Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 11 seinsummardagar á sandi Ungdómurin á Sandi fær ungdómshús Gamli skúli á Sandi, sum er bygdur fyri út við 130 árum síðan, verður til heystar karmur um ungdómshús Vilmund Jacobsen Skráin fyri seinsummardagar á Sandi byrjar við málningaframsýning fríggja­kvøldið 23. august. Henda verður í Gamla skúla frá klokkan 17- 20 – og aftur leygardagin 24. august frá klokkan 14-18. Brandur Sandoy vísir á, at Gamli skúli hevur ikki verið brúktur, síðan barnagarðurin fór út, og hin nýggi varð tikin í nýtslu. – Nú ætla vit at brúka Gamla skúla, sum liggur norðarlaga í bygdini og beint yvir av nýggja skúlanum, til ung­dómshús. Ætlanin er at taka Gamla skúla, sum hevur tríggjar skúla­stovur og er út við 130 ára gamal, í nýtslu sum ungdómshús til heystar, sigur borgarstjórin. Gongst, sum Sands kommuna ætlar, fær ungdómurin á Sandi ungdómshús seinni í heyst Seta Sandsbygd í fokus á seinsumri – Vit vilja seta fokus á Sandsbygd og Sandoynna, og vit vilja skapa fólkinum nakrar positivar og hugnaligar upplivingar, samveru og trivnað, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri Vilmund Jacobsen Fríggjadagin 23. og leygardagin 24. august skipa áhugafeløg í Sandoynni og Sands kommuna fyri tí tey rópa sein­summardøgum á Sandi. Hetta eru aðru ferð, at heima­ sands­fólk skipa fyri hesum tiltaki, sum í ár er nakað størri enn seinast. Tað eru tvey ár síðan, at seinasta seinsummar-tiltak var á Sandi. Í fjør tóku sandingar ímóti segl­ skipa­regatta’ini, og tá vóru eingir sein­summardagar. Skapa trivnað Tað er Sands kommuna, sum hevur tikið stig til hetta tiltak, og tað er ikki minst borgarstjórin sjálvur, Brandur Sandoy, sum hevur byrt undir, at sein­summardagar á Sandi verður ein fastur táttur um heystarnar. – Endamálið við døgunum er at skapa trivnað og at seta fokus á Sandsbygd og Sandoynna í einum positivum samanhangi og anda. Vit halda, at eitt slíkt tiltak er kærkomið á Sandi og í Sandoynni. Brandur Sandoy vísir á, at hóast eitt slíkt afturvendandi tiltak var ein partur av valskránni hjá listanum, sum hann er valdur á, liggur als eingin politikkur aftan fyri seinsummardagarnar. – Vit vilja seta fokus á Sandsbygd og oynna, og vit vilja royna at skapa fólkinum nakrar positivar og hugna­ ligar upplivingar, samveru og trivnað, sigur hann. Tætt pakkað Orsøkin til, at Sands kommuna júst hevur valt at hava hetta tiltak á heysti í staðin fyri um hásummarið, er, at summarið í Føroyum er rættiliga tætt pakkað við stevnum, festivalum og tiltøkum av ymiskum slag. – Aftrat øllum, sum er á skránni gjøgnum alt summarið, eru nógv fólk eisini burtur og ferðast. Vit meta tí, at nú flestu tiltøk eru av, og fólk eru komin aftur úr summarfrí, er hetta rætta høvi til at hava sein­summar­ dagar á Sandi, heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri, sum bjóðar øllum – bæði nær og fjar – hjartaliga vælkomnum í Sandoynna. vilmund@sosialurin.fo - Nú summarstevnur og festivalar eru løgd aftur um, og fólk eru komin aftur úr summarfrí, halda vit, at tíðin er hin rætta til seinsummardagar á Sandi, heldur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen Fríggjakvøldið, leygardagin og til langt út á sunnunáttina verður Sandsbygd karmur um hugnaligar seinsummardagar við ymiskum tiltøkum, bæði fyri børnum og vaksnum Mynd: Vilmund Jacobsen