Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 6. mai 2004 15 minka um framleiðsluna av Coho og ælabogasílum og økja um framleiðsluna av atlantiskum laksi fyri árið 2003. Hetta vil økja um kappingina við føroyska laksin. Av tí samlaða útflutning- inum í 2002 pá 973 mill. US $ (331.000 tons) vóru 621 mill. US $ (171.00 tons) tilvirkaðar vørur (fløk og annað). Teir lágu lønar- kostnaðirnir í Chile gerða tað torført hjá øðrum lond- um at kappast við hesar vørur Marknaðir Høvuðsmarknaðirnir hjá chilensku alivinnuni eru USA og Japan. USA er laksamarknaður, ið er í støðugum vøkstri, meðan vøksturin í ES er fallandi. Tann amerikanski markn- aðurin klárar harvið at taka ímóti einum vøkstri í framleiðsluni uttan at hetta ávirkar prísin stórvegis. Tann góði marknaðurin í USA hevur gjørt at chi- lensku alararnir hava for- vunnið pengar tað mesta av 2003, meðan føroyingar hava tapt hópin av peningi. Føroyskar fyritøkur hava eisini roynt at bjóðað seg fram í USA og hevur hetta givið betri prís fyri nakað av fiski. Sí talvu Meðan miðalprísirnir á laksi útfluttur úr Chile í 2002 vóru 2,70 US $/kg, var miðalprísurin fyrru fyrstu 10 mánaðirnar í fjør 4,10 US $/kg, ein øking uppá heili 51,9%. Størri partur av framleiðsluni í 2003 er seldur sum tilvirk- aðar vørur, og er hetta við til at økja um miðalprísin á tí útfluttu vøruni. Útflutningurin frá ali- vinnuni er síðstu 10 árini vaksin frá 28% til 56% av samlaða útflutninginum av vørum frá fiskivinnuni og telur laksaútflutningurin 6% av samlaða chilenska útflutninginum. Umsetn- ingurin frá alivinnuni hevur liði um 1 millard US $, men í 2003 var vænta at umsetningurin skuldi koma upp á 1,2 milliardir US $. Sjúkustøða Chile hevur ikki ta hervi- ligu ILA sjúkuna at stríðast við, men teir hava eina sjúku, ið verður kallað SRS (Piscirickettsia salmonis). Henda sjúka er mett at kosta vinnuni um 100 milli- ónir US $ um árið. SRS er orsøkin til, at vinnan nýtir stórar nøgdir av antibiotika. Tað hevur ikki verið møgu- ligt at koppseta ímóti SRS. Mett verður, at laksalús kostar chilensku alivinnuni eins nógv og tí norsku, um 70 milliónir US $ um árið. Sjúkan IPN bleiv staðfest í 1999 og hevur hon síðan kostað vinnuni nógvan pening. Sjúkurnar furunko- losa og BKD eru einans trupulleikar í nøkrum fáum økjum. Kappingarførið hjá Chile Styrkir: - Sera lágt kostnaðarstøði - Útbúgvingarstøðið hjá leiðslunum er sera høgt. - Skjótir at implementera nyggja vitan og tøkni - Kapitalsterk feløg - Góðar fríhandilsavtalur við ES og USA - Selja stóran part av fram- leiðsluni sum tilvirkaðar vørur til endaliga brúkar- an Veikleikar - Avvstandurin er stórur frá teim flestu marknað- unum og tað er dýrt og torført at útflyta feskar vørur. - Chilenska alivinnan er konsentrerað á einum lutfalsliga lítlum øki og kunnu møgulig smittandi sjúkuútbrot fáa álvarslig- ar avleiðingar fyri vinn- una. - Framtíðarvøkstur fer fram á einum øki við vánaligum infrastrukturi - Stór antibiotika nýtsla Revisor fyritøkan Price- WaterHouseCoopers gjørdi eina kanning av kappingar- førinum hja canadisku ali- vinnuni í mai 2003. Fyri- tøkur ið høvdu aling í fleiri londum, vóru spurdar um tær kundu meta um kapp- ingarførið í teimum ymsu londunum. Chile hevði lægst kostnað við 86,8, meðan Bretland og Noreg koma á ávíkavíst 2 og 3 pláss við 95,3 og 95,5. New Brunswick og British Columbia í Canada komu á fjórða og fimta pláss við 100 og 106,5. Hesi indeks tøl, siga eitt sindur um kostnaðarstøðið í teim ymsu londunum hjá teim multinationalu fyritøkun- um. Niðurstøða Chile var eitt land ið man hevði hug at flenna