hósdagur 6. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 86 - 6. mai 2004
Nr. 86 - 6. mai 2004
5
– Sagt verður, at
royndir eru gjørdar at
rudda upp í óskilin-
um í Fiskimálaráð-
num, men skulu vit
trúgva einum parti av
tí, sum fer um junglu-
telegrafarnar í fiski-
vinnuni, hevur støð-
an ongantíð verið
verri enn tann sama.
Her valdar reint
anarki, og Fiskimála-
ráðið er sum ein
opnahjallur, tá ið
ræður um at útflýggja
nýggj fiskiloyvir,
sigur Torbjørn Jacob-
sen, løgtingsmaður,
sum hevur sett Bjørn
Kalsø, landsstýris-
manni í fiskivinnu-
málum, munnligar
fyrispurningar
FISKILOYVIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Spurningarnir hjá Torbirni
Jacobsen eru ikki færri enn
átta í tali, og allir snúgva
teir seg um loyvir til uppi-
sjóvarveiði.
Í fyrsta lagi spyr løg-
tingsmaðurin,
hvussu
nógvar umsóknir liggja í
Fiskimálaráðnum um loyvi
at flyta inn skip til fiski-
skap eftir uppisjóvarfiski.
Í øðrum lagi spyr hann,
um landsstýrið ætlar at økja
um uppisjóvarflotan við at
útflýggja nýggj loyvir um-
framt tey, sum higartil eru
latin og eru í brúki.
- Um tað er ætlan lands-
stýrisins at økja um uppi-
sjóvarflotan – hvørji eru tá
kriteriini fyri, at hesi loyvi
fara at verða givin?
Torbjørn spyr eisini, at
nakrar ætlanir fyriliggja um
at skifta gomul skip um við
nýggj – og um so er, vil
hann hava at vita, hvussu
støddarlutfallið er millum
hesi skip.
Løgtingsmaðurin sigur,
at soleiðis sum støðan er, er
verandi floti heilt náttúrliga
í holt við at styrkja sína
støðu við at keypa upp
loyvir, sum frammanundan
eru í umfari í skipanini.
Hesi loyvi verða keypt fyri
tíggjutals miljónir krónur.
– Sær landsstýrismaðurin
ongan vanda við einum
politiskum inntrivi í hesa
gongd, sum tað má haldast
at vera at útflýggja nýggj
loyvir í uppisjóvarvinnuni?
Torbjørn
spyr
eisini,
hvørjar treytir fylgja einum
loyvi, um loyvir verða latin.
- Her hugsi eg serliga
um, at sama loyvi í verandi
skipan hevði kostað sama
loyvismóttakara
ótaldar
miljónir krónur, og at hand-
ilin eins væl kann ganga
hinvegin.
Og
løgtingsmaðurin
heldur fram at spyrja:
– Fyriliggur nøkur ætlan
um at lata nýggj loyvir, og
um realitetsviðgerð er farin
fram í viðkomandi máli –
fyriliggur tá nøkur fyrisit-
ingarlig og lívfrøðilig til-
ráðing í málinum? Ella
verður talan bert um eina
reint politiska avgerð?
Torbjørn heldur, at tað er
torført at fáa greiði á yvir-
skipaða loyvispolitikkinum
hjá nýggja landsstýris-
manninum í fiskivinnu-
málum.
Reint anarki
Í viðmerkingum sínum til
fyrispurningin, vísir løg-
tingsmaðurin á, at nógv
órógv hevur verið um ar-
beiðslagið og avgerðirnar,
sum tiknar hava verið í
Fiskimálaráðnum seinastu
árini.
- Royndir sigast hava
verið gjørdar at rudda upp í
óskilinum, men skulu vit
trúgva bara einum parti av
tí, sum nú fer um junglu-
telegrafarnar í fiskivinnuni,
hevur støðan ongantíð ver-
ið verri enn tann sama.
