Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit mugu standa saman og halda fokus Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Takk fyri læruríka aft­ur­ svar­ið, Sjúrður Skaale. Havi ikki nógv at leggja afturat. Tú hev­ur gjørt greitt, hvat tú held­ur um uppboðssøluna, og hvønn týdning tað hevur fyri samfelagið, men tað er einki nýtt undir sólini. Standa saman Tað er ein sannroynd, at politiska skipanin er ósamd um, hvussu fiskivinnan skal stýrast, men tað er ikki tað, sum stríðið við ES snýr seg um. Spurningurin er, um vit skulu hava størri rætt til sild og makrel. Um vit halda fram við at góðtaka vánaliga býtið, ella um vit krevja okkara tjóðarrætt. Her er politiska skipanin samd. Vit eiga størri lut av stóra ríkidøminum. Tað er orsøkin til, at ES setur revsitiltøkini í verk. At Føroyar verða útihýstar frá donskum og ES havnum. At Føroyar standa við sviðið soð, tí lobbyistarnir hava bilt Damanaki inn, at Føroyar oyða fiskastovnin. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu halda okkum til. Halda fokus Vit verða noydd at halda fokus, um vit skulu vinna stríðið. Halda fokus, ikki flyta tað, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, royn­di í kjakinum í Klaks­vík. Tað var óneyðugt at saman­tvinna stríðið við ES við upp­boðs­ søluna, tí er tað nak­að, sum spjað­ir flokk­ar­arnar, er tað uppboðssølan. Tað er ein innanhýsis bardagi, sum flokkarnir taka, tá kvoturnar verða ásettar av nýggjum. Vit vinna ikki við at stríðast innanhýsis. Tað er tað, sum lobbyistarnir vilja. At vit stríðas tokkara millum, so hava teir betri argument fyri, hví vit ikki eiga størri kvotu. Latið okkum heldur standa saman, meðan ES útihýsir Føroyum. Halda fokus, meðan bylgjurnar bróta. Vit mugu standa saman og halda fokus, meðan stríðið við ES heldur fram… 3 milliardir eftir hæli – Steðgið ørskapinum! Jógvan Poulsen form. í Havnar Framburðsfelag (valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi) Góðar avgerðir brynja okk­ um til framtíðina og seta okkum í eina betri støðu. Vánaligar avgerðir seta okk­um í eina verri støðu. Kaj Leo Johannesen og Kári P. Højgaard eru við at treiska eina ómetaliga vána­liga avgerð niður yvir Føroya land, so vit missa: - 2 milliardir í vinn­in­gi av Eyst­ur­oy­ar­tunl­i­num í­ 30 ár. - 1 milliard í út­reiðs­lu av Sand­oy­art­un­li­num. Hetta hendir, um Løg­ ting­ið letur einum donsk­um felagi vinningin av Eystur­ oy­ar­tunlinum og spenn­ir skat­t­gjaldaran fyri at gjalda Sand­oyartunnilin. Hetta er “hol í høvdið”. Tað er heilt margháttligt, at løg­maður í Degi og Viku ger mál­ið til ein trúar­spurn­ ing. Ein og hvør 3. floks næm­ ing­ur sær, at vinningurin frá Eyst­ur­oy­artunlinum kann fíggja ein Sandoyartunnil. Tað er mín vón, at Fólk­ a­flokkurin, Bárður Niel­sen við nøkrum sam­bands­ting­ fólkum og Mið­flokk­urin steðg­að hesum ør­skapi­ num. Sand­oyingar fáa tunn­il við avlopinum frá Eyst­ur­ oyar­tunlinum. Hesum skul­ du sand­oy­ar­ting­menninir tik­ið und­ur við, tí hendan loysn­in ber á mál. Tað gera 150 mió.kr. á eini bankabók ikki. Frælsisneisti í 100 ár! Páll á Reynatúgvu Í dag hevði Erlendur Pat­urs­ son verið 100 ár, um hann fram­veg­is var okkara millum. Eing­in hevur í nýggjari tíð verið so bjartur viti á leið­ini móti frælsa landinum Fø­r­oy­ ar, sum Erlendur. Hann var, og er fram­vegis, ímyndin av hug­sjónini um at í Føroyum skulu føroyingar ráða. At landið er okkara, at ábyrgdin at gagnnýta møg­ u­leikarnar á vøkru oyggjum er okkara, og at skyldan at mynda framtíðina hjá kom­ andi ættarliðnum av før­ oy­ing­um býr í føroyskum barmi. Tað er leiðin móti fram­burði. Erlendur var javnan á gátt hjá okkum á Reynatúgvu. Pápi mín, sum var 5 ár yngri, still­aði upp saman við Erlendi, fyri Tjóðveldisflokkin í Sand­ oynni. Onkuntíð var stutt millum teir, men Er­lend­ur dróg longra stráið, og var valdur í Sandoyar Val­dømi, til hann valdi at stilla upp í Suðurstreymoy. Vin­ar­bond­ ini teirra milllum hildu til deyð­in skilti gøturnar. Tjóðarfrælsi Føroyinga og viðurskiftini hjá fiski­manna­ fam­iljuni, eru millum fremstu varðar sum Erlendur hev­ ur sett eftir seg á politiska víg­vøllinum. Útflytingin av fisk­i­mark­i­num er ein virði­ lig­ur varði eftir Erlend, og Norðurlandahúsið som­u­leið­ is. Einki er kortini týdn­ing­ar­ mikl­ari enn støðuga ar­beiðið at sáa