hósdagur 22. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugsavnan í fokus í 13g
Í Hoydølum ringir inn til enn eitt
skúlaár. Men fyri fyrstu ferð er
eisini pláss fyri næmingum við
asperger syndrom, sum hava fingið
sín egna skúlaflokk. – Fysisku
karmarnir og hátturin at læra
eru øðrvísi, men lesiætlanin er
tann sama. Tað er avgerandi fyri
okkum, at teirra studentsprógv
hevur sama virði sum hjá øllum
øðrum næmingum í Hoydølum,
sigur Kristianna Mortansdóttir,
lærari og lestrarvegleiðari hjá 13g
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað verður ofta sagt, at
føroyski skúlin skal vera ein
skúli fyri øll. Í ár tekur
studentaskúlin og HF-skeiðið
í Hoydølum eitt ítøkiligt stig
móti forkromaða málinum
um ein skúla fyri øll. Fyri
fyrstu ferð er pláss fyri næm
ingum við asperger syndrom
á einum føroyskum studenta
skúla.
Tey ganga í flokkinum 13g,
har 13 stendur fyri árgangin
og g fyri flokkin.
- Talan er um ein serflokk
fyri fólk við asperger. Men
flokkurin fylgir somu lesi
ætlan sum allir hinir flokk
arnir, og støðið skal vera tað
sama sum hjá øllum øðrum
næmingum
á
skúlanum,
sigur Kristianna Mortans
dóttir.
Hon er ein av seks lærar
um hjá 13g, og eisini er hon
toymisleiðari og lestrarveg
leiðari hjá næmingunum.
– Fyri okkum sum skúla
hevur tað týdning, at talan er
um eitt reelt tilboð. At teirra
studentsprógv hevur sama
virði sum hinum næming
unum, undirstrikar Kristi
anna Mortansdóttir.
Fyri skúlan í Hoydølum er
13g ein nýggj avbjóðing.
– Jú, her er talan um
næmingar, sum hava eina
aðra, sosiala atferð enn tey
flestu. Tey hava ofta ringt við
at hugsavna seg, gerast lætt
stressað av umhvørvinum og
fella tá í fátt. Men tey eru væl
fyri intellektuelt, eru ofta
sera ambitiøs og hava eina
stóra servitan innan ávís øki.
Avbjóðingin er at innrætta
undirvísingina soleiðis, at tey
fáa hugsavnað seg, greiðir
Kristianna
Mortansdóttir
frá.
Tí var av fyrstan tíð eitt
loft sett á, soleiðis at flokk
urin ikki kundi vera størri
enn 10 næmingar, meðan
mest loyvda næmingatal í
øðrum flokkum er 26. Og
eisini tí verður undirvísingin
í 13g meira málrættað enn hjá
hinum.
– Vit undirvísa í sama
tilfari, men alt skal vera
meira ítøkiligt. Tað nyttar til
dømis ikki at geva fimm boð
í senn. Næmingarnir skulu
hava sera fastar karmar at
arbeiða innanfyri. Tey sita í
hestaskógvi, og so fáa tey
eisini møguleika at fara
burtur frá, í hvør sín bás, har
tey fáa frið til at hugsavna
seg um at loysa ítøkiligu
uppgávuna, sigur Kristianna
Mortansdóttir.
Fyrireikingin
Í Danmark hava tey góðar
royndir við asperger flokkum
á miðnámi, og hesar royndir
hevur skúlin í Hoydølum
eisini fingið gleði av, nú
skúlin setir á stovn nýggja
tilboðið.
Samstarv er fingið í lag
við Høje-Taastrup Gymna
sium, sum hevur havt til
boðið síðani 2007. Fyrstu
studentarnir
úr
asperger
flokkinum fingu húgvuna á
høvdið í 2010, og í løtuni eru
fimm slíkir flokkar við hvør
sínum 10 næmingum á skúla
num.
Royndirnar hjá skúlanum
í Høje-Taastrup Gymnasium
higartil vísa, at hesir næm
ingar hugsa sera svart-hvítt.
Tey verða lætt stressað. Hava
brúk fyri føstum strukturi og
at alt er lagt væl til rættis.
Teirra stóri áhugi er ofta
innan fyri telduspøl. Tey
hava havt nógvar ósigrar í
uppvøkstrinum og hava tí
lágt sjálvsvirði. Men annars
eru tey sera ymisk.
– Vit hava havt stóra nyttu
av royndunum hjá teimum.
Vit vóru nøkur og vitjaðu
skúlan í Høje-Taastrup, og í
mai vóru fólk frá teimum og
hildu skeið fyri øllum lær
arum í Hoydølum. Tað hevur
givið okkum eina góða vitan
og nøkur amboð at brúka í
okkara undirvísing, sigur
Kristianna Mortansdóttir.
