felag hansara, KÍ, sum liggur beint oman fyri niðurflytingarstrikuna. Góður biti hjá ÍF Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen Høgni Zachariassen Leivur Joensen ■ Jan Ellingsgaard Heri H. Nesá Bogi R. Petersen (Dánjal á Lakjuni, 46. /Ari Ó. Ellingsgaard, 87.) Høgni Madsen ■ Nenad Saric (Fritleif í Lambanum, 67. ■) Clayton Soares Øssur M. Dalbúð Ivan Stojkovic Martin Tausen Óli Johannesen ■ Teitur Olsen Teitur Justinussen Ndende A. Guéye Rógvi Joensen Nicolas Diverdics Dan Mortensen (Ragnar Tusen, 73.) Babacar Ndiour Poul Ingason (Aron Sørensen, 61. ■) Myndir: Áki Bertholdsen