hósdagur 6. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 86 - 6. mai 2004
Nr. 86 - 6. mai 2004
7
Hornasteinar fólka-
ræðisins. Samfelags-
ins vakthundar.
Fólksins rødd. Vernd
og trygd sannleikans.
Hesar eru treytirnar
og idealini, sum
vanliga verða settar
einum vælvirkandi
fjølmiðlaheimi. Vit
spyrja í hesi grein, um
føroyski fjølmiðla-
heimurin livir upp til
hesi krøv. Niður-
støðan tykist vera, at
neyðuga trúvirðið
kring føroyska
tíðindaflutningin er í
álvarsligum vanda
ANALYSA
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
3. mai var »pressefrihedens
dag«, og mintust og hátíð-
arhildu fjølmiðlar kring
heimin pressufrælsið. Í hes-
um sambandi varpaðu ein-
stakir danskir fjølmiðlar
ljós á spurningin um reella
pressufrælsið í vesturheim-
inum. Spurnartekin verða
sett við, um fjølmiðlavirk-
semið í praksis altíð kann
metast sum frítt og óheft.
Fíggjarliga og politiska til-
knýtið millum fjølmiðlar
og onnur áhugamál seta
mangan pressufrælsið í
vanda, og í hesum sam-
bandi seta vit føroyska fjøl-
miðlaheimin undir sjón-
eyku. Trúvirði, objektivit-
etur og óheftni eru fortreyt-
ir fyri einum vælvirkandi
fjølmiðlaheimi, men tíverri
tykist ov ofta leka millum
teori og praksis.
Politiska trýstið í USA
Hyggja vit í fyrstu atløgu at
flísini í eygum næstra okk-
ara og burtur frá bjálkanum
í okkara egna, er USA eitt
gott dømi um ein fjølmiðla-
heim, sum støðugt er undir
politiskum trýsti frá mynd-
ugleikanum. Greitt tilknýti
er millum stjórn, andstøðu
og ymsu miðlarnar, og í ein
mun noyðast samfelagsins
varðhundar at tillaga og
enntá boyggja seg fyri
trýstinum hinumegin borð-
ið.
M.a. vísir Jyllandspostur-
in 3. mai á, at dømini sein-
astu dagarnar hava verið
sjónlig. Myndirnar av mis-
nýttu amerikumonnum í
Fallujah, myndirnar av kist-
unum við falnum amerik-
anskum hermonnum og
reportagan um irakisku
krígsfangarnar, sum vórðu
illa viðfarnir av ameriku-
monnum, vórðu bert víst í
sera avmarkaðum tali í
USA. Eitt av størstu bløð-
unum, New York Post, var
millum seinastu bløðini at
prenta avdúkandi myndirn-
ar, »møguliga« tí blaðstjór-
in hevur beinleiðis tilknýti
til republikanska flokkin og
Bush-stjórnina. Valdsharr-
arnir halda við øðrum orð-
um fast um halan á fólka-
ræðisins vakthundum og
avgera, hvaðar hundarnir
sleppa at renna. Klassiska
eygleiðingin er, at sannleik-
in er fyrsta ofrið í einum og
hvørjum stríði – eisini tí
politiska.
Í okkara lítla føroyska
samfelagi er spurningurin,
hvussu óheftir og frælsir
føroysku fjølmiðlarnir eru,
og um pressan veruliga
røkir uppgávuna sum fólks-
ins rødd, garantur og verji
fyri fólkaræðið. Spurnar-
tekin verða í hesi grein sett
við, um føroyska pressan er
óheft av politiskum, fíggj-
arligum og øðrum áhuga-
málum, og hvørjar avleið-
ingarnar eru fyri trúvirðið,
sum í øllum tíðindaflutn-
ingi er berandi fundam-
entið.
Undirstrikast skal, at
lýsingarnar av føroyska
fjølmiðlaheiminum, vit í
hesi grein gera, er als einki
álop ella ákæra á nakran
persón, men heldur á skip-
anina ella vantandi skipan-
ina, føroyski fjølmiðla-
heimurin virkar undir.
Føroysku bløðini í
politiskum lummum
Blaðheimurin í Føroyum
hevur djúpar søguligar røt-
ur í politiskum áhugamál-
um og flokkum, og pressu-
frælsið, objektiviteturin og
trúvirðið, eru tí av álvara í
vanda.
Eigarin av Sosialinum,
Føroya Javnaðarflokkur, er
berandi stjórnarflokkurin í
Føroyum. Tískil kann van-
ligi lesarin freistast at
spyrja, um frítt kann velj-
ast, hvat skal skrivast og
ikki, tá eitt tíðindablað er
heft at ovastu leiðslu lands-
ins.
Ognarviðurskiftini
kring Sosialin seta tí trú-
virðið um objektivitet og
pressufrælsið
í
vanda.
Hetta hóast blaðið – eisini
fíggjarliga – arbeiðir óheft
av Føroya Javnaðarflokki.
Síðani er tað Fregnir,
sum hevur sínar røtur í
Tjóðveldisflokkinum.
Skribentar á blaðnum eru
virknir limir í Tjóðveld-
isflokkinum, eins og støðan
er á Sosialinum og fleiri
politiskum flokkum, og
partaeigarar á Fregnum
hava beinleiðis tilknýti til
flokkin.
Dimmalætting hevur orð-
að eitt skjal, har blaðið
verður lýst at vera óheft, og
er hetta stig eitt stórt fet
rætta vegin í royndunum at
seta pressufrælsið og trú-
virðið í hásætið. Men eisini
her kunnu spurnartekin set-
ast við m.a. ognarviður-
skiftini kring blaðið. Blað-
stjórin, sum eisini javnan
skrivar, er virkin býráðs-
politikari fyri Sambands-
flokkin, og nevndarlimur
og
høvuðspartaeigari
í
blaðnum hevur í fleiri ár
verið formaður í landsins
størsta flokki, Sambands-
flokkinum. Øll hesi viður-
skifti eru meiri ella minni
alment
kend
millum
manna, men vit kunnu ikki
venda deyva oyranum og
blinda eyganum til ta sann-
roynd, at føroyski blað-
heimurin ikki livir upp til
áðurnevndu ideal.
Ikki tí, at hesi politisku
og fíggjarligu bindindi av-
gera dagliga tíðindaflutn-
ingin, men tí lesarin hevur
orsøk at spyrja um objekt-
ivitetin, tá t.d. politikarar
við tilknýti til bløðini verða
viðgjørdir av somu bløðum.
Trupulleikin er ikki, um
viðgerin er objektiv ella
ikki, men at lesarin hevur
orsøk at hava bakhugsanir
og seta spurnartekin. Før-
oyski borgarin kann spyrja,
hvussu bløðini skulu hava
objektivt eftirlit við polit-
iska myndugleikanum, tá
politisku flokkarnir meira
ella minni eiga bløðini.
Hvørja trygd hevur borg-
arin fyri, at tað eru hansara
áhugamál, bløðini verja og
borðreiða við? Tað er sjálv-
sagt, at trúvirðið er í vanda,
tá ognarviðurskiftini eru,
sum tey eru. Ivamál um
pressuna sum fólksins rødd
mótvegis myndugleikunum
og skipanini er tí ein náttúr-
lig avleiðing.
Í hesum sambandi er tal-
an hóast alt um privat virk-
semi, sum ikki verður
fíggjað
við
almennum
skattapeningi. Leiðslur og
eigarar
avgera
sjálvi,
hvussu bygnaðurin kring
bløðini skal skipast.
Ivasom ÚF leiðsla
So eigur støðan at vera øðr-
vísi við Sjónvarpi og Út-
varpi Føroya, tí hesir al-
mennu stovnar verða fíggj-
Føroyskir fjølmiðlar uttan trúvirði
aðir við skattapeningi úr
lummum borgarans. Men
kring loftmiðlarnar kann
eisini spurnartekin setast
við, hvørt reella pressu-
frælsið verður raðfest ella
ikki.
