Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 86 - 6. mai 2004 Nr. 86 - 6. mai 2004 11 Hallur Hjalgrímsson hallurhj@hotmail.com Nú hevur Alfred Olsen aft- ur verið frammi í bløðun- um, har hann hevur greitt frá, hvussu gott og tíðar- sparandi tað hevði verið at fingið ein tunnil frá Skála- fjørinum og til Havnar. Tí kenni eg meg noyddan at gera nakrar viðmerkingar hesum viðvíkjandi. Hóast Alfred Olsen við jøvnum millumbilum, hev- ur skrivað í bløðunum, um hvussu gjarna hann vil hava ein tunnil til Havnar, so er tað ikki ein av okkara fólkavaldu í Tórshavnar bý- ráð ið letur við seg koma. Tað er í sær sjálvum ræð- andi, tí um tað sum Alfred Olsen sigur er eftirfarandi, ja so verður ikki liviligt í Havnini eftir at tunnilin ímillum Skálafjørin og Havnina er latin upp. Alfred ikki tikið atlit til ferðsluna í Havnini! Eg vil fyri ein ordans skyld tríva í nakað av tí Alfred Olsen skrivar í greinini „Tunnilsverkætlan Skála- fjørður-Tórshavn“ í Sosi- alinum 17. apríl 2004. Hann sigur soleiðis: „Men ætlanin hjá Landsverkfrøð- inginum manglaði totalt tað fíggjarliga atlitið, tí bæði í samband við íløgu og rakst- ur vildi ætlanin viðføra eina fíggjarliga útreiðslu fyri landskassan“. Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at eg als ikki eri førur fyri at úttala meg um tað fíggjarlig aspektið av tunn- ilsverkætlanini. Tó má tað vera eitt krav frá almennari síðu, at um ein slíkur tunn- il, ið kemur at kosta bróð- urpartin av einari milliard, skal borast, so má tað vera óheft av landskassanum. Um vit venda aftur til greinina hjá Alfred, so sigur hann, at landsverkfrøðing- urin totalt manglaði tað fíggjarliga atlitið. Tað skal eg geva Alfred rætt í, men sjálvur hevur hann ikki tik- ið atlit til tann ferðsluruðu- leika, ið ein slík tunnils- verkætlan fer at elva til her í høvuðsstaðnum. Sum eg áður havi víst á, so er ferðslan í Havn longu nú ein trupulleiki. Tí kann eg ikki annað enn halda Al- fred Olsen vera ógvuliga óseriøsan og subjektivan í sínari heildarmeting, av einari møguligari tunnils- verkætlan ímillum Skála- fjørðin og Havnina. Hann tekur jú bara tað, ið er posi- tivt fyri seg og síni við. So áðrenn hann langaði út eftir landsverkfrøðinginum, átti hann at sett seg inn í øll aspektini í einari slíkari verkætlan, og ikki bara teimum tingunum ið eru positiv og viðkomandi fyri hansara egna valdømi. Tíðarsparingin er ein beinleiðis hóttan! Ásannast má, at tað sum Alfred Olsen í síni seinastu grein vísir á, er alt annað enn positivt fyri okkum sum búgva her í Havnini. Hann skrivar soleiðis: „Mótvegis hesum verður tann privata undirsjóvar- verkætlanin millum Skála- fjørðin og Tórshavn, fíggja uttan fyri landskassan og raksturin gevur yvirskot, tí ferðslan verður so nógv og gjaldi lágt, umframt at tíð- arsparingin hevði verið millum 30 og 60 min. hvønn vegin“. Tá eg nú hevði lisi hettar, so var tað fyrsta eg kom í tankar um, akkurát hvønn tað er ið Alfred Olsen hugs- ar um tá hann sigur, at 30 til 60 minuttir eru at spara. Eg kann í øllum førum stað- festa, at talan neyvan kann vera um borgararnar í Havnini. Veruleikin er tann, at 30 til 60 minuttir er tann tíðin í fólk her í komununi brúka at koma til arbeiðis sum nú er. Her hugsi eg serliga um barnafamiljur í fyrst skulu í skúla og barnagarð við børnunum, áðrenn tey sjálvi skullu til arbeiðis. Tí er ikki neyðugt at eita Ein- stein fyri at rokna út, at støðan ikki ferð at gerast betur hvat viðvíkir