hósdagur 6. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 86 - 6. mai 2004
Nr. 86 - 6. mai 2004
3
Umleið hálvtsætta-
hundrað dansarar úr
øllum landinum, um-
framt eisini nakrar
uttaneftir, seta um
vikuskiftið hvørjum
øðrum stevnu á Gilja-
nesi, har regluliga
landsdansistevnan
verður hildin
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Afturvendandi landsdansi-
stevnan fyri dansifeløgini,
ið dansa føroyskan dans,
verður hildin í Vágum um
vikuskiftið. Umleið hálvt-
sættahundrað fólk fara at
luttaka.
Tað er Vága Dansifelag,
sum í ár er vertur fyri
landsdansistevnuni,
ið
verður hildin triðjahvørt ár.
Fyrsta stevnan av hesum
slagi varð hildin í Vágum í
1983, og nú hevur hon ver-
ið runt hjá feløgum í øllum
landinum og er afturkomin
til upprunan.
Tó er stevnan nakað væl
broytt, siga tey, sum við
vóru frá byrjan. Eitt nú er
luttakaratalið hækkað nak-
að. Men eisini skapið á
sjálvari stevnuni er broytt
nógv, siga fyrireikararnir.
Tá byrjað varð, var tað
soleiðis, at hvørt felag sær
sýndi fram tað, tey hvødu
vant, meðan hini so vóru
ákoðarar og -hoyrarar.
Í dag er stevnan skipað
heilt øðrvísi. Í grundini
sum ein stór landsumfat-
andi veitsla, har stevnan
fyrst verður sett alment.
Síðan verður eitt stórt fe-
lagsborðhald, og eftir tað
verður farið upp á gólv.
Men her skipar hvørt
felag sær eftir tørni sína
vísu ella kvæði. Tá tað er
liðugt einaferð út móti
morgni, verður so vanligur
føroyskur dansur, har hvør
sum hug og hegni hevur,
skipar tað, honum lystir.
Hugskot úr Vágum
Hugskotið til landsdansi-
stevnuna kom úr Vágum,
og fyrsta stevnan varð eisin
hildin í Vágum fyri 21 ár-
um síðan. So sigast kann, at
nú er hon komin heimaftur.
Tað var táveransi for-
maðurin í Vága Dansifelag,
Jónvør Petersen í Bø, sum
kom við hugskotinum á
einum aðalfundi hjá lands-
felag dansifelaganna, Sláið
Ring.
Jónvør Petersen sigur, at
hon helt tað vera løgið, um
ikki skuldi borið til at skip-
að fyri eini slíkari stevnu í
Føroyum, har øll føroysku
feløgini
luttóku.
Sjálv
hevði hon sæð, tá dansi-
ferðir høvdu verið gjørdar
uttanlands, at tað bar væl til
at savna nógv feløg til slík-
ar stevnur.
Hon bar tankan fram í
Vága Dansifelag, og við
fullum stuðuli frá felag-
num, legði hon tað so fram
á aðalfundinum hjá dansi-
feløgunum.
Men at skipa fyri eini so
stórari stevnu í Vágum fyri
21 árum síðan, var heldur
ikki bara sum at siga tað. Tí
tá varð stevnan hildin í
tríggjar dagar, og øll tey
300 fólkini, sum luttóku
stevnuni, skuldu hava inni-
vist í oynni, greiðir Jónvør
Petersen frá.
Men eisini tað bar til við
hjálp frá fólki í Vágum.
Eisini fólki, sum annars
einki hevði við Dansife-
lagið at gera yvirhøvur.
Spjatt um alla oynna
Nú verður stevnan hildin á
einum stað. Við hvuðssæti í
ítróttarhølini á Giljanesi,
har tann stóri aktiviteturin
verður. Eina nátt.
Annað var, tá dansað var
kring oynna alt vikuskiftið.
Og øll hesi 300 fólkini
skuldu hava at eta. Men tá
var einki høli til at hýsa
teimum øllum í senn.
Bygdarhúsið í Miðvági
virkaði so sum ein miðstøð,
hóast einki var liðugt har.
Bara nakrir ráir betong-
veggir, minnist Jónvør Pet-
ersen.
