hósdagur 22. august 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri av Reyni
Til lukku við teimum 65 í
2013.
Mark Twain vitjaði í tí
Heilaga landinum í 1867 og
skrivaði um tað, hann sá, í
Innocents Abroad. Tá segði
hann millum annað um hetta
umráðið:
“Eitt oyðið land, uttan
vøkstur og íbúgvar.” Og víð
ari segði hann: “Eitt oyðið
land við ongum íbúgvum,
har jørðin er góð, men har
ókrútið hevur valdið. Eitt
tigandi sorgarbundið stað,
ein oyðimørk. Vit sóu ikki eitt
menniskja á allari ferðini og
neyvan eitt træ ella ein runn
nakrastaðni. Sjálvt oliven
træðið og kaktusurin, hesir
føstu vinir hjá virðisleysari
jørð, vóru eisini sjáldsamir.”
Í Esekiel 36, versini 8 – 11
stendur:
8 Men tit, Ísraelsfjøll, á
tykkum skulu greinarnar
vaksa aftur, og tit skulu bera
Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí
tey skulu skjótt koma aftur.
9 Tí Eg komi til tykkara, Eg
skal venda Mær til tykkara,
og tit skulu verða dyrkað og
sáað.
10 Eg skal lata menniskju
koma niðan á tykkum – alt
hús Ísraels – í býunum skal
aftur búgva fólk, og toftirnar
skulu verða upp aftur bygd
ar.
11 Ja, Eg skal lata nøgd av
menniskjum og fæi koma
niðan á tykkum, og tey skulu
nørast og vera fruktbør; Eg
skal lata fólk búgva á tykkum
sum í fornum tíðum og gera
tykkum enn meiri gott enn
í hini fyrru tíð tykkara – og
tit skulu sanna, at eg eri
Harrin.
Onkuntíð verður sagt, at
Ísraelsfólk hava onki at gera
í Miðeystri og enn minni í
Samaria og Judea (Vestara
Áarbakka).
Søguliga sæð hava jødar
búð í hesum økinum í fleiri
túsund ár, líka síðani Ábra-
ham, ættarfaðir teirra, kom
hagar, og eftir útlegdina í
Egyptalandi.
Ár 70 er ein jødiskur upp
reistur
ímóti
rómverjum,
og tað jødiska templið og
Jerúsalem verða løgd í oyði.
Søguskrivarin
Josephus
sigur at 1.100.000 fólk vóru
dripin, harav tey flestu vóru
jødar. 97.000 vóru tikin til
fanga og blivu trælir.
Í árinum 135 er ein síðsti
jødiskur uppreistur ímóti
rómverjum (Bar Kochva upp
reisturin), og jødarnir hava í
3 ár valdið yvir tí, sum eftir
er av Jerusalem, men eftir
hetta verður uppreisturin
niðurbardur og nógvir jødar
dripnir. Fleiri hundraðtúsund
verða vístir av landinum ella
seldir sum trælir. Navnið
Judea var broytt til Palestina,
og jødar høvdu onga atgongd
til Jerusalem, og býurin bleiv
endurbygdur við nýggjum
navni. Eftir hetta hevur
tað
jødiska
fólkið
verið
spjatt út um tað mesta av
heiminum, men ein leivd
hevur alla tíðina búð har.
Teimum útlagnu hevur tó
alla tíðina longst heimaftur.
Kend er heilsanin millum
jødar í útlegdini: “Næsta ár í
Jerúsalem.”
Tað eru fleiri hundrað ár
síðani, at teir fyrstu jødarnir
fóru at flyta aftur til tað
lovaða landið.
Vegna mikla atsókn fóru
fleiri jødar úr Russlandi í
1880unum.
Pogromer (atsóknir) fyrst
í 1900-talinum í Russlandi
høvdu við sær, at nógvir
jødar frá 1904 til 1941 fóru
til
Palestina.
Jødiskir
felagsskapir savnaðu inn
pening um allan heim og
keyptu
jørð
í
Palestina,
har hesir jødar búsettust,
og
bóndasamfeløg
vóru
grundað.
Theodor Herzl livdi árini
1860 – 1904. Hann grundlegði
politisku
zionistisku
rørsluna. Í 1896 skrivaði hann
bókina Der Judenstaat. Herzl
var væl fagnaður, serliga
av
eystureuropeiskum
og
russiskum
jødum.
Í
1909 verður tann fyrsta
kibbutzin
(sosialistiskt
bóndasamfelag) sett á stovn.
Sama árið verður býurin Tel
Aviv bygdur undir liðin av tí
arabiska havnarbýnum Jaffa.
Hesi árini flyta eisini nógvir
arabarar til Palestina.
Í 1914 eru o.u. 85.000 jødar
og o.u. 500.000 arabarar í
Palestina. (Israel Online).
Eitt sera týdningarmikið
stig
á
leiðini
til
at
endurstovna tað ísraelska
ríkið var Balfouryvirlýsingin,
sum
kom
í
1917.
Í
Balfouryvirlýsingini
lovar
tann bretska stjórnin at síggja
við vælvild á, at jødarnir fáa
eitt tjóðskaparligt heim í
Palestina, við virðing fyri
teimum, sum í umráðnum
búgva.
Í apríl 1920 varð hildin
ein friðarráðstevna í San
Remo í Italien við luttøku av
teimum sameindu londunum
undir fyrra heimsbardaga,
m.a. Onglandi og Fraklandi.
Í niðurstøðuni á hesum
fundi varð staðfest, at alt
Palestina skuldi verða tað
tjóðskaparliga heimið hjá
jødum úr øllum heiminum.
Lord Curzon segði: “That
Palestine was in the future to
be the National Home of the
Jews throughout the World.”
Um ein lesur tann enska
og tann franska tekstin,
sum var skrivaður á hesi
friðarráðstevnu 24. apríl 1920,
so sæst, at Palestina var tikið
úr tí Ottomanniska ríkinum
við tí eina endamálinum
at stovna eitt heim og ríki
fyri jødarnar. Niðurstøðan
á San Remo ráðstevnuni
varð tikin til eftirtektar av
Fólkaforbundinum, sum var
áðrenn ST.
Ongland leyp seinni frá
avtaluni og gjørdi nógv fyri
at forða jødum í at koma inn
í landið, meðan teir høvdu
ræðið á mandatinum. Tá
ið Hitler kom til valdið í
1933 fluttu nógvir jødar úr
Evropa.
Árini 1933-1936 komu o.u.
175.000 jødar til Palestina.
Í 1936 vóru 370.000 jødar í
Palestina og arabararnir vóru
o.u. 950.000. (Israel Online). Í
1937 sigur Nazitýskland seg
ikki taka undir við, at landið
(Palestina)
verður
lutað
sundur ímillum arabarar og
jødar, og ger tað alt fyri at
standa seg væl í eygunum
á arabarum har. Muftien
í Jerúsalem, Haj Amin al-
Husseini, tekur undir við
Týsklandi
og
nýtir
tess
antisemittisku propagandu.
Sum tøkk fáa arabararnir í
Palestina vápn úr Týsklandi
at stríðast ímóti jødunum
við. Ongland kom í 1938 við
eini ætlan, har arabarar og
jødar skuldu sameina síni
peningaligu
viðurskifti,
soleiðis
at
arabararnir
kundu fáa lut í tí jødisku
framgongdini. Tann jødiski
staturin skuldi verða 1/20
partur av Vesturpalestina ella
1/100 partur av tí upprunaliga
mandatumráðnum. Jødarnir
vístu hesum aftur og søgdu,
at teirra land bleiv ov lítið.
Arabararnir
søgdu
eisini
nei, av tí at teir als ikki vildu
góðtaka, at jødarnir fingu
nakað land yvirhøvur.
Hóast hetta valdu jødarnir
í 1939 at vera saman við
Onglandi í stríðnum ímóti
nazismuni.
Mong fólk halda, at Ísrael
hevur hertikið Samaria og
Judea (Vestara Áarbakka).
Hetta er als ikki so. Jordan tók
hetta umráðið í 1948, tá ið tað
saman við Egyptalandi, Sýria
og fleiri arabiskum londum
royndi at týna tann nýggja
ísraelska statin. Tá ið Jordan
saman við Egyptalandi og
Sýria aftur leyp á Ísrael í 1967,
var hetta umráðið tikið frá
teimum aftur. Jødarnir hava
eftir altjóða rætt fullan rætt
at búseta seg í hesum øki.
Eg taki eitt brot úr bókini
The Legal Foundation and
Borders of Israel under
International Law av Howard
Grief. Síða 32 frá reglu 3.
Tá ið altjóða lóg í formi
av San Remo niðurstøðuni
góðkennir, at tann juridiski
yvirrætturin
yvir
øllum
tí
søguliga
Palestina
og
Ísraelslandi er givin tí jødiska
fólkinum,
kann
hvørki
hægsti rættur hjá teimum
viðkomandi
sameindu
londunum, Fólkaforbundið,
ella ST, sum kom aftaná,
síðani
endurnýggja
ella
broyta
jødiskan
yvirrætt
við eini nýggjari avgerð.
Bindandi ognarrættur ella
rættur til Palestina er við
alla fluttur til tað jødiska
fólkið, og ein og hvør rættur,
sum tey leiðandi sameindu
londini
frammanundan
høvdu í hesum landinum, er
burturdottin, eftir at ríkið er
sett á stovn. Tá ið tað kemur
til Fólkaforbundið, hevði tað
ongan myndugleika í sínum
viðtøkum at taka burtur rætt
jødanna til yvirveldið yvir
nøkrum parti av Palestina
og tann ætlaða jødiska statin
undir bretska mandatinum.
Ei heldur kann ST undir
sínum Charter gera hetta.
