týsdagur 20. august 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Tí áðrenn vit vita av, eru tey
gomlu farin undir grønu
torvu, og við teimum ein biti
av okkara felags søgu, sigur
Óli Jacobsen.
Lívsstílurin
Við árunum er skrivingin
blivin ein lívsstílur hjá Óla
Jacobsen. Arbeiðið og ítrivið
er smeltað saman.
– Eg geri einki annað. Eg
dugi heldur einki annað. Eg
dugi ikki at mála, smíða ella
grava. Men eg skrivi.
Sambært
fyrrverandi
Fiskimannafelagsformann
inum eru tey alsamt fleiri, ið
fortelja sær, at tað nú eisini
var gott, at hann ikki varð
afturvaldur, tá í 2007.
Spurdur, hvørt hann er
samdur við teimum, dregur
Óli Jacobsen á svarið:
– Eg ætlaði mær eitt skeið
afturat, men fekk nakað ann
að, sum er meiningsfult. Nú
kann eg brúka alla mína tíð
til nakað, ið mær dámar væl.
So jú, eg eri nøgdur, hóast tað
var hart tá.
Óli Jacobsen dugir ikki
at seta tal á, hvussu nógvar
tímar fara við skrivingini
hvørja viku. Tað veri seg
við at tosa við fólk, granska
gomul skjøl ella framman
fyri telduna.
Manglandi svarið hevur
nakað við lívsstílin at gera,
skilst.
Og hóast hann í mong ár
hevur trolað eftir søgum, so
gerst havið ongantíð tómt.
Nøsin fyri góðu søguni er
framvegis har.
– Herfyri vóru vit í
London. Á veg heim aftur
komu vit at bíða í Gatwich.
Tá síggi eg ein mann koma
leiðandi eina eldri konu. Eg
hugsi við mær sjálvum, at
hatta má so bestemt vera
ein gomul hermannakona.
Vit komu í prát, og har var
eisini ein søga, greiðir Óli
Jacobsen.
Kvinnan
var
Esther
Williamson, fødd Rein, sum
er ættað úr Havn. Hon gift
ist við einum bretskum her
manni og tey búsettust í
Bretlandi eftir kríggið. Nú var
hon á veg til Føroya saman
við soni og verdóttir at halda
90 ára føðingardag saman
við føroysku familjuni.
– Soleiðis er tað við søgu
num. Nakrar eru reint hepni,
meðan aðrar koma burtur úr
øðrum kanningararbeiði ella
eg fái eitt prei um tær, greiðir
Óli Jacobsen frá.
Drívmegin
Óli Jacobsen fyllir 70 ár í dag,
mikudagin 21. august. Hann
kundi tí valt at tikið sær av
løttum sum pensjonistur.
Men viljin er til meira.
– Man blívur so nógv klók
ari sjálvur av hesum. Hevði
eg einki skrivað, so fekk eg
heldur einki at vita. Hartil
havi eg eitt gott minni. So eg
fái avgjørt nakað burtur úr
við at halda fram, sigur Óli
Jacobsen.
Hann hevur lagt seg eftir
at skriva til vanliga fólkið,
sum hann málber seg.
– Sum áður nevnt, so havi
eg bara Gøtu Skúla at dúva
uppá. Og tí skrivi eg sum ein,
ið er komin úr Gøtu Skúla.
Onkur heldur óivað, at tað er
ikki so gott ella fínt. Men tað
skulu tey eisini hava loyvi
til at halda. Skít verið við tí,
hevði eg nær sagt.
Eftir okkurt um 4000 síður
av siðsøgu er Óli Jacobsen
framvegis á veg móti næstu
søguni. Heilsan er góð, og
hugurin til staðar.
– Eg eri framvegis bæði
svangur og forvitin. Eisini
havi eg eina unga konu, sum
fyllir 58, nú eg fylli 70. Men
eg bleiv ikki abbi fyrstu ferð,
fyrr enn eg var 68, og tað
gongur also fram um alt ann
að, leggur Óli Jacobsen smíl
andi afturat.
»Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen (sum
vanlukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til
det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: »Gode
Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder,
Gud trøste hende,« bad han, og han bad sit Fadervor
med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt,
det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle
samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de
lyse Sale hos Gud i Himmelen.«
Brot úr brævi, sum Fríðrikur Klein sendi heim til konuna,
Apoloniu, eftir vanlukkuna umborð á Acorn undir Íslandi í
1928, tá sjey mans brendu til deyðis. – Tað er so kensluborið,
at tað rørir meg inn á sálina, sigur Óli Jacobsen, sum skrivaði
lagnusøguna og slapp at skriva burtur úr brævinum.
Óli Jacobsen
• Føddur í Kalundborg á Sælandi
21. august 1943
• Flutti saman við foreldrum og
systkjum til Norðragøtu í 1950
• Fór til skips við slupp í 1958.
• Kom í nevndina í Føroya
Fiskimannafelag í 1966
• Formaður í FF 1971-2007 við
undantaki av einum góðum ári
sum landsstýrismaður
• Giftur við Kirstin f. Nielsen av Eiði.
• Børn: Linda f. 1982, gift við
Palla Skorheim, tey eiga sonin
Óla f. 2011, Kári f. 1983,
Óli Jákup f. 1987 og
Tróndur f. 1991
FAKTA: