hósdagur 22. august 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað stóra mennandi samhaldsfasta
takið um suðurleiðina
Hanus Vang
Verkfrøðingur
Hetta uppskot snýr seg um
tunnil til Suðuroyar, har allar
oyggjar á leiðini verða knýtt
ar uppí.
Tað hugskotið er í sjálv
um sær ikki nýtt, men verð
ur hann gjørdur, sum her er
hugsað, so eru fleiri slóð
brótandi nýggjar hugsanir
frammi í verkætlanini.
Hugsanin er at norðurendin
verður havnarmegin Velba
staðháls, og so verður farið
niður á neyðugt dýpi sambart
komandi seismiskum kann
ingum.
Tað dýpi er kanska eini
120 metrar undir 0.
Síðani verða Hestur, Sandoy,
Skúgvi og møguliga Stóra
Dímun knýttar í tunnilin á
tann hátt at borað verður frá
høvuðstunnlinum og upp á
hesar oyggjar.
Soleiðis verður Suður
leiðin tryggari, tí ikki verður
so ovurhonds langt ímillum
rýmingarleiðir, eins og ódýr
ari luftskifti fæst.
Trygdarkrøvini
eru
jú
samsvarandi tunnilslongd.
Suðurendin
verður
norðanfyri Sandvík, soleiðis
at sleppast kann undan at
fara niðurum næst niðastu
basaltfláir.
At gera ætlanina soleiðis
kemur at spara væl av
brennievni, tí ferðslan ikki
skal so ofta upp.
Tá fleiri oyggjar sum ikki
hava rottur, fáa fast sam
band, verður neyðugt at
rottutryggja tunnlarnar. Tað
kann helst gerast við eini
jarnfóðring við nakað væl av
el-streymi í.
Ofta hoyrist um høgan
rakstrarkostnað fyri undir
sjóvartunnlar, tí dýrt er at
pumpa lekavatnið upp.
Man ikki vera møguligt at
seta harðari krøv til betong
tetting, soleiðis at lekarnir
vera færri og smærri?
Tað er eitt sindur løgið at vit
vilja fylgja nøkrum hørðum
norskum vegareglum um
tunnlar, sum teir ikki fylgja
sjálvir.
Tí er roknað við her at
oyggjaíbindingar
kunnu
vera 80 promillur, ella 8 senti
metrar fyri meturin. Tað er
tað strembað verður eftir í
landsvegakervinum.
Í norskum vegareglum plagdi
at standa: ”Der kompenseres
i kravene for dyrt terræng”.
Sjálvandi eiga trygdarrúm
við O2-útgerð at gerast á
leiðini.
BAKSTØÐIÐ:
Tey flestu trúgva at vit eina
ferð fara at fáa fast samband
til Suðuroyar, sjálvt um vit
hoyra mest um Skálafjarð
artunnil og Sandoyarleiðina
nú í tíðini.
Longu nú hoyrist um
møguleikan at gera ferju-
havn á Sandi og í Hvalba, tá
Sandoyartunnilin er veru
leiki.
Tá tað er framt verður
helst farið undir Suður
oyartunnil, eins og tunnil
til Sandoyar reiðiliga kom
fram, stutt aftaná at betraða
ferjusambandið um Gomlu
rætt var komið.
Soleiðis er eyðsæð, at tørv
ur er á eini skilagóðari fram
tíðarætlan, sum kann lagast
til fíggjarorku samfelagssins,
og sum samanborin við ferju
samband verður lønandi.
Sjálvandi kann hetta eisini
gerast heilt skjótt um fíggjar
orka verður tøk til at byrja
arbeiði fleiri staðni í senn.
Um ikki so mong ár,
verður tørvur á nýggjari
Suðuroyarferju, sum helst
fer at kosta eina miljard ella
hálva aðru..
Eisini eigur at hugsast um ár
liga ferjukostnaðin, sum ikki
er so lágur.
Vit vita at land okkara
ikki er stórt, og tí eiga vit at
skapa møguleikar fyri at alt
landið verður brúkt til lítar,
og at samferðsluframbrot
eiga at vera samhaldsføst.
Meðan stóra mennandi
ætlanin um SUÐURLEIÐINA
verður gjørd, eiga gomlu
tunlarnir í Suðuroy at dýpast
(fáast hægri) og breiðkast,
spakuliga og ódýrari enn at
gera nýggjar tunlar.