Um hesir felagskapir veruliga
høvdu hendan rætt mótvegis
Palestina
og
ísraelslandi,
hevði yvirrætturin hjá hvørji
tjóð í heiminum yvir sínum
egna umráðið verðið í sett í
vanda. Howard Grief.
Í 1947 samtykti ST at luta
palestinamandatið í tveir
statir: ein jødiskan og ein
arabiskan
stat.
Jødarnir
góðtóku hesa ætlan, men
tann Arabiska Ligaen vildi
ikki góðtaka hetta.
Tann 14. mai 1948 var
tann ísraelska tjóðin sett á
stovn. Dagin eftir lupu fleiri
arabisk lond á Ísrael við tí
ætlan at blaka allar jødar í
havið. Hetta miseydnaðist
sum kunnugt.
Tað búgva nú o.u. 8
milliónir fólk í Ísrael. Av
hesum eru o.u. 6 milliónir
jødar
(JEWIS
VIRTUAL
LIBRARY) apríl 2013.
Eg
endi
við
nøkrum
versum
úr
5.
Mósebók,
kapitul 30, vers 1 – 5:
1 “Táið tá alt hetta kemur
yvir teg, signingin og bannið,
sum eg havi lagt fyri teg, og
tú tekur tær tað at hjarta úti
millum øll fólkini, ið Harrin
Gud tín fer at reka teg burtur
til,
2 og tú av øllum hjarta
tínum og allari sál tíni vendir
við til Harran Gud tín og
hoyrir rødd Hansara í øllum,
sum eg í dag gevi tær boð um
- bæði tú og børn tíni –
3 tá skal Harrin Gud tín
venda lagnu tíni og vísa tær
náði og savna teg saman
aftur frá øllum fólkunum, ið
Harrin Gud tín hevur spjatt
teg ímillum.
4 Um tit so eru rikin burtur
líka at enda himmalsins,
skal Harrin Gud tín savna
teg saman og fara higar eftir
tær.
5 Harrin Gud tín skal leiða
teg til landið, ið fedrar tínir
áttu, og tú skalt fáa tað í ogn;
Hann skal gera væl við teg og
lata teg nørast, enn meiri enn
fedrar tínar.
Ísrael
17 Sangarar væl dámdir í Sveis á øðrum sinni
17
Sangarar
=
Excelent,
gorgeous, brilliant, er skoðs
málið kórið hevur fingið frá
hotelstjóranum á Park Hotel
Brenscino
Í juli mánaði vóru 17 Sang
arar á ferð í Sveis eftir inn
bjóðing at hava tvær kon
sertir, í sambandi við at Park
Hotel Brenscino í Brissago
fylti 100 ár. Hotellið, sum
verður væl vitjað, liggur í
einum sera vøkrum um
hvørvi í Suðursveis, við Lago
Maggiore sjógvin.
Hetta er onnur ferðin
kórið er boðið at syngja har.
Fyrra ferðin var í 2004, ein
ferð sum kom í lag í samstarvi
við Moniku Stauss Joensen.
Tað tykist sum um 17
Sangarar eru væl dámdir har
og hava fingið sera gott um
mæli bæði frá sjálvum hotell
inum og gestum.
Ein heilsan frá stjóranum
á hotellinum, Martin Faes
ljóðaði nakað soleiðis við eini
yvirskrift:
“17 Sangarar = Excellent,
gorgeous, brilliant”
og síðani sigur hann víðari
nakað soleiðis:
“Tað var ein stór gleði fyri
okkum at hava 17 Sangarar
úr Føroyum sum gestir. Kon
sertin leygardagin 20. juli í ár
var ótrúlig, allir gestir okkara
vóru vælnøgdir og eg fekk so
nógv og góð skoðsmál.
Eisini
sunnukvøldi,
tá
konsertin var lættari og sum
undirhald, var framúrskar
andi, øll frøddust um at kun
na vera har og lurta eftir 17
Sangarum.
Vit ynskja at takka kóri
num hjartaliga fyri at syngja
“Congratulations of 100 year
of Park Hotel Brenscino”.
Vit ynskja 17 Sangarum
alt tað besta frameftir og
vóna, at vit síggjast aftur í
framtíðini”.
Umframt
at
syngja
norðurlendsk løg og onkr
an týskan sang, hevði kórið
við sær myndir og frágrei
ðingar úr Føroyum, sum
vóru fingnar til vega frá
Ferðaráðnum og Klaksvíkar
Kommunu, sum varð víst á
skýggja.
Fleiri vitstu nakað um
Føroyar, men mong høvdu
ikki hoyrt um Føroyar og
vitstu ikki, at tað var til, og
til stuttleika, vóru onkrir av
gestunum enntá úr Eystur
ríki, sum ikki høvdu hoyrt
um Føroyar.
Annars kann sigast, at
17 Sangarar nú fara undir
heyst- og jólaskránna.
Martin Faes, hotelstjóri greiðir gestum
frá um 17 Sangarar og Føroyar