týsdagur 20. august 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Við at senda Lumia 520 og 720 á marknaðin
hevur Nokia at kalla fylt holini í røðini. Nú
er eitt breitt úrval við bæði sera bíligum
Windows Phone 8-útgávum til máttmiklar
premium-útgávur. Hvar er plássið hjá 720
so í hesum? Hon hevur størri skíggja og betri
upploysn á myndatólinum enn 620. Hon er
lættari enn 820, men hevur ikki eins gott
myndatól og minni minni. Hon vísir seg frá
síni bestu síðu við battarínum, sum heldur
longst av øllum í Lumia-røðini, og hon er
eisini tann klænasta í røðini.
Uttan líkist hon
Uttan líkist hon dýraru útgávunum við
kantuta skapinum skalinum úr polykarbonat.
Vansin við Unibody er, at tú sleppur ikki
framat battarínum. Men tað finst tó ein lúka
til micro-SD-minniskort, og tað er ikki altíð
støðan.
Skíggjastøddin upp á 4,3 tummar er hent
hjá teimum, sum ikki hava so stórar hendur,
tí her er lættari at stýra valmyndunum
við tumlinum. Men tað er eitt vónbrot,
at upploysnin ikki er betri. Góðskan á
skíggjanum er annars betri enn hjá fleiri
lágprís-útgávum, men tó ikki heilt á sama
støði sum á dýru snildfonunum.
Myndatólið er ikki meira enn 6,7 megapixerls,
og tað ljóðar ikki av so nógvum í dag, tá fleiri
snildfonir hava minst tað dupulta. Í góðum
ljósi eru myndirnar á leið tað, sum roknast
kann við. Takkað verið eini blendu upp á
imponerandi f/1.9 er Lumia 720 eisini betri
enn so nógvar aðrar, tá tað snýr seg um at
taka myndir í vánaligum ljósi.
Tað skal nevnast, at Nokia hevur hópin av
góðum eyka-innihaldi til sínar snildfonir –
umframt appirnar, ið eru standard í Windows
Phone 8. Kortini eru góð, og til ber at taka tey
niður, so tey eisini kunnu nýtast uttanlands,
uttan at tað kostar eina rúgvu í útlendskari
data-roaming. Navigatiónsskipanin er eisini
hent at hava, tá tað er trupult at finna vegin
fram.
Í gerandisdegnum er tað skjótt og lætt at
ferðast millum ymsu funkurnar, men tú skalt
tó ikki leita leingi, áðrenn telefonin brádliga
kennist tung at arbeiða við. Dupultkjarnu-
gerilin hevur eitt sindur ov lágan clock-
frekvens, men fyrst og fremst er minnið ov
lítið, tá krevjandi app’ir skulu koyra.
Niðurstøða
Sum so er Lumia 720 ein góð snildfon fyri ein
sámuligan prís. Hon er løtt og kløn, og hon
kennist eitt sindur dýrari, enn hon veruliga
er. Tú fært eitt myndatól við góðum ljósi,
gott ljóð í oyratelefonirnar og nógvar hentar
app’ir. Størstu kappingarneytarnir eru systkini
í Lumia-røðini. 620 er enn bíligari, og 820
hevur størri megi fyri somu pengar. So um
720 er rætta telefonin til júst tín veldst um,
hvat tú skalt brúka hana til, og hvørjir lutir
hava størsta týdningin fyri títt viðkomandi.
Gadget: Nokia Lumia 720
Væl bygd
og fult lødd
Analogt ur
við 41 megapixel
Millum-útgávan hjá Nokia hevur sínar fyrimunir,
men aðrar útgávur er meira lokkandi
Jonas Ekelund
2.900 krónur
Meting ( 4 av 6 )
★★★★★★
+
-
Ljósstyrkin í mynda
tólinum. Væl bygd
Góð battarítíð.
Upploysnin
á skíggjanum.
Minnið
Fakta
Nokia Lumia 720
• Stýriskipan: Windows Phone 8
• Skíggi: 4,3" 800 x
480 IPS (217 ppi)
• Geril: 1,0 GHz Snapdragon
S4 dual-core
• Minni: 512 MB ram / 8
GB goymsla + microSD
• Myndatól: 6,7 MP
f/1.9 + 1,3 MP
• Tráðleyst: 802.11
b/g/n, BT 3.0, NFC
• Stødd: 127,9 x 67,5 x 9 mm
• Vekt: 128 g
• Battarí: 2000 mAh
Snild ur eru framtíðin, sigst, og hetta
er helst villasta útgávan higartil
Hyetis Crossbow er eitt ektað analogt ur
við mekaniskum urverki, har nakað av tøkni
eisini er lagt afturat. Allur elektronikkurin
í urinum verður nýttur til innbygda
myndatólið.
Myndatólið hevur Zeiss-optik, zoom og
ein myndasensor upp á ikki minni enn 41
megapixel. Ekstrema upploysnin verður
tó bert nýtt internt, so myndirnar verð
ahvassar. Tá myndirnar skulu goymast
og flytast til snildfonina, verður støddin
minkað, so myndirnar ikki fylla ov nógv.
Urið nýtir wi-fi, Bluetooth og NFC til at
hava samband við snildfonina, og riggar til
Android, IOS og Windows Phone 8.
Crossbow hevur touch-skíggja, GPS-tagging,
hæddamátara, mikrofon, accelerometur
og biometriskar sensorar í sjálvari reimini.
Hartil hevur Hyatis ymsar app’ir í umbúna,
so funkurnar kunnu gerast enn fleiri.
At byrja við verður snilda urið framleitt í
500 eintøkum, og tey allar fyrstu av hesum
fáa eina serstaka »early-bird« útgávu við
gráum titan-kassa, sum er vatntættur niður
til 250 metra dýpi. Mekaniska urverkið
hevur sjálvvirkandi upptrekk við rotori, og
tað gongur í 48 tímar, tá tað er trekt upp.
Prísurin er $1.200