Veitsla var eingin av slík-
um slag, sum í dag verður
hildin, tá landsdansistevnan
er. Hon kom tó í rættiliga
skjótt, sigur Jónvør Peter-
sen. Longu á aðru stevnuni,
sum hildin varð í Suðuroy,
varð gjørd stór veitsla.
Í byrjanini varð avmark-
að, hvussu nógv fólk
sluppu við á dansistevnu.
Mark varð sett við 30 frá
hvørjum felag. Og tíggju
vóru tá feløgini.
Í dag er eingin avmark-
ing, og feløgini eru eisini
fleiri. Tó er talið kortini
undir 40 í meðal.
Ein stórur munur í dag í
mun til seinast, tá lands-
dansistevnan varð hildin í
Vágum, er sjálvandi Vága-
tunnilin, sum ger tað møgu-
ligt hjá nógvum fólki at
sleppa heimaftur beinan-
veg, liðugt er. Og tað merk-
ist eisini væl á gistingun-
um.
– Í dag er tað ikki meira
enn umleið ein tjúgunda-
partur av teimum, sum
fyrstu ferð vórðu hýst í
Vágum, sum hava biðið um
hús í samband við stevn-
una, sigur Jónvør Petersen í
Bø, ið sum formaður Vága
Dansifelags í 1983 »upp-
fann« landsdansistevnuna,
har øll føroysku dansifeløg-
ini hittast.
So føgur tá falla mær rím
Com-Data og
Konica Minolta
gjørt sáttmála
Í apríl mánaði gjørdu KT-
fyritøkan Com-Data P/F
og Konica Minolta í
Danmark sáttmála síná-
millum um sølu, viðlíka-
hald og tænastu av kopi-
maskinum. Samráðing-
arnar við Minolta Dan-
mark A/S byrjaðu sein-
asta ár, men av tí at
Minolta í fjør legði sam-
an við Konica, so hava
samráðingarnar drigið út.
1. november í fjør broytti
Minolta navn til Konica
Minolta Business Solu-
tions Denmark a/s.
Minolta byrjaði at selja
kopimaskinur longu í
1973, og í dag selur
Konica Minolta bæði
kopimaskinur, printarar,
skannarar, telefax og
annað. Konica Minolta
hevur eitt ógvuliga breitt
úrval av kopimaskinum,
til ein sera kappingarfør-
an prís. Úrvalið dekkar
einhvønn tørv hjá einari
fyritøku ella stovni óan-
sæð stødd. Maskinurnar
kunnu kopiera bæði í lit-
um og s/h, hekta og hola,
gera faldarar, sanghefti,
brochurir og so framveg-
is.
Sáttmálin
millum
Com-Data og Konica
Minolta umfatar í fyrstu
atløgu bert kopimaskin-
urnar. Á KT-stevnuni,
sum var í Norðurlanda-
húsinum í apríl mánað,
var eitt umboð frá Koni-
ca Minolta við á básinum
hjá Com-Data og vísti
fram 3 ymisk sløg av
kopimaskinum, eina lítla,
eina miðal og eina stóra.
Fleiri viðskiftafólk nýttu
høvi at vitja básin hjá
Com-Data
og
síggja
kopimaskinurnar
frá
Konica Minolta.
Norðuratlantisk
kórkonsert á
Atlantsbryggjuni
Fríggjadagin 7. mei og
leygardagin 8. mei, verð-
ur stór kórstevna á At-
lantsbryggjuni í Keyp-
mannahavn.
Talan er um føroysk,
íslandsk og grønlendsk
kór, sum savnast í Keyp-
mannahavn
at
synga
saman.
Í 2001 var tað føroyski
Tróndur Bogason, sum
komponeraði eitt verk,
ÐQ, sum bleiv sungið á
øllum fýra málunum í
senn. Í ár er tað íslendski
Hugi
Guðmundsson,
sum hevur skrivað eitt
kórverk, nevnt Effigiem
Christi, fyri stórt blandað
kór og minni kvinnukór.
Síðstu ferð vóru tað
føroyski Sunleif Rasmus-
sen og svenski Gunnar
Eriksson, sum stjórnaðu
kórunum, í ár verða tað
íslendski
Bernharður
Wilkinson
og
grøn-
lendski Mads Lumholdt,
sum fara at stjórna kór-
unum.
Eisini verða framførd
onnur smærri kórverk.
Av føroyskum verða m.a.
