mánadagur 19. august 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Víkingur 3 (1)
07Vestur 1 (1)
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki fyrr enn í allar
seinastu
minuttunum,
at
Víkingur fekk tryggjað sær
sigurin á heimavølli ímóti 07
Vestur, so ikki var tað sørt, at
tað stóð eitt sindur á gomlum
nøglum í Sarpugerði í gjár, tí
fleiri mundu hava í huga, at
fyrr í ár hevði 07 Vestur altso
megnað ein 2-2 javnleik har.
Men í evstu løtu komu for
loysandi málini, og skuldi tað
vísa seg, at Hanus Jacobsen
bleiv lykilin til sigurin, tí
tríggjar minuttir fyri tíð fekk
hann lagt Víking á odda við
einum langskoti, og tríggjar
minuttir seinni sendi hann
fríspark innfyri úr vinstru
síðu, og har var Finnur
Justinussen á blettinum, so
heimafólkið kundi fáa rími
liga vissu fyri, at nú var leyst
og liðugt, eftir at tíðin bara
hevði arbeitt ímóti.
At tað ikki gekk so strúk
andi hjá Víkingi, sum tað
annars hevur gjørt síðstu
tíðina, hekk kanska saman
við, at liðið ikki var heilt tað
sama, sum tað hevur verið.
Kaj Leo í Bartalsstovu var
ikki við, tí hann var niðri til
royndarvenjing í Lyngby, og
somuleiðis er Sam Jacobsen
farin niðuraftur og Dánjal
Pauli Lervig hevði karantenu.
Hinvegin er Sverri Jacobsen
komin við aftur.
Fult uppiborið
– Sigurin var fult uppiborin,
tí vit vóru betri enn teir á
øllum økjum, sjálvt um 07
Vestur spældi væl. Men tað
bleiv kanska ríkiliga spenn
andi fyri okkum, segði lið
formaðurin hjá Víkingi, Atli
Gregersen, og sipaði til tey
bæði seinu málini, ið blivu
forloysandi fyri teir ljósa
bláu.
– Tað var nokk so nógv
kríggj á miðjuni, men hin
vegin var eingin ivi um, hvør
skuldi vinna dystin. Teir
høvdu nakrar øgiliga treiskar
verjuspælarar, sum øgiliga
leingi megnaðu at hanga í
okkum.
Liðformaðurin
hjá
07
Vestur, Tór-Ingar Akselsen,
var tó ikki heilt samdur, tí
hann helt ikki, at dysturin
bara lá til Víking.
– Eg helt, at innsatsurin
var øgiliga góður, og at vit til
tíðir spældu væl. Vit komu á
odda, men so skoraðu teir eitt
heppið mál beint aftaná, so
teir kundu koma afturíaftur,
hóast teir høvdu eitt sindur
av pressi tá. Men eftir steðgin
royndu vit at halda fram upp
á sama máta, og sjálvur hevði
eg ein øgiliga stóran kjans,
segði hann.
– Teir spældu nokk so
primitivt, tí teir fóru út á
kantin og løgdu innfyri alla
tíðina, men vit vardu væl
fyri. Og ímóti endanum var
tað upp á eitt langskot, at teir
skoraðu aftur. Eg haldi, at
vit gjørdu ein góðan innsats,
men sum ikki einaferð, so
vóru vit óhepnir at fáa mál
ímóti okkum.
Mugu bara verja
Tað var eina løtu fyri steðgin,
at 07 Vestur legði seg á odda í
Sarpugerði. Hetta hendi eftir
eitt stutt tikið hornaspark,
og so var bólturin sendur
innfyri, har Gunleif Olsen
stóð púra leysur við aftaru
stong og bara skuldi seta
høvdið á. Hetta var ein øgi
ligur hvøkkur fyri gøtufólk
og leirvíkingar, tí nú kundi
dysturin brádliga farið at
mint um tann fyrra millum
liðini, sum jú endaði við javn
leiki.
