hósdagur 6. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 86 - 6. mai 2004
Nr. 86 - 6. mai 2004
9
Fjølmiðlafólkini Uni
Arge og Brynhild
Thomsen eru á einum
máli um, at føroyski
fjølmiðlaheimurin
við sínum mongu
sjúkueyðkennum set-
ur fólkaræðið í vanda.
Bæði finnast hvass-
liga at stjóranum í
Útvarpi Føroya, tí
hesin sum nevndar-
limur í Føroya Banka
skaðar trúvirðið
FØROYSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Vantandi góðska og trú-
virði, vánaligar leiðslur og
skeivar raðfestingar. Hesi
eru millum skoðsmálini,
føroysku fjølmiðlarnar fáa
frá
fjølmiðlafólkunum,
Brynhild Thomsen og Una
Arge.
Bæði eru á einum máli
um, at alt ov nógvir veik-
leikar eru í føroyska fjøl-
miðlaheiminum. Trupul-
leikarnar fevna breitt. Alt
frá leiðslum, sum ikki
kenna sær hóg og harvið
seta trúvirðið í vanda til ov
nógv ófaklærd fjølmiðla-
fólk, sum ikki hava neyð-
uga førleikan at borga fyri
góðsku.
Ber yvirhøvur til hjá
bløðunum í Føroyum at
kalla seg varðhundar hjá
føroyska samfelagnum, tá
Sosialurin,
Dimma
og
Fregnir øll hava bindingar
til ávísar flokkar?
Brynhild: Tað er ein veru-
leiki í dag, at Sosialurin,
Dimma og Fregnir øll hava
bindingar til ávísar flokkar.
Høvuðsuppgávan
hjá
einum fjølmiðli er at hava
eftirlit við valdsharrunum
og syrgja fyri, at valdið,
sum borgarin hevur latið
teimum, verður røktað á
haldgóðan hátt.
Tá politiskir flokkar eiga
ávísar fjølmiðlar, sigur tað
seg sjálvt, at eftirlitið ikki
verður nóg gott. Uttan mun
til, at pressan sjálv sigur, at
politiski
eigaraskarin
sanniliga ikki blandar seg í
innihaldið, hvussu kunnu
vit vera vís í tí og hvussu
kanna vit, at redaksjón og
meðarbeiðarar ikki bogna
undir tigandi sjálvsensuri,
tí tey vita, at tað kann hava
avleiðingar at kritisera høv-
uðseigaran á forsíðuni?
Eg má kortini vísa á, at
tað er ikki nóg mikið at
vera frælsur frá politiska
valdinum fyri at vera ein
góður
varðhundur
fyri
borgaran. Skalt tú kalla teg
varðhund, krevst, at fjøl-
miðlarnir eru væl fyri fak-
liga. Á hesum økinum eru
vit dyggiliga afturúrsilgd í
Føroyum. Tað er ein álvar-
samur trupulleiki, at minni
enn helvtin av fjølmiðla-
fólkunum hevur útbúgving.
Tað ber altso ikki til til at
koma frá gøtuni ella beint
úr onkrari aðrari óviðkom-
andi útbúgving at gera
kritiskan og kvalificeraðan
journalistikk. Tað svarar til,
at tú setir rørleggjaran at
leggja streym inn í húsini -
úrslitið verður vánaligt, um
ikki beinleiðis vandamikið.
Leiðslurnar á føroysku
fjølmiðlunum vanta eisini
hugsjónir, tí nær hava fjøl-
miðlaleiðslurnar
seinast
tikið seriøs initiativ til at
menna førleikarnar hjá sín-
um starvsfólkum? Helst
vanta leiðslurnar sjálvar
førleikar, og tú sært avleið-
ingarnar á produktinum.
Uni: Tað skerst ikki burtur,
at føroysku bløðini eru
meira ella minni politiskt
heft. Sært tú eina stóra
mynd av Jóannesi Eides-
gaard í Sosialinum, har
hann úttalar seg um okkurt
smáting, ella eina grein um
Norðuratlantsbólkin á for-
síðuni hjá Fregnum, er lætt
at fata søgurnar sum pol-
itiskar.