Pauli í Sandágerði, sum
fer at stjórna Infant Joy,
og Sámal Matras Krist-
iansen, Nú líður móti
summartíð.
Meira er at lesa á
www.nakf.dk
eys
Vága Dansifelag skipar um vikuskiftið fyri afturvendandi landsdansistevnuni, sum í ár verður á Giljanesi. Fyrsta
landsdansistevnan varð hildin í Vágum í 1983 eftir hugskoti frá táverandi formanninum í Vága Dansifelag, Jónvør Petersen, sum
sæst fremst á myndini.
Myndin er frá norðurlendskari dansistevnu, sum Vága Dansifelag skipaði fyri á Giljanesi í fjør
Leygarkvøldið kl 19.00
fær felagskórið Gøta/
Leirvík vitjan av kórin-
um Sólarmagn úr Kirkju-
bø. Hesi bæði kórini fara
at hava eina felags kon-
sert í Gøtu kirkju.
Fyrst farmførir Sólar-
magn. Tey fara at syngja
kingo sálmar, verk eftir
modernað føroysk tóna-
skøld, Niels la Cour og
J.Brahms.
Felagskórið Gøta/Leir-
vík fer at framføra før-
oyskar sálmar og sangir,
umframt onkrar norður-
lendskar kórperlur.
At enda framføra kór-
ini tveir sangir saman.
Við á konsertini vera
eisini tveir ungir, evna-
ríkir klaverleikarar, sum
fara at framføra hvør sítt
stykki. Talan er um 18
ára gomlu Lív og beiggja
hennara Jósef, sum er 15
ár. Lív hevur fingið und-
irvísing í nøkur ár og
hevur síðan lært beiggja
sín at spæla klaver.
eys
Kórkonsert
í Gøtu kirkju
Komandi leygardag
verður stongt í
Idémøblum. Tað er
kanska ikki so løgið í
sjálvum sær nú
møguleikin fyri
einum longdum
vikuskifti liggur fyri
framman, men alt
starvsfólkið í
handlinum fer eina
vikuskiftisferð til
Danmarkar, sum tey
hava fingið bjóðað frá
fyritøkuni
UTTANLANDSFERÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ársins handil 2002 og 03
lønar nú sínum starvsfólki,
sum tey meta eigur stóran
part í heiðurinum fyri at
verða kostin ársins handil
tvær reisur.
15 starvsfólk fara Dýra
Biðidag eina ferð til Dan-
markar, har tey verða um
vikuskiftið. Tey fara rættu-
liga at hugna sær og bert
slappa av. Ein túr í Tivoli,
onkran túrin út at eta góðan
mat og annars njóta Keyp-
mannahavn.
– Tað er umráðandi at
starvsfólkini eisini fáa høvi
at hugna sær saman uttan
fyri vanliga arbeiðstíð,
heldur Birgir Andreasen.
Hann leggur afturat, at
tað ikki er meira enn náttúr-
ligt, at starvsfólkini eisini
fáa ein part av æruni fyri
heitið hjá handlinum.
Í sambandi við kapping-
ina um at gerast ársins
handil, vunnu tey bæði,
Birgir og Elsebeth, eitt
gávukort
uppá
15.000
krónur, sum eisini verður
nýtt til hetta endamálið. Og
so rindar fyritøkan restina,
so at øll starvsfólkini
kunnu fara hendan túrin.
Næstan øll koma við,
okkurt einkult avboð er tó
komið. Tey fara sum sagt
fríggjadagin og verða aftur
í Føroyum sunnudagin.
– Havnar hornorkes-
tur fekk tað vakrasta
fram. Orðini eigur
Alan Fernie, hann
sum hevur kompon-
erað tað kravda
stykkið, sum øll ork-
estrini í B bólkinum
skuldu framføra til
Evropa meistaraskap-
ið fyri hornorkestur
HORNORKESTUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Ongin venjing ella nøkur
konsert, sum vit hildu
undan ferðini, eydnaðist so
væl, sum framførslan á
pallinum til sjálva kapping-
ina, sigur Kári Olsen, for-
maður í Havnar hornorkest-
ur.
Hann greiðir frá, at sjálv-
andi var okkurt smávegis
kiks, sum tað aloftast er, tá
tónleikur verður framførd-
ur »live«, men tað hevur so
ikki verið tað, sum dómar-
arnir hava dømt mest útfrá,
heldur Kári. Hann heldur,
at kenslurnar, sum orkestr-
ið fekk fram í tónleikinum,
hava havt meira at siga í
dømingini.
