Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 86 - 6. mai 2004 Eitt av okkara fremstu ítróttarfólk- um, svimjarin Heidi Andreasen, fer í dag til Onglands, har hon um vikuskifti skal royna seg í stórari kapping SVIMJING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fáur føroyingur hevur vunnið so nógv heiðurs- merkir í altjóða ítróttar- kappingum, sum svimjarin av Eiði, Heidi Andreasen. Ferð aftaná ferð er hon komin heim aftur á klettar- nar við hópin av medaljum um hálsin, eftir at hon hevur luttikið í kappingum uttanlands. Fyrst og fremst venjing Heidi fer í dag til Onglands saman við venjara sínum, Remi Lamhauge, og leiðin gongur til Sheffield, har kappingin verður um vikuskiftið. Byrjað verður fríggjamorgunin, og kapp- ingin endar sunnudagin. Kappingin, sum Heidi skal taka lut í, eitur British Trials, og er hetta ein kvalifikatiónskapping til Paralympics, ið verða seinni í ár. British Trials er ein ógvuliga stór og umfat- andi kapping, har kappast verður í øllum ítróttargrein- unum, sum verða við á Paralympics í Athen seinni í ár. Remi Lamhauge sigur, at hendan kappingin er seinasta freist hjá bretsku íðkarunum at tryggja sær luttøku í Paralympics, men hetta er ikki nakað, ið Heidi noyðist at hugsa um, tí hon hevur langt síðani vunnið sær rætt til at taka lut í stóru kappingini. Endamálið hjá Heidi við at taka lut í hesi stóru kapp- ingini er fyrst og fremst at venja seg við at svimja í 50 metra hyljum, sigur Remi Lamhauge. Harafturat er tað eisini ein kærkomin møguleiki hjá ungu eiðis- gentuni at kappast móti øðrum íðkarum í hennara bólki, sigur venjarin Remi Lamhauge. Skal svimja í seks kappingum Meðan Heidi er í Sheffield, skal hon taka lut í seks ymiskum kappingargrein- um í British Trials. Hon skal svimja 50, 100 og 400 metrar frísvimjing, 200 metrar blandað, 100 metrar firvaldarsvimjing og 100 metrar ryggsvimjing. Tá ið Heidi Andreasen herfyri tók lut í stórari al- tjóðari kapping í Esbjerg í Danmar, tók hon eisini lut í júst hesum seks kappingar- greinum, og tá var úrtøkan ikki at kimsa at. Tá kom Heidi aftur av flatlondum við fimm gullheiðurs- merkjum og einum silvur- heiðursmerki í skjáttuni, og spennandi verður at frætta, um umrtøkan fer at verða eins góð, tá ið hon kemur heim aftur úr Sheffield mánadagin saman við venj- ara sínum. Síðani landskappingin í hondbólts endaði fyri ein- um mánaða síðani, hava nógvar gitingar verið frammi um, hvar teir ym- isku leikararnir fóru at verða komandi kappingar- ár. Millum hava rumensku hjúnini í Vestmanna, Ioana og Daniel Rapa, verið nógv umrødd. Tey bæði, ið nú hava verið í Føroyum í seks ár, hava verið sett í samband við bæði Neistan og Kynd- il, men nú er so greitt, at Ioana og Daniel halda fram í Vestmanna. Fráfarandi formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, sigur, at avtala er gjørd við tey bæði, um at tey halda fram í VÍF, har tey hava verið øll árini, síðani tey komu til Føroya. Tó er greitt, at Daniel Rapa ikki fer at halda fram sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá VÍF, men enn vil Jógvan Sigurd ikki avdúka, hvør ið skal venja kvinnuliðið. tn Lýst verður eftir lands- liðsvenjara í hondbólti Herfyri setti Hond- bóltsamband Før- oya lýsing í bløðini, har søkt verður eftir nýggjum venj- ara til føroyska manslandsliðið LANDSLIÐS- HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyri nøkrum vikum síðani visti Sosialurin at siga, at samstarvið mill- um Hondbóltssamband Føroya og táverandi landsliðsvenjaran hjá monnum, danan Lars Nedergaard, var komið at enda. Formaðurin í HSF, Eivind Jacobsen, segði tá, at fíggjarligu umstøðurnar