Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Hann heldur harafturat, at tað er sera ódámlig mannagongd av sam­gongu­ ni, at hon brúkar fæið úr Landsbankanum til at keypa Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu til at at­kvøða fyri ætlanini um at lata eitt privat felag gera Eystur­oyar­ tunnilin. Tað, Bárður Nielsen sipar til, er, at løgmaður hevur víst á, at nu skal takast burt­ur av fænum í Gamla Lands­ bankanum til at seta í eitt a­l­ment partafelag, sum skal gera Sandoyartunnilin. Og samstundis hava teir báðir sandoyartingmenninir, Ger­hard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, gjørt heilt greitt, hvussu stóran týdn­ ing, Sandoyartunnilin hevur fyri teir, og at teir eru meiri enn vanliga freistaðir av ein­hvørjari loysn, sum kann slóða fyri, at hann kann gerast beinanvegin. - Tað er ógvuliga ódámligt, at føra politikk á hendan hátt og at keypa politikarar fyri pengar, vit hava lova at brúka til eitt eitt heilt annað enda­mál. - Fæið úr Landsbankanum skuldi nevniliga ikki fara til nýts­lu, tað hava vit lovað, sigur Bárður Nielsen. Bárður Nielsen vísir á, at tá ið Landsbankin varð niður­lagdur, lovaði sam­ gong­an nevniliga, at fæið í honum skuldi ikki fara til nýtslu, men skuldi vera part­ ur í gjaldførinum hjá lands­ kassa­num. - Men nú, bara fimm mán­ að­ir seinni, verður longu lagt upp til at bróta hetta lyft­ið og at brúka fæið til Sand­oy­ ar­tunnilin. Afturfyri at fáa Sand­ oyar­tunnilin, skulu Ger­hard Lognberg og Páll á Reyna­ túgvu bjarga sam­gongu­ni og atkvøða fyri, at eitt privat felag gera og reka Eystur­ oyartunnilin. Bárður Nilsen vísir á, at sam­gongan hevur longu stung­ið eina langtíðarætlan út í kortið og hevur samtykt at seta pening av til Sand­oy­ ar­tunnilin hesi næstu árini. - Samstundis er ein bólkur við umboðum úr øllum flokk­um sendur at útgreina, hvussu Sandoy og Suðuroy kunnu fáa fast samband við megin­økið. Og Bárður Nielsen heldur, at samgongan skal halda seg til tað ætlanina, hon hevur lagt og lata arbeiðsbólkin gera seg lidnan, so at sam­ ferðsl­an kann útbyggjast eftir eini heildarætlan heldur enn at samgongan sjussar seg fram frá máli til. Hann vísir eisini á, at tá ið Hovs­tunnilin varð gjørdur, varð niðurstøðan, at hann kundi ikki verða eitt alment parta­felag, tí hann hevði ong­an møguleika at kasta nakað av sær. - Tað hevur Sandoyar­tunnil­ in heldur ongan møgu­ leika til og tí kann hann heldur ikki leggjast í eitt parta­felag. - Men verða allir tunlar­ nir lagdir í eitt felag, verður av­kastið so mikið stórt, at tað ber til at fíggja Sand­oy­ ar­tunnilin við avkastinum, leggur hann afturat. Áki Bertholdsen Páll á Reynatúgvu, ting­ maðu­r, er til reiðar at verða koyr­d­ur úr Tjóðveldi fyri at fáa undirsjóvartunnil í Sand­ oy. Tað sigur hann við heima­ síðuna hjá Miðla­húsi­num, in.fo. Hann sigur, at nú Løg­ tingið viðgerð spurningin um at gera Eysturoyartunnil, er greitt, sum summir tinglimir í samgonguni taka ikki undir við ætlanini at tunnilin skal vera privatur. Tískil verður nú roynt at kopla Sand­oy­ar­tunnilin upp í við tí fyri eyga at fáa teir báðar Sandoy­ar­ting­ menninar at atkvøða fyri tí pri­vata Eysturoyartunlinum og samstundis bjarga sam­ gongu­ni. Gerhard Lognberg hev­ ur langt síðani gjørt greitt, at fær hann trygd fyri, at farið verður und­ir Sando­ y­artunnilin bein­an­veg­ in, er hann sinnaður, at atkvøða fyri einum privat­ um Eysturoyartunli, hó­ ast tað gongur beint ímóti politikkinum hjá Javn­að­ar­ flokkinum. Og Páll á Reynatúgvu ger somuleiðis greitt, at fær hann trygd fyri Sand­oy­ar­ tunlinum, verður tað rætti­ liga torført, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá honum at atkvøða ímóti eini ætlan um tað. Hetta verður hann noydd­ ur til, hóast tað merkir, at Eyst­ur­oyartunnilin verður privat­ur og hóast tað merkir, at tað beint av tí øvugta av tí, flokk­ur hansara, Tjóðveldi, vil. – Sandoy er við at doyggja út. Hetta er ein spurningur um lív ella deyð og finni eg ein máta at bjarga henni, fái eg ikki sagt nei, sigur hann. Hann leggur sostatt dent á, at tá ið atkvøðast skal um tunnil­in, fer hann eina og a­leina at atkvøða eftir síni egnu sannføring, sama hvat flokk­ur hansara, sigur. Hann sigur, at hann fer eisini, at atkvøða eftir síni egnu samvitsku, hóast tað sku­l­di fingið avleiðingar fyri hann í Tjóðveldi. – Tjóðveldi eigur at kunna rúma øllum tjóð­skapar­ sinnaðum. Eg havi størstu virðing fyri tjóð­veldis­hug­ sjón­ini. Men eg eri eri valdur á ting av veljarum og tað er fyrst og fremst teimum, eg standi til svars fyri meg. Og fær tað avleiðingar fyri meg, verður tað fyri teirra rokn­ing, sum koyra meg úr flokkinum, leggur hann aftur­at. Páll á Reynatúgvu ger greitt, at hann hevur ikki tik­ið støðu til, hvørja støðu, hann tekur í hesum máli. – Kanska taki eg ikki støðu, fyrrenn í síðstu løtu í ting­salininum og tá fari eg at at­kvøða fyri einum uppskoti, sum tryggjar okkum ein Sand­oyartunnil, um so Eystur­oyartunnilin verður al­menn­ur, ella privatur. Hann ásannar, at sand­oy­ ar­ting­menninir báðir verða kanska tungan á vágskálini. – Fremsta rað­ fest­ing hjá mær er at bjarga Sandoy og atkvøði eg fyri ein­um privat­ um tunli, skal tað tískil ikki leggj­ast út sum um at eg bjar­g­i­ samgonguni. Tað skal leggjast út sum um at eg bjargi Sandoy, sigur hann. – Men at­kvø­ðu­r hann fyri privata tun­li­num, skal æt­lan­ in fyri Sand­oy­ar­tunli­ num sam­stundis vera heilt ítøkilig, stað­fest­ ir hann. Ódámligt at samgongan roynir at keypa Gerhard og Páll - Verður fæið úr niðurlagda Landsbankanum brúkt til at fíggja ein Sandoyartunnil við, er tað lyftisbrot.Tað staðfestir Bárður Nielsen, tingmaður og formaður í Fíggjarnevndini Páll til reiðar at verða koyrdur úr Tjóðveldi