Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Bæði Faroe Ship, sum helst er størsta flutningsfelag í landi­num, og Norlink, mæla av­gjørt til, at Eystur­oyar­ tunnil­in verður almennur. Tað, sum er avgerandi fyri tey, er, at gjaldið fyri at koyra ígjøgn­um tunnilin, verður so lágt, sum gjørligt. Og tey eru sannførd um, at tað endamálið kann bara tryggjast við einum al­menn­ um tunli. Nú ætlanin er at gera Eystur­oya­rt­unnilin hevur nógv prát snúð seg um, hvussu nógv tað fer at koyra ígjø­g­num tunnilin. Í hesum sam­ban­di hevur verið ført fram, at ein privatur tunnil fer at vera munandi dýrari at koyra ígjøgnum enn ein al­menn­ur tunnil. Vit hava spurt onkr­ar av teimum stóru flutn­ings­fyri­ tøku­num, hvønn týdning, tunnils­gjaldið hevur fyri tey. Tey eru samd um, at tað hevur stóran týdning, at tunnilsgjaldið verður so lágt, sum gjørligt. - Bummgjaldið skal vera so lágt, sum gjørligt, sigur Jóhan­na á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sum helst er tann vinnufyritøka, sum hev­ur landsins størsta flota av farma­bilum av ymsum slagi, og sum sostatt eisini verð­ur tað felagið, sum kann væntast at brúka Eystur­oy­ artunnil eina mest –kanska allar­mest av øllum. Hon leggur afturat, at eftir tí, sum er komið fram, verður bummgjaldið mun­ andi bíligari við einum al­ menn­um tunli enn við einum privat­um tunli. - Tí mæla vit til, at tunnil­ in verður almennur, leggur hon afturat. Hon sigur, at bæði fyri tey í Faroe Ship, og fyri vin­nu sum heild, hevur tað avgerðandi týdning, at bumm­g­jaldið verður so lágt, sum gjørligt. - Eftir tí, sum er komið fram, er lítil og ongin trygd fyri, at eitt privat felag fer at leggja bummgjaldið so lágt, sum gjørligt og tað er ómeta­ liga órógvandi, heldur Jóhan­ na á Bergi. Hon staðfestir, at eitt priv­ at felag fer sjálvandi at seta prísin so høgt sum gjørligt fyri at skapa so nógvan vinn­ ing, sum gjørligt. Men í einum almennum tunli kann prísurin setast so lágt, sum gjørligt, sam­ stundis sum at hann alsamt kann lækkast, so hvørt ráðini vera til tað. - Tað hava vit sæð í Vága­tunlinum og Norð­oya­ tunlinum, har vit hava verið rætti­liga væl nøgd við prísin, og har prísirnir eru alsamt lækk­að­ir, so hvørt ráðini hava verið til tað. Stjórin í Faroe Ship sigur, at eftir tí, sum er komið fram higar-til, føla tey eg øgiliga ótrygg við at tað verður eitt pri­vat felag, sum fer at reka tunni­lin. Tí hevur Vinnuhúsið eisini mælt til landið tryggjar sær, at bummgjaldið verður so bíligt, sum gjørligt, og eftir tí, sum er komið fram higar­ til, verður bummgjaldið í einum almennum tunli mun­andi bíligari enn í einum privat­um tunli. - Tað sjónarmiðið taka vit und­ir við, sigur Jóhanna á Bergi. Hon heldur lítið um pá­ hald­ið um, verður tað ov dýrt at brúka tunnilin, fara fyri­tøk­ur og privatfólk bara a koyra eftir í gamla vegnum ístaðin. - Eg haldi, at tá ið ein so stór útbygging verður gjørd, eiga vit at fara eftir tí bestu loysn­ini. Sjálvandi er ein lítil sparing betri enn ongin spar­ing, men tá ein so stór verkætlan verður gjørd, eiga vit at gera tað bestu loysnina. Hon vísir eisini á, at sum støðan er nú, knípur tað alvor­liga at halda vegirnir, sum væl, sum teir eiga at vera hildnir. Og hon hevur rætt og slætt ikki álit á, at gamli vegur­in fer at vera hildin nógv væl, tá ið ein tunnil er komin. – Tí vænti eg , at í roynd og veru fara vit ikki at hava tveir veru­ligar vælmøguleikar, sig­ ur Jóhanna á Bergi. Jóhann Simonsen, stjóri í einum øðrum stórum flutn­ ings­felag, Norlink, er samdur. Hann heldur, at bumm­ gjaldið hevur stóran týdning og hann heldur eisini, at ein slík verkætlan eigur at vera al­menn. – Eitt privat felag fer bara at hugsa um at fáa so stóran vinning, sum gjørligt, men í einum almennum tunli kann prís­urin lækkast, so hvørt ráð­ini eru til tað. Tað hava vit sæð í teimum báð­um undir­sjóvar­tunl­un­ um, vit hava, sigur hann. Hann hevur prísurin bara gingið ein veg og tað er niður­eftir. – Tað kunnu vit ikki vænta, at eitt privat tunnils­ felag fer at gera, leggur aftur­ at. - Tað er ikki alt, sum tað er hósk­andi at hava á privatum hondum og vit mæla avgjørt til, at Eysturoyartunnilin verð­ur almennur, sigur hann. Eisini hann stúrir fyri, at er tunnilin fyrst komin, fara ikki so nógvir pengar at verða brúktir upp á at halda gomlu vegirnar. Á OCD, sum er ein onnur stór flutningsfyritøka, hava tey ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um hetta, men har vænta tey, at tey fara at brúka tunnilin, tí talan verð­ ur altíð um eina sparing. Á heilssøluni hjá Poul Han­sen hava tey heldur ikki hugs­að so nógv um, antin tunnil­in skal vera almennur ella privatur. Men tey leggja aftur­at, at tað hevur stóran týdn­ing, at bummgjaldið er so lágt, sum gjørligt. Flutningsfeløg vilja hava almennan Eysturoyartunnil – Eysturoyartunnilin skal vera almennur. Tað halda tvey av teimum stóru flutningsfeløgunum í landinum