vóru ikki til at hava danan sum venjara, og tí vóru partarnir komnir ásamt um at enda samstarvið. Eingi krøv sett Í starvslýsingini hjá HSF stendur stutt og greitt, at hondbóltssam- bandið søkir eftir lands- liðsvenjara til A-lands- liðið hjá monnum. Einki verður nevnt um, at umsøkjarar skulu hava ávís venjaraskeið ella royndir, so tað stendur einum og hvørj- um frítt at søkja. Eivind Jacobsen segði við Sosialin, at tað bert verður lýst í føroysku miðlunum, so alt bendir á, at tað verð- ur ein føroyingur, ið kemur at standa á odda fyri føroyska mans- landsliðnum næstu ár- ini. Ein av landsliðsleik- arunum, Heini Hanusar- son, segði í tí sambandi, at hann heldur ikki, at tað ber til at finna ein venjara í Føroyum, sum kann geva føroyska landsliðnum eins nógv og Lars Nedergaard. Umsóknarfreistin til starvið sum landsliðs- venjari er úti 4. juni. Nú verður lýst eftir avloysara fyri Lars Nedergaard sum landsliðsvenjara savnsmynd Heidi á veg til Bretlands Familjan Rapa heldur fram í Vestmanna Nú er greitt, at tey bæði Daniel og Ioana Rapa halda fram í VÍF komandi kappingarár mynd: Álvur Haraldsen Heidi Andreasen og venjari hennara Remi Lamhauge fara í dag til Sheffield í Ongandi, har Heidi um vikuskifti skal taka lut í stórari svimjikapping mynd: ÍSB C M Y K 22 Nr. 86 - 6. mai 2004 23 Ein timburmaður var herfyri so óheppin at skjóta ein seym gjøgnum ein fingur. Ein misskiljing millum mannin og alarmasentralin gjørdi, at hann sjálvur valdi at koyra á skaðastovuna, hóast hann fekk bodnan sjúkraflutning ARBEIÐSSKAÐI Edvard Joensen Ein timburmaður koyrdi hendan dagin úr Hvalvík til Havnar við einum seymi standandi í øðrum fremsta- fingrinum. Hann fór á skaðastovuna, har hann sat í eina økt og bíðaði eftir viðgerð. Meðan hann arbeiddi við húsasmíði i Hvalvík, var ein maður so óheppin at skjóta ein seym gjøgnum fingurin. Bein og tað heila. Og har sat hann so rimmar- fastur, og fekst ikki úraftur. Maðurin var fremmandur í Hvalvík og visti ikki, hvar næsti lækni var. Hann ringdi tí til alarmasentralin og bað siga sær, hvar skjót- ast var at koma undir læknahond og fáa seymin úraftur. Men her er so einhvør misskiljing íkomin, sigur Jón Klein Olsen, varapoliti- inspektørur, sum varðar av alarmsentralinum. Tó ikki verri enn so, at eingin skaði stóðst av henni kortini. Alarmsentralurin bjóðaði manninum at senda sjúkra- bil eftir honum og flyta hann á skaðastovuna á Landssjúrkahúsinum. Men maðurin helt, at tað fór at taka ov langa tíð fyrst at fáa bil at koyra úr Havn til Hvalvíkar og síðan suð- uraftur, so hann svaraði, at hann koyrdi bara sjálvur suður. Maðurin sigur við Sosi- alin, at hann skilti á vakt- havandi á alarmasentralin- um, at hesin bað hann leggja á og so skuldi hann ringja aftur, tá hann visti, hvar næsti lækni var í mun til Hvalvíkina. Tí vildi hann ikki bíða eftir og fór tí sjálvur í bilin og koyrdi til Havnar. Har er so onkur misskilj- ing íkomin, sigur Jón Klein Olsen. Tað, ið sagt varð um at ringja aftur, var at portør- arnir í sjúkrabilinum skuldu ringja til hansara, tá teir vóru ávegis. Vit vistu ikki nágreiniliga, hvussu illa skaddur maðurin var, sigur hann. Løgreglan tryggjaði sær, at maðurin kom væl fram til skaðastovuna, og Arbeiðseftirlitið var eisini og kannaði málið. Bæði mannin sjálvan og seinni arbeiðsplássið. Tíbetur var skaðin ikki so stórur, at maðurin fær nak- að mein av hesum, og Ar- beiðseftirlitið metir skaðan sum hendiligan og ger ikki meira við málið, sigur Jón Klein Olsen. Men óhepni timburmað- urin sat í heilar tríggjar tímar á skaðastovuni og bíðaði eftir ækna, áðrenn hann fekk seymin tiknan úr. Ein sjúkrasystir