Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frank og flogvøllurin Heðin Mortensen Borgarstjóri Í almennari grein leggur Frank Davidsen Tórshavnar kommu­nu undir at hava stað­ ið fyri eini ”miljardaætlan” við Stórutjørn, sum hevði verið ”størsta byggigøla í Før­ oya søgu”, og tað hevði verið ”skattaborgarin í Tórs­havn sum hevði kent fíggjar­l­iga sviðan av hesi øðr­vitis­ætl­ an”. Um alt er líka eftirfarandi sum hetta, sum Frank David­ sen skrivar um í hesi grein, so er sera lítið høpi í saman­ lagt. Í fyrsta lagi hevði Tórs­ havn­ar kommuna onki við ætlan­ina við Stórutjørn at gera, annað enn at vera loyvis­gevi og eftirlit eins og í øllum øðrum byggimálum. Í øðr­um lagi var tað eitt pri­ vat felag, ið stóð fyri hesi æt­ lan, sum hvørki kommuna ella borgarar á nakran hátt fíggja­r­liga bóru nakra ábyrgd av. Ongar visjónir Eins og fleiri onnur óttast Frank eina stóra íløgu í ein al­ tjóða flogvøll á Glyvursnesi, m.a. av tí orsøk, at ”avkastið er so lítið” og at tað bara eru ferðafólkini, sum kunnu gjal­ da gild­ið við hækkandi ferða­ seðla­prísum. Hetta sýnir ógvuliga væl, hvørj­um stigi, kjakið um flog­ vøll liggur á. Her eru ongar visjón­ir, onki hugflog, ongin vilji. Samstundis sum vit verða útistongd frá granna­mark­ nað­um duga vit ikki at síggja møgu­leik­an at flyta heimsins bestu vøru loftvegis til fjarar og ríkar marknaðir. Tað høvdu vit kunnað við einum flog­vølli á Glyvursnesi. Meðan vit brúka miljónir uppá at lokka vælhavandi ferða­fólk til Føroya og selja Før­oyar sum konferansuland burtur­av, so kunnu vit ikki tryggja teimum at kon­feran­ san verður hildin, uttan tey koma til Føroya eina viku frammanundan og taka frí nakrar dagar eftir kon­ferans­ u­na. Hesa trygd kundu tey fing­ið við einum flogvølli á Glyvurs­nesi. Tað er rættiliga hug­ stoytt, at vit bert síggja inn­ tøku­møgu­leikar í ferðafólki millum Kastrup og Vágar, meðan vit á hini síðuni seta almenn­an pening í stórar visjón­ir um at heimsins rík­ astu skulu eta føroyskt á heim­sins bestu matstovum í útheimi, ella koma higar sum gastroturistar at ríka okk­um upp. Og samstundis flýg­ur alt sambandið millum Ev­ropa og Amerika beint uppi­yvir høvdinum á okkum og hevur hvørki pláss ella at­ støð­ur til at lenda. Í niðurstøðuni í kann­ing­ ini hjá Asplan í 2006 varð stað­fest, at fjóðra hvørt flog­ far um Vága floghavn var seink­að meira enn 4 tímar. Hóast stórar útbyggingar og nýgg­ja tøkni er støðan fram­ veg­is óhaldbær. Í ár hevur verið heilt galið. Og so tosa vit aftur og fram­haldandi um reglusemi. Og vit kunnu umaftur og umaftur staðfesta, at høvdu t.d. oyggjaleikirnir verið í Før­oyu­m í 2013, so hevði tað verið ein skandala. Og tað er við bivandi hjarta, at nakar fer undir at fyriskipa altjóða til­tøk í Føroyum undir ver­ andi umstøðum. Hvat er ein altjóða flogvøllur? Ein altjóða flogvøllur er ein flog­havn, sum kann taka ímóti altjóða flogferðslu, ferðafólki og farmi. Hetta merkir, at talan skal vera um eina floghavn, sum lýkur øll myndugleikakrøv til inn- og útflúgving við stórum ferða­ fólka- og frakt­flog­førum. Og vit kunnu so enn eina­ ferð endurtaka, at