Tað kravda stykkið, sum
orkestrini øll framførdu,
var eitt skotsk stykki, sum
Alan Fernie hevur kompon-
erað. Tað nevndist Airs and
Dances, og tað var eyð-
kendur skotskur tónleikur.
Hevði nógvar undirtónar og
sekkjapípuljóð og so fram-
vegis. Og hetta er tað, sum
komponisturin sjálvur, sum
var millum áhoyrarnar, sip-
aði til eftir, at tað var stað-
fest, at Havnar hornorkest-
ur hevði vunnið B bólkin.
Kári heldur, at tað er ikki
so langt millum skotskan
og føroyskan horntónleik,
og tað hevur ivaleyst gjørt
sítt til, at teimum eydnaðist
til fulnar at fáa tann eyð-
kenda skotska tónleikin
fram.
Góð skrá
Orkestrið framførdi tilsam-
ans seks stykki til kapping-
ina. Skráin legði upp til, at
tað skuldi vera undirhald-
andi, sindur solistiskt og
okkurt heimligt eisini.
Og til tað hevði dirigent-
urin, Ove Olsen valt vakra
lagið Eg skar mítt navn,
sum Alan Fernie eisini
hevði lagt tilrættis fyri
hornorkestur. Hetta gjørdist
komponisturin sjálvur tó
ikki greiður yvir fyrr enn
aftaná framførsluna.
Orkestrið fekk dómara-
metingina aftaná, og sum
Kári sjálvur sigur, so vóru
næstan bara lovorð í henni,
men so okkurt sum teir eis-
ini hildu, at orkestrið kundi
havt gjørt øðrvísi.
Til dømis nevndu teir, at
tvey av sjálvaldu stykkjun-
um betur høvdu hóskað til
at spælt úti. Men hóast
hetta so ivast Kári ikki í, at
skráin hevur gjørt sítt til, at
teir vunnu kappingina, tí
tað, sum tey hoyrdu av hin-
um framførslunum, so vóru
skráirnar hjá teimum heilt
øðrvísi enn hjá Havnar
Hornorkestri.
– So tað er skil í okkara
dirigenti, hann visti, hvat
hann gjørdi, tá hann legði
skránna, sigur Kári.
Italia bleiv nummar tvey,
Írland nummar trý og
Eysturríki fekk fjórðapláss-
ið. Kári greiðir frá, at triði
satsur í tí kravda stykkinum
skuldi spælast í einum sera
høgum tempo. Millum 160
og 180, tað vil siga, um trý
sløg um sekundið. Havnar
hornorkestur
royndi
at
halda seg so nær við 160
sum tilbar fyri at fáa tón-
leikin betur fram í stykkin-
um, meðan okkurt av hin-
um orkestrunum spældi tað
í hægri tempo. Hetta heldur
Kári av tí sama gjørdi, at
tónleikurin ikki kom til sín
rætt.
Fløvandi móttøka
Kári letur sera væl at mót-
tøkuni, sum orkestrið fekk,
tá tey komu aftu til Havnar
hóskvøldið.
– Tað fløvaði veruliga, at
GHM breyt teirra venjing
av fyri at koma at spæla fyri
okkum, og at so mong vóru
komin at taka ímóti við
borgarstjóranum á odda,
sigur Kári Olsen.
Hann greiðir annars frá,
at øll ferðin gekk fínt uttan
busstúrurin frá Aberdeen til
Glasgow.
– Flogtúrurin gekk fínt,
og ein fyrsta floks, teldu-
stýrdur Volvo bussur stóð
fyri okkum at koyra okkum
til Glasgow. Men tá vit
høvdu koyrt í einar 25 min-
uttir steðgaði hesin bussur-
in upp. Vit fingu at vita, at
tað fór at taka einar 40 min-
uttir at gera hann aftur.
Men
tá
samanumkom
funnu teir ikki feilin, og tað
endaði við, at vit bíðaðu í
hálvan fjórða tíma í oysandi
áarføri eftir einum øðrum
bussi. Og tað var ein trong-
ur og gamal býbussur við
ongum wcið, sum vit so
vórðu fraktað til hotellið í.
