mánadagur 19. august 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 19. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
8
Gitte Klein
Krøvini til pennahúsan eru nógv
minni. Pennahúsin skal rúma blýant
um, litblýantum, viskileðri og blýant
spískara. Til ber at keypa pennahúsa
við amboðum í, sum tann, sum Bartal
Páll ynskti sær. Mælt verður til at
skifta nakrar blýantar út við teir ergo
nomisku, soleiðis at tað er lætt hjá
barninum at halda blýantinum rætt.
Hevur barnið fyrst lært at halda
blýantinum skeivt, er tað trupult at
læra tað at halda rætt aftur.
Lesa fyri barninum
Sum foreldur er tað nógv, tú kanst
gera, fyri at hjálpa barninum til eina
so góða skúlabyrjan sum gjørligt. Ein
góð íløga er at lesa fyri barninum.
Her verður ikki hugsað um skúlating,
sum tú sjálvandi skalt gera
saman við barninum, men
heldur
bøkur.
Spennandi
framhaldssøgur,
ævintýr
og stuttligar myndabøkur
eru allar við til at stimbra
lesingina hjá barninum, tí
tær m.a. hjálpa barninum
at síggja fyri sær, at skapa,
nýta hugflogið og at lurta,
sum er ein týdningarmikil
partur av skúladegnum.
Eitt, sum verður viðmælt,
eru bøkur, ið bera uppá
rím. Tí tá børn duga at
ríma, hava tey lættari við
at læra lesikynstrið eisini.
Tosið pent um lærara
og skúla – altíð
Fyri at byrjanin hjá barninum skal
gerast so góð sum gjørligt, er tað
týdningarmikið, at tú sum foreldur
ikki tosar ljótt um
skúlan ella lærarnar. Líkamikið hvussu
ónøgd tú ert. Ónøgdina mást tú fara
við á røttum stað og ikki framman fyri
barninum. Børn, sum hoyra foreldrini
tosa niður á lærarar og skúla, hava
nógv lættari við sjálvi at síggja niður á
tað, sum skúlin stendur fyri og tíverri
sostatt missa virðingina
og í ringasta føri hugin
at ganga í skúla.
Sýn áhuga
Fyri teg sum foreldur
byrjar eisini ein nýggj
tíð. Tað er givið, at
tann skúlin tú sjálv/ur
gekk í, ikki er tann sami
sum í dag. Samstarvið
millum heim og skúla
er nógv størri enn tá,
og krøv verða sett
til skúlan, eins og skúlin setur krøv
til heimið. Tað er týdningarmikið
fyri trivnaðin hjá barninum, at tú
møtir til foreldrafundir og foreldra
viðtalur. Flestu skúlar hava foreldra
viðtalur, har barnið kemur við til
foreldraviðtaluna
og fær at vita, hvussu landið liggur
og m.a., hvat tað skal arbeiða meiri
við, og tí er umráðandi at koma til
viðtalurnar.
Spyr barnið um skúladagin og vís
tí, at tú heldur tað vera áhugavert,
sum barnið ger. Spyr endiliga inn til,
men góðtak eisini, at barnið
ikki sigur so nógv.
Svøvnur, kostur og rørsla
Skal barnið fáa sum mest burt
urúr
skúladegnum,
er
svøvnur,
kostur
og rørsla ómetaliga
týdningarmikil.
Eitt
barn,
sum
ikki svevur nóg nógv
ella ikki fær ein góðan
morgunmat, aðrenn tað
fer í skúla, fær heilt
víst ein verri dag
og hetta gongur
út
yvir
inn
læringarevnini.
Ein góður matpakki
og vatn er gott at hava
við í skúla.
Óttast tað ókenda
Nøkur børn halda tó ikki, at alt hetta
við skúlanum er so spennandi, sum
foreldrini gera tað til. Av og á stendur
hesin mótviljin av, at børnini í veru
leikanum óttast tað nýggja, sum
koma skal. Tað, sum kann hjálpa í hes
um førum, er, at tosa við barnið um
tað. Fáa tað at seta orð á tað, sum tað
óttast. Børnum dámar væl, at mann
tosar um trupulleikar við at tosa um
onnur, sum hava somu trupulleikar. Tí
er tað ógvuliga gott, at lesa søgur fyri
barninum, sum seta orð á tað, sum
barnið óttast. Bøkurnar Bus-Álvur og
Summarið hjá Gudmundi eru báðar
bøkur, sum lýsa óttan fyri at byrja í
skúla og upplagdar at lesa fyri barni
num, áðrenn tað fer í skúla.
Góð ráð i sambandi við skúlabyrjan
Tað var gamalt, at børn fingu
skúlatroyggju, tá tey fóru í
skúla. Hevur tú ikki stundir
at keypa skúlatroyggju –
kanst tú keypa eina, sum sær
heimabundin út. Fyrimunurin
við troyggjuni er, at barnið
sleppur undan lynlási.
Bøkur, ið bera upp
á rím, eru m.a:
-
Vegaránsrottan
-
Gruffalo
-
Lokki Litaval
-
Omma Blomma, Abbi Krabbi
Vælegnaðar bøkur at
lesa fyri skúlabarninum:
-
Herviligi Henry
-
Ævintýr
-
Bøkurnar um Mumi
Aktivitetsbøkur, sum
hesar, eru góðar, tí
barnið noyðist at
hugsa og hugsavna
seg. Hetta kynstrið
er týdningarmikið
í skúladegnum
Hesir blýantar
eru sera væl
egnaðir. Legg
til merkis dodd
arnar á blýant
unum og viski
leðrinum, sum
ger tað lættari
hjá barninum
at halda í