endaliga niður­s­tøðan hjá Landsverk í kann­ingini í 2010 var, at tað ser­liga við Glyvursnesi í mun til hinar møguleikarnar er, at her ber til at gera fløgvøll heilt upp í 2,7 kilometrar, og tí er henda loysn tann best fram­tíð­artryggjaða. Har­um­ framt er ongin trupulleiki við turbolensi, sum er ein av trupul­leikunum aðrastaðni. Í fjør kom nýggj frá­ greiðing um reglusemið í sam­bandi við turbolens, har kann­ing­arnar umfataðu Vágar, Søltuvík og Glyvurs­ nes. Niðurstøðan er stutt og greið: ”Av teimum trimum pláss­unum, sum eru kann­að, er Glyvursnes best eg­naða stað til alternativan flog­ vøll!” Íleggjarar Eitt annað, sum vísir vantandi ímyndingarevni í dagsins kjaki er, at orðadrátturin altíð endar við, at fólk fara at tosa um, hvussu stór íløgan verður fyri Havnina og landið alt, hvussu kostnaðarmikið tað verður fyri tey ferðandi o.s.fr. Hetta er fullkomiliga visjóns­leyst møsn. Ein ætlan um ein altjóða flogvøll má inni­bera, at vit finna áhug­ aða­r íleggjarar kring allan heim, sum hava áhuga í at millum­lenda, fáa tænastur á leið­ini, at flyta farm og/ella ferða­fólk. Teirra áhugi má so sjálv­andi vera, at hetta verður gjørt so bíligt sum gjørligt, til tess at vekja áhuga og til tess at taka bardagan upp á mark­naði­num. Ein ørgrynna av flog­før­ um við túsundtals av ferða­ fólki og tonsum av farmi flúgva uppiyvir høvdinum á okkum hvønn dag. Tað kann meira enn so vera, at fleiri av hesum hava áhuga í at millumlent eftir farmi ella bert til bunkring og tænastur. Útlendsk flog­ feløg eru longu áhugað, neyv­an bara til at kappast um ferðafólk við Atlantsflog. Olju­vinnan kann knappliga seta ovurhonds krøv til loft­ flutn­ing, ferðavinnan kann eisini fáa størri flog eitt nú við eindagsturistum og golf­ turistum v.m.. Her vantar eitt stórt kann­ingar­arbeiði. Men tað má gerast. Leggja lunnarnar Men tað er eingin grund til at leika so í um okkara æt­ lanir. Sum áður nevnt eru vit farin undir stórarbeiði á Glyvursnesi, sum er ein treyt fyri, at vit fáa oyggja­ leikirnar hendavegin í 2019. Samstundis hava vit sam­tykt at fara undir at víðka Tórs­ havnar havn og at taka grót­ ið til endamálið av Glyvurs­ nesi. Í hesi prosessini leggja vit heilt nátúrliga soleiðis til rættis, at atlit verða tikin til ein komandi flogvøll á Glyvurs­nesi. Lat ongan iva vera um tað. Vit skulu nú í gongd við stórt lendisarbeiði, og onki er meira nátúrligt við hópin av stórum maski­ num í økinum, enn at eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll samstundis og spakuliga fer í gongd í øki­ num. Eg eri fullkomiliga sann­ førd­ur um, at ein flogvøllur á Glyvursnesi í framtíðini verð­ur ein treyt fyri eina væl­virk­andi ferðavinnu, eina um­fat­andi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu. Ger Lív ótryggar íløgur? Eyðstein Djurhuus formaður í Skipara- og Navigatørfelag Í samrøðu við miðlarnar segði Rune B Róin at Skála­ fjar­ar­tunnilin var ein sera vága­full íløga. Lív er sum kunn­ugt partur av hesi verk­ ætlan við uml 20 % av ílø­g­ uni, sum uppá meir enn eina mill­iard. Eg víl tí spyrja leiðsluna í Lív um, hvussu tað ber til at Lív kann gambla