týsdagur 20. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
slíkan váða. Løgtingið kann
gera nakað ítøkiligt fyri at
venda
fólkafráflyting
til
fólkavøkstur,
soleiðis
at
sannlíkindini fyri at fólk
eisini búgva her um 30 ella
50 ár og harvið eisini brúka
tunnilin eru til staðar. Tað
kann ein privatur íleggjari
av givnum orsøkum ikki.
Og landið kann skipa so
leiðis fyri, at framtíðar sam
ferðsluútbyggingar
verða
lagdar soleiðis til rættis, at
tær stuðla undir at tunnilin
verður brúktur mest møgu
ligt. Poengið er bara, at ein
privatur íleggjari vil taka
seg betaltan fyri ein váða,
sum landið longu kennir,
tekur og kann gera nakað
við, argumenterar Johnny í
Grótinum.
Tí eftirlýsir búskapar
frøðingurin enn einaferð
grundleggjandi diskusjónina
um, hvat skal vera alment, og
hvat skal vera privat.
- Vit mugu kunna disku-
tera og lýsa út í æsir, um og
hví vit vilja gjalda tríggjar
ferðir so nógv fyri at koyra
ígjøgnum ein tunnil aftur
fyri at lata ein privatan átaka
sær váðan av verkætlanini,
sigur Johnny í Grótinum.
Búskaparfrøðingurin
vísir á, at í okkara granna
londum
hava
tey
hesar
diskusjónirnar um alment
kontra privat og áður um
rødda OPP-modellið.
Tá
danskir
pensjóns-
grunnar í vetur bjóðaðu sær
til at fíggja eina røð av íløgum
í infrakervið í Danmark eftir
OPP-leistinum,
var
mót
tøkan lunkað. Ikki minst hjá
fíggjarmálaráðharranum,
Bjarne Corydon.
- Tað er altíð ein rokning,
ið skal gjaldast – eisini fyri
eitt OPP-projekt. Og tann
rokningin endar altíð í síðsta
enda hjá skattaborgarunum,
segði Corydon við Børsen.
Argumentatiónin
hjá
teimum ivasomu bygdi á, at
danski staturin er somikið
væl fyri, at hann kann
lættliga læna pengar fyri
tvey prosent í rentu, meðan
pensjónsgrunnarnir
taka
sær eini sjey prosent í rentu
fyri at fáa eina skilagóða for
rætning burturúr.
- Og nær er váðin so mikið
stórur, at hann rættvísger
eina eyka rentu upp á fimm
prosent, ljóðaði spurningur
in, ið Corydon setti upp ímóti
OPP-leistinum.
Í aðrari grein í Børsen
um ólavsøkuna varð víst
á, at manglandi áhugin í
Danmark hevði fingið pen
sjónsgrunnarnar
at
leita
sær eftir íløgumøguleikum
uttanlands. Pensjónsgrunn
arnir eru snøgt sagt ov dýrir
fyri almenna Danmark, sum
kann fáa aðra fígging mun
andi bíligari.
Herheima
eftirlýsir
Johnny í Grótinum eina líkn
andi diskusjón.
- Vit mugu hava eitt vitan
argrundarlag at diskutera á.
Vit mugu kunna diskutera,
um og hví føroyski brúkarin
skal gjalda tríggjar ferðir so
nógv fyri at koyra gjøgnum
Eysturoyartunnilin aftur fyri
at eitt privat felag átekur sær
váðan av at gera tunnilin.
Og her eigur Búskapar
ráðið at hava ein virknan
leiklut, heldur fyrrverandi
formaðurin.
- Eg bleiv satt at siga
eitt sindur spentur, tá eg
í
kjalarvørrinum
av
at
Landsbankin
var
avtikin
hoyrdi,
at
Búskaparráðið
skuldi styrkjast við einum
sekriteriati.
Tað
ljóðaði,
sum fingu vit á henda hátt
eitt sterkari og meira virkið
Búskaparráð. Og málið um
Eysturoyartunnilin er eitt
upplagt mál fyri Búskapar
ráðið at viðgera og lýsa, sigur
Johnny í Grótinum.
Búskaparráðið var kallað í
Rættarnevndina hjá løgtingi
num fríggjadagin í síðstu
viku. Men ráðið hevur onga
meining um tunnilin, segði
Sverri Hansen, formaður í
ráðnum, eftir tann fundin.
