hósdagur 6. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 86 - 6. mai 2004
Nr. 86 - 6. mai 2004
13
UTTAN ÚR HEIMI
Teir seku sleppa
undan revsing
– Maður mín fekk boð
um gera tað, sum hann
gjørdi. Hann helt, at tað
snúði seg um landsins
trygd,
sigur
Martha
Frederick, sum er gift við
einum av teimum seks
amerikonsku hermonn-
unum, sum nú eru skuld-
settir fyri at hava farið
illa við irakskum fang-
um.
Martha Frederick held-
ur, at teir seks hermenn-
inir eru syndabukkar, og
at amerikonsku myndug-
leikarnir verja teir yvir-
menninar og fregnartæn-
astumenninar, sum góvu
hermonnunum boð. Hon
sigur, at tá maður henn-
ara spurdi, um teir skuldu
fara soleiðis við fangun-
um, varð svarið, at so-
leiðis vildi tann hernað-
arliga fregnartænastan
hava, at fangarnir skuldu
viðfarast.
– Teir, sum hava á-
byrgdina, standa væl
fjaldir og hyggja at, með-
an maður mín og hinir
verða revsaðir. Hetta er
sum at vera finna í einum
talvi,
sigur
Martha
Frederick við sjónvarpið
NBC. Tað var NBC, sum
almannakunngjørdi
myndirnar úr fongslinum
í Bagdad.
Mótstøðan
harðnar
Bretski hernaðarserfrøð-
ingurin Jeremy Binnie
vísir aftur amerikonsku
frásagnunum um, at út-
lendskir yvirgangsmenn
skipa fyri teirri áhaldandi
mótstøðuni í Irak.
Jeremy Binnie vísir á,
at 90 prosent av mót-
støðumonnunum í bý-
num Falluja eru irakar.
Tað hava amerikanskir
hernaðarleiðarar sjálvir
sagt, sigur hann. Har-
afturat hevur tað víst seg,
at av teimum 8.000 irak-
unum, sum amerikanarar
og bretar hava tikið, eru
bara 127 útlendingar.
Bretski hernaðarser-
frøðingurin vísir eisini á
kanningina, sum USA
Today gjørdi í síðstu
viku, og sum vísti, at
tveir triðingar av teimum
3.500 spurdu irakunum
halda, at innrásin hevur
gjørt viðurskiftini betri,
enn tey vóru undir Sad-
dam Hussein. 57 prosent
svaraðu, at tey vilja hava
hersetingarvaldið
av
landinum sum skjótast,
og 71 prosent søgdu, at í
teirra eygum eru teir
útlendsku hermenninir
komnir at herseta Irak
heldur enn at fríia tað.
Áskoðarar skulu
hjálpa
Bretsku myndugleikarnir
hava gjørt av at leita sær
hjálp frá teimum mongu,
sum hvønn einasta dag
standa uttan fyri girðing-
ina kring Heathrow-flog-
havnina í London, har tey
hyggja at teimum nógvu
flogførunum, sum koma
og fara.
Ein talsmaður hjá løg-
regluni í London sigur, at
áskoðararnir uttan fyri
Heathrow hyggja at øll-
um og leggja merki til
alt, og tí kann teirra for-
vitni koma løgregluni
væl við í bardaganum
ímóti yvirgangi, heldur
hann. Felagið hjá flog-
áskoðarunum tekur undir
við tiltakinum, og tað ger
felagið, sum stendur fyri
trygdini í Heathrow, eis-
ini, sigur BBC.
Áskoðararnir
skulu
serliga halda eygað við,
at girðingin rundan um ta
stóru floghavnina er í
lagi, og teir skulu var-
skógva løgregluna, um
teir halda seg hava sæð
okkurt
illgrunasamt.
Flogáskoðararnir
hava
ongan myndugleika, men
teir hava fingið eitt ser-
ligt samleikaprógv, sigur
sigur, hvørji tey eru, og
hvørji ørindi tey hava við
floghavnina.
