Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frank Davidsen Tær glæsuligu ætlanir ið Tórshavnar Kommuna hevði í samband við milliarda­ætlan­ ina við Stórutjørn,var ein fíggja­lig hvørvusjón. Tí betur kann ein siga, so var eyðnan betri enn vitið. Annars hevði ætlanin, um hon var steðga í hálvun gekki, verið størs­ta byggigøla í Føroya søgu. Og harafturat hevði skatta­borg­ar­ in í Tórshavn kent figgj­ar­liga sviðan av hesi ørvitis­ætl­an. Nú sigst ein nyggj " Stóra­ tjórn ætlan " verða í um­búna. Slag­orðið er " ein alttjóða flog­vøllur ", hvat tað so enn merk­ir. Í hvørt fall so skal hesin flogvøllur, mótvegis Vága Floghavn, eins og aðr­ir flogvallir, gerast ein peninga­ mask­ina. Samstundis siga fíggj­ar­frøðingar at av­kas­ti innan flogvinnuna er lítið, bæði við rakstur av flog­vall­ um, eins og tað er innan flog­ vinnuna, og har er tað bert ein ið rokningin kann send­ ast til, og tað er brúk­ar­in. Men sambært borgar­ stjóra­num í Tórshavn, so ivast hann ikki í, at ov mikið er til av íleggjarum, til at gera ein flogvøll á Glyvursnesið. Eingin ivi er um, at tá allir facilitet­ir eru taldir við, so kem­ur kostnaðurin at liggja um­leið 3 milliardir. Vit skulu minn­ast til, at " ein alttjóða flog­vøll­ur ", hann forpliktar. Nú í nógv ár hevur verið tjak um, at ferðaseðlaprísirnir hava verið í hægra lagið . Ja, tað var eitt dagalangt tjak í løgtinginum, um at skar­va nøkur oyrur av olju­ gjaldi­num, fyri at bøta um ferðaseðlaprísirnar. Á hvørjun støði koma ferða­ seðla­prís­irnir at liggja á , tá brúk­arin skal forrenta eina íløgu uppá 2-3 milliardir og har­aftur­at rakstur , lønir o.a. Tað tykist sum um mið­ stað­ar­kreftirnar als ikki taka hædd fyri, at Vága Flog­havn er eitt privat parta­felag. So um hesi veruliga trúgva uppá, at um ein flog­vøll­ur verð­ ur gjørdur á Glyvurs­nesi, so verður alt virksemi í Vágum niðurlagt, so hava tey alvorliga forrokna seg.Her koma tær fríu mark­nað­ar­kreftirnar at standa sína roynd. Við eini íløgu uppá 2-3 milliar­dir, eins og raksturin, lønir o.a. so er neyðugt at krevja, eina astronomiska upp­hædd frá teimun sum ferð­ast um flogvøllin. Har aftur­at verður avgjaldið til tey flogfeløg sum røkja flúg­ving­ina, helst fimm ella tíggju­falda. Fyri ikki at tala um tær upphæddir í flutn­ ings­feløgini koma at gjalda, fyri at forrenta hesa ørvitis­ ætlan. So at billa fólki inn, at nevndi flogvøllur, ikki bert skal forrenta eina íløgu uppá 2-3 milliardir, men harafturat eisini geva møgu­lig­um íleggjar­um eitt fíggjar­ligt av­kast, tað er, at kasta torv­ mold í eyguni á fólki. Haldur Hansen, sáli plagdi at taka til, at um so var, at flog­vøll­urin kundi rullast saman, so var flogvøllurin helst flutt­ur til Tórshavn. Tá hetta ikki kundi lata seg gerða, so lótu mynduleikar land­sins nær­um einum og hvørj­un, at vandalisera flog­ vøll­in. Í millum annað vóru allir kápl­ar í høvdu sam­band við inn­flúgv­ingsljósini, og sum vóru blýggjbelagdir, skrædd­ir upp,soleiðis at onkur kundi fáa sær ein løtu­vinning av hesum. Inn­flúgviljós­i­ni í vóru stoypt niður báðu megin flogvøllin vóru eisini í smildri eftir nøk­ ur ár.Tann stóra hangarin fekk loyvi til, at standa og rusta, til mynduleikarnir vóru noyddir at taka hana nið­ur. Hví ikki viðurkenna, at vit eru ikki, eins og vit ongantíð ko­ma at gerast heimsins nal­ vi. Sjúrður Skaale vil spjaða heldur enn savna Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Takk fyri aftursvarið, Sjúrður Skaale. Tað er púra rætt. Eg fari ikki at brúka krútið móti tær, tí orkan verður nýtt til at stuðla fiskimálaráðharranum kon­struk­tivt. Tá tað er sagt, eru vit ikki ósamdir um, at tú hevur verið ein góður um­boðs­maður. Tú hevur gjø­l­liga greitt frá føroysku sjón­ar­miðunum, og fyri tað hevur tú rós uppiborið. Eg eri hinvegin ósamdur um fram­ferðar­háttin, tí tú setur kritisku spurningarnar, meðan stríðið er í gongd. Stríð­ið er ikki øðrvísi enn ein fótbóltsdystur. Vit mugu stríðast og halda fokus til síðsta bríksl. Til al­tjóða gerðarætturin er kom­in til eina