Eg sigi ikki, at Sosialurin
og Fregnir tilvitað føra
politiska propagandu, men
mistankin er til staðar, tí
partapolitisk áhugamál eiga
beinleiðis ella óbeinleiðis
hesi bløð.
Dimmalætting strembar
eftir mínum tykki veruliga
eftir at vera óheft, hóast
fleiri sambandspolitikkarar
eru órógvaðir av hesum.
Oddagreinin í Dimmalætt-
ing kann tó framvegis vera
rættiliga partapolitisk og
hava lítið við common
sense at gera, og tað er
spell.
Ein veruligur journalist-
iskur varðhundur stongir
annars allar hurðar fyri pol-
itiskari uppíblanding og
noktar møguligum politisk-
um eigarum hvørt minsta
vet av ávirkan á redaktións-
fundum. Hetta er tó lættari
sagt enn gjørt, um blað-
stjórar umframt at hava
journalistiska dagsskrá eis-
ini hugsa politiskt, tá teir
velja evnir at skriva um
Hvussu loysa vit privatu
bløðini frá politisku eigar-
unum?
Brynhild: Vit eiga at finna
onkra serføroyska loysn, so
bløðini gerast fullkomiliga
óheft
av
politisku
flokkunum, og at tey taka
til sín public service frym-
ilin við at vraka gamla
flokspolitiska
hugsunar-
háttin. Ein máti kundi ver-
ið, at tað almenna ger sítt
íkast til, at blaðframleiðsl-
an gerst bíligari, men hetta
má gerast við langtíðarav-
talum, so politiska valdið
ikki kann brúka hetta til at
trýsta pressuna henda ella
handavegin.
Ein møguleiki kundi ver-
ið at latið pappírið ókeypis
og gjørt blaðútberingina
bíligari ella heilt ókeypis.
Her kundi tað almenna sett
treytir - t.d. at tey, sum
kunnu fáa hesar sømdir,
skulu virka eftir public ser-
vice treytum, sum verða
orðaðar fyri skrivaðu press-
una.
Eg eri eisini fullvís í, at
fáa føroysku bløðini hægri
journalistiska góðsku, fara
enn fleiri fólk at keypa
bløðini. Í so máta síggi eg
onga mótsøgn í eini komm-
ercialisering og krøvum um
public service.
Uni: Føroysk bløð hava
næstan altíð verið politiskt
heft onkursvegna, so vit
hava eina sterka siðvenju
við politiskum bløðum.
Men ein máti at loysa bløð-
ini frá partapolitikkinum er
at gera fólkini, sum skriva
bløðini, meira journalistiskt
tilvitað.
Nógv er at vinna við at
útbúgva og støðugt eftirút-
búgva blaðfólk. Tú kanst
vera púra vísur í, at ein út-
búgvin journalistur, sum
hevur lært, hvat journalist-
iskur integritetur er, og
hvør meiningin er við jour-
nalistikki, fer aldrin at
renna politisk ørindir fyri
nakran.
Leiðslurnar mugu her
ganga á odda. Tær mugu
eggja til, at fólk útbúgva
seg, og á tann hátt stuðla
upp undir fakligu tilvitan-
ina. Vit hava seinnu árini
sæð, at almennur jour-
nalistiskur stovnur hevur
sett óútbúgvin fólk at gera
journalistikk uttan at lýsa
nakað starv leyst. Fyri út-
búgvin fólk er hetta púra
óskiljandi. Journalistiska
fakið verður undirminerað
á hendan hátt. Leiðslurnar
mugu ikki fara longur eftir
hesi glíðibreytini, tí so
oyðileggja tær fakið.
Av loftmiðlunum er tað
serliga Útvarpið, sum hevur
stjóra, programmleiðara og
tíðindatíðindleiðara,
sum
allir hava tilknýti til flokkar
og peningastovn. Eigur
hetta at koma fyri hjá ein-
um skattafíggjaðum fjøl-
miðli?