Sjálvur stjórin í Útvarpi
Føroya er nevndarlimur í
størsta aktørinum í før-
oyska
fíggjarheiminum,
Føroya Banka. Programm-
leiðarin í sama stovni er
fyrrverandi løgtingslimur
og núverandi býráðslimur
fyri Tjóðveldisflokkin, og
stillaði hann eisini upp fyri
sama flokk seinasta val í
februar 2004. Og til seinast
er tíðindaleiðari útvarpsins
fyrrverandi formaður og
núverandi limur í Suður-
streymoya Javnaðarfelag.
Ein leiðsla, sum er alt ann-
að enn óheft av politiskum
og fíggjarligum áhugamál-
um. Sum víst verður á í
samrøðu á næstu síðunum
hevði tað t.d. ikki komið
fyri, at stjórin á Danmark
Radio var nevndarlimur í
Danske Bank, at prog-
rammleiðarin var politikari
í Venstre, og at tíðindaleið-
arin
hevði
tilknýti
til
Socialdemokratiska flokk-
in. Hetta hóast líknandi lýti
eisini eru at síggja í Dan-
mark.
Sjónvarp Føroya hevur
seinastu tíðina verið í
andglettinum við hvøssum
ákærum um tíðindafram-
leiðslu til frama fyri Tjóð-
veldisflokkin. Ikki minst
orsakað av nógv umstríddu
bókini »Skjót journalistin«
eftir sjónvarpsmonnunum
Grækarisi D. Magnussen
og Øssuri Winthereig, og
ákærurnar komu frá Fólka-
flokkinum,
sum
mátti
leggja kongin av somu bók.
Men meðan ognarviður-
skifti og onnur áhugamál
kring áðurnevndu miðlar
eru faktuellar sannroyndir,
er talan í SVF í størri mun
um illgitingar og ákærur,
sum ikki kunnu prógvast.
Gamaní er journalistur í
SVF virkin í Tjóðveldis-
flokkinum og sleppur at
luttaka í tíðindasendingun-
um, eins og fleiri skribentar
á t.d. Sosialinum vóru val-
evni fyri ymsar flokkar í
januar, men viðvíkjandi
SVF er talan ikki um
leiðslu- ella ognarviður-
skifti, sum opinlýst eru
bundin at ávísum áhuga-
málum.
Pressufrælsið
Við støði í hesum faktuellu
sannroyndum kunnu vit
róliga spyrja, um lesarar,
lurtarar og møguliga eisini
hyggjarar kunnu vera vísir
í, at fjølmiðlarnir umboða
teirra áhugamál á ein
objektivan og óheftan hátt,
har trúvirðið er í fremstu
røð. Vit kunnu spyrja, um
veruligt pressufrælsi valdar
í Føroyum, tá fíggjarlig og
politisk áhugamál og bind-
ingar áhaldandi spøkja
handan tíðindaframleiðsl-
una.
Við áðurnevndu viður-
skiftum í føroyska fjøl-
miðlaheiminum er svarið
sjálvsagt: Vit hava ikki eina
nóg óhefta pressu í Føroy-
um, tí føroya fólk kunnu
ikki vera vís í, at etiskur
fjølmiðlasiður verður settur
í hásætið, tá mál verða vald
og viðgjørd. Hetta er syrgi-
liga niðurstøðan og stað-
festingin, samstundis sum
»pressefrihedens dag« 3.
mai verður mintur og hátíð-
arhildin kring heimin.
Her verður als ikki sagt,
at lesarin til eina og hvørja
tíð væntar sær politiska
propaganda, men trupul-
leikin er, at instinktivur og
spontanur mistanki, bak-
hugsanirnar, ivi og illgit-
ingarnar heilt náttúrliga
standast, tá lesarin sær Tor-
bjørn Jacobsen í Fregnum,
Jóannes Eidesgaard í Sosi-
alinum ella Lisbeth L.
