hósdagur 22. august 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fer eftir dreyminum
Jón Brian Hvidtfeldt
Hon hevur somu dreymar
sum tey flestu. Útbúgving,
arbeiði og eitt gott stað
at búgva. Tá tað kemur til
spurningin um egna familju
við manni og børnum, ja so
veit hon ikki ordiliga enn.
Men fyri 23 ára gomlu
Erlu av Vollanum er henda
vikan byrjanin til útbúgving
og arbeiði, ið seinni skal geva
henni ráð til at keypa sær eitt
gott stað at búgva. Tað er sett
í system, nú hon er byrjað í
13g í Hoydølum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð,
at Erla av Vollanum byrjar í
miðnámsskúla.
- Eg fór í student á
Kambsdali í 2009 og gekk
har næstan tvey ár. Eg
royndi at tosa meg ígjøgnum
skúlan og lumpa meg ígjøg
num
bólkaarbeiðið,
og
tað gekk fyri so vítt væl.
Lærararnir søgdu enn tá við
meg, at tað gekk sera væl
í munnligum, samstundis
sum teir eftirlýstu skrivligu
uppgávurnar hjá mær. Til
síðst kláraði eg ikki meira,
greiðir Erla av Vollanum frá.
Erla av Vollanum hevur
asperger, og fyri hana merkir
tað millum annað, at hon
hevur sera trupult við at
fáa tankarnar fluttar yvir á
eitt pappír. Ein eginleiki, ið
annars er neyðugur fyri at
kunna ganga í skúla.
- Eg gekk í einum vanligum
flokki og fekk ikki hjálp við
mínum trupulleika. Eg kendi
tað, sum varð eg møtt við
spyrjandi eygum allastaðni,
sigur Erla av Vollanum.
Eftir eitt ár, har hon
millum
annað
var
á
listaskúla í Holbæk fór Erla
av Vollanum í fjør summar
í FHS. Fyri hana hevur tað
týdning, at rytman er í lagi.
- Eg vil hava kontroll á
støðuni. Eg vil vita, hvat eg
skal gera, og tí havi eg roynt
at hildið fast um skúlan. Eg
eri bangin fyri at koma úr
rytmuni, greiðir hon frá.
Erla av Vollanum stríddi
seg í gjøgnum skúlaárið í
FHS, men hevði ikki orku og
vón um meira.
- Nei, eg kláraði ikki meira
og fyrireikaði meg tí til at
fara til Danmarkar. Eg hevði
spart mær pengar saman
og eisini funnið eina íbúð
at búgva í. So eg var klár at
fara avstað. Eg vildi brúka
fyrsta árið til at arbeiða og
fyrireika meg til at fara í ein
studentaskúla, har tey hava
tilboð til fólk við asperger.
Eg kann ikki søkja inn á ein
skúla, men má kenna skúlan
og fólkini har áðrenn. Eg
má fara á staðið og tosa við
fólkini fyrst.
Nýggja tilboðið úr Hoy
dølum kom tó framum.
- Tað var mammusa hug
skot, at eg skuldi søkja. Eg
var ivasom, men hugsaði sum
so, at eg kundi altíð gevast,
greiðir Erla av Vollanum
smílandi frá.
Hon slapp gjøgnum nálar
eygað eftir upptøkuroyndina,
og er nú í holt við sína fyrstu
skúlaviku í Hoydølum.
Dreymarnir
Byrjanin í Hoydølum hevur
flutt Erlu av Vollanum nærri
dreyminum.
- Eg skal vera bókavørður.
Eg elski system og eg elski
bøkur. Tað er mín størsti
dreymur, og klári eg hesa
útbúgvingina, so er bara ein
útbúgving eftir, áðrenn eg
sleppi ígongd, greiðir hon
engagerað frá.
Meðan
hon
gekk
í
fólkaskúlanum, var Erla í
praktikk á Býarbókasavni
num í Havn.