Tilfarið úr tunnlunum
eigur at verða brúkt til út
byggingar, so sum vegir,
havnaløg, útstykkingar og
annað, soleiðis at spart verð
ur um mongu misháttu grót
brotini.
SAMFERÐSLUVÍÐSJÓNIR
Heldur enn Skálafjarðar
tunnil er vert at viðgera upp
skoti hjá Frank Hansen, verk
frøðingi, um Norðurleiðina í
álvara.
Møguleikin
at
gera
Svínoyartunnill eigur eisini
at viðgerast. Svínoy er ein
stór og góð oyggj við nógvum
góðum lendi, serliga um
hesin tunnil fær ein teym
suður í Havn, har sera vítt
og gott lendi er móti vestur
skininum.
Er tunnil til Svínoyar
er stutt og lætt at halda
áfram til Fugloyar ígjøgnum
Fugloyarsyllina.
Hugsa vit um hvussu
nógv ”ringvegurin til Viðar
eiðis” kostar, 3/4 miljón fyri
íbúgvan á Viðareiði, so hevði
samsvarandi
prísur
fyri
Suðurleiðina verið einar 5
millliardir, men fer helst at
kosta eina helvt av hesi upp
hædd.
Samtykkir Løgtingið tað
Landsstýri ætlar, so verður
eingin Suðurleið fyrr enn um
kanska eini 50 til 60 ár, ella
eini 20 ár aftaná at landið fær
Skálafjarðartunnilin. Hesin
hevur tá kostað Føroyum
væl av milliardum umframt
kostnað fyri nýggjan Smyril
og Teista. Ikki er at gloyma
80 miljónir í árligum rakstri.
EIN VÓN
Um Føroya Løgting fyri eina
ferðs skyld fer at arbeiða
skilagott, so makta Føroyar
at fremja hesa samhaldsføstu
ferðsluvíðsjón, - at fáa sam
band í Føroyum -.
Samtykkir
Løgtingið,
(Blinda liðið), tað Landsstýri
ætlar, -enntá við bindi fyri
eyguni -, ja so avansera vit frá
at vera ein bananrepublikk
við
sera
avmarkaðum
demokratii til at gerast ein
reindyrkað CIP-koloni.
Tað er kollvelting ímóti øll
um demokratiskum grund
reglum.
Tá verður tíðin enn og
búnari til mótkollvelting,
frælsi og demokrati í Føroy
um!
PS: Sipað verður til yrkingina
”Tað blinda liðið” hjá Kristiani
Matras.
Tunnilsmálið til endaliga avgerð
Ólavur Hátún
Størsta verkætlan í Føroyum
nakrantíð skal nú til endaliga
viðgerð og avgerð. Tí er nú
umráðandi, at øll sjónarmið
koma greidliga til sjóndar.
Tað kann kanska tykjast
løgið, at leikmaður sum
undirritaði ger um seg í hes
um, serliga tá hugsað verður
um, at hann komin væl til
aldurs neyvan sjálvur fer at
uppliva so nógv av endaligu
úrslitunum. Tó man tað vera
av týdningi, at einhvør áhug
aður leggur sítt til.
At samferðslukervið er
av ovurstórum týdningi í
oyggja- og fjallalandi sum
okkara er eyðsæð. Tað ræður
tó um, at framferðin er skyn
som og rættartrygg. Um hetta
seinna
hava
navnframir
advokatar alment borið fram
í fjølmiðlum, at hetta grund
arlag ikki er lagi. Tí má tað í
rættarsamfelag sum okkara
vera eitt krav, at hetta verður
eftirkannað, áðrenn tikið
verður samanum.
Ivi kann vera, um vit í
fíggjarligari trongdartíð sum
í teirri verandi yvirhøvur
skulu hugsa um stórætlanir
sum hesar tunnilsgerðir. Tó
man meirilutasemja bæði
politiskt og millum fólk vera,
at smidligari ferðarsamband
millum bústaðarøkini er av
vitalum týdningi fyri sam
felagsmenningina. Ósemja er
tó um, hvar vit skulu leggja
fyri, og so hetta, um upp
gávan skal vera almenn, ella
um hon skal latast privatum
at umsita.
Mær er ongin ivi um, at
tað fyri okkara fámenta fólk
leikar mest á at fáa veitt
stytstu leið millum høvuðs
staðin og fjølmentu býirnar
og bygdirnar fyri norðan, so
at eitt vælskipað miðstaðar
øki kann gerast ein veruligur
kraftardepil, sum strálar lív
gandi út í hvønn krók í landi
num.
