Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 21. august 2013 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú eitt av starvsfólkum okkara ynskir at royna aðrar leiðir, søkir Samskip eftir starvsfólki til útflutningin, at byrja skjótast gjørligt. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum persóni, sum: · dámar at arbeiða við nógvum uppgávum í senn, tó í einum skipaðum bygnaði · er áhugað at læra, og seta seg inn í nýggjar uppgávur · er altjóða hugað, og dugir at tosa og skriva enskt · helst hevur hóskandi útbúgving og royndir · er positivt, og dugir væl at samstarva. Uppgávurnar, sum snúgva seg um bæði sølu og avgreiðslu/bókingar, eru mangar og spennandi. Til dømis at: · gera tilboð/prísir til kundar · avgreiða/bóka ordrar og uppfylging · klárger av útflutningsskjølum · søluarbeiði og uppfylging. Løn sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at tosa við Christian Danielsen, stjóra, á telefon 30 88 11 ella 23 88 11. Tú kanst eisini senda ein teldupost til christian.danielsen@samskip.com. Umsóknir við prógvum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. august 2013. Tær skulu sendast til christian.danielsen@samskip.com, ella: Samskip Yviri við Strond 23 Postsmoga 3255 FO-110 Tórshavn Att: Christian Danielsen Starvsfólk til útflutningin hjá Samskip Samskip í Føroyum eru partur av altjóða flutningsfyritøku við sama navni, sum tilsamans hevur eini 1.250 fólk í starvi. Í føroyska partinum av Samskipum starvast okkurt um 60 fólk. Í Kollafirði eru frystigoymsla og farmastøð okkara til innflutning og útflutning. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn. Yviri við Strond 23 · postsmoga 3255 · FO-110 Tórshavn tel.: 30 88 00 · faks: 30 88 01 · teldupostur: torshavn@samskip.com