týsdagur 20. august 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Fyrrverandi formaðurin í
Búskaparráðnum, búskapar
frøðingurin Johnny í Gróti
num, rópar nú varskó. Kjak
ið um Eysturoyartunnilin
er eftir hansara tykki snøgt
sagt farið av sporinum.
– Talan er um eina íløgu
í
infrakervið
hjá
øllum
borgarum í landinum. Tí er
avgerandi,
hvussu
henda
milliarda íløga skal fíggjast
og forrentast. Og tí hevur
tað týdning, um rentan á
láninum er 1,76 prosent ella
fimm prosent, og um her
liggur ein eginpeningur inni í
projektinum, sum eisini skal
forrentast. Hetta eru fakto
rar, sum næstu mongu árini
vera avgerandi fyri, hvus
su nógv tað fer at kosta at
koyra gjøgnum tunnilin, sig
ur Johnny í Grótinum.
Johnny í Grótinum var
formaður í Búskaparráðnum
árini frá 2005 til 2006. Og
meðan tøgnin frá sitandi
Búskaparráði í tunnilsmáli
num er larmandi, eftirlýsir
fyrrverandi formaðurin eina
reella viðgerð av málinum.
- Ja, tú kanst siga, at løg
tingið hevur samtykt at
geva landsstýrismanninum
eina heimild at samráðast
við eitt privat felag um eina
privata
tunnilsloysn.
Og
har má eg rósa Copenhagen
Infrastructure Partners og
teirra
samstarvsfeløgum
í PensjonDanmark og LÍV
fyri dugnaskap, framfýsni
og virkisfýsni, tí tey hava
megnað at útvega váðafúsan
kapitla til at fremja íløguna í
tráð við leistin, sum løgtingið
hevur
álagt
landsstýris
manninum í innlendismálum
at tráðroyna. Men eigur alt
kjak og øll viðgerð av hesi
milliardaíløgu so at enda har,
spyr
búskaparfrøðingurin
retoriskt, áðrenn hann held
ur fram:
- Í øðrum londum kjakast
serfrøðin og politikarar um
sonevnda
OPP-modellið,
har tað almenna og privata
ganga saman um ávísar
íløgur. Tað tykist, sum um
vit leypa upp um hesa
grundleggjandi
diskusjón
ina, fyri í staðin at vevja alt
møguligt annað uppí, sigur
Johnny í Grótinum við greið
ari tilsipan til Sandoyar
tunnilin.
Sambært búskaparfrøð
inginum er avleiðingin heilt
einfalt, at vit missa fokus á
tað, sum diskusjónin eftir
hansara tykki eigur at snúg
va seg um.
- Tað má vera ein spurn
ingur um samfelagsnyttuna
av tí einstøku íløguni, slær
hann fast.
Eitt skúladømi
Johnny í Grótinum er greið
ur yvir, at hann við sínum
starvi í BankNordik lætt
liga kann vera lagdur undir
at renna ørindi fyri sín
arbeiðsgevara, nú hann legg
ur seg út í kjakið um Eystur-
oyartunnilin.
BankNordik
hevur
al
ment ført fram, at eftir bank
ans tykki er besta loysnin
ein almenn loysn, har ver
andi
undirsjóvartunnlar
verða brúktir sum fíggjarligt
grundarlag undir Eysturoy
artunnlinum.
Johnny í Grótinum strik
ar undir, at hann úttalar seg
sum
búskaparfrøðing
og
fyrrverandi formann í Bú
skaparráðnum. Ikki vegna
BankNordik.
Afturat
starvinum
í
bankanum hevði Johnny
í
Grótinum
mánadagin
sín fyrsta starvsdag sum
tímalærari á Føroya Handils
skúla, har hann næsta skúla
ár skal undirvísa triðja árs
næmingum í altjóða búskapi.
- Har skal eg undirvísa
í, hvussu búskaparfrøðin
kann brúkast til at greina
viðkomandi
samfelagsbú
skaparligar spurningar. Og
har er Eysturoyartunnilin
eitt upplagt evni at taka upp.
Tað er greitt, at ágóðin av
hesi íløgu er til staðar. Men
politisku avgerðirnar, sum í
hesum døgum verða tiknar
á Føroya Løgtingi, koma at
áseta støddina á samfelags
liga ágóðanum, sigur Johnny
í Grótinum.
Ikki minst tí eftirlýsir
hann eina meira grundleggj
andi og fakliga viðgerð av
málinum.
- Sum búskaparfrøðingur
føli eg eina ávísa fólka
ræðisliga skyldu til at geva
mítt fakliga íkast til kjakið
um hesa íløgu, leggur hann
afturat.