Jagstraðu norskt
flogfar
Seinasta
leygardag
jagstraðu tvey niður-
lendsk F16-jagaraflogfør
eitt norskt leiguflogfar,
sum var á veg suðureftir
við ferðafólki.
Niðurlendskir
fjøl-
miðlar hava gjørt nógv
burtur úr tilburðinum.
Sagt verður, at tað norska
flogfarið hevði ikki givið
seg til kennar, tá tað kom
í niðurlendskt loftrúm,
og at hetta fekk myndug-
leikarnar at stúra fyri, at
talan kundi vera um eina
yvirgangsatsókn.
Tí
vórðu tvey jagaraflogfør
send avstað, men hóast
tey fleiri ferðir royndu at
fáa samband við norska
flogfarið, svaraði tað
ikki.
Niðurlendsku fjølmiðl-
arnir siga, at tey bæði
F16-jagaraflogførini
vóru vápnaði og vóru til
reiðar at skjóta tað
norska
leiguflogfarið
niður. Sambært blaðnum
VG er tað framvegis
ógreitt, hví tað norska
flogfarið ikki lat við seg
koma.
Samstundis sum
amerikanarar við-
ganga, at amerikansk-
ir hermenn myrdu
tveir irakskar fangar,
verða nýggjar ræðu-
søgur frá krígnum
avdúkaðar
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrakvøldið vísti franska
sjónvarpið Canal Plus eina
videoupptøku frá einum
amerikonskum álopi í Irak
tann 1. desember í fjør.
Upptøkan vísir tríggjar
irakar, sum verða álopnir av
einari amerikanskari tyrlu.
Amerikanararnir biðja teir
tríggjar menninar steðga,
men tá teir sýta fyri at gera
eftir boðunum, verða tveir
teirra skotnir.
Tann triði irakin leitar
sær skjól undir bilinum,
men menninir í tyrluni fáa
eygað á hann, og teir skjóta
eftir bilinum. Lítla løtu
seinni krýpur irakin undan
bilinum og er sjónliga
særdur. Síðani hoyrast tveir
av amerikonsku hermonn-
unum:
– Hann er særdur.
– Skjót hann!
– Eg taki meg fram.
– Skjót hann!
– Í lagi.
Franski advokaturin Patrick
Budouin sigur við tíðinda-
stovuna AFP, at tað er
krígsbrotsverk at drepa ein
særdan fígginda.
Eisini morð
Samstundis sum alt fleiri
ræðusøgur frættast frá kríg-
num í Irak, hava amerikan-
arar viðgingið, at ameri-
kanskir hermenn hava myrt
tveir irakskar fangar í ein-
um fongsli í Irak. Sagt
verður eisini, at fleiri onnur
líknandi mál verða kannað.
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri, legði á einum
tíðindafundi fyrrakvøldið
dent á, at tað eru bara nakr-
ir fáir amerikanskir her-
menn, sum hava framt tey
nógv umrøddu brotsverk-
ini. Hann segði, at tað, sum
er hent, er andstyggiligt, og
at teir seku verða revsaðir.
Í krígnum í áttati-
árunum nýttu irakar
eiturgass ímóti iran-
um. Nú krevja nakrir
iranar endurgjald frá
USA, tí amerikanskar
fyritøkur hjálptu
Saddam Hussein at
gera eiturgassið
ENDURGJALD
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nú verður USA kravt eftir
endurgjaldi fyri skaða, sum
hópoyðingarvápn hjá Sad-
dam Hussein forvoldu í
krígnum ímillum Irak og
Iran frá 1981 til 1988.
Ein iranskur dómstólur
hevur gjørt av, at amerikan-
arar høvdu medábyrgd, tá
irakski herurin nýtti eitur-
gass í einum álopi á iranska
býin Sardasht. Nógv fólk
doyðu, og fleiri fingu var-
andi mein av gassinum, og
tað eru hesi, sum nú krevja
USA
eftir
endurgjaldi.
Kravið er 550 milliónir
krónur, og tað varð í gjár
handað amerikonsku sendi-
stovuni í Sveits.