Torbjørn fer so langt sum
at siga, at talan er um reint
anarki, og at Fiskimála-
ráðið er sum ein opna-
hjallur, tá ið ræður um at
útflýggja nýggj fiskiloyvir.
- Nýuppfunnin kriteriir
hava verið nevnd, og nú
sigst partapolitikkur aftur
at vera komin í loyvis-
politikkin. Nøkur mál hava
verið frammi á tingi, har
landsstýrismaðurin hevur
havt ilt við at vart seg.
Løgtingsmaðurin vónar
tó, at Bjørn Kalsø megnar
at svara hansara spurn-
ingum, soleiðis at friður
aftur kann koma í vinnuna.
- Er tað nakað, sum kann
destabilisera eina vinnu, er
tað ein subjektiv og parta-
politisk stýring av henni,
soleiðis sum Sambands-
flokkurin eftir øllum at
døma ætlar sær at stjórna
høvuðsvinnu landsins tey
næstu nógvu árini, sigur
Torbjørn Jacobsen.
Fiskimálaráðið
sum ein
opnahjallur
Á seinasta túrinum
hjá Akrabergi í
Barentshavinum
fingu teir ikki uppí,
men hin fyrra túrin í
vetur høvdu teir fulla
last. Nú verður gjørt
klárt at fara á konga-
fiskaveiði í Irmingar-
havinum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Akraberg kom aftur úr Ba-
rentshavinum, mánadagin
26. apríl. Veiðan er løgd
upp hjá Northern Fish Cold
Storage í Klaksvík, og
síðan tá hevur skipið ligið í
Saltangará. Væntandi loysir
Akraberg aftur í komandi
viku, og tá verður farið í
Irmingarhavið á konga-
fiskaveiði.
Reiðarin, Anfinn Olsen,
er í løtuni á matvørumessu
í Belgiu, men á skriv-
stovuni hjá reiðarínum siga
tey, at lastin hjá Akrabergi
hendan túrin var mett til
eini 250 tons av flaki.
Akraberg fór úr Føroy-
um, 17. mars, so hetta hev-
ur ikki verið nakar langur
túrur. Teir hava bara roynt í
russiskum sjógvi í Barents-
havinum. Í byrjanini var
væl at fáa, men sum tíðin
leið, fekst lítið og einki.
Fulla last
Hetta er annar túrurin hjá
Akrabergi í Barentshavin-
um í vetur. Hin fyrra túrin,
sum vardi í 60 dagar, høvdu
teir fulla last, 453 tons av
flaki.
Fyrra túrin royndu teir
bæði í norskum og russisk-
um sjógvi, og fiskiskapurin
var góður.
32 mans eru við Akra-
bergi, tá ið teir eru eystan-
fyri. Í Irmingarhavinum eru
teir vanliga 28 mans við
skipinum.
Úr Barentshavinum í Irmingarhavið
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, brúkar
orðið anarki, tá ið hann umrøður Fiski-
málaráðið og sigur, at ráðið kann saman-
berast við ein opnahjall, tá ið ræður um at
útflýggja nýggj fiskiloyvir
– Eg vóni, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, megnar at svara mínum
spurningum um fiskiloyvir, soleiðis at friður
aftur kann koma í vinnuna, sigur løgtings-
maðurin
Eftir at hava verið tveir túrar í Barentshavinum í vetur og í vár, fer Akraberg nú í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski
Mynd: Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Havn
kennir onki til, at
arbeitt verður við
ymsum ætlanum fyri
at geva nýggja Smyrli
atløgupláss í Havn.
Tvørturímóti fer
Tórshavnar
Kommuna ikki undir
stórar útbyggingar
fyri at tryggja Smyrli
fast pláss í Havn
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki arbeitt við
øðrum loysnum fyri at út-
vega nýggja Smyrli fast at-
løgupláss í Havn.