niðurstøðu. Tá­stani kunnu vit evaluera. Hvat gjørdu vit rætt. Hvat gjørdu vit skeivt. Hvussu gera vit tað betri. Fara vit til hend­ urs, meðan dysturin er hálv­ run­n­in, er tað tað einasta, ið ikki má henda, tí vit mugu stan­da saman úteftir. Vit eru ikki í einari óvanligari støðu, tí altjóða ósemjur eru ikki nýggj fyribrigdir. Her eru øll triks galdandi. Um vit byrja at pilka við hvønn ann­an, seta spurnartekin við, um framferðarhátturin er rættur, kemur tað okk­ um aftur um brekku, tí fígg­ indin fylgir við almenna kjaki­num. Um politikarar sáa iva og mistreysti, brúka teir ivasemið móti okkum. Tá er títt íkast til fánýtis, tí avleiðingarnar kunnu verða, at vit ikki fáa okkara rætt til uppisjóvarfiskin. Tí­skil skulu vit, sum sita við valdinum, fara stillisliga við hurð­un­ um. Eru vit ósamdir, sum vit hugsjónarliga eru, skulu vit halda ósemjurnar innan­ borða. Siga tað, sum sigast skal, á røttum stað. Lobbyisma Vit eru somuleiðis ósamdir um, hvussu vit handfara al­ mennu áskoðanina. Sjálv­ andi hevur tað týdning, at al­menningurin er á okkara síðu, men vit kunnu heldur ikki vera bláoygd og halda, at almenningurin hevur síðsta orðið. Tað kemur til eina og hvørja tíð at vera lima­londini í ES. Tískil nyttar lítið at tekkjast donsku fjøld­ ini, tí Danmark hevur tik­ið støðu: teir atkvøddu móti handilsbanninum. So­statt hevur tað eydn­ast Sjúrða Skaale, fólka­tings­manni, Kaj Leo Holm Johannessen, løg­manni, og Jacobi Vest­er­ gaard, fiski­mála­ráð­h­arra, at ávirka donsku stjórnina. Skulu vit hava almenningin við okkum, skulu vit fáa Írland, Skotland, Holland og Týskland á okkara síðu, men tað koma vit ikki, tí tey røkja síni egnu áhugamál. Akkurát sum Føroyar. Men vit mugu heldur ikki gloyma, at fiskivinnan í Hollandi og Týsk­landi hava lítið og einki at siga, tí hon hevur lítlan týdning fyri stóra búskapin. Tí hevur stríðið ikki stóran týdn­ing fyri almenningin. Vit eru hinvegin endað í klørnum á uppisjóvarvinnuni, sum hev­ur nógvar pengar. Peng­ar, ið verða nýttir til lobby­ismu. Sostatt mugu vit taka dyst­ in upp og fáa okkara egnu lobbyistar, sum kunnu ávirka støðutakanina í Bruxel­les. Her kunnu vit ávirka av­ gerð­ina. Uppboðssøla Eg setti ítøkiligan spurning: hvussu samsvarar upp­boðs­ sølan við lága prísin, sum tú førdi fram í kjakinum. Fekk einki svar, men eg geri enn eina roynd. Hvussu kanst tú saman­tvinna uppboðssøluna við vánaliga prísin, tá tað ikki hevur nakað við hvørt annað at gera? Prísurin á heimsmarknaðinum verð­ur defineraður av út­ boði og eftirspurningi. Hvussu nógvar krónur vil keyparin lata fyri eitt kilo av makreli. Tað hevur einki við tilfeingisbúð at gera, hvussu nógvar krónur afrikan­ar­ ar vilja lata fyri eitt kilo av uppi­sjóvarfiski. Upp­boðs­ søl­an snýr seg hinvegin um, hvussu nógvar pengar lands­kassin fær. Dýrari reiðarí­ini keypa fiskin, minni verður profitturin. So­statt skilji eg ikki, hvussu tú samantvinnar vánaliga prís­in við uppboðssøluna. Vón­andi kanst tú koma við einari grundgeving. Starblindur Í endanum rør tú fram undir, at eg fylgi fiski­mála­ráð­harra­ num blint. Hetta er ikki satt, tí eg haldi meg kunnaðan. Sigi mína meining á røttum stað. Ikki við almenningin. Her eru vit ósamdir, tí tú nýtir fjølmiðlarnar. Tað er eftir míni bestu sannføring ikki skilagott, tí tað kann hava neiliga ávirkan á okkara støðu. Lobbyistarnir kunnu brúka tað móti okkum. Vit mugu ikki gloyma, at politiska skipanin stendur aftan fyri fiskimálaráðharran. Vit mugu síggja veruleikan í eyguni. Vit eru í opnum stríði við ES. Kunnu ikki bakka, tí annars missa vit á stokkinum. Standa við ongum. Tað er ikki uttan orsøk, at vit verða útihýst av ES, tí vit eru øll samd um, at vit hava rætt til størri pelagiska kvotu. Tað er okkara tjóðarrættur. Vit vóru ongantíð komin í hesa støðu, um ikki allir flokkar tóku undir við leistinum. Vit mugu standa saman, meðan ástendur. Halda fast, meðan vit kunnu. Tískil er tað óheppið, at Sjúrður Skaale roynir at spjaða, tá vit skulu gera alt fyri at savna. Altjóða flogvøllur - ein peningamaskinna