Iranararnir siga, at undir
krígnum ímillum Irak og
Iran skrivaðu amerikonsku
myndugleikarnir 780 út-
flutningsloyvi, sum loyvdu
amerikonskum fyritøkum
at selja irakum ymisk vápn
umframt tilfar til lívfrøðilig
og evnafrøðilig hópoyðing-
arvápn.
Skjøl, sum blaðið The
Washington Post hevur
almannakunngjørt, stuðla
upp undir iranska kravið. Í
teimum sæst, at stjórnin hjá
Ronald Reagan, forseta
gjørdi einki fyri at steðga
útflutninginum, sjálvt um
stjórnin tann 1. november í
1983 fekk at vita frá CIA,
at irakski herurin nýtti
eiturgass at kalla hvønn dag
í krígnum við Iran. Skjølini
avdúka eisini, at amerikan-
ararnir hjálptu Saddam
Hussein við upplýsingum
frá
fylgisveinamyndum,
hvørja ferð iranski herurin
flutti herfólk ella stríðsút-
gerð á hermótinum.
USA skal rinda endurgjald fyri eiturálop hjá Saddam
Hann er særdur!
Skjót hann!
Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri: -Tað, sum hasir hermenninir hava gjørt, er andstyggiligt
og óamerikanskt
Mynd: Reuters
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leon Gunnar Johannesen
14. november 1988
22. mars 2004
Saknin sára vit nú kenna,
tómur sessur tín er nú,
eftir kinnum tár nú renna,
aldrin gloymdur verður tú.
Sum ein rósa - vakur var tú,
lætta lyndið gleði bar.
Eins og her - so blómar tú nú,
Gud hann goymir teg hjá sær.
Sorgin nívir sál og sinn,
boygd av sorg vit eftir sita,
Gud hann tók teg til sín inn,
á, ein troyst tað er at vita.
Hvíl í friði, kæri skattur,
heima í Guds himna stað,
ein dag møtast vit tó aftur,
Gud hann hevur lovað tað.
Kæra barnið vit tær siga
nú farvæl á síðstu ferð,
og av hjarta Gud vit biðja
Troyst og ugga til os ber.
Fastir
Dagurin
6. mai. Jóhannes fyri borgliði (Johannes ante portam). Dagurin hildin til minnis um at ápostulin Jóhannes varð
illa píndur uttan fyri borgliðið Porta Latina í Róm. Hann komst undan, men varð seinni rikin í útlegd út á oynna
Patmos.
Jóhannes Patursson varð føddur hendan dagin í 1866, og Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin í 1951.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Niclas Petur D. Niclassen
ættaður av Velbastað, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. mai, 73 ára gamal.
Jarðarferðin verður hósdagin 6. mai
úr Vesturkirkjuni kl. 13.00.
Kona, synir og svigardøtur,
Tina, Ann-Bjørg, Niclas Petur, Jóhanna og Svend
Annika Mittún Jacobsen
byrjar tann 1. juni sum
nýggjur menningarleiðari í
Føroya Sparikassa.
Talan er um eitt nýtt starv
á einari nýggjari deild.
Menningardeildin er ein
samanrenning
av
KT-
deildini og fyrisitingar-
deildini, og kemur hartil at
hava ábyrgd av produkt-
menning.
Annika Mittún Jacobsen
hevur útbúgving sum cand.
merc. dat. og hevur sein-
astu uml. 6 árini arbeitt hjá
finsku tryggingarfyritøkuni
Pohjolan Systeemipalvelu.
Seinastu tvey árini hevur
hon verið projektleiðari og
samskipari
innan
KT-
menning og KT-bygnað.
Umframt hetta hevur
Annika arbeitt sum KT-ráð-
gevi og systemútviklari hjá
FDB-data og WM-data í
Keypmannahavn. Í Føroy-
um hevur hon starvast hjá
táverandi Tryggingarsam-
bandi Føroya og á Elektron.
Annika er 39 ára gomul
og gift við Tapio Peltonen.
Tey eiga tvey børn, 2 og 4
ára gomul.
Annika Mittún Jacobsen:
Nýggjur menningarleiðari
í Føroya Sparikassa
45 ára starvsdagur er
met innanfyri
Tryggingarfelagið
Føroyar, og tað metið
eigur Anna Mohr.
