Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 19. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 28 Bilurin & báturin Myndin er tikin miðskeiðis í 60-unum á parkeringsøkinum hjá bil­støðini Akst­ur Bil í Havn, har sum Bøkjara­ brekka er í dag. Bilurin á myndini er ein Studebaker Lark hjá Hjalmar Jacobsen, sum koyrdi í Akstur Bil. Hjalmar Jacobsen búði í Skálafirði, har hann hevði koyring við hýruvogni, las­tbili og bussi, áðrenn hann kom til Havn­ar at koyra hýrukoyring í 1963. Mað­urin til høgru á myndin er Borgar Nybo, sum eisini koyrdi í Akstur Bil. Studebaker Automobile var ein gomul amerikansk verksmiðja, sum í eini 50 ár framleiddi bilar. Verksmiðjan læt aftur í 1967. Bilurin hesa vikuna er fastur táttur í Vikublaðnum Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sosialurin.fo Myndaeigari: Karin Jacobsen Studebaker hýruvognur í Akstur Bil Vilmund Jacobsen Øll kenna Smyril, men hvussu upplivdi mann­ingin, sum røkir farleiðina millu­m Tvøroyri og Havnina, nýggja skip­ið, tá tað í 2005 varð liðugt og klárt á sponsku skipasmiðjuni, Izar Construccioness Navales S.A. í Spania? Olga Thomsen í Nesi í Hvalba, sum hevur siglt fyri Strandfaraskip Land­ sins um Suðuroyarfjørð eitt langt ára­ mál, var millum tey, sum fingu høvi at fara til Spania eftir nýggja og stásiliga skipi­num. - Nøkur av teimum, sum skuldu manna skipið, vóru longu í Spaniu, og sjálv var eg millum tey seinastu, sum fóru niður til Spania. Olga sigur, at nýggi Smyril virkaði ógvu­liga stórur og flottur at síggja til. - Eg segði við kokkin, sum eg var í fylgi við, at nú mátti hann ikki rýma frá mær, tí so fann eg hann ongantíð upp úr aftur skipinum. Men skjótt “minkaði” nýggi Smyril í eygu­num á Olgu og øllum hinum, sum mann­aðu skipið. - Sum tíðin leið, helt eg slett ikki, at Smyril var ov stórur. Fólk eru ógvu­ liga glað fyri skipið, sum hevur roynst sera væl og er eitt gott sjóskip, sigur Olga Thomsen. Vikublaðið heldur, at henda søgan um byrjanina við nýggja Smyrli er fitt, og vit hava valt at taka hana við í teig­ in ”Skipið” hesaferð. Smyril – ein brandur um Suðuroyarfjørð Smyril, sum kom í 2005, hevur roynst væl, og fólk eru ógvuliga fegin um skipið, sum samferðsluæðr millum Suðuroynna og meginlandið - Smyril virkaði ógvuliga stórur og flottur at síggja til, sigur Olga Thomsen Mynd: Vilmund Jacobsen Fakta Heimstaður: Tvøroyri Smíðistaður-/ár: Izar Construccio­ ness Navales S.A. (2005) Longd: 138 metrar Breidd: 22,70 metrar Maskina: M.A.N. B&W Maskinorka: 13440 kW/ 18273 HK Ferð: 21 sjómíl