Brynhild: Slíkt samband
hoyrir ongastaðni heima í
einum demokratii og ger
tað heldur ikki - mær vit-
andi - í modernaða parti-
num av heiminum. Hatta
sleppur bert at halda fram,
tí Føroyar enn eru ein
bastardur, tá tað kemur til
hasi tingini í demokrati-
num. Tey grundleggjandi
prinsippini undir okkara
demokratii eru ikki defi-
nerað enn.
Vit eiga snøgt sagt ikki at
góðtaka slíkt frá einum al-
mennum public service
stovni. Eg kann samanbera
við fyrrverandi redaktørin á
Berlingske, sum fór frá
orsakað av einum privatum
brævaskrifti, har tað kom
fram, at hann hevði havt og
hevði eitt í so tætt samband
við forsætisráðharran, And-
ers Fogh Rasmussen.
Tað er ein feit umbering
at siga, at Føroyar eru so
smáar, og at tað tí má koma
fyri, at eisini fólk úr press-
uni koma at sita á fleiri
ymiskum
valdspostum.
Tað er eingin acceptabel
grund til, at stjórin í Út-
varpi Føroya skal sita í
nevndini í Føroya Banka.
Tað kann bara tæna Før-
oya Banka at hava hann í
nevndini. Eitt er so vist, at
tað er ikki gott fyri trúvirði
hjá Útvarpinum, at fleiri í
leiðslu stovnsins hava onn-
ur áhugamál enn bert tey
journalistisku, tí hvussu
skal lurtarin vita, nær út-
varpið gongur teirra ørindi
og nær útvarpið gongur ør-
indi bankans?
Uni: Tað er ein trupulleiki
fyri trúvirðið hjá Útvarpi
Føroya, at útvarpsstjórin av
fríum vilja hevur tikið sæti
í nevndini hjá Føroya
Banka. Hugsa tær, um
stjórin í Danmarks Radio
tók av einum nevndarsessi í
Danske Bank? Journalist-
arnir hjá Danmarks Radio
høvdu kravt hann avsagdan
umgangandi, tí teir høvdu
ikki kunnað livað við, at
móttakararnir
av
teirra
journalistisku
søgum
høvdu mistanka um, at
stjórin rann ørindir fyri
stórkapitalin. Eg sigi ikki,
at útvarpsstjórin rennur ør-
indi fyri Føroya Banka.
Men hansara nevndarsessur
har kann vera ein forðing
fyri, at journalistarnir í ÚF
viðgera Føroya Banka eins
kritiskt og aðrar fyritøkur.
Programmleiðarin í út-
varpinum er aktivur í ávís-
um flokki. Hetta kann
vekja mistanka um, at hann
litar sendingar við egnum
politiskum liti. Men tað
nýtist ikki at vera so, tí
kanska hevur hann so frægt
av dømikraft, at hann ikki
blandar tingini saman.
Programmleiðarin í ÚF
hevur annars lítlar møgu-
leikar at ávirka tíðindi, kjak
og aktuellar sendingar, tí
tær hoyra allar undir tíð-
indaleiðaran. Í veruleika-
num hevur tíðindaleiðarin
størsta valdið, tá tað snýr
seg um at ávirka innihaldið
í tí, sum ÚF borðreiðir við
serliga á døgurða og nátt-
urða.
Hann er leiðarin hjá jour-
nalistunum og kann siga,
hvussu mál skulu viðgerast,
og hvønn journalistarnir
skulu tosa við. Hann kann
harafturat ávirka stjóran til
at seta tey fólkini í starv,
sum hann heldur vilja lýða
hansara boð. Tíðindaleiðar-
in stýrir dagliga upplýs-
ingarstreyminum í ÚF, og
er tað alment kent, at hann
hoyrir til ávísan flokk, ja,
so er eisini tað ein trupul-
leiki fyri trúvirðið hjá
stovninum.
Fjølmiðlafólk royna seg í
politikki, og venda síðan
aftur til fjølmiðlarnar, sum
um einki er hent. Skulu vit
ikki seta hægri krøv til fjøl-
miðlafólkini?
Brynhild: Tað er einki at
ivast í, at fólkið missir álit-
ið á fjølmiðlunum, tá jour-
nalistar gerast valevni hjá
ávísum flokkum og síðani -
tá tey ikki verða vald - sess-
ast aftur við mikrofonirnar.