Petersen í Dimmu.
Fjølmiðlarnir skapa og
tilevna í stóran mun okkara
heimsfatan. Ein vælvirk-
andi fjølmiðlaheimur skal
verða ein trygd og vernd
fyri fólkaræði, ein samfel-
agsins varðhundur, sum á
sakligan og perspektiver-
andi hátt upplýsir, viðger,
kannar og gravar uttan nak-
að sum helst tilknýti til
fíggjarlig
ella
politisk
áhugamál.
Tá okkara fjølmiðlar við
støði í undanfarnu rundferð
ikki lúka áðurnevndu treyt-
ir, er talan um eina skaði-
liga støðu. Undanførslurnar
um, at føroysku forholdini
eru so smá við bert 45.000
íbúgvum, kunnu ikki nýt-
ast, tí tað er ikki neyðugt og
kann ongantíð rættvísger-
ast, at umboð í fjølmiðla-
leiðslum eru virkin ella
tengd at politiskum og
fíggjarligum áhugamálum.
Virðingin fyri leiðslusess-
inum í fjølmiðlaheiminum
skuldi verið størri, og nú-
verandi støða skuldi als
ikki verið íkomin.
Nýggir karmar
Tí hevur føroyski fjøl-
miðlaheimurin brúk fyri
nýggjum
dimensiónum,
fyrst og fremst við broyttari
siðvenju og hugburðsbroyt-
ingum til frama fyri trú-
virðið. Blaðmaðurin Uni
Arge hevur áður víst á m.a.
hetta í grein í Fregnum, har
hann metir føroyska fjøl-
miðlavígvøllin vera eyð-
kendan av lógloysi uttan
ásettar normar og reglur.
Framvegis verður bíðað
eftir eini føroyskari fjøl-
miðlaábyrgdarlóg, sum øll
onnur
framkomin
lond
hava, og við hesum fylgir
eitt pressuetiskt ráð, sum
skal tryggja góðan fjøl-
miðlasið. Hetta hevði í øll-
um førum verið ein byrjan í
royndunum at ganga áður-
nevndu krøvum á møti,
henda grein hevur umtalað.
Við hesum høvdu karmar
verðið skaptir fyri einum
nýggjum
fjølmiðlaum-
hvørvi, har tað, vit í dag
síggja, møguliga hevði ver-
ið avmarkað ella als ikki
loyvt.
Umframt hetta er tørvur á
einum millumliði millum
landsstýrismannin í menta-
málum og loftmiðlastjór-
arnar, tí í løtuni eru loft-
miðlastjórarnir næstir í
hierarkinum eftir landsstýr-
ismannin. Nýggj kring-
varpsnevnd sum millumlið
millum landsstýrismann og
loftmiðlastjórar
tryggjar
objektivitet viðvíkjandi tíð-
indaflutningi
mótvegis
mentamálaráðnum og hin-
vegin viðvíkjandi politisk-
um avgerðum um fjøl-
miðlastovnar. Men uttan
millumliðin er aftur orsøk
hjá lurtara og hyggjara at
ivast, um nærleikin millum
landsstýrismann og stjórar
ávirkar tíðindaflutningin.
Niðurstøðan er, at sjónlig
sjúkutekin valda í føroyska
fjølmiðlaheiminum, og at
økið hevur brúk fyri grund-
leggjandi endurskoðanum
og broytingum, áðrenn vit
kunnu kalla okkum eina
tjóð við reellum pressu-
frælsi.
Við støði í ognar- og leiðsluviðurskiftunum í føroyska fjølmiðlaheiminum kunnu stór spurnartekin setast við, um veruligt pressufrælsi eksisterar í Føroyum. Tilknýti til politiskar flokkar og fíggjarlig áhugamál seta við núverandi støðu trúvirðið í vanda. Her umgyrðir føroyska pressan
fyrrverandi danska forsætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen á føroyavitjan í 1998
Lesið samrøður á
næstu síðum um
sama evnið
C
M
Y
K
7
6