Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ábyrgdarloysi sett í system Rógvi Thomsen Tann 8. august hevur land­ stýris­m­aðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunn­gerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunn­gerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í no­vem­ber 2010, fingið eina óvan­liga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eig­ur at verða sett í gildi. Einastu, ið hava við­mælt henni, er Føroya Lærara­ felag. Og kemst tað allar­ helst av, at kunngerðin stórt sæð bara tekur fyrilit fyri lærarastættini, meðan peda­go­gar, ið eru nevndir í § 6, stk. 3: “Skipað samstarv skal vera millum lærararog pedagog­ar í for­skúla, byrjan­ ar­undirvísing og frí­tíð­ arskúla”, hava verið hildn­ir heilt uttanfyri, bæði fa­k­liga og viðvíkjandi inni­haldi­num í hesum for­skúla­num og hesi kunngerð - so nógv virði er í hesum føgru orðunum. Tvør­ fakligt samstarv millum peda­go­gar og lærarar, ið øll grann­a­lond okkara leggja stóran dent á, er bara orð í kunn­gerð­ini; í tí veruleika, kunngerðin er grundað á, er tað ikki til, har er bara hugs­ að um undirvísing og skúla í forskúlafatanini hjá Menta­ mála­ráð­num – ikki læring. Hví sigi eg so? Tann 10. apríl 2013, svarar mentamálaráðharrin einum fyri­spurningi um forskúlar í løgt­tinginum. Hann sigur m.a.: Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um skipan og læring í forskúla. Kunn­gerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Harumframt eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini áset­ingar um innihaldið í forskúlanum, samstarv mill­ um lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð hjá næm­ingum í forskúlaflokki. Kunngerðin verður roynd­ ar­koyrd í løtuni, í sam­band við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dag­før­ingar eru gjørdar, so kunn­gerð­ in kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kun­n­gerð­ ina seinni í ár. Løgtingið 10. apríl 2013 Har eru trý viðurskifti í hasum svarinum, ið ikki eru í samsvari við veruleikan: 1. Samstarvið millum peda­g­ogar og lærarar er ein við­fán­ing­ur, og er einans bygt á for­treytirnar hjá skúlanum, peda­gogiskt og fak­liga. 2. Kunngerðin verður roynd­ar­koyrd í løtuni. Hatta má vera mest ivasama roynd nakran­tíð, uttan innihald, mið og mál. 3. Ávegis eftirmeting hev­ ur verið. Eingin ávegis efter­ met­ing hevur verið. Í øllum før­um ikki sambært teimum skjølum, eg havi lisið Men tað er rætt, at kunn­gerð­ in varð sett í gildi seinni í ár, beint ímóti stórt sæð øllum fak­ligum tilmælum. Eg havi sjáldan fyrr sæð eitt so vánaligt úr hondum greitt forarbeiði til nakra kunn­gerð, sum tað, ið her er farið fram. Sjálvur havi eg skrivað tvær drúgvar greinar í Sosiali­num í vikuni, ið er um at fara, har eg grundgevi fyri tí eg sigi omanfyri, og har niður­støðan er: Grundað á eina fakliga met­ing í mun til tað, vit vita um menning og læring hjá børnum, kann ikki tilráðast at seta kunngerðina um for­ skúl­ar í verk, í tí líki hon er. Hon røkkur ikki teimum krøv­um, vit mugu seta fyri hósk­andi avbjóðingum hjá børnum millum 6 og 7 ár, og livir ikki upp til fak­peda­gog­ isku krøvini á økinum. Kunngerðin og royndin bygg­ir hvørki á føroyska vitan á økinum, altjóða vísinda­ligar kanningar ella á roynd­ir­nar í hinum Norður­ lon­d­um, ið hava serstøk tilboð til tey 6 til 7 ára gomlu: Finland, Svøríki og Dan­ mark. Viðvíkjandi royndini kann sigast, at eingin veru­ lig eftirmeting hevur verið av henni, tí er tað eisini tor­ ført at síggja, hvat Menta­ mála­ráðið grundar hetta á: “Stað­fest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunn­ger­ðin tí sett í gildi.” Tann synergieffekt og dygd í tilboðnum, ið kann standa­st av tvørfakligum sam­arbeiði millum tveir fak­bólkar í arbeiðinum við hes­um aldursbólkinum, er heilt burtur, og tað, hóast ann­ar fakbólkurin er serliga út­búgv­in til at arbeiða við teim­um 6 til 7 ára gomlu. Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grund­að á bert ein forskúla, sjálvt um landsstýrismaðurin 10. apríl sigur: “teir forskúlar, sum eru.” Vit hava hóast alt aðr­ar forskúlar, harumframt hava vit drúgvar royndir við skúla­bólk­um fyri tey 6 til 7 ára gomlu á dagstovnum okkara, hví hesin partur ikki er við, tá ið ein so týdningarmikil avgerð verður tikin, kenst held­ur ikki serliga trygt. Trengri vit skipa karm­ arnar um lívið hjá børnunum og­ fyrr í lívi teirra, størri er vandin eisini fyri, at tey sein- ni í lívinum fáa sosialar og psykiatr­iskar diagnosur og trupul­l­eikar við læringini. At tað harumframt skal arbeið­ast við at bróta sosiala arv­in átti at verið eyðsýnt, ser­liga við Pisakanningunum í huga. Tað er týdningarmikið, at vit taka røttu avgerðina, hvat skal henda við lívinum hjá teim­um 6 til 7 ára gomlu, ann­ ars kunnu vit gera óbótaligan skaða, slík avgerð kann ikki verða merkt av tilvild. Henda niðurstøða mín er enn galdandi og standi eg við, hóast kunngerðin er sett í gildi. Eitt er at blaka torvold í eygu­ni á fólki við deyðum lut­um, sum tunlum og makr­ eli. Men at fara soleiðis fram, og gera tað mótvegis liv­andi børnum er beinleiðis ábyrgd­ ar­leyst. Kærleika - eisini til næstan – ikki einans til sjálvan seg Dagfinnur Danbjørg Longu sum barn sá og upplivdi eg munin millum Kristusar næstakærleiks- og Antikristusar egin­kær­ leiks­læru og harav góðu og vánaligu fylgjunum, ið stóðust av hesum báðum grund­sjón­ ar­miðum eisini í politiskum høpi. Hesin munurin ger seg eisini galdandi dagin í dag, kanska í nógv størri mun enn áður. Tú kundi tá skjótt fata og síggja í praksis, at tey meira sosialt orinteraðu høvdu eyga fyri teimum mongu, sum høvdu brúk fyri eini hjálpandi hond: einkjum og faðirleysum – gomlum og sjúkum og øðrum við, sum livdu á lívsins skuggasíðu. Næstakærleiki í praksis. Vit sóu og upplivdu, hvussu næstakærleiksboðskapurin varð praktiseraður, meðan antikristsviðhaldsfólkið á høgravongi gálvaðu og løgdu forðingar fyri hjálpuni. Og enn standa hesu somu í kø og siga: Vit eru frelst við trúgv. Gerningar hava als einki at siga. Ein avnoktan av hægsta boði, og av Jákupi, ið sigur, at trúgv uttan gerningar er deyð, og av frágreiðingini um á evsta degi, har m.a. stendur, at alt tað, tit hava gjørt móti einum av mínum teimum minstu, tað hava tit eisini gjørt móti mær, meðan tað mótsetta, at tað tit ikki hava gjørt fyri ein av mínum teimum minstu, tað hava tit heldur ikki gjørt fyri meg. Tey, ið hava framt góðu gerningarnar skulu inn í Ríkið saman við Honum, meðan hini skulu út í Myrkrið stendur eisini skrivað. Mann skal vera óalmindiliga heiðin og antikristvinarliga ávirkaður, um mann ikki skilir frammanfyristandandi. Og um mann framvegis tvíheldur um nonsensútsøgnina: Frelstur við trúgv – gerningar hava onki at siga - så lades alt håb ude, sum danir plaga at siga í slíkum førum. Politisk eru tey flestu, ið ikki góðtaka næstakærleiksgerningar heimahoyrandi í Fólkaflokkinum ella millum onnur ekstremt høgravend, sum byggja alt virksemi á: eg, meg og mítt. Tað er bert tann alvorligi vandin við stríðnum fyri Mammon og øllum jarðiskum virðum, at endaúrslitið kann gerast ræðuligt - tí skrivað stendur eisini: Hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan Heimin, men má bøta við sál síni? Vónandi skilja fleiri – hví høgravend brúka so stóra orku upp á, at tilræna teimum múgvandi meira, meðan tey minnimentu verða við sviðið so. Hetta er í fullum samsvari við høgraradikala antikristna læru og linju. Óskiljandi at tey sleppa at halda áfram við svikinum nærum uttan mótstøðu. Vit eiga og kunnu seta teimum fótin í hurðina. Málið má vera, skjótast tilber at koppa antikristskósini og seta næstakærleikskósina í hásæti.