Tað er eisini stak óheppið,
at journalistar dekka poli-
tikk, tá teir hava valt parta-
politiska síðu.. Hetta máar
jú trúvirðið undan fjølmiðl-
unum, sum m.a. hevur sum
uppgávu at hava eftirlit við
politikarunum.
At linjurnar millum poli-
tikk og fjølmiðlar verða
gruggaðar,
er
ótrúliga
vandamikið fyri fólkaræð-
ið. Borgarin í einum demo-
kratii hevur ikki bara krav
uppá, men hevur eisini fyri
neyðini at vita, hvør av-
sendarin er.
Í hesum føri má eg siga,
at tað er blóðskeivt, at for-
maðurin í Blaðmannafelag-
num, Edvard í Skorðini
Joensen, stillaði upp uttan
at leggja formanssessin frá
sær for good. Ikki tí - jour-
nalistar hava sjálvandi allan
rætt at stilla upp, men
sanniliga mugu teir ikki
spæla uppá bæði rossini í
senn.
Hann er fakfelagsleiðarin
hjá mær, men eg identifi-
seri hann nú við mannin,
sum situr í valstudio í sjón-
varpinum og promoverar
politikkin hjá Javnaðar-
flokkinum. Eg verið ør-
kymlað, tí umboðar hann
meg og mítt fak ella Javn-
aðarflokkin og stýrandi
flokkin í landinum?
Uni: Vit skulu altíð seta
fjølmiðlafólkum høg krøv.
Men eg haldi ikki, at vit
skulu banna teimum at
stilla upp í politikki. Einum
og hvørjum borgara skal
vera loyvt at bjóða seg fram
at gera mun í politikki.
Hetta er okkara demokrat-
iski rættur, og hann mugu
vit sleppa at brúka.
Men greitt er, at velur eitt
fjølmiðlafólk at stilla upp
fyri ávísan flokk, so sigur
tað samstundis alment,
hvar tað stendur politiskt,
og hetta minnast fólk so,
um fjølmiðlafólkið aftur fer
at
gera
journalistikk.
Hvussu stórt er trúvirðið
tá? Neyvan so stórt sum
frammanundan, tí fjøl-
miðlafólkið
hevur
tá
stemplað seg sjálvt.
Spurningurin er annars,
hvør skal seta fjølmiðla-
fólkunum krøv. Kann ein
fjølmiðlastjóri, sum fær løn
frá peningastovni, krevja
fullkomið reinføri millum
síni journalistisku starvs-
fólk? Kann ein blaðstjóri á
politiskum blaði gera tað?
Tað kostar at framleiða
bløð, og tí er blaðsølan av-
gerandi. Undirhald selur,
og tí síggja vit alt meir und-
irhaldstilfar í bløðunum.
Hvat heldur tú um hetta
rákið?
Brynhild: Undirhald selir,
tí vit hava ein undirmettað-
an undirhaldsmarknað í
Føroyum, á sama hátt sum
vit hava ein journalistiskan
marknað, sum skríggjar av
svongd. Tað er mín fatan, at
fólk eru als ikki nøgd við
journalistisku góðskuna í
føroyskum fjølmiðlum, og
tað er eitt feilskot, um fjøl-
miðlaleiðslurnar kasta seg
yvir undirhald, tí tað selir
meira enn tann hálvvána-
ligi journalistikkurin, sum
nú
verður
framleiddur.
Málið má vera at læra seg
at gera kvalitetsjournali-
stikk og lata hann standa
sína roynd á marknaðinum.
Her tosa vit eisini um, at
pressan má hava størri virð-
ing fyri sínum lesarum,
sum sanniliga duga at
síggja, nær vøran er góð, og
nær hon er óhjálpin. Einasi
máti at finna útav, hvussu
stórur marknaðurin er fyri
vøruni er at gera vøruna
góða. Tað skal gerast við
klassiskum journalistikki
og kvalifiseraðum fjøl-
miðlafólkum. Í dag fær les-
arin ov lítið at vita. Før-
oyski lesarin er "undirfóðr-
aður", og tí meini eg, at
tann góða vøran hevði selt
væl.