Ein koyritrúrur, sum vardi
tríggjar tímar. Men, men vit
komu so fram í øllum góð-
um bara nakað nógv seinni
enn ætlað, sigur Kári
Olsen, formaður í Havnar
Hornorkestri.
Og mestur mundi hesin
túrur og bíðingin vera væl
og virðiliga gloymd, tá
Havnar hornorkestur varð
kosið Evropameistari í B
bólkinum.
Leygardagin datt 69
ára gamli Sigvald
Hentze oman í
Norðbergi í Hvalba,
tá hann var farin
burtur í haga at
hyggja at seyði
VANLUKKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
69 ára gamli Sigvald
Hentze úr Hvalba er ikki
funnin enn, men staðfest
er, at hann er dottin oman
av ovaru rás í Norðbergi,
har hann hevur verið
seyðamaður í langa tíð.
Løgreglan og onnur,
sum hava leitað, hava
funnið nógv greið tekin,
sum benda á, at maðurin
er farin útav. Leitað hev-
ur
síðani
verið
við
gummibáti eftir mannin-
um, men onki funnið.
Sigvald var seinast
sæddur í Hvalba leygar-
dagin um 15 tíðina, tá
hann segði fyri einari
kvinnu, at hann ætlaði
sær ein túr burtur í haga.
Ein nátaveitsla var seinni
sama kvøld í Hvalba, og
har skuldi hann havt ver-
ið við. Men hann kom
ongantíð vegin fram.
Hetta hugsaðu fólk
sum so ikki nógv um,
men ein, ið regluliga
plagdi at vitja Sigvald,
fór fram við hjá honum
mánakvøldið. Tá var eitt
vindeygað opið í húsin-
um, men ongin maður at
finna. Síðani varð leitað í
bygdini, og um midnátt-
arleitið fekk løgreglan
fráboðan um, at maðurin
var horvin.
Greið tekin
29 mans frá løgregluni
og
Suðuroyar-norðara
bjargingarfelag
fóru
beinanvegin út at leita.
Leitað varð fyrst har, ið
maðurin vanliga plagdi
at ganga. Síðani var farið
úr eystara enda í hagan-
um og heilt vestur í
Norðberg. Tveir menn
fóru so til gongu eftir
rásini, og á ovaru rás í
Norðbergi funnu teir
stavin hjá manninum. Og
tá byrjaði illgrunin, um
at maðurin møguliga var
farin útav, at spíra.
Farið varð eisini at
leita við tyrlu. Og tá varð
annar stylvin og aðrir
lutir hjá manninum funn-
in niðast á tromini, hað-
ani 100 metrar eru beint
niður á sjógv.
Síðani fóru sjey mans
niður á tromina og har
sóu teir merkir í vøllin-
um, sum kundu bent á, at
onkur er farin omanav.
– Útfrá øllum hesum
upplýsingunum og at
stóra leitingin onki úrslit
hevur givið, hava vit
staðfest,
at
maðurin
allarhelst hevur gingið
eftir ovaru rás í Norð-
bergi og dottin oman og
ikki steðgaður aftur. Men
vit fáa okkum illa at
trúgva, at tað hevur verið
av ósketni, at hann er
dottin, tí har er gott at
ganga, og hann hevur
gingið har alt sítt lív. So
tað kundi verið, at hann
er vorðin illa fyri á ein
ella annan hátt og farin
útav, sigur sýslumaðurin
á Tvøroyri.
Leitað hevur sum sagt
verið á sjógvi eftir mann-
inum, men týskvøldið
um hálvgum sjey tíðina
varð hendan leitingin
steðgað.
Hvalbingur
omandottin
Havnar hornorkestur
bergtók komponistin
Evropameistararnir avmyndaðir í sambandi við 100 ára haldið hjá orkestrinum
Ársins handil á ferð
Idémøblar lønar nú sínum
starvsfólkið fyri heiðurin at
verða kosin Ársins handil tvey
ár á rað. Komandi vikuskiftið
hevur fyritøkan boðið øllum
starvsfólkunum eina viku-
skiftis ferð til Danmarkar
Savnsmynd
Menn í tyrluni bóru eyga við stylvan og aðrar lutir hjá 69
ára gamla Sigvaldi Hentze úr Hvalba niðast á tromini í
Norðbergi
Tilvildarlig mynd
C
M
Y
K
3
2