- Eg hevði og havi enn
hendan dreymin um at sita á
einum stórum bókasavni, har
tað er heilt friðarligt. Har fólk
sita og lesa og onnur koma
og spyrja eftir einari bók. Tí
var eg rættuliga yvirraskað
av, hvussu nógv er at gera á
einum bókasavni, sigur Erla
av Vollanum og greiðir frá
um praktikktíðina:
- Eg sorteraði lánikortini
hjá øllum lánarunum, og
eg lærdi eisini systemið at
kenna. So nú veit eg, hvar allar
bøkurnar á bókasavninum í
Havn standa.
Erla av Vollanum hevur
eisini ein dreym um at gerast
rithøvundur.
Hon
elskar
at fortelja søgur. Men enn
knípur tað hjá henni at flyta
søgurnar úr høvdinum yvir á
pappír. Og triði dreymurin er
at gerast filmstjørna.
- Tað er tann dreymurin,
sum allar gentur hava eitt
ella annað stað. Men fyri
meg er tann dreymurin
ítøkiliggjørdur til ein dreym
um at vera ”voice-actor”,
tað vil siga at eg leggi
rødd
til
teknifilmar
og
animatiónsfilmar. Tað er mín
fjari gentudreymur, leggur
hon flennandi afturat.
Men fyrst er tað 13g í
Hoydølum.
Avbjóðingin
- Mín størsta avbjóðing er at
fáa tankarnar niður á pappír.
Tá eg hugsi og tosi síggi
eg fyri mær fleiri síður av
pappíri inni í høvdinum. Men
tá eg skal skriva tað niður á
pappír, blívur alt blankt.
Tað blokerar. Eg havi roynt
nógvar ymiskar teknikkir,
og nú royni eg at hugsa, at
eg tekni. Men tað er ringt, tí
ferðin á tonkunum er skjótari
enn hondin. Eg má gera alt
umaftur og umaftur, greiðir
Erla av Vollanum frá.
Hennara stóra ítriv er at
lesa.
- Eg elski at lesa. Júst
nú eri eg í gongd við triðja
bind av triologiini Daylight
War. Bara henda bókin er
800 síður. Sum heild dámar
mær best ævintýrkendar
bøkur. Tað hugtakandi við
teimum er, at eg gevist við
at analysera, tá eg lesi tær.
Hetta eru ævintýr, har alt
ber til. Og tá kann eg slappa
av, gevast við at analysera
og bara njóta bókina, greiðir
Erla av Vollanum frá.
Hon er tó greið yvir, at skal
hon hava húgvu á høvdið og
prógv í hondina, so má hon
eisini skriva. Ikki minst má
hon skriva uppgávurnar, ið
eru partur av pensum hjá 13g.
- Ja, tað veit eg. Og eg eri
komin hartil, at eg gleði meg
til at skriva uppgávurnar.
Men
samstundis
eri
eg
bangin. Tí eg veit ikki, um eg
fái nóg nógva tíð til at skriva
uppgávurnar.
Erla av Vollanum steðgar
á. Hugsar seg um.
- Kanska skuldi eg sett
míni egnu krøv longur niður,
leggur hon hugsunarsom
afturat.
Tað er tó trupult fyri hana
at sleppa tankanum um, at
alt skal vera perfekt.
- Tað skal jú vera rætt,
argumenterar hon.
Erla av Vollanum gevur
greitt til kennar, at sjálv
brúkar hon nógva tíð til at
kanna og analysera egnar
styrkir og veikleikar. Hon vil
læra og vita, hvat hon dugir
og ikki dugir.
Og
nýggja
flokkin
í
Hoydølum sær hon sum eitt
tilboð, ið avgjørt kann lofta
og styrkja hennara veiku
síður.
- Síðani eg var lítil, havi
eg vant meg við, at vónirnar
skulu ikki setast ov høgt. Men
higartil tykjast lærararnir
opnir og hjálpsamir, so tað
kann næstan bara ganga
væl.
Tey eru níggju næmingar í
13g. Meðan Erla av Vollanum
er typan, sum tosar nógv, so
eru nøkur av hinum ikki so
prátingarsom.
- Jú, restin av flokkinum
má eisini byrja at tosa, flennir
Erla og greiðir frá, at hini eru
rættuliga smæðin. Men tað
gongur rætta vegin, leggur
hon afturat.