ferðsl- uni her í høvuðsstaðnum. Við hesum í huga, so kann eg ikki taka tað sum Alfred Olsen sigur um lág- ar prísir og tíðarsparing sum annað enn eina regu- lera hóttan, og átti hettar at gjørt at ein ávaringarlampa átti at fari og blunka hjá tykkum í sita í Tórshavnar býráð. Men nei, hvørki orð ella eiður. Bummgjald á Sandvíkar- kjalla, eitt møguligt aftur- svar! Um enn ein undirsjóvar- tunnil skal borast, til Havn- ar, ja so er neyðugt at seta tiltøk í verk til tess at tálma trýstinum á veganetið í høvuðsstaðnum, og har er ein møguleiki at krevja bummgjald fyri at kunna koma inn í Havnina við bili. Tað vísir seg at rigga væl í øðrum londum, so eingin ársøk er at halda, at tað ikki skal rigga her hjá okkum. Okkurt má í øllum førum gerast, hóttanin er í øllum førum reel nokk. Sandingar hava eisini lagt upp til ein tunnil til Sands. Tí átti hettar at verið nakað ið allir limir í Tórshavnar býráð aktivt áttu at farið og sett seg inn í og havt eina meining um. Ella skal mann bara lata standa til? Tað hevur leingi vera almen vitan, at stórar broyting- ar vóru á veg innan ES. Tað eru fleiri ár síðan, at tað sonevnda ES konventið mælti til, at ES skuldi hava grundlóg eins og eitt veruligt ríkjasamband t.d. USA. Hetta kann metast sum eitt avgerandi stig fram til einar sameindu statir í Europa. Samstundis er ES vaksið við fleiri nýggjum eystureuropeisskum londum og griska partinum av Cypros. Her eru sostatt tvær stórhendingar í ES, sum koma at ávirka Føroyar ávikavist politiskt og búskapar- liga. Spurningurin um ES grundlógina og hennara fylgjur fyri Føroyar er ivaleyst tann mest álvarsami í hesum høpi. ES grundlógin merkir, at Danmark fer at flyta myndugleikaøki til ES. Hesin spurningur er nú reistur politiskt. Tað er sjálvsagt í lagi og tað er í tøkum tíma, at vit nú fáa eitt orðaskifti um hendan álvarsama spurning. Men ein má samstundis spyrja, hví hesin spurningur ikki er reistur alment fyrr. Hvat hevur samgongan undan hesari gjørt fyri at fyrireika Føroyar til ta nýggju støðuna? Samgongan undan hesari nýtti nógva orku til fullveldismálið og setti eitt stórt og vælbúgvið embætislið til hesa uppgávu og onnur uttanríkismál. ES viðurskifti var ein nátúr- ligur partur av hesum máli eftirsum hesi viðurskifti nema við spurningar sum suverenitet og evsta vald, sum jú aftur høvdu størsta áhuga hjá gomlu sam- gongu. Tað hevur sjálvsagt áhuga at fáa at vita, hvat hendan samgongan ætlar at gera við ES málið. Men tað hev- ur ikki minni almennan áhuga at fáa upplýst, hvat samgongan undan hesari hevur gjørt. Hvørjar fyri- reikingar hevur embætisverkið hjá undanfarnu sam- gongu gjørt við atliti at nýggju støðuni í ES. Her má ivaleyst fyriliggja eitt veldugt tilfar frá embætis- verkinum í Tinganesi. Hvørjar ríkisirættarligar av- leiðingar metti fyrisitingin hjá fyrrverandi løgmanni og varaløgmanni, at ES grundlógin fór at hava fyri Føroyar? Hvørjar búskaparligar avleiðingar fór víðkanin við eitt nú fleiri fiskivinnutjóðum at hava fyri føroysku fiskivinnuna? Hvussu var politiska viðgerðin av hesum metingum hjá embætisverki- num? Hvørji politisk tiltøk ætlaðu fyrrverandi løg- maður og varaløgmaður at gera til tess at bøta um møguligar negativar avleiðingar. Tað er sjálvsagt heilt í lagi og vælskiljandi, at andstøðan nú reisir hesar spurningar. Men hesir spurningar vóru líka aktuellir fyri tveimum ella seks árum síðani. Teir eru ikki nýkomnir! Tískil hevur almenningurin rætt at