Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 86 - 6. mai 2004 Nr. 86 - 6. mai 2004 19 Leygardagin 1. mai varð skipað fyri stóra tiltakinum fyri motorsúkkluáhugað, Føroya MC-Boogie. Tað eru Føroya-MC og Føroya Ellisakfør, sum skiftast um at skipa fyri, og leygardagin var tað Føroya-MC, sum skipaði fyri MC-TREFF Nógvar motorsúkklur vóru at síggja seinasta leygar- dag. Tær hittust á Shellstøðini við Ringvegin í Havn leygarmorgunin 1. mai til kaffi og okkurt afturvið. Síðan varð koyrt runt í Havnini og inn í Eysturoynna, har steðgað varð ymsastaðni, áðrenn komið var til Shell-støðina í Gøtudali kl 14:30. Har var ein steðgur til kaffi og køkur, togtogan og onnur tiltøk. Shell er høvuðsstuðul hjá Føroya- MC. Síðani varð koyrt til Havnar – tiltakið endaði við einum góðum dørurða í Kagganum um kvøldið, fyri tey sum høvdu teknað seg. . Yvir 100 túsund viðjaðu Fyrireikararnir av Cop- enhagen Motor Show 2004 høvdu væntað umleið 150 túsund vitj- andi til framsýningina, tí fyri fýra árum síðan, tá framsýningin var seinast, vóru 135 tús- und vitjandi. Í ár varð talið 102 túsund. Góða veðrið í vikuskiftunum kann hava verið ein av orsøkunum Kelda: Motor Magasinet Nissan x- Trail Lesarar av størsta off- road blaðnum í Týsk- landi "Alles Allrad" hava kosið Nissan x- Trail sum vinnara í bólkinum, "Kompaktir SUV". x-Trail er ný- liga broyttur nakað, og dieselmotorurin sum fyrr gav 116 hk gevur nú 136 hk. Bilurin fæst eisini við 2,5 litur bensinmotori við 165 hk Kelda: P/F Meinhardt Arge Kvinnur spenna beltið Ein svensk kanning hjá NTF (Nationalforen- ingen For Trafiksåker- hetens Fråmjande) í Svøríki vísir, at kvinn- ur eru mundandi betur til at brúka trygdar- beltið enn menn. Um menninir brúktu beltini eins nógv og kvinnur- nar, høvdu við bjargað umleið 10-15 manna- lívum um árið, sigur Gunnar Carlsson, ferðslutrygdarstjóri hjá NTF Kelda: NTF-Tidning Føroya MC-Boogie : Stórt motorsúkklutiltak seinasta leygardag Motorsúkklurnar á veg inn á Shell-støðina í Gøtudali, har ymisk tiltøk vóru Peugeot 307, sum kom á marknaðin í 2001, fær helst eina "facelift" í 2005. Bil- urin fær tá kapping innan fyri familjuna av Citroën C4. Framman kemur bilurin at minna nakað um nýggja Peugeot 407 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Síðan Peugeot 307 kom á marknaðin í 2001, hevur hann staðið seg væl í hørðu kappingini í sokallaða Golf-klassanum. Bilurin verður gjørdur sum hatch- back, stationcar, SW og CC (Coupé Cabriolet). Umframt uttaru broyt- ingarnar kemur eisini nýggj ljóstøkni við dioduljósum, og á trygdarøkinum fær hann eisini knæ-airbag, sum er standard á 407. Peugeot 307 facelift í 2005 Teldudesign av nýggja Peupeot 307, sum kemur at síggja nakað soleiðis út við stórum kølaragittari undir kúfangaranum Kelda: FDM / Motor Hóast tað hevur verið eitt alment loyndar- mál í næstan 30 ár, at Ísrael hevur kjarn- orkuvápn, verður landið framvegis ikki roknað ímillum kjarnorkuveldini LOYNDARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Nevnir tú spurningin um kjarnorkuvápnini fyri ein- um ísraelskum diplomati, svarar hann tær við einum lítlum yvirberandi brosi ella við einum steinrunnum andlitsbráði. Síðani svarar hann spakuliga við tí van- liga ísraelska svarinum, at "Ísrael verður ikki tað fyrsta landið í Miðeystri, sum kemur við kjarnorku- vápnum." Ísraelsmenn hava ongan- tíð útgreinað, hvat liggur í orðunum "kemur við kjarn- orkuvápnum", men tey umfata í hvussu er ikki tað at gera kjarnorkuvápn. Í veruleikanum fóru ísraels- menn undir at útvega sær kjarnorkuvápn, longu stutt eftir at ísraelska ríkið varð skipað í 1948. Við hjálp úr Fraklandi vóru tey fyrstu vápnini klár undir Seks- dagakrígnum í 1967, og síðani sjeytiárini hevur tað verið eitt alment loyndar- mál, at Ísrael er eitt kjarn- orkuveldi. Tað vita bæði vinir og fíggindar. Vanunu Herfyri var ísraelski kjarn- orkuteknikarin Mordechai Vanunu latin leysur eftir at hava sitið 17 ár í fongsli, og tað hevur aftur elvt til orða- skifti um tey ísraelsku kjarnorkuvápnini. Tað var Vanunu, sum í 1986 greiddi bretska blaðnum Sunday Times frá teimum ísraelsku kjarnorkuvápnunum. Hann lat eisini blaðið fáa myndir og tekningar av tí sera loyniliga reaktorverkinum uttan fyri býin Dimona í Negev-oyðimørkini. Við myndunum hjá Va- nunu og einum ótali av fylgisveinamyndum sum grundarlagi halda serfrøð- ingar, at Ísrael hevur ímill- um 70 og 400 kjarnorku- vápn í dag, men teir flestu halda, at tað rætta talið er einastaðni ímillum 100 og 200. Allar bumburnar eru gjørdar á verkinum í Negev-oyðimørkini. Ísrael hevur ikki bara kjarnorkubumbur, men landið er eisini ført fyri at nýta tær í øllum Miðeystri og aðrastaðni við. Av jørð- ini kunnu teir skjóta bumb- urnar við rakettum av sløg- unum Jericho I og Jericho II, sum bera ávikavist 1200 og 1800 kilometrar. Í luftini kunnu flogfør av sløgunum F15 og F16, ið kunnu flúgva upp í 4500 kilo- metrar, taka bumburnar við sær, og harafturat hevur Ísrael tríggjar nútímans kavbátar av slagnum Dol- phin, sum eru útgjørdir til at skjóta rakettir við kjarn- orkubumbum. Tað er ikki greitt, um Ísrael nakrantíð hevur roynt sínar kjarnorkubumbur, men serfrøðingar halda, at ein roynd varð gjørd langt uppi í atmosferuni uppi yvir Suðurafrika í 1979. Hetta var ein felags ísra- elsk-suðurafrikonsk verk- ætlan, men tað finnast eisini óváttaðar frásagnir um royndarspreingingar í sjálvum Ísrael. Fyri og ímóti Tey, sum halda tað vera rætt av Ísrael at fáa sær kjarn- orkuvápn, halda hesi vápn- ini hava avgerandi týdning fyri landið, tí tey tryggja, at teir arabisku fíggindarnir tora ikki at royna at reka Ísrael í havið. Tey vilja vera við, at júst kjarnorkuvápn- ini vóru orsøkin til, at Egyptaland og Sýrialand nýttu ikki alla sína her- megi, tá tey lupu á Ísrael í 1973, og at tey vóru med- virkandi til, at Egyptaland seks ár seinni gekk við til at ein friðarsáttmála. Eftir teirra tykki vóru tað eisini kjarnorkuvápnini, sum ræddu Saddam Hussein frá at løða sínar Scud-rakettir við evnafrøðiligum ella lív- frøðiligum vápnum, tá Irak sendi eina røð av hesum rakettum inn yvir Ísrael undir Flógvakrígnum í 1991. Tey, sum eru ímóti kjarn- orkuvápnunum, vilja vera við, at vápnini elva til støð- ugan spenning í økinum. Eftir teirra tykki kann hetta hava við sær, at Iran og kanska eisini Saudiarabia og Egyptaland fara at út- vega sær kjarnorkuvápn. Og so vísa tey eisini á tann vesturlendska dupultmoral- in, sum sigur, at Irak, Iran og Norðurkorea mugu ikki fáa sær hópoyðingarvápn, meðan einki verður gjørt burtur úr teimum ísraelsku hópoyðingarvápnunum. Tá Libya í desember í fjør kunngjørdi, at landið hevði slept sínum ætlanum um hópoyðingarvápn, kravdu Egyptaland og Sýrialand, at Ísrael skuldi gera tað sama, men svarið úr Jerusalem var eitt greitt nei. USA og Bretland svar- aðu eisini á ein hátt, sum gav Ísrael loyvi at varðveita sína støðu. Sum bretski utt- anríkisráðharrin, Jack Straw, segði: – Arabararnir eiga at við- urkenna tað ísraelska ríkið og at gevast við hóttanun- um ímóti tí. Júst teirra hótt- anir seta Ísrael í eina ser- støðu, hvat trygd viðvíkir. Áttu at sagt tað Ísraelski granskarin og rit- høvundurin Avner Cohen, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Maryland í USA, heldur, at Ísrael eigur alment at viðurkenna, at landið hevur kjarnorku- vápn. Cohen verður mettur at hava góðan kunnleika til tey ísraelsku kjarnorku- vápnini, og hesi viðurskifti lýsti hann í bókini "Ísrael og bumban", sum kom út fyri nøkrum árum síðani. Nú hevur hann skrivað bók- ina "Ísrael og tað seinasta loyndarmálið". Hon er kortini ikki komin út í Ísrael, har myndugleikarnir hava havt hana til kann- ingar í níggju mánaðir. Avner Cohen sigur, at Ísrael eigur at gera sum India og Pakistan og kunn- gera, at landið hevur kjarn- orkuvápn. Hann sigur, at tað var skilagott av Ísrael at dylja sannleikan fyri 30 árum síðani, men tað er einki grundarlag fyri at hava somu støðu í dag, sigur hann. Avner Cohen vísir á, at í dag hevur Ísrael gagn av altjóða sáttmálanum ímóti útbreiðslu av kjarnorku- vápnum, og at landið tí átti at staðfest sáttmálan. Tað hava hvørki Ísrael, India ella Pakistan gjørt. (Kelda: Jyllandsposten) UTTAN ÚR HEIMI Ísrael – tað duldarfulla kjarnorkuveldið Herfyri var ísraelski kjarnorkuteknikarin Mordechai Vanunu latin leysur eftir at hava sitið 17 ár í fongsli, og tað hevur aftur elvt til orðaskifti um tey ísraelsku kjarnorkuvápnini Mynd: Reuters C M Y K 19 18