eftir tá tað kemur til aling, Chile kom í gongd væl seinni enn bæði Norra og Føroyar. Hildi var at produktivitet- urin í Chile var sera lágur, men síðstu 3 árinum hava prógva at Chile hevur yvirhálað okkum. Í dag er kappingin við chilenar blivin so hørð at tiltøk mugu settast í verk skulu føroyingar, norð- menn og skotar verða kapp- ingarførir. Føroyingar mugu gera sær greitt at framleiðslukostnaðirnir mugu lækka og góðskan á vøruni má setast í hásæti. Tiltøk í mugu settast í verk fyri at tryggja fram- haldandi kappingarførið: - Fáa tamarhald við ILA- sjúkuni - Økja um útbúgvingar- støðið hjá leiðslu og starvsfólki annars - Størri eindir (Sláturvirki, Smoltstøðir, Sjógvaling) - Bæði tað privata og al- menna mugu ganga sam- an um gransking ið kann loysa trupulleikar, ið vinnan hevur - Marknaðarábyrgd, nýta pening til marknaðar- føring - Økja eginpeningin í vinnuni Keldur: Intrafish, Norsk fiskeoppdrett og Kontali analyse Ùtflutningur av chilenskum laksi og sílum Jan- Aug. 2002/2003 ì 1000 US dollarum Nett tons Marknaður 2002 2003 2002 2003 Japan 211.32 271.03 7 112.6 88 74.94 USA 264.75 354.66 6 72.93 5 76.44 ES 42.777 40.82515.81 4 10.10 Latín amerika 32.208 34.66913.48 5 10.55 Aðrir marknaðir 31.435 43.27516.08 4 12.95 Tilsamans 582.49 744.47 2 231.0 06 185.00 0 Kelda: SalmonChile 15 14 Nr. 86 - 6. mai 2004 Tað flestu føroyingar kenna til Chile er chilenska vínið og tann høgravenda forsetan Augusto Pinochet, ið sat við stýri frá 1973-1990. Fólkatalið er umleið 15.6 mio, og talimálið er spanskt. Chile hevur heimsins størstu goymslur av kopari, og er hetta teirra størsta útflutn- ingsvøra. Landið minnir okkum nakað um grannalandið Noreg við at bæði hava langa stranda- linju og stórt fiski- vinnuríkidømi. Ein stórur partur av heimsins fiskamjøli kemur úr Chile Leif av Reyni LR@fiskaaling.fo Róar Olsen roar.olsen@fiskaaling.fo Chile kom ikki veruliga í gongd við aling fyrr enn í 1980´unum. Í 1988 var chi- lenska framleiðslan av at- lantiskum laksi einans 400 tons. 13 ár seinni var hetta vaksið til 140.000. Vit hildu, at tað vóru bøndur, ið nýttu fornaldatøkni, ið stóðu fyri alingini. Man visti, at lágu lønirnar og stóra fjarstøðan frá flestu marknaðunum høvdu ført til, at teir vóru blivnir sera kappingarførir at tilvirka laksin til fløk og annað, meðan hildið var, at teir á sjálvari alisíðuni høvdu nógv at læra. Men síðst í 90´unum og byrjanini av 2000 byrja bæði norðmenn, skotar og føroyingar at fáa eygini upp fyri tí øgiliga vøkstrinum í aliframleiðsl- uni í Chile. Vit, sum hildu okkum vera heimsmeistarar at ala laks og síl, fingu at síggja, at chilenska alivinn- an kanska ikki var so primitiv, sum hildið var. Chilensku alararnir høvdu verið sera dugnaligur at implentera ta tøkni og vit- an, sum aðrir vóru komnir fram til (Serliga Noreg). Vinnan var uppbygd av lut- falsliga fáum og kapital- sterkum feløgum, ið ikki bara fingust við aling, men eisini við aðrar vinnur. Hesu feløg høvdu fleiri bein at standa á og høvdu fíggjarliga styrki til at vaksa skjótt og til at tola eina vissa niðurgongd. Út- búgvingarstøðið á leiðslun- um var eisini munandi hægri enn tað, ið vit kenna til í Føroyum. Um 87% av chilensku alingini fer fram í einum øki, ið kallast Region X. Hetta øki er á stødd við norska fylkið Trøndelag. Onnur 12% av framleiðsl- uni fara fram í region XI, og er tað væntandi her, at størsti vøksturin verður innan laksaframleiðsluna í framtíðini. Hetta øki hevur tó sera vánaligan infra- struktur, og tí verður hesin vøksturin ikki uttan trupul- leikar. Í region X liggur Puerto Montt, ið