mánadagur 19. august 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 19. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
12
vikustólurin
Gleðir meg at røkka
málum, eg havi sett mær
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Positivur, miðvísur og tolin.
Hvat merki er bilur tín?
Havi ongan bil
Hvat merki er telefon tín?
Eg havi eina Apple Iphone 4
Hvat er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Har eru nógvar, men skal eg siga eina, so
er tað oyggjaleikirnir á Bermuda 2013.
Ítrótturin gekk ótrúliga væl, og so var
staðið bara heilt ótrúligt. Umframt allar
kappingarnar og venjingar, so gjørdu vit
millum annað eisini forbergsútleypan,
kavaðu og lógu og slappaðu av á
nøkrum fantastiskum strendum.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Super
Hvørjum hyggur tú eftir
hjá hinum kyninum:
Sjarmerandi, stuttlig at vera saman við, og so
hevur útsjóndin nokk eisini eitt sindur at siga.
Hvat ger teg í góðum lag?
At verða úti í náttúruni við vinum
ella familju er fantastist.
Hvat stressar teg?
At verða noyddur at gera nakað
eg ikki tími ella onki at gera.
Hvør er tín yndisrættur?
Tað broytist rættiliga ofta, men í
løtuni er tað allarhelst burritos. Bara
har er nokk av kjøti, so er fínt!
Hvat gleðir teg?
At røkka málum, ið eg havi sett mær.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Tað var nokk fyri hálvu aðru viku síðani,
tá eg fekk at vita, at eg var sloppin inn at
lesa ítrótt á Københavns Universitet.
Hvar arbeiðir tú?
Í løtuni havi summarferiu og fari niður
at lesa nú í august, men aftaná eg
varð liðugur við student, arbeiddi eg á
frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt í 2 ár.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Tað var fyrsta arbeiði eg fekk, so tað
var bara av tilvild, at eg fór at arbeiða á
frítíðarskúla. At eg valdi at verða verðandi
har í tvey ár, er tí at eg fann útav, at
tað er ótrúliga gevandi og stuttligt at
arbeiða við børnum og fólki sum heild.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Har eru so nógvar, at eg ikki
dugi at velja eina ávísa.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Mest avslappandi tónleiki.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Internetið er nokkso gott.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Tað má nokk verða vátdraktin, eg keypti
fyri nøkrum árum síðani og kavaraskeiðið,
eg fekk fyri einum ári síðani. Hetta hevur
ført við sær, at eg eri farin at elska at vera
úti á sjónum rundan um Føroyar. Bæði
at hoppa á sjógv frá ymiskum høgum
støðum og kava niðri á botninum.
Hvat er títt besta heimaráð?
Ert tú troyttur, so fá tær ein powernap.
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei, men eg havi altíð vilja havt hund.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Fari at ferðast heimin runt, og goymt
restina til eg einaferð fari at keypa hús.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Tað sama og so keypt mær ymisk
ting, sum eg droymi um, og givið
familjuni eitt sindur burturav.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Ótrúliga flott land við dejligum fólki,
og so er man ongantíð serliga langt
frá einari fantastiskari náttúru.
Hvar ert tú um 10 ár?
Tað er torført at siga, men planurin
er at koma aftur til Føroyar einaferð,
tá eg eri liðugur at lesa.
Navn: Øssur Debes Eiriksfoss
Besta summarfrítíðar
uppliving var oyggja
leikirnir á Bermuda 2013.
Ítrótturin gekk ótrúliga
væl, og so var staðið
bara heilt ótrúligt