Erla av Vollanum er opin
um sína støðu. Hon granskar
egnar eginleikar og hevur
ikki trupult við at seta orð á,
hvat asperger syndromið ger
við fólk.
- Nú eru vit í flokkinum
ikki
hardcore
asperger.
Men fyri okkum eru sosial
bond ring at knýta. Vit hava
trupult við kommunikatión.
Vit hava trupult við sosialum
relatiónum. Og vit hava ikki
góð ímyndingarevni, greiðir
hon frá.
Spurd, hvat tað merkir,
svarar hon við einum dømi.
-
Um
onkur
brúkar
myndatalu
og
sigur,
at
handan kvinnan er sum ein
rósa. So hugsa við aspergarar,
um hon nú hevur tornir, um
hon er grøn, ella hvussu hon
nú man vera. Fyri okkum
er trupult at skilja, at ein
kvinna kann síggja út sum
ein rósa.
Humor og ironi riggar
heldur ikki altíð at brúka.
- Nei, um onkur fortelur
eina joke ella roynir av vera
ironiskur, so kann eg hava
trupult við at fáa tað at
hanga saman, ið viðkomandi
sigur.
Men í 13g gongur rætta
vegin, eisini við tí sosiala,
heldur Erla av Vollanum.
- Ja, eg havi lagt til merkis,
at tá eg tosi, so skeitir
síðugentan yvir á meg. Hon
hyggur, hvat eg geri, og
nikkar. Men ja, enn er tað
mest eg, sum tosi, flennir
Erla.
Fríkorterini hava tó ikki
somu reaktión sum øðrum
skúlastovum í Hoydølum.
- Nei, tá tey siga, at nú er
fríkorter, so vera vit sitandi.
Inntil víðari gera vit sum
oftast tað. Men eg kenni
nøkur fólk her á skúlanum,
og eg havi tann eginleika, at
eg kann ikki lata vera við at
uppsøkja tey og tosa við tey.
So tað geri eg eisini viðhvørt,
greiðir Erla av Vollanum frá.
13g heldur til í skúlastovu
15 og 16, ovast uppi í høga
bygninginum í Hoydølum.
Onnur
stovan
er
vanlig
skúlastova, meðan hin er til
fríkorter og hvíld.
- Eg ivist eitt sindur í,
um vit hava loyvi til at taka
nakran annan inn her. Eg
haldi ikki, at tað er loyvi, tí
her skal vera friður, sigur Erla
við tilsipan til frístovuna.
Hon greiðir frá, at fólk við
asperger órógvast lætt, og
kunnu tí hava trupult við at
føra eina samtalu, um onkur
larmar við síðuna av.
Erla av Vollanum er úr
Fuglafirði, og hesa fyrstu
vikuna hevur hon koyrt
millum Fuglafjørð og Havn-
ina.
- Fyrstu dagarnar lænti
eg bilin hjá mammu, men so
skuldi hann á verkstað, og
eg mátti tí taka bussin. Tað
órógvaði nógv, at nú skuldi
alt broytast aftur, greiðir
hon frá.
Erla leitar eftir einari
íbúð í Havn, men eisini tað
er trupult.
- Eg var og leitaði í gjár,
men einki kom burturúr. Tað
órógvar meg nógv, tá eg havi
fleiri ymisk mál í senn. Tað
órógvar, tá eg ikki fái endað
ting, gjørt tey liðug.
Erla av Vollanum er tó við
gott mót.
- Enn hava vit ikki fingið
so nógv skúlating. Og tað er
gott, tí eg eri rættuliga ferdig,
tá eg komi heim aftan á ein
langan dag.
Síðani eg var lítil, havi eg vant
meg við, at vónirnar skulu ikki
setast ov høgt. Men higartil tykjast
lærararnir opnir og hjálpsamir,
so tað kann næstan bara ganga
væl. Tað sigur 23 ára gamla Erla
av Vollanum, sum valdi 13g í
Hoydølum fram um alternativið,
ið var at flyta av landinum