hósdagur 22. august 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Finnleiv W. Djur
huus leggur
nú frá sær
vegna aldur
Eftir at hava starvast í ein
mansaldur
á
Landsverki,
harav stóran part av tíðini
sum leiðari, leggur Finnleif
W. Durhuus nú frá sær vegna
aldur. Í hesum sambandi
beyð Landsverk til móttøkur
á Hotel Hafnia fríggjadagin
frá klokkan 15-17.
Landsverk hevur altíð
verið ein stovnur, har flestu
starvsfólk hava trivist væl og
starvast leingi. Soleiðis hevur
eisini verið við Finnleivi
Winther Durhuus, ið so at
siga alt sítt virkna arbeiðslív,
hevur starvast á stovninum.
Tilsamans í 44 ár.
Eftir loknan lesnað sum
byggifrøðingur kom Finnleif
Winther Durhuus 15. apríl
1969 í starv á Landsverki.
Fyrsta stóra uppgávan hjá
honum var at projektera
nýggja vegin ígjøgnum Koll
afjørð, har hann eisini fekk
ábyrgdina fyri sjálvari vega
gerðini.
Í 1973 varð Finnleif W.
Durhuus settur sum leið
ari av vegaumsitingini á
Landsverki, og tá stovnurin
í 2000 fekk nýggjan bygnað,
varð Finnleif settur sum
leiðari fyri vegadeildini. Í
25 ár var hann partur av
leiðslubólkinum á Lands
verki.
Hesi mongu árini eru
stórar
broytingar
farnar
fram innan føroyska infra
kervið, og soleiðis eisini á
Landsverki. Tá Finnleif kom
á stovnin vóru bert 12 fólk á
høvuðsskrivstovnuni, og sløk
20 ár seinni vóru hesi 90 í tali.
Síðani komu kreppuárini,
har hópurin minkaði niður í
ein helming.
Finnleiv W. Durhuus hev
ur seinastu árini starvast
sum ráðgevi á Landsverki.
Leggur frá sær eftir
44 ár á Landsverki
Føroyar seta í
gildi sáttmála at
tryggja sjófólki í
handilsflotanum
væl skipaðar ar
beiðsumstøður
- Eitt sjófarandi land sum
Føroyar er sjálvskrivað at
seta í gildi MLC-sáttmálan,
sum setur minstakrøv til
arbeiðsumstøður, lønarvið
urskifti og annað hjá sjó
monnum í handilsflotanum
kring allan knøttin.
Tað sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum, nú MLC-sáttmálin
júst er settur í gildi fyri Før
oyar.
Føroyar hava júst sett í
gildi sonevnda MLC-sátt
málan – Maritime Labour
Convention, ið er sáttmáli
frá ILO (International La
bour Organisation), sum er
felagsskapur undir ST.
MLC-sáttmálin
hevur
sum endamál at tryggja
sjófólki í handilsflotanum
í øllum heiminum skipaðar
arbeiðsumstøður.
Í
MLC-sáttmálanum
eru ásetingar um alt frá
starvssetan, rætt til ókeypis
heimferð, arbeiðsumhvørvi,
sjúkratrygd og sosiala trygd.
Eisini ásetur MLC reglur um
eftirlit við, at ásetingarnar í
sáttmálanum verða hild
nar.
– Vit fegnast um, at
rættindi hjá sjófólki batna
altjóða, og at onnur fáa at
gongd til arbeiðsumstøður
á hædd við tað, sum vit í
Føroyum eru von við, sigur
Johan Dahl, landsstýris
maður í vinnumálum.
– Málið er, at skipaðar
arbeiðsumstøður og eins
kappingartreytir
ganga
hond í hond, sigur lands
stýrismaðurin, sum heldur,
at Føroyar, sum sjófarandi
land og við FAS-skipanini
sum satsingarøki eru sjálv
skrivaðar at seta í verk MLC-
sáttmálan, sigur hann.
Løgtingið
samtykti
á vári í 2011, at Føroyar
skulu taka undir við MLC-
sáttmálanum.
Sambært
sáttmálanum fór hann at
koma í gildi eitt ár eftir,
at í minsta lagi 30 lond,
ið umboða 33 prosent av
heimstonnaguni,
høvdu
ratifiserað
sáttmálan.
Komið var upp á hetta talið
20. august í fjør.
Hóast
Føroyar
longu
áðrenn gildiskomuna av
MLC-sáttmálanum
luku
flestu reglur í sáttmálanum,
hevur sáttmálin havt við
sær
eina
endurskoðan
av lóggávuni á sjóvinnu
økinum.
Tí kom 20. august 2013
ein røð av kunngerðum í
gildi í Føroyum, har reglur í
MLC-sáttmálanum eru im
plementeraðar.
Reglurnar bera í sær, at
Føroyar sum flaggland halda
MLC-sáttmálan. Reglurnar -
saman við m.a. sertifikatum,
sum Sjóvinnustýrið gevur
út - eru treyt fyri, at skip
undir føroyskum flaggi/
FAS-skip sleppa ígjøgnum
havnastatseftirlit uttan at
verða hildin aftur.