soleiðis við pensjónspengunum hjá sín­ um kundum. Eg kenni meg als ikki tryggan við støðuna tá høvðusíleggjarin í hesi verk­ætlan alment sigur at her er talan um stóran vága. Landstýrismaðurin í Inn­lend­ is­mál­um hevur eisini roynt, at rætt­vísgjørt treytirnar í loyv­is­sáttmálanum við, at her er talan um stóran vága fyri íleggjaran. Seinasta ári hevur verið roynt at selja Lìv til eitt samtak av fakfeløgum. Tað fer neyvan, at lætta um hesa til­gond, um Lív hevur bundið hópin av peningi í eina ó­trygga íløgu. Fyri 2 árum síð­an mátti stórur partur av kundunum frásiga sær rentu­ garantiin, fyri at forða fyri at Lív fór á húsagang. Hvussu ber tað til at Lív so stutt eftir hetta kann kasta seg útí eina sera ótrygga íløgu við minst 200 milliónum. Eg vænti at leiðslan í Lív gevur kundum sínum svar uppá hesar spurningar. Kommun­ isman gevur lágan prís Politisk fiskivinna gagnar ikki samfelagnum Sjúrður Skaale Góði Hanus Samró! Eg haldi eg havi sagt tað, sum eg havi at siga, men tá tú setir mær ein beinleiðis spurn­ing, skal eg kortini svara. Eg havi nevnt, at prís­ uri­n, sum føroysk skip fáa fyri pelagiskan fisk, er sera lág­ur í løtuni. Tað er einki loyndar­mál. Tú spyrt: “Hvussu kanst tú samantvinna upp­boðs­ sølu­na við vánaliga prísin, tá tað ikki hevur nakað við hvørt annað at gera?” Tað eg havi sagt er, at enda­málið við fiskiskapi er pengar. Yvirskot. Tonsini eru einki endamál í sjálvum sær. Vit mugu hava eina skip­an, sum gevur sum mest av pengum fyri hvørt tons. Ein slík skipan er eftir mín­um tykki frí kapping mill­u­m aktørarnar í vinnu­ ni. Tað rópast kapitalisma. Henda kapping skal fara fram innan greiðar, jurid­ iskar karmar, sum eru líka fyri øll. Tað rópast rættar­ trygd. Men slíka skipan hava vit ikki nú. Í løtuni stýr­ir Fólka­flokkurin fiski­skapi­ num eftir makreli og sild, og hann heldur ikki, at frí kapp­ ing skal gera av, hvør slepp­ur at fiska. Besta hug­skot­ið og mesti effek­ti­vi­te­t­ur­in skulu ikki vera av­ger­andi. Í staðin fyri fría kapping hava vit politiskar avgerðir. Polit­iska valdið ger av hvør slepp­ur av fiska, hvussu nógv viðkomandi sleppur av fiska, og hvussu nógv skal rindast í avgjaldi til lands­kassan fyri hvørt kilo. Tað er meira kommunisma enn kapitalisma. Reiðaríini kappast heldur ikki eftir gjøgnumskygdum regl­um, sum eru líka fyri øll. Tað avgerandi er, sum onk­ ur segði, at kenna tele­fon­ nummarið hjá lands­stýris­ manninum. Rættartrygdin er altso eisini sett til viks. Vit hava tað, sum bretar rópa “rule of man” í staðin fyri “rule of law”. Aðrastaðni hevur tað víst seg, at slík politisk stýr­ing av vinnulívinum ikki gav góð úrslit. Betur hev­ur hildnast, har fólk eru sloppin at royna seg í fræls­ari kapping, har tann mest effektivi vinnur, og tann minst effektivi verður kroystur út. Úrslitið av hesum er størri avkast. Í fyrsta lagið til vinnuna; í øðrum lagi til sam­felagið. Eg eri ikki í iva um, at frí kapping undir greiðum polit­iskum treytum hevði givið betur úrslit, enn polit­ iskt útlutaðar kvotur og polit­iskt ásett avgjald. Tann kommunisma, sum Fólka­flokkurin stendur fyri, er ikki vegurin at fara.