Tað staðfestir borgar-
stjórin í Havn
Í degi og Viku í gjár-
kvøldið bórust tíðindi frá
landsstýrismanninum
í
vinnumálum og landsstýr-
ismanninum í mentamál-
um, at orsøkin til at ongin
avgerð verður tikin um at
økisfriða Tinganes, er tann,
at arbeitt verður við at
finna nýggja Smyrli annað
atløgupláss í Havnini.
Men hetta kennir Jan
Christiansen, borgarstjóri,
onki til.
Sostatt staðfestir borgar-
stjórin tað, sum havna-
meistarin í Havn segði við
Sosialin í gjár um, at ongin
gongd er í arbeiðnum um at
finna nýggja Smyrli fast
atløgupláss í Havnini og at
ongar ætlanir eru um
nakrar útbyggingar.
– Tórshavnar Kommuna
hevur víst á eina loysn og
og tað var at gera ferjulegu
til nýggja Smyril á Bursa-
tanga, uttan á Norrønu.
– Hetta er ein loysn, sum
er fult forsvarlig tí tað er
bara nakrar heilt fáar ferðir
um vikuna, at Smyril og
Nørrna.
Men tað er alt, ið bendir
á, at Tórshavnar Kommuna
ikki sleppur at fremja hesa
ætlanina í verki, tí at økið
verður økisfriða út á 10
metra dýpi.
Og Jan Christiansen sig-
ur, at Tórshavnar kommuna
hevur framvegis onga loysn
og tað verður heldur ikki
arbeitt við nakrari ítøkilig-
ari loysn.
Kortini minnist hann, at
løgmaður hevur boðað frá,
at hetta er ein trupulleiki,
sum Tórshavnar Kommuna
ikki eigur at standa einsa-
møll við.
– Tað tekur hann sum eitt
tekin um, at landið er sinn-
að at betala fyri atløgu-
plássið til nýggja Smyril í
Havn, eins og landið hevur
betalt í Suðuroy.
Hann sigur, at sjálvsagt
eru aðrir møguleikar at
gera atløgupláss til nýggja
smyril - bara onkur vil be-
tala fyri teir.
Men kommunan hevur
ikki hesar møguleikar.
– Skal ein onnur loysn
finnast, tosa vit um eina út-
bygging, sum kostar nakað
íð líkist hundrað milliónir.
Og tað hvørki kann komm-
unan loyva sær og enn
minni hevur hon ráð til tað.
Sostatt staðfestir borgar-
stjórin, at tað verður í
hvussu so er ikki Tórs-
havnar Kommuna, sum fer
at betala fyri eina aðra
loysn til nýggja Smyril.
Ein loysn, sum hevur ver-
ið nevnd, er, at gera ferju-
legu til nýggja Smyril í
krókinum undir Skipafe-
lagnum.
Men so mugu skipini hjá
Skipafelagnum ryggka eina
skipslongd longur út á
Molan og borgarstjórin
hevur fyrr boðað frá, at tað
fer kommunan ikki at
áleggja Skipafelagnum.
Samstundis er tað ein
spurningur um nýggi Smyr-
il grynnur har. Hasnn sting-
ur 5.60 metrar og dýpið er
ikki meiri enn 5,80 metrar á
fjørðu, so har í hvussu so er
ikki nógv at geva av.
Mugu seta okkum
saman
Jan Christiansen staðfestir
somuleiðis einaferð enn, at
Tórshavnar Kommuna vil
fegin hava Smyril til Havn-
ar.
Men nú landið mest
sannlíkt ikki vil taka av
tilboðnum frá Tórshavnar
kommunu, liggur bólturin
hjá landsstýrinum.
– Eg haldi, at vit eiga at
seta okkum saman fyri at
vita, hvbørjir møguleikar
eru. Men í hesum sambandi
skulu vit tosa um møgu-
leikar, sum eru ógvuliga
tætt knýttir at, hvør skal
gjalda.