Metið varð sett í
farnu viku tann fyrsta
dagin í mai mánaði.
Anna Mohr byrjaði
sum 18 ára gomul í
starvi felagnum, sum
í dag eitur
Tryggingarfelagið
Føroyar
NØVN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Anna Mohr er ættað av
Eiði, og hon er dóttir Elisu
og Eliesar Hammer. Anna
er fødd tann 12. september
í 1940, og hon er uppvaksin
á Eiði, har hon gekk í
barnaskúla
til
sjeynda
flokk. Liðug í sjeynda
flokki velir Anna at flyta til
Havnar, eftir at hon hevur
arbeitt við onkrum smáveg-
is norðuri á Eiði.
Komin suður til Havnar
byrjar Anna í starvi hjá
Smæruni,
meðan
hon
gongur á handisskúla um
kvøldarnar. Eftir stutta tíð
verður hon umbiðin í
Føroya Brunatrygging, tá
stjórin har, Jørmund Thor-
steinsson, av sínum ein-
tingum bjóðar henni starv.
Anna tekur av beinanvegin,
og hon er starvsfólk numm-
ar trý hjá Føroya Bruna-
trygging. Árið er 1959, og
Anna Mohr er 18 ára gom-
ul.
Í dag er Anna Mohr vorð-
in 45 ár eldri, og hon ar-
beiðir enn á sama felagi,
sum í dag eitur Tryggingar-
felagið Føroya. Tað einasta
tíðarskeiðið, har Anna hev-
ur verið burtur frá sínum
arbeiði, hevur verið undir
barsilstíðini. Umframt tað
er 45 ára starvsdagur henn-
ara met á Tryggingarfelag-
num Føroyar.
Tey seinastu nógvu árini
hevur hon arbeitt innanfyri
skaðar. Tá hon byrjaði,
kallaðist felagið Føroya
Brunatrygging, sum helt til
úti í Tinganesi. Men sama
ár, í 1959, verður virksemið
hjá felagnum flutt út á
Kongbrúnna. Átta ár seinnu
var flyting aftur á skránni,
og hesaferð skal felagið hjá
Onnu Mohr húsast á Glade
Hjørn. Aftaná 11 ár á Glade
Hjørn
verður
Føroya
Brunatrygging flutt til Jó-
annesar Paturssonar gøtu,
og Anna Mohr fylgir við.
Og síðani 1984 húsaðist
Føroya Brunatrygging uppi
á Hálsi, men nú í 2004
samlaðist virksemið aftur á
Kongabrúnni, júst sum í
1959, tá Anna av fyrstan tíð
kom til felagið.
Í 1998 løgdu Tryggingar-
sambandið, Føroya Van-
lukkutrygging, og Føroya
Brunatryggin saman. Saml-
aða virksemið eitur nú
Tryggingarfelagið Føroyar,
har Anna Mohr hevur
starvast í 45 ár.
- Mær hevur altíð dámt
sera væl her. Eg havi ong-
antíð hugsað um at farið
nakra aðrastaðni. Hetta
staðið hevur altíð verið sum
ein stór familjan, sigur
Anna Mohr, sum er sera
fegin um starvið á Trygg-
ingarfelagnum Føroyar og
umhvørvið á Kongabrúnni.
Anna Mohr er gift við
Inga Mohr. Tey eiga trý
børn: Unn er júst fylt 44 ár,
og hon arbeiðir í forskúlan-
um hjá nonnunum; Gunnar
er føddur í 1967, og hann er
timburmaður; og Guðrið er
fødd í 1971 og arbeiðir sum
jarðarmóðir í Danmark.
Børnini hjá Onnu og Inga
Mohr eiga øll trý børn, og
tískil hava Anna og Ingi
níggju ommu- og abbabørn
tilsamans.
Anna Mohr og Ingi Mohr
búgva í dag á Sundsveg-
num yvirav Norðurlanda-
húsinum.
Anna Mohr hevur 45 ára starvsdag
C
M
Y
K
13
12