Men bara fýra minuttir
fyri hálvleik kom Víkingur
afturíaftur,
tá
Magnus
Jarnskor vísti, at tað var
klókt av venjaranum at geva
sær kjansin, nú fleiri ikki
vóru við. Hann breyt ígjøgn
um og royndi seg við skoti,
sum Andras Gango bara fekk
hálvbjargað, og so var Sølvi
Vatnhamar klárur at koyra
leysa bóltin inn til 1-1.
– Okkara uppgáva var so
at verja tað, vit høvdu fingið.
Og tað er soleiðis, vit spæla,
at vit mugu bara royna at
verja og so vóna, at vit fáa
onkrar kjansir. Men tá teir
so fingu málið til 2-1 ímóti
endanum, var alt avgjørt,
segði Tór-Ingar Akselsen, ið
annars mátti síggja besta
mannin hjá 07 Vestur, Jovan
Panic, fara út við skaða, tá
sjey minuttir vóru eftir.
Harvið mistu vágamenn
nógv av tí skapandi, ið kundi
gera
Víkingi
fortreð,
og
Atli Gregersen mátti eisini
ásanna, at tað hevði fyri ein
part eydnast 07 Vestur.
– Nakrar ferðir blivu teir
vandamiklir upp á umstill
ingar, og teir dugdu at gera
tað trupult fyri okkum, men
allíkavæl haldi eg ikki, at
nakar ivi var um vinnaran,
staðfesti
liðskiparin
hjá
Víkingi, ið hesa ferð ikki yvir
hálaði nakran á stigatalvuni,
men tó kom upp undir liðina
á EB/Streymi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Víkingur herjar enn
Tað tók sína tíð, men ímóti endanum eydnaðist Víkingi at fáa hálað stigini í land
á heimavølli ímóti 07 Vestur, ið vardi væl og eisini megnaði at hótta viðhvørt. Og
tað kløkkaði teir ljósabláu, at gestirnir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki
Víkingur - 07V 3-1 (1-1)
0-1: Gunleif Olsen, 37.
1-1: Sølvi Vatnhamar, 41.
2-1: Hanus Jacobsen, 87.
3-1: Finnur Justinussen, 90.
Dómari: Dagfinn Forná
Venjaraskifti so tad baskar.
Flott avrik av unga Magnus Jarnskor
í fyrsta Effodysti sínum
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Myndir: Álvur Haraldsen
Fimm til ÍF og tvey til KÍ Sjálvt um teir mistu sigurin ímóti
KÌ ímóti dystarenda, so kunnu ÌF-spælararnir verða rættiliga
væl nøgdir við úrtøkuna ímóti KÍ í hesum kappingarárinum.
ÌF fekk í ár 5 stig ímóti KÌ. Dystirnir í Fuglafirði endaðu
3-3 og 3-1 til ÌF, meðan dysturin í Klaksvík endaði 2-2.
Tvey ár aftrat 31 ára gamli landsliðsspælarin, Atli Gregersen,
hevur longt sáttmálan við Víking í tvey ár aftrat, so hann spælir
við teimum ljósabláu til og við kappingarárið 2015. Atli hevur
spælt 216 dystir fyri besta liðið hjá Víking og skotið 10 mál, og
somuleiðis hevur hann spælt 21 A-landsdystir fyri Føroyar.
fótbóltur
Andras Gango
Petur G. Dalbø Emil Mikkelsen
Torstein Mýlingstind Gunleif Olsen
Jovan Panic Eli F. Nielsen ■
(Uni F. Nielsen, 83.)
Tór-Ingar Akselsen Jákup S. Olsen
(Hørður H. Johansen, 71.)
Holgar Durhuus
(Høgni E. Nielsen, 77.)
Ibrahima Camara
Geza Turi
Atli Gregersen Erling D. Jacobsen ■
Bárður J. Hansen Hanus Jacobsen
Magnus Jarnskor ■ Sverri Jacobsen
(Heðin Hansen, 79.)
Jann Ingi Petersen
Sølvi Vatnhamar Filip Djordjevic
(Hjartvard Hansen, 57.) (Martin Olsen, 69.)
Finnur Justinussen