týsdagur 20. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Hetta fekk eg júst nú. Hetta
kom
við
teldupostinum,
beint sum eg skuldi fara út
gjøgnum hurðina. So eg tók
tað bara við.
Óli
Jacobsen
veittrar
við einum pappíri. Teldu
posturin
er
frá
Adam
Hochschild, maðurin sum
eitt nú hevur skrivað bókina
»Kong Leopolds Arv« um
viðurskiftini í afrikanska
landinum Congo undir harð
renda stýrinum hjá belgiska
konginum Leopold II fyri
meira enn hundrað árum
síðani.
Boðini
frá
Hochschild
eru, at hann ætlar at nevna
havnamannin Daniel Jacob
Danielsen, Dollan, í eini kom
andi grein hjá sær.
Tá bretski konslin Roger
Casement í 1903 fór fyrsta
túrin at kanna ræðuleikarnar
í Congo, var Dollin við sum
hansara fremsti samstarvs
felagi. Og árini hareftir hevði
Dollin sín týðandi leiklut í at
greiða heiminum frá støðuni
í landinum. Eitt arbeiði, sum í
1908 noyddi Leopold frá vald
inum.
– Á henda hátt hevði
Dollin beinleiðis ávirkan á
heimssøguna. Men hóast
nógv er skrivað um Congo
og Leopold, so er Dollin ikki
tikin upp á tungu. Men nú
fær eisini hann sítt pláss
í heimssøguni, sigur Óli
Jacobsen eitt sindur errin.
Hóast lítillátin, so er
Óli Jacobsen glaður um, at
kanningararbeiðið hjá sær
nú fær søgufrøðingar, líka
úr Avstralia til USA, at skriva
Dollan inn í teirra søgu
bøkur.
– Ja, onkursvegna haldi eg
at hetta er eitt gjøgnumbrot.
Eg eri jú ikki søgufrøðingur,
men havi bara Gøtu skúla
at dúva uppá, leggur Óli
Jacobsen smílandi afturat.
Søgan
um
Dollan
–
Havnarmannin, sum broytti
heimssøguna – er bara ein
av mongum søgum úr penn
inum hjá Óla Jacobsen.
Hóast hann árini frá 1994
til 1998 var løgtingsmaður
og eitt skifti eisini lands
stýrismaður
fyri
Verka
mannafylkingina, so er Óli
Jacobsen kendur fyri síni
36 ár sum formaður í Fiski
mannafelagnum, frá 1971 til
2007.
– Mær hevur altíð dám
að væl at skriva. Vit byrjaðu
FF-blaðið í 1990, og eg trúgvi
framvegis
uppá,
at
tað
broytti fatanina hjá fólki av
fiskimanninum. Í FF-blað
num byrjaði eg at skriva um
gamlar fiskimenn, eg fekk
teirra søgu, og mær dámdi
væl at fortelja hesar søgurnar,
greiðir Óli Jacobsen frá.
Í 2007 bleiv hetta vaksandi
ítrivið til eitt fulltíðarstarv.
– Tá sluttaði alt í Fiski
mannafelagnum. Eg var 63
ára gamal, og hevði ætlað
mær at taka eitt formans
skeið afturat. Men tá tað ikki
bleiv, so mátti eg finna upp
á okkurt annað. Eg fór at
skriva burturav.
Óli Jacobsen bleiv knýttur
at Sosialinum, og síðan eru
Miðvikan og Søgur úr Gamla
Kirkjugarði í Havn fastir
táttir í blaðnum.
– Okkurt um 300 grav
steinar eru í gamla Kirkju
garði. Fólkini, ið har liggja,
umboða í stóran mun Havn
ina í nítjandu og tjúgundu
øld. Sjálvandi við tí sosialu
slagsíðu, at her er bara talan
um tey, sum høvdu ráð til
ein gravstein. Men eg haldi
tað vera áhugavert at for
telja teirra søgu, sigur Óli
Jacobsen, sum nú hevur
steðgað á við at kalla hvørja
grøv.
Men har mangla einar
tvær ella tríggjar søgur. Og
tær skulu eisini skrivast.
Óli Jacobsen hevur ætlan
ir um at savna saman alt
tilfarið úr Gamla Kirkjugarði,
antin í bók ella teldutøkt.
Men tað liggur eitt sindur
longur frammi í tíðini.
Lagnurnar
Lívssøgurnar hjá vanligum
fólki fanga lætt áhugan hjá
Óla Jacobsen. Men sterkast
standa lagnusøgurnar. Søg
urnar um menn, ið eru farnir
á sjónum, og søgurnar hjá
teimum, ið eftir sita.
Sum dømi nevnir Óli
Jacobsen árið 1920, tá 60
mans fórust á sjónum.
– Ein kann undrast á,
hvussu føroyska samfelagið
hevur yvirlivað hesar van
lukkurnar. Mítt ættarlið fatar
tað so dánt, og tey ungu fata
tað als ikki.
Óli Jacobsen hevur tosað
seg heitan.
– Tað hevur týdning at
fortelja hesar søgurnar. Ikki
minst so at tey ungu kunnu
skilja, at teirra luksuslív er
ikki nøkur sjálvfylgja.
Hann steðgar á. Tekur
fram eitt brot úr einari av
mongu vanlukku frásøgn
unum. Vanlukkan umborð á
Acorn undir Íslandi í 1928, tá
sjey menn brendu til deyða.
– Her finst eitt bræv, ið ein
maður skrivaði heim til konu
sína, har hann greiddi frá
um síðstu løtuna hjá 16 ára
gamla soni teirra, ið brendi til
deyða umborð. Eg fekk loyvi
at endurgeva brot úr bræv
inum. Tað er so kensluborið,
at tað rørir meg inn á sálina.
Lagnusøgurnar hava stað
ið á prenti, summar í FF-blað
num og aðrar í Sosialinum,
og 20 teirra eru savnaðar í
bókini »Havið tók teir«, ið Óli
Jacobsen gav út í 2011.
Sjálvur
heldur
Óli
Jacobsen, at føroyska sam
felagið ger alt ov lítið fyri
at dokumentera sína egnu
søgu.
– Eg nevndi einaferð fyri
Jógvani á Lakjuni, ið tá var
landsstýrismaður í menta
málum, um tað ikki hevði
verið eitt hugskot at byrja við
ársuppgávunum í miðnáms
skúlunum.
Um
skúlarnir
ikki kundu latið kornvelting
í Russlandi og kollvelting í
Fraklandi ligið í eitt ár, og í
staðin sent næmingarnar út
at tosa við ommur og abbar.
Tað hevur týdning at vit sum
samfelag festa søguna á blað.
Tú mást
kenna tína
egnu fortíð
Hann hevur skrivað okkurt um 4000 síður av siðsøgu. Søgur um persónar
og lagnur úr eini farnari tíð. Ein av søgunum hevur enntá fingið viðurkendar
søgufrøðingar úti í stóru verð at rætta kumpass. – Eg blívi klókari av at skriva
hesar søgurnar, og saman við mínum forvitni er tað drívmegin í arbeiðnum, sigur
Óli Jacobsen, sum hóast 70 ára gamal framvegis leitar eftir søgunum
– Eg geri einki annað.
Eg dugi heldur einki
annað. Eg dugi ikki
at mála, smíða ella
grava. Men eg skrivi
Mynd: Álvur Haraldsen