Hetta skal sjálvandi ikki
skiljast so, at undirhald pr.
definitión er av tí ringa.
Men fjølmiðlaleiðslurnar
mugu gera sær greitt, hvat
tær vilja. Vilja tær fram-
leiða undirhald ella seriøs-
an journalistikk? Vøran
verður sanniliga ikki betri
av, um leiðslurnar blanda
alt saman í ein ellibita, so
vit hvørki fáa haldgott og
originalt undirhald ella
góðan og neyvan journali-
stikk, og her má eg sleppa
at siga, at tað á ongan hátt
er forboðið at borðreiða
seriøsan journalistikk und-
irhaldandi. Tað stutta av tí
langa er, at eingin hevur
enn av álvara roynt at selja
góðan journalistikk, og eg
eri sannførd um, at føroyski
lesarin hevði tikið ímóti
honum við opnum ørmum.
Høvuðstrupulleikin her
er eftir mínum tykki aftur
vantandi útbúgving og før-
leikar hjá fjølmiðlafólkum
og leiðslum. Í øllum vinn-
um verður tosað um inno-
vatión og førleikamenning,
men í føroyska fjølmiðla-
heiminum er lægsti fakligi
felagsnevnari
framvegis
brúkiligur.
Eg bíði í
spenningi eftir einum fjøl-
miðlapolitiskum initiativi
frá fjølmiðlunum sjálvum.
Uni: Tað er ein klárur ten-
densur til, at føroyskir fjøl-
miðlar øgiliga gjarna vilja
undirhalda fólk í journalist-
iskum greinum við lætti-
soppatilfari. Robinson, Big
Brother og Katja Kean fáa
heiðurspláss á øllum for-
síðum í fleiri dagar, tí vit
skulu undirhaldast við inn-
antómum ósemjum á eini
fjarskotnari oyggj ella upp-
livingunum hjá eini dansk-
ari konu í pornoídnaðinum.
Onkursvegna virkar hetta
provinsielt. Kanska áttu
Sosialurin og Dimmalætt-
ing í felag at gjørt eitt før-
oyskt Se & Hør, tí í løtuni
royna bløðini alt møguligt í
senn uttan nakað klárt defi-
nerað journalistiskt mál.
Fjølmiðlarnir kalla seg
varðhundar í demokrati-
num, og tað eru teir á ein
hátt, tí umframt ta øgiligu
mongdina av løttum undir-
haldi í bæði loftmiðlum og
bløðum, so vísa miðlarnir
viðhvørt á ófullfíggjað
viðurskifti, ið áttu at verið
fullfíggjað. Teir ávirka pol-
itikararnar og fáa teir at
taka øðrvísi avgerðir, enn
teir høvdu tikið, um ongir
fjølmiðlar vóru.
Fjølmiðlarnir gera tó ikki
altíð sítt arbeiði til lítar. Teir
hoppa frá máli til mál, tí
teir skulu framleiða skjót
tíðindi hvønn einasta dag,
og úrslitið er, at ongin kem-
ur í dýpdina við nøkrum.
Føroyskir fjølmiðlar gera
nógv mistøk. Teir skriva
ofta sovorðið, sum er
skeivt, og viðgera søgur
fakliga ófullfíggjað, tí teir
skunda sær. Hetta skaðar
umdømið hjá journalist-
ikkinum sum faki, og tað
skuldu fjølmiðlaleiðslurnar
gjørt nakað við.
Tá tað er sagt, má eg eis-
ini siga, at tað er eitt bragd,
at bløðini yvirhøvur klára
at koma út so ofta. Tað er
strævið at skriva bløð, so á
bløðunum verður hóast tað
ofta tunna innihaldið gjørt
eitt stórt arbeiði.
Álvarsom sjúkueyðkenni
Skoðsmálini frá Una Arge og Brynhild Thomsen eru alt annað enn góð. Tey finnast at vantandi góðsku og trúvirði, vánaligum leiðslum og skeivum raðfestingum í føroysku fjølmiðlunum.
C
M
Y
K
9
8