Hon leggur dent á, at fyri
studentaskúlan og HF-skeið
ið í Hoydølum hevur tað havt
stóran týdning at finna ein
góðan samstarvsfelaga, nú
hetta nýggja tilboð skuldi
setast í verk.
Skúlin hevur skipað seg
soleiðis, at seks lærarar eru
knýttir at 13g og undirvísa
teimum í øllum lærugrein
um.
– Vit hava roynt at fáa
talið av lærarum so lágt sum
yvirhøvur tilber. Hetta fyri
at skapa fastar og tryggar
karmar og fáa gerandisdagin
so einfaldan sum tilber. Eisini
er útgangsstøði, at somu lær
arar fylgja flokkinum øll trý
árini,
greiðir
Kristianna
Mortansdóttir frá.
Fyrireikingin er somuleið
is farin fram í samstarvi við
Sernámsdepilin, og sálarfrøð
ingur haðani er knýttur at
skúlaflokkinum.
Upptøkan
Tey, sum mánadagin byrj
aðu í 13g, eru neyvt vald
út
frammanundan.
Allir
næmingarnir hava nevniliga
verið til upptøkusamrøðu.
– Tað var gjørt fyri at
meta um teirra fakliga støði
og fyri at fáa eina mynd av,
hvussu tey virka sosialt.
Somuleiðis var neyðugt at
fáa vitan um, hvørjar even
tuellar
hjá-diagnosur
tey
hava. Og so vóru upptøku
samrøðurnar eisini gjørdar
við tí fyri eyga at fáa eina
mynd av, hvussu flokkurin
kemur at virka saman sosialt,
sigur Kristianna Mortans
dóttir.
11 vóru til upptøkusam
røðu, og níggju teirra komu
inn. Tey níggju, sum eru
millum 17 og 23 ára gomul,
koma úr øllum pørtum av
landinum.
Í summar skipaði skúlin
fyri einum sonevndum for
eldrakvøldi, har skúlin varð
vístur fram, og greitt varð frá
undirvísingini. Kvøldið var
bæði fyri foreldur og næm
ingar.
Skúlabyrjanin
hjá
13g
krevur eisini nakað av fys
isku kørmunum í Hoydølum.
Umframt at flokkurin fær
sína egnu skúlastovu, so er
eisini mett neyðugt at taka
skúlastovuna við síðuna av í
nýtslu til hetta endamálið.
Tann stovan verður brúkt til
fríkorter, hvílirúm og annars
eitt stað, har næmingarnir
kunnu vera í frið.
Øll innrættingin verður
gjørd við støði í royndunum
úr Høje-Taastrup Gymnasi
um.
Byrjanin
Mánadagin var fyrsti skúla
dagur hjá 13g og hinum fyrsta
árs næmingunum í Hoy
dølum. Kristianna Mortans
dóttir dylir ikki fyri, at
spenningur var í luftini.
– Jú, vit vóru øll sera
spent. Men eg haldi, at tað
gekk sera væl. Nú hava vit
allir seks lærarar roynt at
undirvísa í 13g, og eg haldi at
fyrsta royndin er positiv.
Royndirnar úr Høje-Taa
strup Gymnasium vísa, at at
umleið 10 prosent av næm
ingunum fella frá.
Fyri skúlan í Hoydølum er
málið sjálvsagt, at allir átta
næmingarnir í 13g standa við
húgvu á høvdinum og prógvi
í hondini um trý ár.
– Eg haldi tað vera fan
tastiskt, at hetta ber til. Fyri
okkum lærarar og skúlan
annars er avbjóðingin fyrst
og fremst, at tað skal eydnast
hjá teimum øllum. Vit síggja
glaðar næmingar, og tað
smittar eisini yvir á okkum
lærarar,
sigur
Kristianna
Mortansdóttir.
Næmingartalið í Hoydøl
um hevur aftur í ár sett met,
og nú ganga 830 næmingar í
studentaskúlanum og HF-
skeiðnum í høvuðsstaðnum.
Tað noyddi leiðsluna og
Mentamálaráðið at finna
skúlastovur í hølunum hjá
Vinnuháskúlanum
Undir
Krákugjógv, har tríggir HF-
flokkar nú hava sína skúla
stovu.
Kortini heldur lærarin og
lestrarvegleiðarin hjá 13g
ikki, at tað er ein andsøgn í at
seta á stovn eitt nýtt skúla
tilboð, tá skúlin ikki hevur
pláss og umstøður at húsa
sínum verandi virksemi.
– Ja, tað kann kanska
tykjast eitt sindur løgið at
seta á stovn nakað nýtt, tá tú
ikki hevur pláss fyri tí gamla.
Men vilja vit hava ein skúla
fyri øll, so tekur tað eitt
sindur av plássi og kostar eitt
sindur av pengum, tað mugu
vit bara gera okkum greitt,
sigur Kristianna Mortans
dóttir, sum heldur at 13g
hevur fingið eina góða mót
tøku í Hoydølum.