Sjóvinnustýrið
hevur
samskift við vinnuna, so
hon skuldi vera tilbúgvin,
nú sáttmálin er galdandi.
Stovnurin hevur fyrireikað
sertifikat, sum øll skip, ið
eru fevnd av MLC-sátt
málanum,
skulu
hava.
Mannagongdir og onnur
skjøl eru somuleiðis klár, nú
sáttmálin er komin í gildi.
Sáttmáli tryggjar sjófólk
í handilsflotanum
– Vit hava flogið
fleiri ferðafólk
fyrra hálvár í ár
enn í fjør, tí vit
við Airbus-flog
farinum øktu
um kapasitetin
fyrsta ársfjórð
ing, og tí fleiri
lágprísferðir
hava verið í út
boði, sigur Magni
Arge, stjóri í
Atlantsflog
Eirikur Lindenskov
Úrslitið hjá Atlantic Airways
annan ársfjórðing í ár eftir
skatt var 6,2 milliónir krónur
samanborið við 5,7 milliónir
krónur í 2012. Úrslitið fyrra
hálvár í 2013 var 3,5 milliónir
krónur samanborið við 1,4
milliónir krónur í 2012. Fleiri
ferðafólk hava flogið við
felagnum fyrra hálvár í ár
enn í fjør. Vøksturin á sjey
prosent stendst av, at fleiri
setur hava verið í útboði,
og at fleiri lágprísferðir eru
seldar.
Tað sigur Atlantic Airways
um gongdina í øðrum árs
fjórðingi í ár.
Samlaða sølan hjá felag
num vaks úr 215 milliónir
krónur fyrra hálvár í fjør upp
í 234 milliónir krónur sama
tíðarskeið í ár.
Úrslitið áðrenn avskriv
ingar og fíggjarpostar fyrra
hálvár í ár var 37,7 milliónir
krónur samanborið við 31,7
milliónir krónur somu tíð í
fjør. Úrslitið áðrenn avskriv
ingar og fíggjarpostar annan
ársfjórðing í ár var 24,3 mill
iónir krónur samanborið við
24,7 milliónir krónur í fjør.
– Vit hava flogið fleiri ferð
afólk fyrra hálvár í ár enn í
fjør, tí vit við Airbus-flogfar
inum øktu um kapasitetin
fyrsta ársfjórðing, og tí fleiri
lágprísferðir hava verið í út
boði. Í juni kom næsta Air
bus-flogfarið í flotan og fór
m.a. at flúgva til Milano.
Hendan farleiðin hevur verið
sera væl umtókt bæði millum
føroyingar og italienarar, eins
og ferðafólk hava tikið væl
undir við øktu flúgvingini til
Barcelona, sigur Magni Arge,
stjóri í Atlantic Airways.
Við næsta Airbus-flogfari
num er leiguflúgvingin eisini
økt. Felagið hevur í summar
flogið fyri fleiri danskar ferð
askrivstovur til ferðamál í
Grikkalandi, Siilia, Sardinia,
Korsika, Spania, Tunesia, Eg
yptalandi, Turkalandi og til
Grønlands.
Triðja
Airbus-flogfarið
kemur í oktober og skal í
vetur fyrst og fremst í leigu
flúgving úr Danmark. Flog
farið skal eisini styðja upp
undir flúgvingina millum
Føroyar og Danmark um
summarið.
Atlantic Airways hevði
serstakliga stórar avbjóðing
ar av liggjandi mjørkaveðri
num í Føroyum í juli. Áhald
andi mjørkaveðrið kostaði
felagnum millum 7,5 og 8,5
milliónir krónur í eykaút
reiðslum. Airbus-flogførini
eru útgjørd við framkomn
astu
navigatiónsútgerð,
teirri sonevndu RNP AR-út
gerðini, og hetta spardi fel
agið fyri 20 afturvendingar í
tíðarskeiðnum frá 28. juni til
24. juli, tá 54 flogfør annars
vendu við ella avlýstu.
Danska
uttanríkisráðið
hevur fyri kortum mælt fólki
frá at ferðast til Egyptalands,
sum støðan er har í løtuni.
Triðja ársfjórðing ávirkar
hetta ikki leiguflúgvingina
hjá felagnum stórvegis, tí
flúgvingin hagar hendan árs
fjórðingin er avmarkað, men
heldur støðan fram fjórða
ársfjórðing, tá meiri flúgv
ing verður, kann tað ávirka
ársúrslitið.
– Sum støðan er í løtuni,
vænta vit, at ársúrslitið verð
ur á leið tað sama sum í fjør,
men fyrivarni skal takast fyri
hækkandi oljuprísum, óstøð
ugum veðri og óstøðugum
viðurskiftum í Egyptalandi,
sigur Magni Arge.
Størri flogfar –fleiri ferðafólk
Tað hevur gingið væl hjá føroyska flogfelagnum í øðrum ársfjórðingi, men mjørkin í
juli gjørdist ein fíggjarlig avbjóðing fyri felagið upp á umleið átta milliónir krónur
Í 25 ár var Finnleiv W. Djurhuus partur av
leiðslubólkinum hjá Landsverki