gav hon okkurt doyvandi móti pínu, meðan hann bíðaði. Óhappið hendi seinasta fríggjadag, og maðurin er longu aftur til arbeiðis. Ein hevnisøkin norðmaður tók til grovan harðskap móti einum manni, sum oyðilegði jakkan hjá beiggja hansara í endanum av 70 árunum HEVNDARHUGUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Íminti norðmaðurin hev- ur fingið 60 daga treyta- leysa fongsluslrevsing fyri grovan harðskap móti einum øðrum norð- manni. Maðurin kom saman við beiggja sínum koyr- andi, tá hann sá ein mann til gongu, sum fyri 20-25 árum síðani hevði oyði- lagt jakkan hjá beiggja hansara. Hann gjørdi av, at nú skuldi syndarin fáa av at vita. Síðani leyp hann úr bilinum og legði á mann- in, sum saman við unn- ustu sínari var farin sær ein gongutúr. Ólukkudýrið, sum ikki grunaði nakran vanda, varð sligin niður og síð- ani sparkaður sundur og saman. So – hóast árini ganga… Kelda: Aftenposten Nógvar milljónir krónur kunnu sparast, um arbeiðs- umhvørvið á al- mennum arbeiðs- plássum varð bøtt. Tað vísir ein nýggj kanning, sum For- bundet af Offentlig Ansatte í Danmark hevur gjørt ARBEIÐSUMHVØRVI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo FOA hevur kannað 1100 av sínum limum, fyri at finna orsøkina til fráveru vegna sjúku. Niðurstøðan er, at bæði tað fyskiska og tað sykiska arbeiðsumhvørvið hevur stóra ávirkan á frá- verutíttleikan. Víst verður á, at bert við at lækka sjúkudagatalið úr 15 niður í 12, eru milljónir hjá landinum at spara. FAO finst at tí almenna, fyri ikki at gera langtíðar- hugsanir. – Tað er ein vanlukka, at tað verður nýttur so nógvur peningur uppá skúkufrá- veru, sum ístaðin kundu verið nýttur til at bøta um arbeiðsumhvørvið, sigur Inger Bolwinkel, skrivari í Forbundet af Offentlig An- satte í Danmark. Kelda: Jyllands Posten . Skjeyt seg í fingurin Peningur í glaðari starvsfólkum Ein timburmaður var um dagarnar so óheppin at skjóta ein seym gjøgnum ein fingur. Hann fór gjøgnum bein og tað heila, men gjørdi ikki mannin óarbeiðsføran kortini Mynd: Arbeiðseftirlitið Ímintur norðmaður Ein genkanning kann staðfesta, hvørjir sjúklingar kunnu lekjast við einum heilivági fyri lungakrabba. Hesin nýfunni kanningar- háttur er eitt fram- brot fyri viðgerð av einum slagi av krabba, sum hevur høgan deyðatítt- leika GRANSKING OG VIÐGERÐ Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Í Svøríki er triði hvør til- burður av krabbameini, lungakrabbi. 85 prosent av sjúklingum við lunga- krabba fáa staðfest tað vanligasta slagið, sum er ikki smákyknað. Higartil hevur sjúkra- húsverkið ikki havt nógv at bjóða sjúklingum, sum hava fingið staðfest hetta slagið av lungakrabba, ið hevur ein høgan deyða- títtleika. Men nú hava amerik- anskir granskarar funnið ein máta, sum ger tað møguligt skjótt at finna tey, sum kunnu lekjast við eini nýggjari effekt- ivari viðgerð. Úrslitini frá Dana Far- bers cancerinstitut i Bos- ton og einum bólki av granskarum við Massa- chusetts General Hospi- tal, verður av serfrøð- ingum mett at vera eitt frambrot innan nútímans krabbameinsgransking. Heilivágurin, sum tal- an er um, eitur Iressa. Hesin heilvágur hevur fyrr víst seg at lekt summar sjúklingar, með- an hann hevur verið full- komiliga uttan ávirkan á aðrar. Nú hava granskarar so funnið útav, at ein gen- kanning kann staðfesta, hvørjir sjúklingar kunnu lekjast við Iressa. Tað sera áhugaverda við úrslitunum hjá granskarunum er, at tað vísir seg at vera stórur skilnaður í sjúkunum millum ymisku fólka- sløgini. Gengranskingar fara tí í framtíðini at hava stór- an týdning í granskingini av øðrum krabbameins- sjúkum. Kelda: Dagens Nyheder 23