eisini ber heitið laksahøvuðsstaðurin í Chile. Har búgva 170.000 fólk, og er tað ein øking pá 45.000 fólk upp á tíggju ár. Talið av fólki, sum liva í fátækradømi er minkað við 15% hetta sama tíðarskeið. Um 25.000 fólk arbeiða beinleiðis í alivinnuni, og verður mett at umleið 15.000 fólk arbeiða í av- leiddum vinnum. Norski parturin í Chile Norðmenn keyptu fyri nøkrum árum síðani nøkur chilensk alifeløg, teir hava síðani fingið ábyrdina av tí øgiliga vøksturi, ið hevur verið í hesi framleiðslu, men sigast má, at hetta ikki er heilt rætt av tí at teir einans standa fyri 17% av chilensku framleiðsluni, meðan chilenar sjálvur standa fyri 64%. (sí figur 1). Kelda: SalmonChile Norsk feløg, ið hava keypt seg inn fyri milliarda upphæddir eru Cermaq (EWOS) og Fjord Seafood. Kostnaðarstøðið í Chile Á tí árligu produktivitets- ráðstevnuni, ið var í Bergen í Novembur mánað í fjør samanbar Alf Helge Aarskog leiðari fyri smolt og sjógvalingina hjá Fjord Seafood í Norra, fram- leiðslukostnaðin í Norra og Chile. Hann kundi fortelja at Chile hevði 19% lægri smoltkostnað per kg laks, heili 76% lægri lønarkostn- að, meðan fóðrið var 18,6% bíligari. Størri sláturvirki gera tað eisini bíligari at slakta laksin. Í Norra er miðalframleiðslukostnaður in 20,50 kr/kg, meðan hann í Chile einans er um 15-16 kr/kg. Munurin verður enn størri um kostnaðurin á fløkum verðar samanborin. Tað hevur ikki verið møgu- ligt at fingið miðaltøl fyri føroysku framleiðsluna, men føroyski kostnaðurin líkist uttan iva meiri tí norska enn tí chilenska. Í Noregi tekur tað um 18 mánaðar at ala ein laks til marknaðarstødd á sjónum, meðan heitari miðalhiti ger, at vakstrartíðin í Chile er 2,5 mánaðir stytri. Hetta gevur lægri kapitalbind- ingar, vága og kostnaðir. Sjógvhitin í Chile er millum 8-14ºC, og liggur hetta tætt upp at optimal hitanum hjá laksi, ið er millum 10-14ºC.. Chilenar høvdu eisini tann fyrimun í 2003, at tann Chilenski Pesos lækkaði ímóti dollaranum, meðan norska og danska krónan hækkaðu móti dollarinum. Síðstu mánaðarnar er tó Chilenski Pesos hækkaður meðan norska krónan er lækka í virði í mun til doll- arin. Eginpeningurin hjá fe- løgunum í Chile er yvir 50%. Hetta hevur við sær at peningur kann lænast lætt- ari og bílligari. Stóra fíggj- arliga styrkin ger tað møgu- ligt at keypa fóður og út- gerð meiri lagaliga. Í Noregi og Føroyum eru fleiri feløg lutvíst fíggja av fóðurveitarum, hetta hevur við sær at feløgini koma at gjalda ein meir prís fyri fóðri og økir hetta um samlaða kostnaðin. Meðan 45 feløg stóðu fyri 70-80% av framleiðsl- uni í Noregi, so var tilsvar- andi tal í Chile 11. Framleiðslan í Chile Chilenar framleiða ikki bara atlantiskan laks og ælabogasíl, men eisini kyrrahavslaksin Coho. Sí talvu Havast skal í huga at stórur partur av útflutninginum eru fløk. Í 2002 slaktaðu chilenar 506.000 tons av rundum laksi og sílum. Sjálvt um framleiðslu nøgdin frá 2000 til 2001 hækkaði við heili 46%, so minkaði samlaðu útflutn- ingsvirðið. Hetta kann tykj- ast sum ein vánalig íløga, men hon hevur uttan iva verið við til at tryggja Chile ein størri marknaðarpart. Chilenar eru í ferð við Chile tann nýggi Ali-risin Samlaði útflutningurin av laksi og sílum úr Chile 2000-20 Virði Nøgd 1000 US $ (FOB Tons Fiskasløg 2000 2001 2002 2000 2001 2002 Atlantiskur l492.05 4 525.253 94.589 140.041 Coho laksur 263.00 2 230.444 64.394 91.589 Ælaboga síl 214.63 6 207.597 46.573 68.457 "King" laksur181 84 37 45 Onnur laksasløg 3.367 930 661 181 Tilsamans 973.24 0 964.308 973.000 206.254 300.313331.40 *FOB: Frít umborð figur 1 C M Y K 14