– Vit mugu fáa greitt at
vita, hvat landið er sinnað
at spjaða til, tí vit fara ikki
at brúka tíð og orku til at
viðgera møguleikar, sum
landið ikki vil betala.
– Og tað verða ikki vit,
sum fara at brúka nakað,
sum líkist hundrað milli-
ónir uppá at útvega nýggja
Smyrli atløgupláss.
Jan Christiansen sigur,
ein bólkur av fakbólki varð
settur á sinnið við umboð-
um frá Tórshavnar Havn,
Landsverkfrøðinginum og
Strandferðsluni.
– Men tað, sum lá í kort-
inum var, at tann bólkurin
skuldi tosa um ætlaða
atløguplássið til Smyril inni
á Bursatanga, har Komm-
unan hevur ætlað at gera
hana.
Tórshavnar Kommuna hevur onki
í skuffuni til nýggja Smyril
Beint uttan fyri Drel-
nesi er ein grynna og
tað er hon, sum fær
skyldina fyri, at tað er
so nógvur suður við
atløgubryggjuna, men
nú skal hon sprongj-
ast burtur
HAVNAÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Havnin á Drelnesi á Trong-
isvágsfirði, hevur gingið
mangt
omanyvir
seg.
størsta atfinningin ímóti
henni hevur verið, at er
nakað at í sjónum, er hon
so ókyrr, at har er ikki
liggjandi hjá skipum.
Tey, sum halda seg vita,
siga, at atvoldin til allan
suðin, er ein grynna, sum er
beint uttanfyri havnalagið.
Men nú skal hendan
grynnan sprongjast burtur.
Tað er Tvøroyrar komm-
una, sum tekur stig til
arbeiðið og á býráðsfundi á
Tvøroyri
mánakvøldið,
varð samtykt at spreingja
grynnuna burtur.
Fáa tvey fyri eitt
Eitt stórt byggifelag, Arti-
con, er á Trongisvágsfirði
kortini, har teir gera nýggju
samferðsluhavnina
til
Smyril og býráðið á Tvør-
oyri fær sostatt tey fyri eitt.
– Av tí, at Articon er á
fjørðinum frammanundan
við øllum amboðum og
allari útgerð, sum krevst,
kann arbeiðið gerast nógv
bíligari enn annars, varð
upplýst á býráðsfundinum.
Byggifelagið
hevur
kannað málið og er komið
eftir, at talan verður kanska
um seks spreingingar og
hvør
spronging
kostar
50.000 krónur, tá ið alt er
tikið við og grótið fingið
upp av botni.
Talan er um eini 1000
rúmmetrar av gróti, sum
skului sprongjast burtur og
burturbeinast.
Býráðslimir førdu fram,
at vísti hetta seg ikki at
hjálpa upp á ókyrruna, var
arbeiðið als ikki burturspilt
kortini, hetta fór undir øll-
um umstøðum at gera
havnina betri.
Verður grynnan sprongd
burtur, kunnu skipini leggja
beint at. Sum er, noyðast
tey at sigla útum grynnuna
og síðani bakka at bryggju
og tað er óheppið hjá stór-
um skipum.
Býráðið
hevur
eisini
samtykt at gera ábøtur á
gomlu bryggjuna á Drel-
nesi, har tað er máað so
nógv undan tveimum kist-
um, at vandi er fyri, at tær
koppa, kemur tung ferðsla
oman á keiina.
Tað arbeiðið fevnir um at
stuðla uppundir kisturnar
við 20-25 rúmmetrum av
betongi og tað arbeiðið er
mett at kosta nakað yvir
100.000 krónur.
Ætlanin at gera nýtt atøgupláss til nýggja Smyril er ikki komin nærri seinastu dagarnar og tað
er ongin loysn í eygsjón. Samstundis ger borgarstjórin í Havn greitt, at landið má betala
ferjuleguna
Rótin til alt ilt á Drelnesi
skal sprongjast burtur
C
M
Y
K
5
4