treysti, árræði og vitan í føroyska fólkið, sum Erlendur so hegnisliga megn­ aði, hóast stríðið mangan man hava verið einsligt og køv­andi. Frælsisneistin livir enn í Før­oy­um, og kenni eg meg hepn­an at vera partur av sterka frælsisliðnum. Tí liði, sum uttan mun til ágang og brot­asjógvar­, stevnir móti sjálv­sagda málinum, at skipa Før­oyar sum okkara land, og okk­ara ábyrgd. Ein dag, og hann er ikki fjar­ur, útinna vit verkið, sum Erlendur og hansara lið gróð­ ur­settu í føroyska fólkinum. Tí í hjørtum okkara býr fræls­ið. Tunnilssýn forðar framburði Regin Winther Poulsen Formaður Unga Tjóðveldsins Seinastu dagarnir hava verið merkt­ir av stórum politiskum óveðri viðvíðkjandi strands­ ferðsl­u­út­bygg­ing­um. Stóra prátið snýr seg um, at suður­ øk­ið í Føroyum ikki hevur sam­band við miðstaðarøkið, með­an tey har norðuri frá, halda seg hava ov langt til mið­stað­ar­økið. Fyri San­d­ oynna snýr tað seg um, at ein tunn­il er tað einasta, ið kann bjarga oynni frá fullkomnari av­tofting, meðan tað fyri Eyst­ur­oynna snýr seg um, at eyst­ur­oyingar kunnu koma 10 – 20 minuttir skjótari til Havn­ar… fyri øll er tað ein spurn­ingur um at hava tætt sam­band við høvuðsstaðin. Men hvat nyttar alt hetta, um høvuðsstaðurin tapir í kapp­ingini við restina av heim­i­num? Øll tingfólk hava í hes­ um málum gjørt sína støðu greiða. Ongin av pol­it­ik­ar­ u­num hevur ráð til ikki at ynskja hendan annars so dýra tunnilin. Men kann tað veruliga vera so, at øll før­oysk tingfólk halda tað vera so skynsamt at gera ein tunnil nú? Hóast vit kanska hava ráð til báðar, og hó­ast tað er keðiligt, at ávísir út­ jað­ar­ar doyggja út, so er tað hin­vegin ein vanlukka, at vit missa fólk av landinum. Tað er keð­iligt fyri útjaðaran, at út­jaðarin missir í kappingini við høvuðsstaðin, men tað er ein vanlukka, at vit samlað tapa við allan heimin. Er tað onki tingfólk, ið heldur, at hes­ar milliardirnar kunnu nýt­ast betri aðrastaðni? Kári P. hevur sjálvur sagt, at tað er ein stórur váði í Skálafjarðatunlinum, tí vit ikki vita, um nóg nógv fólk eru at koyra gjøgn­um tunn­ ilin um 30 ár. Tað er kanska held­ur ivasamt, um so verður, men tað er ein sannroynd, at kem­ur tað ikki skjótt annar pol­i­tikkur á dagsskránna, so verða munandi minni fólk í Føroyum um 30 ár. Tí átti Kári P. kanska hugt at trup­ ul­leik­anum um, hvussu vit tryggja okkum, at her vera fólk um 30 ár. Hvat heldur hann um, at tað eru 80 – 90 lækn­a­lesandi føroyingar niðri? Hvussu ætlar hann at skapa arbeiðspláss til all­ ar lærararnar, ið mangla starv? Átti Kári P. kanska at lánt eina av milliardunum til starvsfelagan úr A­l­mann­ a­mála­ráð­num, soleiðis at tann lívslangi skattgjaldarin ikki skal liggja svøvnleysur, tí tað ikki er pláss til hann á ell­is­heimi, um hann so býr í Eyst­ur­oynni, Havnini ella Sand­oynni? Spurningurin er sjálv­ andi, um sandoyingar eft­ ir­hond­ini hava uppiborið hand­an tunnilin. Tað er ein sann­roynd, at tað hevði ver­ ið vent í fólkaminkingini í Sand­oynni. Men hóast tað fer at smakka beiskt, mugu sand­oy­ingar kanska liva við, at tað enn ikki átti at ver­ið tann fremsta íløgan hjá før­ oy­ingum í dag. Tað er í øll­ um førum onki, ið talar fyri, at teir fáa sín tunnil, um tað verð­ur ein privat loysn. Ein klokka eigur at ringja, tá ið hægsta ráðgeving á øki­num sigur, at ein privat loysn kann koma at kosta upp til 3 milliardir meira. At fram­ ferðarhátturin hjá lands­ stýr­is­mann­i­num hevur ver­ið so vánaligur, sum han hev­ur verið, er ófatiligt, og tað prógv­ar bara dugnaloysi hjá løg­manni, um hann ikki loys­ir landsstýrismannin úr starvi. Hendan samgongan hev­ ur brúkt tað mesta av síni orku at seta lægri skatt á dagsskránna, og tað er til at skilja í tann mun, at skatturin er høgur í Før­ oy­um. Men júst tí áttu før­ oy­ingar ikki at góðtikið, at hes­ir skattapengar verða brúkt­ir til tað, teir verða. Tað má vera soleiðis, at tær týdn­ingarmestu íløgurnar verða gjørdar, áðrenn mann fer at stytta um 20 min. hjá norðoyingum. Vit áttu held­ur at tryggjað okkum sa­m­halds­ fast­ar ábøtur á eldra­øk­i­num, vit áttu at tryggjað okk­um, at Føroyar eru eitt alt­er­n­ativ, tá ung eru liðug við lok­nan lesnað, og vit áttu at tryggjað okkum, at skatt­gjaldarans pengar ikki fara til loka­l­pol­it­ isk­ar ørvitisætlanir, tá ið tað er so nógv annað, ið manglar í Før­oyum.