Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Minnu Dahl Micehlsen Systkinabarnið Minna Dahl Michel- sen bleiv í juli mánaði knappliga for- síðu tilfar í donskum og føroyskum bløð um, tí hon var horvin. Minna var ongantíð áður farin soleiðis heimaní- frá uttan at siga frá. Hon var kent and lit í býnum, og hon kendi hvørt skot. Hvar var 48 ára gamla føroyska kvinn an Minna? Minna búði í egnari íbúð, har pedgogar høvdu eyguni eftir henni yrkadagar. Leitað varð eftir Minnu í øllum krók um, og tíggju dagar seinni varð hon funnin deyð, føst í mýrudýki á staði, hon ikki var von at ganga. Hetta var alt so óveruligt, og allar tíggju dagarnar, meðan leitingin fór fram, byrjaði dagurin hjá okkum í Før oy um við at frætta nýtt um Minnu. Tank ar- nir reikaðu í allar ættir í vónini um, at Min na varð funnin aftur á lívi. Sum tíð in leið, fánaði vónin. Afturvendandi spurn ingurin var: Hvar er Minna? Vit stóðu øll hjálparleys vitandi um, at løg reglan og nógv fólk leitaðu eftir systkina barninum. Øll vóru vit fegin 21. januar 1965, tá ið henda vakra og blíðskortaða gentan kom í verðina, og øll í familjuni hildu seg eiga part í henni. Minna fekk tó ringa byrjan á lívsleiðini, tí hon græt nógv fyrsta hálvtannað árið. Hvørki læknar ella foreldur kundu loysa gátu na, hví gentan græt meira enn van ligt. Sjálvandi var okkurt galið við barninum, og sum tíðin leið, vóru lækn ar og foreldur varug við, at okkurt bagdi gentuni. Minna førdi seg ikki fram sum vanlig børn. Minna var menningartarnað, og hetta var ógvuliga torført hjá for eldru- num at góðtaka. Gentan var óivað skadd í føðingini, og tað vísti seg, at hon hevði torført við at tosa og læra, men foreldrini góvust ikki á hondum og framdu miðvíst dygdararbeiði til tess at menna gentuna. Minnist pápa beiggjan Vagn Erik, tá ið hann vísti mær á nýggj orð, sum Minna nú dugdi at siga, og sum hann skrivaði í eitt skrivihefti. Miðskeiðis í 1960-árunum og í 1970-árunum høvdu menningartarnað børn ikki eins møguleikar og í 2013, sjálvt um vit framvegis ikki hava nøktandi góðar karmar at bjóða teim um menningartarnaðu. For eldr- ini ynsktu inniliga, at Minna slapp at ganga í vanligum fólkaskúla, men tað var við tógvið stríð, at hetta eydn- aðist. Foreldrini bardust harðan dyst við myndugleikarnar, at Minna fekk henda møguleika. Tí adressan hjá myndug leikunum var Skúlin á Trøðni, men tað vildu foreldrini helst ikki. Minna mentist nógv, serliga menniskja liga, í Tórshavnar kommunu skúla, og øll í skúlanum vóru góð við Minnu. Og pápin helt fram at venja gentuna málsliga heima, so hon at enda megnaði at mál bera seg hampiliga væl. Foreldrini, Vagn Erik og Petra, sum doyði í 2000, strídd- ust nógv fyri rættindunum hjá Minnu í sam felagum, sum í dag er ein sjálv- sagdur rættur. Vit skulu minn ast til, at hetta var fyri fjøruti árum síða ni. Men alt fær ein enda, og so kom seinasti skúladagurin hjá Minnu í fólka skúlanum. Hvørjar møguleikar hevði Minna nú úti í samfelagnum? For eldr ini royndu at útvega henni arbeiði. Hetta eydnaðist eisini, men rigg aði ongantíð nóg væl. Ymsar orsøk ir gjørdu, at foreldrini hildu, at samfelagið hevði ikki nóg góðar og tryggar umstøður at bjóða einari ung- ari menn ingar tarnaðari gentu. Møgu- leik in var Eirargarður, men eingin vard íbúð í býnum. Møguleikar vórðu tí kannaðir í Danmark, og endin varð, at Minna sum nítjan ára gomul flutti heimaní- frá til Nykøbing Falster, har hon búði til lagnudagin seinast í juli mánaði. Fyrstu nógvu árini gekk væl, og Min- na megnaði sjálv at koma til Føroya at vitja foreldrini og eisini eldru systur sína, Elina, sum býr í Keypmannahavn. Men so líðandi gjørdist hon ótrygg, og seinnu árini hava tveir pedagogar ver- ið við henni, tá hon hevur verið heima og ferðast. Í juni mánaði, júst ein mánað áðr enn tey fóru at leita eftir Minnu, vitj aðu Minna og tveir pedagogar í Føroyum í knappa viku. Minna gled- di seg altíð at sleppa til Føroya at vitja pápa sín, Vagn Erik, sum býr á Tjarn- ar garði, og so legði hon eisini stór- an dent á at hitta systkinabørnini. Tí skipaði beiggi mín Hans Jákup og konan Gunhild hvørja ferð fyri hugna løtu, har vit onnur møttust at hitta Minnu og pedagogarnar. Minna hevur frá barnsbeini verið so ótrúliga ættar kær, og vit hava altíð merkt, at systkina børnini høvdu nógv at týða fyri hana. Hon ringdi eisini javnan til okk ara í Føroyum. Hetta junikvøldið var lagið gott, har vórðu tiknar mynd- ir og prátað, og Minna var í góðum hýri. Nú er Minna farin, og vit sita eftir spyrj andi, hví Minnu untist so ringa byrj an og so ringan enda á lívsleiðini. Hetta blíða og fitta menniskjað hevði ikki uppiborið slíkt. Minna hevði gott og heitt hjarta, og hon vísti sín- ar kenslur - kanska meira enn vit onnur. Tankarnir leita aftur í ung dóms- árini hjá Minnu. Henni dámdi væl at spæla bingo, og hon vann bæði flog- ferð ir, dunnur, gæs og góðgæti. Eitt kvøld ið ringdi hon til pápa mín, Helga í Smæru ni, tí hon var komin aftur frá bingo og hevði vunnið ein livandi kálv. “Helge, kanst tú fletta mær kálv in?”, spurdi Minna í telefonini. Pápi mín gloymdi ongantíð erpnu Min nu, sum hetta kvøldið hevði vunnið høvuðs- vinn ing in. “Sjálvandi skal eg taka mær av kálvi num”, segði pápabeiggin. Góða Minna, vit sakna teg øll og fata als ikki, at tú ert ikki ímillum okk- um longur. Takk fyri títt trúfesti og títt altíð serliga smíl. Tú hevur pláss í okkara hjørtum, vit, sum uttan teg nú halda fram at fóta okkum á hesari fold. Minna, eg síggi fyri mær, tá ið tú í fleiri ár komst oman til okkara at pynta jólatræið. Tú vart tá mitt í verð- ini, hetta var bara tú. Øll hesi minnini goy ma vit í hjørtum okkara. Minna er grivin í Nykøbing Falst- er. Vagnur Michelsen NØVN Tíðindi Í ó Viðmerkingar Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið