Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroyska bátsmann- ingin á bátinum At- lantic, sum tóku lut í árligu róðrarkapping- ini á Scilly-oyggjun- um um vikuskiftið, er sera væl nøgd við úrslitið. Tó harmast tær um, at hetta var kanska seinasta føroyska luttøkan á Scilly RÓÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um vikuskiftið tók ein før- oysku kvinnumanning lut í árligu kapprógvingini á Scilly-oyggjunum. Tær sjey kvinnurnar mannaðu bátin Atlantic, og tá ið kappingin var av sunnudagin endaðu tær á einum sera heiður- ligum sættaplássi millum teir 90 luttakandi bátarnar. Sera væl nøgdar Kerstin Rasmussen, ein av føroysku rógvarunum, sig- ur, at tær eru sera væl nøgdar við úrslitið á Scilly. Tað var manningin á 6- mannafarinum Jarnbardi úr Havn, sum vann sær rætt til at taka lut í kappingini á Scilly-oyggjunum, men tað var beinan vegin greitt, at tað ikki lá fyri hjá øllum kvinnunum umborð á Jarnbardi at taka lut í hesari kapping. Tískil vendu tær sær til manningina á Páll Fanga úr Klaksvík, ið gjørdist nummar tvey og onkran annan bát, so at tær fingu manning til at taka lut á Scilly-oyggjunum, greið- ur Kerstin Rasmussen frá. Føroyska manningin hevur vant dúgliga her heima, áðrenn farið var til Scilly. Føroyingar hava fingið bátin Brendan at nýta til venjing her heima, men Kerstin Rasmussen sigur, at stórur munur var á Brendan og so Atlantic, ið tær róðu í niðri á Scilly- oyggjunum. Hon sigur, at Brendan er væl tyngri og breiðari enn Atlantic, sum er líkur øllum hinum bátun- um, ið kappast verður í á Scilly. Eisini er árarnar heilt øðrvísi umborð á Brendan, enn tær eru á bátunum, ið tóku lut í stóru kappingini. Góðar umstøður at rógva Føroyska manningin kom til Scilly miðskeiðis í farnu viku, men vegna vánaligar venjingarumstøður bar ikk til at flota Atlantic fyrr enn fríggjadagin. Tað merktist sjálvsagt, at føroysku kvinnurnar ikki høvdu so góða tíð at venja seg við bátin, og hetta var kanska ein av orsøkunum til, at tað ikki gekk so væl leygar- dagin sum sunnudagin. Tá ið Atlantic róði tann róðurin leygarmorgunin, fingu tær ein sera vánaligan start, tí tær sóu ikki start- flaggið og komu tí alt ov seint avstað. Tað gekk tó ikki heilt galið, tí føroyska manningin megnaði at rógva seg frá eitt tíggjunda pláss. Verri gekk seinni um dagin, tá ið næsti róður var á skránni. Kerstin Rasmus- sen sigur, at tann róðurin kiksaði fullkomiliga, tí tær fingu alt ov vánaligan start, og harafturat var taktikk- urin hjá teimum við at rógva seigan róður heilt skeivur, tí tær komu ongan- tíð upp í ferð. Tær sóu tí tíðliga, at tær ikki megnaðu at halda seg í A-bólkinum, og tískil tóku tær sær av løttum seinastu 40 tøkini, sigur Kerstin. Sunnudagin var søgan ein heilt onnur. Í finaluni í B-bólkinum gjørdu før- oysku kvinnurnar brat, og tær vunnu bólkin við hálv- ari aðrari bátslongd aftur til nummar tvey. Kerstin Ras- mussen sigur, at tær vóru øgiliga uppsettar upp á at vinna og harvið koma í A- finaluna, og tað eydnaðist teimum eisini. Í finaluni í A-bólkinum gekk eisini væl. Føroysku kvinnurnar góvu alt tær áttu, og tað rakk til eitt sættapláss. Hetta vóru tær sum vera man ógvuliga fegnar um, tí tað merkti samstundis, at tær gjørdust nummar seks av samanlagt 90 bátum, og tað er eitt sera gott úrslit, heldur Kerstin Rasmussen. Hava sjálvar fíggjað ferðina Tað er ikki sørt kostnaðar- mikið hjá einari føroyskari bátsmanning at taka lut í kappingini á Scilly-oyggj- unum. Kerstin Rasmussen sigur, at tær hava sjálvar útvegað alla fígging til ferðina. Tær hava søkt ymsar grunnar og fyritøkur um stuðul, og harafturat hava tær havt lutaseðlasølu, kakutombola og onnur til- tøk til tess at fáa pengar til ferðina. Hetta hevur verið ógvuliga strævið, sigur hon og leggur afturat, at tær sjálvar eisini hava goldið 200 krónur um mánaðin í part inn á bók síðani sein- asta summar. Eisini hava tær fingið góðan stuðul frá Richard Hardman, fyrr- verandi stjóra í Amerada Hess, sum var tann, ið legði lunnar undir føroyska lut- tøku í kappingini á Scilly, og sum tøkk fyri stuðulin fekk Richard Hardman ein málning, sum ein av rógv- arunum á Atlantic, Anna Mohr, sjálv hevði málað. Arbeiði við at útvega pengar hevur verið ógvu- liga strævið hjá teimum sjey kvinnunum at útvega fíggingina, og Kerstin heldur, at tað er ógvuliga ivasamt, um nøkur føroysk bátsmanning aftur fer at vitja á Scilly, um tey sjálvi skulu standa fyri at útvega fígging til ferðina. Hon heldur tað verða stórt spell, at tað ikki longur er so, at túrurin er fíggjaður av øðrum, tá ið ein bátur vinn- ur sær rætt til at luttaka í stóru róðrarkappingini. Sjálv heldur Kerstin, at um tað framhaldandi skal verða so, at manningarnar sjálvur skulu útvega fígging, so var teirra vitjan helst tann seinasta av sínum slag á Scilly-oyggjunum. Fimm verða við Jarnbardi Føroyska kvinnumanningin kom aftur til Føroya í gjár, og nú verður so farið undir at venja til FM-róðrarnar her heima. Kerstin Ras- mussen sigur, at fimm av teimum sjey umborð á At- lantic rógva við Jarnbardi í ár, meðan ein er umborð á Páll Fanga. Tann seinasta hevur lagt árina frá sær og er farin undir lestur í Danmark. Nr. 86 • hósdagur • 6. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kanska seinasta vitjanin á Scilly Føroyska manningin, sum tók lut í kappróðrinum á Scilly-oyggjunum. Frá vinstru: Eivy Olsen, Kristianna Øster, Kerstin Rasmussen, Anna Mohr, Petra Hansen, Rannvá Madsdóttir, Jannie Dam Jacobsen. Anna Mohr situr við málninginum, ið hon sjálv hevur málað, og sum Richard Hardman fekk í gávu frá føroysku kvinnunum sum tøkk fyri stuðulin Mynd: Richard Hardman Róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen smílist, meðan hinar liggja skerflatar, nú tær júst eru komnar á mál Mynd: Richard Hardman 21 20 Nr. 86 - 6. mai 2004 Skúlastýrisval Felagsskúlin á Oyrarbakka Vallistin til skúlastýrisvalið 25. mai 2004 liggur frammi á skrivstovu skúlans og kommunuskrivstov- unum í økinum. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava val- rætt og valbæri,skulu venda sær til skúlan í seinasta lagi 18.mai við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan. Uppstillingarfundur verður í Felagsskúlanum miku- kvøldið 12. mai kl. 20 og ikki, sum lýst í brævi til for- eldrini. Valnevndin f. Felagsskúlan Skúlastýrisval Kvívíkar skúli Vallistin til skúlastýrisvalið týsdagin 25. mai 2004 liggur frammi á skrivstovu skúlans og á kommunu- skrivstovuni til 14. mai 2004. Tey,sum ikki eru á vallistanum,og sum hava valrætt, skulu venda sær til formannin í valnevndini ella til kommunuskrivstovuna í seinasta lagi 18. mai 2004, við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan. Valnevndin Handil til sølu Um hóskandi boð fæst er handilin Hugflog og Kirkjutorgið til sølu saman ella hvør sær. Áhugað kunnu ringja á tlf. 756559 Skúlastýrisval Leirvíkar skúli Vallistin til skúlastýrisvalið 25. mai 2004 liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 30. apríl til og við týsdagin 18. mai 2004. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, kunnu venda sær til kommunu- skrivstovuna við undirskrivaðari váttan í seinasta lagi týsdagin 18. mai 2004. Uppstillingarfundur verður í stovu 5 í skúlanum í dag hósdagin 06. mai kl. 19.30. Á uppstillingarfundinum verða foreldrini kunnað um valið og fáa høvi at umrøða spurningar í hesum sambandi. Uppskot um valevni skulu vera val- nevndarformanninum í hendi í seinsta lagi týsdag- in 18. mai kl. 18.00. Leirvíkar Kommuna Skúlastýrisval Leirvíkar skúli Vallistin til skúlastýrisvalið 25. mai 2004 liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 30. apríl til og við týsdagin 18. mai 2004. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, kunnu venda sær til kommunu- skrivstovuna við undirskrivaðari váttan í seinasta lagi týsdagin 18. mai 2004. Uppstillingarfundur verður í stovu 5 í skúlanum í dag hósdagin 06. mai kl. 19.30. Á uppstillingarfundinum verða foreldrini kunnað um valið og fáa høvi at umrøða spurningar í hesum sambandi. Uppskot um valevni skulu vera val- nevndarformanninum í hendi í seinsta lagi týsdag- in 18. mai kl. 18.00. Leirvíkar Kommuna C M Y K 20