mánadagur 19. august 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 19. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
10
seinsummardagar á sandi
Lokalar kreftir á málningaframsýning
Tað verða fólk av Sandi og úr Sandoynni,
sum fara at sýna fram sína list á
seinsummardøgunum á Sandi
Vilmund Jacobsen
Tað er altíð áhugavert at síggja, hvat
kreativ fólk kunnu fáa burtur úr.
Soleiðis verður eisini, tá málninga
framsýning verður í Gamla skúla á
Sandi fríggjadagin og leygardagin.
Her verða fólk, sum hava fingist
við málingalist – og eisini fólk, sum
í listarligum høpi eru nýggj undir
sólini.
Av Sandi verður sagt, at her
rokna tey við eini áhugaverdari og
forvitnisligari framsýning, har eini
seks ella átta fólk alment fara at
sýna fram sínar listarligu gávur.
Úr skránni fyri
seinsummardagar
á Sandi eru eisini
kappingar fyri
børn og vaksin
Leygardagin millum klokkan 13 og
15 verður skipað fyri fiskikapping
fyri børnum Úti í Støð.
Lítið er at ivast í, at hetta verður
ein áhugaverd løta, har børnini
sleppa at royna seg við tráðuni.
Vaksin skjóta
Tá fiskikappingin er liðug, fer
Skjótifelagið í oynni at skipa fyri
skjótikapping, sum verður teir
báðar tímarnar millum klokkan 15
og 17.
Klokkan 19 verður steypa
handan í Virkinum fyri hesar báðar
kappingar.
Børn at
fiska og
vaksin
at skjóta
Ein av kendu málarunum
í Sandoynni í løtuni er
Einar Joensen í Skopun
Fríggjadagur 23. august:
17.00 - 20.00 Málningaframsýning í Gamla Skúla
17.30 - 18.30 Jákup Veyhe lesur nýggjar partar úr Mórugøtu,
í Sands skúla
19.00 - 21.30 Barnadiskotek
20.00 - 21.00 Konsert í Sands kirkju, við Rana Nolsøe
og Ingibjørg Hansen
23.00 - 02.30 Diskotek
Leygardagur 24. august:
10.00 - 12.00 Morgunmatur á Mørkini Miklu
12.00 - 21.00 B71 skipar fyri hoppiborgum, Candy Floss,
popcorn og annað, á Ljósafløtti
12.00 - 18.00 Sølutorg, ymisk matsøla og annað í Virkinum
13.00 - 14.00 Vinnufelagið skipar fyri fyrilestri við
Ben Arabo á Mørkini Miklu
13.00 - 15.00 Fiskikapping fyri børn Úti í Støð
14.00 - 18.00 Grótteigar og Koyta hava opið
14.00 - 16.00 Listasavnið hevur opið
14.00 - 18.00 Málningaframsýning í Gamla Skúla
15.00 -
Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð framføra
»Keisarans nýggju klæði«
15.00 - 17.00 Skjótifelagið skipar fyri skjótikapping
15.00 - 17.00 Bygdatúrur við Jógvan Nicodemussen
17.00 - 21.00 Virkið selir leskiligar seinsummarbúffar,
saman við ymiskum barnamatskráum
19.00 -
Steypahandan í Virkinum
21.00 - 22.30 Bál og felagssangur Niðri á Hamri, um viðrar
23.00 - 04.00 Dansur í Virkinum við Hans Jacob Hjelm
og Vinmonnum
Skrá
Høvi verður at vitja
forvitnisligu søvnini
Nógv ymiskt verður á skránni á Sandi, nú Sands kommuna saman við
áhugabólkum á Sandi og í Sandoynni skipa fyri seinsummardøgum
Vilmund Jacobsen
Tað
er
Sands
kommuna,
sum
bjóðar morgunmat, B71 sum skipar
fyri ymiskum til børnini, eitt nú
hoppiborgum, candyfloss og øðrum.
Ungmannafelagið Virkið skipar fyri
sølutorgi, matsølu og dansi.
Hanna á Reynatúgvu, leiðari á
Sandoyar Kunningarstovu, sigur, at
søvnini á Sandi – Norðara Koyta og
Grótteigar – fara at hava leingi opið,
og her er okkurt serligt á skránni.
– Eitt nú verður gamli handilin á
Grótteigum opin, har gamlar myndir
verða vístar fram og høvið verður at
fáa ein kaffimunn.
Á Listasavninum fara Katarina
Nolsøe og Hans Tórgarð at framføra
barnaleikin – Nýggju klæði keisarans.
Grótteigar og Koyta
Hanna á Reynatúgvu vísir á, at tað
var Mortensen á Tvøroyri, sum bygdi
handilin á Grótteigum seinast í 1850-
unum, beint eftir at einahandilin varð
avtikin. Í byrjanini varð handilin rikin av
monnum úr Havn og fyrsti sandingur,
sum rak handilin, var Mourits Mohr.
– Tað var á heysti í 1988, at Sands
Bygdasavn keypti húsini í norðaru
Koytu. Á vári í 1989 varð farið undir at
seta húsini í stand, men av tí, at húsini
høvdu staðið tóm í meiri enn fimmti
ár, mátti stórarbeiði gerast.
Hon sigur, at í dag eru húsini í
góðum standi og verða nýtt sum
bygdasavn.
– Í Koytu er ein av mongu gomlu
býlingunum á Sandi, og í seinnu helvt
av 17. øld búsettist maður úr Hesti,
nevndur Rasmus Jákupsson, í Koytu,
sigur Hanna.
Listasavnið gáva
Listasavnið á Sandi er gáva, sum er
latin av Sofusi Olsen. Savnið er eisini
karmur um listina, sum hann savnaði
gjøgnum eitt langt lív.
– Í savninum eru útvald lista
verk eftir yngri og eldri føroyskum
listafólkum, eitt nú eftir S. Joensen
Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lutzen,
Jack Kampmann og Frimod Joensen
umframt nógv listaverk av Ingálvi av
Reyni, sigur Hanna á Reynatúgvu,
kunningarleiðari, sum annars vísir til
áhugaverdu og forvitnisligu skránna
fyri seinsummardagarnar.