Vavstur og slutur
Í kjakinum um Eysturoy
artunnilin hevur løgmaður
fleiri ferðir togað Sandoyar
tunnilin inn í málið. Hann
hevur víst á, at almennu
Føroyar hava ikki ráð til at
gera tveir tunnlar, og tí má
landið halda seg til Sand
oyartunnilin, sigur hann.
Ein
argumentatión,
ið
sambært búskaparfrøðing
inum er beinleiðis skaðilig.
- Við at argumentera á
henda hátt, gloymir tú eina
røð av millumrokningum.
Og tað ringasta av øllum er,
at tú missir fokus á tað, sum
alt snýr seg um. Nevniliga
prísin fyri at brúka tunnilin,
sum er avgerandi fyri sam
felagsnyttuna, sigur Johnny
í Grótinum og heldur fram:
- Eysturoyartunnlin kann
forrenta seg sjálvan, og tí
hevur tú spurningin, hvørt
tunnilin skal vera almennur
ella privatur. Tað eiga politik
arar og serfrøðingar at disku
tera sum eitt mál fyri seg.
Sandoyartunnilin forrentar
seg ikki, og kemur tí ongan
tíð at vera ein spurningur um
alment ella privat. Tí má man
diskutera henda tunnilin fyri
seg, og seta hann í forhold til
aðrar raðfestingar á fíggjar
lógini næstu árini.
Meðan
tað
sambært
búskaparfrøðinginum
er
sera tilvitað av løgmanni at
samantvinna báðar tunnl
arnar fyri á tann hátt at
leypa millumrokningarnar
um, so hevur andstøðan við
sínum alternativa uppskoti
gruggað málið enn meira.
- Tað er eitt misskilt,
nationalistiskt argument at
føra fram, at útlendingar fara
við vinninginum, og tí eigur
tað almenna at gera tunnilin.
Landskassin skal væl eisini
út um landoddarnar at læna
pengar, og vinningurin av
hesum verður heldur ikki
skattaður í Føroyum. Eingin
finst heldur at Bakkafrost
fyri í januar í ár at læna 750
milliónir krónur frá norsk
um íleggjarum fyri eina
rentu á 5-6 prosent, hóast
tað almenna kundi lænt
pengarnar nógv bíligari. Og
tað er eisini í lagi. Tí mun
urin er, at tunnilin er ein
brúkarafíggjað byggiætlan,
sum almennu Føroyar varða
av. Og størsta útreiðslan er
also rentukostnaðurin fyri
at fíggja tunnilin, og tí er
rentukostnaðurin avgerandi
fyri, hvat tað kemur at kosta
at koyra ígjøgnum. Og her
stendur spurningurin um
samfelagsnyttuna,
sigur
Johnny í Grótinum.
Í uppskotinum hjá Javn
aðarflokkinum
og
Tjóð
veldi verður lagt upp til, at
Eysturoyartunnilin skal vera
við til at fíggja ein komandi
Sandoyartunnil. Og tað er
harmiligt, sambært búskap
arfrøðinginum.
- Velur tú at seta prísin
fyri
at
koyra
gjøgnum
Eysturoyartunnilin so høgt,
at tær inntøkurnar kunnu
fíggja ein Sandoyartunnil,
so gerst samfelagsnyttan
also minni. Og hinvegin
sleppa politikarar tá und
an at seta ítøkiligu, sam
felagsbúskaparligu
kost-
nyttu
útrokningina
fyri
Sandoyartunnilin
greitt
upp og raðfesta hesa íløgu í
mun til allar aðrar íløgur á
fíggjarlógunum næstu árini.
Málið blívur tá ein spurn
ingur um at røkka ávísum
politikarum,
sum
kunnu
koppa politiska meirilutan
hendavegin ella hinvegin.
Og tað er ikki til fyrimuns,
hvørki fyri samfelagsnyttuna
ella fyri fólkaræði, sigur
Johnny í Grótinum.
- Sum samelag mugu vit kunna diskutera og lýsa út í æsir, um og hví vit vilja gjalda tríggjar ferðir so nógv fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil aftur fyri at lata ein
privatan átaka sær váðan av verkætlanini. Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum. Næsta skúlaár skal hann
undirvísa triðja árs næmingum á Føroya Handilsskúla í, hvussu búskaparfrøðin kann brúkast til at greina viðkomandi samfelagsbúskaparligar spurningar. Og har er
Eysturoyartunnilin eitt upplagt evni, sigur Johnny í Grótinum, sum eftirlýsir grundleggjandi diskjusjónina um, hvat skal vera alment og hvat skal vera privat.
Mynd: Álvur Haraldsen