Johnny í Grótinum hevur
tí hugt nærri at uppritinum,
sum Landsverk í mars í fjør
gjørdi til Innlendismálaráðið
í eini roynd at lýsa búskap
arligu avleiðingarnar av, um
Eysturoyartunnilin verður
almennur ella privatur.
- Tað uppritið vísti, at pri
vata loysnin er 40 prosent
dýrari. Men við dagføra
útrokningarnar síggja vit, at
munurin er øktur. Gjógvin
millum almenna og privata
leistin er snøgt sagt blivin
breiðari og djúpari, soleiðis at
privata loysnin nú er tríggjar
ferðir dýrari enn almenna
loysnin. Tað fer so at síggjast
aftur í prísinum fyri at koyra
í gjøgnum tunnilin, sigur
Johnny í Grótinum.
Roknistykkið
Búskaparfrøðingurin vísir á,
at landsstýrið so seint sum í
juni lænti eina milliard krón
ur.
- Lánsbrøvini blivu rivin
burtur eftir einum tíma.
Fasta rentan næstu fýra árini
gjørdist 1,76 prosent. Og tað
sigur nakað um fíggjar
støðuna hjá landinum, tá tú
kanst læna pengar á handan
hátt, argumenterar Johnny í
Grótinum.
Tunnilsuppritið
hjá
Landsverki frá mars í fjør
tekur støði í, at landskassin
kann læna fyri 3,7 prosent.
Og sama upprit tekur støði
í, at privat fyritøka fer at
krevja eina renting av saml
aðu íløguni á 6,7 prosent.
- Men í summar kom fram
í fjølmiðlunum, at privati
fíggingarleisturin hevur við
sær eitt krav um, at íløgan
skal rentast við stívliga 10
prosentum. Sambært hesum
skulu tær fyrstu 300 millión
irnar í eginpeningi rentast
við 15 prosentum, meðan
restin verður lánifíggjað við
meðalrentu á fimm prosent,
sigur Johnny í Grótinum og
heldur fram:
- Um hesar upplýsingar
um privata leistin eru rættar,
kann tað almenna also læna
pengar til væl lægri rentu
enn áður mett, meðan pri
vata tunnilsfelagið krevur
væl hægri rentu enn mett
í álitinum. Tí er munurin
millum almennu og privatu
loysnina
øktur
rættuliga
nógv. Fyri brúkaran merkir
tað ítøkiliga, at við almennu
loysnini fer tað at kosta
46 krónur at koyra aftur
og fram gjøgnum tunnilin,
meðan prísurin við privatu
loysnini verður 146 krónur
aftur og fram.
Sambært búskaparfrøð
inginum kemst stóri prís
munurin heilt einfalt av, at
privata felagið lænir pengar
til nógv hægri rentu enn
tað al-menna. Harumframt
hevur privata felagið krav
um at forrenta sín egin
pening, og tað hevur lands
kassin ikki.
Perur og bananir
Í almenna kjakinum hevur
verið nógv umrøtt, hvussu
stórur váðin er við at gera
íløguna í Eysturoyartunnilin.
Fyri ein útlendskan íleggjara
er tað ein váðafús íløga yvir
høvur at gera ein undir
sjóvartunnil í einum lítlum
og fjarskotnum oyggjasam
felag, sum enntá er hótt av
fólkafráflyting.
Eisini
er
ivasamt, hvussu nógv yvir
høvur fara at brúka tunnilin.
Og um prísurin nú eisini fer
at halda, ella íløgan gerst
munandi dýrari enn ætlað.
- Fyri ein privatan íleggj
ara er hetta ein reel støða at
hava. Og tað er eisini reelt
at taka pengar aftur fyri at
átaka sær ein slíkan váða.
Men her eru almennu Før
oyar heilt grundleggjandi
í eini aðrari støðu enn ein
privat-ur
íleggjari,
sigur
Johnny í Grótinum og rams
ar upp munin:
- Almennu Føroyar hava
longu átikið sær tann váða,
at
føroyingar
framvegis
koma at búleikast her um 30
og 50 ár, men fyri íleggjaran
er talan um ein nýggjan
váða, sum hann kann hava
ilt við at meta um. Og har
næst hevur løgtingið mun
andi betur møguleika enn
nakar privatur íleggjari at
gera nakað ítøkiligt við ein
Smartar
loysnir køva
samfelagsatlitið
Avgerandi fyri Eysturoyartunnilin má vera, hvussu góð henda íløgan verður fyri føroyska samfelagið. Og tí mugu
og skulu politikarar fyrihalda seg til, at fyri brúkaran verður privata loysnin tríggjar ferðir dýrari enn almenna
loysnin. Hvar er samfelagsatlitið í hesum, spyr búskaparfrøðingurin og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum,
Johnny í Grótinum, sum eftirlýsir eitt grundleggjandi kjak um, hvat skal vera alment, og hvat skal vera privat