kenna tey svar og tey uppskot til loysnir, sum sam- gongan undan hesari hevði í ES málinum. Hetta er eisini ein fortreyt fyri, at verandi samgonga skal kunna reka tann rætta politikkin við atliti at ES. Ein- hvør samgonga uttan mun til politiskan lit byggir á undanfarnar samgongur. Og hvat ætlar so henda samgongan at fyritaka sær í hesum so stóra og álvarsliga máli. DAGSINS MEINING Sosialurin Viðurskifti við ES VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tíðarsparingin hjá Alfred Olsen, er tíðspilla hjá Havnarfólki! Leygarkvøldið 8.mei skipa FSV-stuðlar fyri hugna- kvøldi og 60-ara dansi í Síf-húsinum. Byrjað verður kl.19.30, tá borðreitt verður við smyrjibreyði, øli og soda- vatni. Á skránni verður eis- ini felagssangur og skemt, sum teir báðir Jens Eli Ellefsen og Magnus Magn- ussen fara at skipa fyri. Borðhaldið varir til umleið kl.23.00. Aftaná verður dansur, har høvi eisini verður at keypa sær okkurt til matna og at sløkkja tost- an við. Thunderbirds úr Vest- manna og Teenagers úr Sandavági fara at spæla til dansin. Tekningarlistar liggja frammi Hjá Ingu í Sanda- vági og Mylluni í Miðvági. Eisini ber til at boða frá luttøku á tlf. 332806 og 333216 í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00. Fyrireikararnir. HUGNAKVØLD og 60-ARA DANSUR VIÐMERKINGAR Hans Birgir Hansen ps. Tann einasti orkusjeikurin í Føroyum Við at tálma dagligu for- brúksnýtsluni kunnu øll gerast rík. Og við at hækk avgjald av lánum og stytta lánstíðina kunnu vit spara rentur av avgjøld- um, ið eru tyngjandi hjá øllum! Vit kunnu við at avmarka keyp av góð- gæti, heilivági, rús- drekka, rúsevnum, tubb- akki og ístaðin gera íløgu í heilsustøðuna hjá fam- iljuni og vit kunnu spara sjúkradagar. Vit kunnu troyta allar møguleikar betur, uttan at líða hungur og hall, og uttan at sita í køldum og myrkum húsum, tá ið vit broyta raðfesting, priori- tering av hvat vit nýta pening til. Vit kunnu fremja orku- sparing í tí dagliga húsar- haldinum við teimum nógv umrøddum spari- perunum og við at fáa javnvág í okkara hitaskip- an við einum flógvum hita í øllum húsarúmum. Vit skulu opna termostat- ar, ventilar, á øllum radia- torum í øllum húsarúm- um. Tá ið hesir blíva heit- ir, regulera vit hitan niður eftir við hjálp av chunt- ventili framman á olju- fýrketlinum. Vit skulu koma niður á vanligan stovutemperatur. Vanliga fer allur spillihitin við tí rúkandi ferð ígjøgnum avtreksrørið út í skor- steinin og upp gjøgnum hendan til ongan verðsins nyttu. Vit skulu gera greitt við múrsteinum inn í forbrenningskamarinum liggjandi tvørtur um miðjuna, skulu gera greitt er atvoldin til áðurnevnda og at vit ikki fáa útnyttað spillihitan. Hetta er óreingjandi veruleikin, ið eingin av sethúsaeigarum nakrantíð hevur hugsað um, ið glaðbeint lata oljufýru- servisumenn villleiða seg, ið eru kappingar- neytar hjá mær í Havnini í dag. Vit kunnu gott seta termostatar, ventilar, á allar radiatorar á t.d. 3 og chuntventilin frammman á oljufýrketlinum, tá áðurnevndu radiatorar eru blivinir heitir, tá hava vit fingið javnvág. Við at sløkkja oljufýrketilin, tá hesin steðgar, og taka brennaran frá, opna lúk- una, sleppa inn í for- brenningskamarið, taka út leysu múrsteinar, lata lúkuna aftur og seta brennaran til aftur. Vit seta so termostatin fimm strikur niður og chunt- ventilin á 3, vit tendra so oljufýrketilin, ið startar tá termometrið er komið fimm strikur niður. Síðan stilla vit við skrúvublaði oljuflammuna. Hetta eru royndir, ið ein hevur frá seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiár- unum, tá ein skipaði fyri almennum orkusparandi fundum og greiddi frá kubbasparing í oljufýrd- um ketlum kring landið og í Havn. Eg havi hugsað nógv um at taka upp aftur orkusparandi og og olju- sparandi táttin, síðani kappingarneytarnir eru farnir higani frá. Eg fekk kunnað um ætlanir V. H. Flach sála og undirritaða. Soleiðis blíva vit øll rík? Johan Petersen Um ein almennur loftmiðil skal vera politiskt óheftur má hann hvørki kunna mis- tonkjast fyri og enn minni geva ávísum politiskum flokki ella politiskari hugs- an framíhjárætt. Hetta liva hvørki sjónvarpið ella út- varpið upp til! Katrin Petersen, tíðinda- leiðari í sjónvarpinum tekur harliga til orðanna móti pá- haldi mínum í bløðunum, um at loftmiðlarnir ikki reka óheftan tíðindaflutn- ing. Einasta mótargument tykist vera, at sjónvarpið ikki nýtir stoppur fyri at deila sól og vind líka mill- um politisku flokkarnar. Men hetta er heldur ikki neyðugt - tað sum hevur stórstan týdning er, hvat fatan hevur hyggjarin eftir eina tíðindasending og hvussu er sjónvarpið ført fyri at fylgja við í tí, ið fyri- ferst og geva eina óhefta og breiða lýsing av hesum. Frælsið sett hægri enn skyldan at vera óheftur Katrin hevur púra rætt, tá ið hon lýsir yvirornaðu mál- setningunum hjá einum frælsum loftmiðli. Men tó tykir mær, at hon setir frælsið hjá journalistunum hægri enn skylduna at vera óheftir. Hon ger sera nógv burtur úr frælsi hjá tíðinda- fólki sjálvi at gera metingar og taka avgerðir og at hyggjarin einans hevur fjøl- miðilin at líta á. Hetta frælsi ber ikki í sær, at tíð- indini verða óheft - um tíð- indafólki ikki virðir jour- nalistiska fakið hægri enn egin áhugamál. Tað sær út til, at journal- istarnir taka sær sera nær, um nakar dittar sær til at vísa á skeivleikar. Men tíð- indafólk mega vera greið yvir, at við ófullfíggjaðum lógargrundarlagi, har ongin fjølmiðlaábyrgdarlóg enn er komin, 6 ár eftir, at víst verður til hana í kring- varpslógini, so setir hetta enn størri krøv til tíðinda- fólk og tey megu lata sær lynda, at onnur eisini hava eina meining og gera met- ingar av tíðindaflutningi- num. Tjóðveldispolitikari í tíðindaredaktiónini Um sjónvarpið skal vera óheft, er avgerandi, at tað hvørki kann mistonkjast fyri og enn minni geva ávísum politiskum flokki ella politiskari hugsan framíhjárætt. Hetta var aðalreglan í teirri sjón- varps- og útvarpsnevnd, eg sjálvur sat sum formaður fyri, og sum hevði pro- grammábyrgdina í bæði sjónvarpi og útvarpi, inntil hesar nevndir vórðu tiknar av. Men við einum enntá aktivum tjóðveldispolitik- ara í tíðindaredaktiónini ella í øllum førum sera tætt upp at henni, biður sjón- varpið um, at illgruni verð- ur reistur um trúvirðið í rikna tíðindaflutninginum. Og at tíðindadeildin í sjónvarpinum ikki livir upp til at vera óheft, vísir døm- ið, eg nevndi í páhaldi mín- um, har Bárður Nielsen og Høgni Hoydal dystast um fíggjarlógina. Fari at biðja Katrina hyggja aftur eftir hesum kjaki og meta, um hetta var góður journali- stikkur. Var orðstýrarin óheft? Var hon líka kritisk mótvegis báðum pørtum? At verið eitt sindur meiri høvisk, hevði so ikki tikið nakað frá innslagnum. Eisini útvarpið Eisini útvarpið er sjálvt við til at sáa illgruna um sína óheftu støðu - eisini við einum aktivum tjóðveldis- politikara í programm- leiðsluni. Og sum enn eitt dømi um forrættin hjá tjóð- veldisflokkinum kann nevnast fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal til Bárð Nielsen um tíðindaskriv í samband við fíggjarlógina, har hesin fyrispurningurin var viðgjørdur í nærum eina heila viku í tíðindun- um, meðan neyvan nakar mintist til, hvat stóð í tíð- indaskrivinum hjá Bárði Nielsen. Manglandi virðing fyri journalistiska fakinum Súni í Hjøllum Umboðsnevndarlimur f. Nes kommunu Sum umbosðnevndarlimur fyri Nes kommunu í SEV síðan 1989 havi eg mangan víst á, at ávísar bygnaðar- broytingar, sum høvdu til endamáls at lata felags- skapin meira upp, høvdu gagnað. Fyri tveimum ár- um síðan hevði eg uppskot um at lata umboðsnevndar- fundirnar gerast almennar, men eisini ta ferðina varð ikki neyðugur meiriluti. Tað er tí at fegnast um, at umboðsnevndarfundurin 19. mars 2004 nærum ein- mælt samtykti at broyta viðtøkurnar, so leikluturin hjá umboðsnevnd, umboðs- nevndarformanni, stýri, stýrisformanni og stjóra koma í eina fastari legu. Nú verða umboðsnevndarfund- irnir eisini almennir, og tað fer at geva munandi meira gjøgnumskygni. Allir før- oyingar eiga SEV, og hava tí samb. nýggju kommunu- lógini og nýggju fyrisiting- arlógini rætt til innlit. Tað er ikki ov nógv sagt, at við stovnanini av SEV løgdu kommunurnar í sín- ari tíð lunnar undir ein slóðbrótandi framburð fyri Føroyar og føroyingar. Tað er tí at vóna, at tey, sum mynda felagsskapin, leggja doyin á at fylgja væl við á øllum økjum, so at felags- skapurin eisini mennist og tekur við nýggju og stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman. Við nýggju viðtøkubroyt- ingunum í huga - eisini um fyrilit fyri náttúru og um- hvørvi, eri eg onga løtu í iva um, at tað ber til at skapa SEV eina ljósa fram- tíð! SEV ljósa framtíð Tey seinnu árini er tað vorðið alt meir vanligt at ættir møtast og nú eru tað nøkur, ið halda, at tað er uppá tíðina, at eftirkomar- nir hjá Daniel Johan Lisberg (f. 20-01-1838 d. 25-02-1899) og Ellen Caro- line Lisberg (f.18-11-1839 d. 25-03-1932) í Smiðjuni í Fámjin møtast. Ætlanin er, at vit skulu møtast tann 24/7 2004 og verður tað í Høllini í Trongisvági. Best hevði sjálvandi verið at hittst í Fámjin, men av tí at eftir- komararnir hjá Daniel Jo- han og Elin eru sera nógvir, er tað ómøguligt at hýsa so nógvum fólki í Fámjin, so tí hittast vit í Trongisvági, men har er eisini sera gott at vera. Dagurin byrjar kl. 16.00 við at vit hittast og koma at kenna hvønnannan. Kl. 19.00 byrjar so veitsla við døgverða og dansi aftaná. Lisbergarnir plaga at vera lívligir og duga at skemta sær, so har skuldu allar fyritreytir verið fyri at fing- ið eitt gott kvøld. Kostnaður fyri tiltakið er kr. 250,- fyri vaksin og kr.100,- fyri børn undir 12 ár. Seinasta freist at gjalda atgongumerki er 15/6- 2004. Møguleiki er at keypa atgongumerki hjá Súsannu Lisberg í Fámjin tlf.371502 og flyta pengar- nir á konto í Føroya Banka.Tey, ið flyta gjøgn- um bankan, nýta kvittanina sum atgongumerki. Er nakað at spyrja um, so eru tit vælkomin til at spyrja hjá onkrum av fyri- reikarunum. Fyrireikarir eru: Johan í Smiðjuni Fámjin, tlf. 371359. Jákup Jakobsen Fámjin, tlf. 371356. Ebba í Geilini Fámjin, tlf. 371496. Elin Poulsen Fámjin, tlf. 371842. Súsanna Lisberg Fámjin, tlf.371502. Magn- us Magnussen Tórshavn, tlf. 321104 Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma saman, at hitt frændir sínar. Tíðindaskriv: Ættarstevna hjá Smiðjufólkunum í Fámjin C M Y K 11 10