Viðvíkjandi hvør ið skal
fremja uppgávuna dugi eg
illa at skilja, at meirilutin i
politisku samgonguni hev
ur bitið seg so fastan í, at
ognar-
og
ræðisrætturin
yvir hesari aðalæðr í okkara
samferðsluleið skal latast
privatum útlendingum upp i
hendur. “Tað verður skjótari
at fáa verkætlanina framda,
um privatir fáa uppgávuna,
og sleppa teir ikki framat,
verður onki av nøkrum”,
verður sagt. Hasin pástandur
er á ongan hátt undirbygdur.
Var
einari
fyrrverandi
samgongu lív lagað, hevði
Skálfjarðartunnilin
longu
verið væl á veg, og í nýggj
ari tíð hevur okkara fremsti
stovnur á økinum Lands
verk givið til kennar, at
hann bæði bíligari og betur
kann átaka sær at skipa fyri
hesari uppgávu, ið hann er
sum skaptur til. At lands
stýrismaðurin í innlendis
málum og Føroya løgmaður
í almennum orðingum vilja
undirkenna hendan okkara
fremsta førleikastovn á øki
num, tí hann ikki stuðlar upp
undir teirra ætlan, er lítið
hugaligt dømi um háttalagið
í okkara ovastu politisku
umsiting.
“Ongum nýtist at
koyra ígjøgnum!”
Nøkur verulig grundgeving
fyri, at tunnilig endiliga
skal vera privatur, hevur
ikki verið at sæð. Hinvegin
hava løgnar orðingar verið
at hoyra – eitt nú hetta, at
um tunnilsgjaldið uttan há
marksprís verður so høgt, at
fólk fara at aftra seg fyri at
koyra ígjøgnum, so sakar tað
onki, tí tey kunnu bara leggja
gomlu leiðina norður um
Streym (“Ongum føroyingi
nýtist at koyra ígjøgnum”,
endurtók Kári P. Højgaard í
einari sjónvarpssending, og
hetta hevur eisini ljóðað frá
øðrum). Álvaratos, ætla tit, at
fleirtalsmilliardir skulu leggj
ast í eina verkætlan, sum
bert tey færru fara at havar
ráð at gera sær gagn av?
Skilamenn innan sam
gonguna hava nú gjørt vart
við, at gongdin í tunnlamáli
num ber á skeiva leið. Men
nú er tað hent, at rossa
handil hevur tikið seg upp
í málinum: tingmenn úr
Sandoynni lata seg lokka
av gloypibita, so at teir
uttan atlit til flokksstøðu
vilja stuðla framferðini hjá
samgongumeirilutanum, fáa
teir bara tilsøgn um Sand
oyartunnil
beinanvegin.
Av løgna fyribrigdinum í
føroyskum
landspolitikki
Gerhardi Lognberg kunnu
vit
vænta
okkum
hvat
sum helst, men at tú, Páll á
Reynatúgvu, nú bítur høvd
ið av allari skomm og letur
hugsjónir falla, tað er átalu
vert. Tú fremur onki tjóð
veldi í Føroyum við slíkum
hugburði!
Sjálvandi ynskja øll sand
oyingum bestu sømdir, og alt
landið vinnur eisini við, at tað
verður koyrandi suður á ta
eiggiligu Sandoynna. Men vit
kunnu ikki síggja burtur frá,
at samfelagið við Gomlurætt
og havnarábótum í Skopun
hevur
lagt
hundraðtals
milliónir í ferðarsambandið
tann vegin, og at Sandoyggin
við sínum 11 – ellivu –
bilferjuferðum um fjørðin
um samdøgrið als ikki er
ringast fyri millum oyggjar.
Nú at tøma landskassan,
frameftir binda hann til
milliardaíløgu
í
ta
einu
tunnilsgerðina og soleiðis
forða fyri menningini á so
mongum øðrum treingjandi
samfelagsøkjum, tað er skila
leyst.
Men
Sandoyartunnilin
má og skal koma. Hann má
tó inn í eina samhaldsfasta
heildarskipan fyri alt landið,
sum fíggjarliga í stóran mun
hvílir í sær sjálvum, soleiðis
sum tað áður hevur verið
víst á.