Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Stórt sæð eingin, sum skrivar søguna um uppgerðina við stýrið í Congo, nevnir D.J. Danielson. Hvussu kundi ein slíkur maður tigast burtur í eini so týdningarmikla søgukrivingi? 2. partur Fyrsti partur endaði við tí brævinum, sum leiðarin av Balolo missiónini, Grat­tan Guinness, skrivaði til blað­ mannin, Edmund Morel, nakrar dagar eftir, at Dollin var komin heim úr Congo um 11. oktober 1903. Har hevði hann ferðast saman við bretska konsulin, Roger Casement, at kanna við­ferð­ ina av fólkinum í landinum. Morel var ógvuliga íðin eftir at skriva um ferðina hjá Casement í sínum blaði, so hann skrivar nú beinleiðis til Dollan um at fáa hansara myndir. Tað er greitt frá nevnda brævi og øðrum keldum, at Dollin umframt myndir eisini hevði skrivað sína egnu frásøgn, um tað hann hevði sæð, og at hetta var handað Balolo missiónini. Umframt hava eisini verið brøv frá tíðini við bátinum hjá missiónini. Spurningurin er, hvat ið er hent við hesum tilfarinum. Beint nú verður roynt eina ferð enn at kanna hetta. Kemur tað undan kavi, kann tað gerast eitt spenn­ andi íkast til hesa søgu. Ein skuldi trú, at Dollin hevði onkra frásøgn um Congo í Føroyum. Men tað tykist, sum at hann ikki skrivliga hevur tikið Congo uppá tunguna aftaná at hann kom til Føroya at búgva. A.W. Sloan váttar eisini, at Dollin tosaði lítið um hetta. Dollin hevði ikki tol at bíða Stýrið fyri Balolomissón­ina hevur fund tann 22. oktober 1903, nakrar dagar eftir heimkomuna hjá Dollan og eftir at umrødda bræv varð sent til Morel 16. oktober. Á hesum fundi verður samtykt ikki at nýta tilfarið hjá Dollan fyrr enn Casement var komin til Bretlands. Tað kom hann ikki fyrr enn ein góðan mánað seinni. Hetta var bert eitt dømi um, hvussu ivasom missiónin hevði verið í spurninginum um at gera nakað við yvir­ gangin í Congo. Støðan hjá trúboðarum hevði inn til tá verið tann, at teir mettu tað vera týdningarmikið ikki at leggja seg út við myndugleikarnar av ótta fyri at hesir fóru at tarna virksemið hjá trúboðarunum. Ein forsprákari fyri hesum sjónarmiði var júst Grattan Guinness, leiðarin á Balolo Missiónini. Í einum av hesum ný­ funnu brøvunum, sum er frá 1902, skrivar hann, at støðan í belgiska Congo hóast alt var frægari enn í franska Congo, sum um tað skuldi verið nøkur umbering. Men Dollin hevði sum honum líkt ikki tol at bíða, hóast talan bert var um ein mánað. So hann byrjaði sína egnu fundarrøð og hevði fundir í Edinburgh leygardagin tann 7. novem­ ber í samkomuhøllini Sy­ nod Hall og sunnudagin 8. november í kristiligu samkomuni Carubbers Close við túsundum áhoyrarum. Tá hitti hann eisini fyrstu ferð Linu, sum hann giftist við árið eftir, men tað er ein onnur søga. Á hesum fundum greiðir Dollin á sín hátt frá, hvussu hann hevur upplivað støðuna í Congo. Tað eru fleiri frásagnir í bløðunum og eisini í blaðnum hjá Morel frá honum. Ein teirra skal takast fram. Her greiðir hann eis­ ini frá sínum myndum og frá orsøkina til støðuna í Congo: Gummiræðið Tann 11. desember 1903 er henda grein í West African Mail: Harra D. J. Danielson, hvørs røðu í Edinburgh vit fyri kortum hava endurgivið, hevði í seinastu viku eina samrøðu við umboð fyri blað­ ið, Daily Record and Mail, í Glasgow, og her segði hann: „Tað er einki løgið í tí“, segði harra Danielson, „at trýstið á fólkið setur tað upp í móti statinum. Tað er gummimálið, sum er orsøkin til allar hesar trupulleikar. Eg eigi myndir av fólki, sum eru lamløstað, og hvørs hendur eru kvettar av sum ávaring til onnur, sum ikki gera eitt nøktandi arbeiði fyri gummiagentar­ nar. For­eldrini hjá einum lamløstaðum mótmæltu hjá eini gummifyritøku, og tey fingu at vita, at um tey innføddu ikki gjørdu meira til nyttu, so fór hetta at verða gjørt aftur.“ At taka kvinnur sum gíslar er dagligur kostur, og tær verða ikki settar leysar aftur, fyrrenn teirra menn ella vinir koma við tí nøgd av gummi, sum kravd er av umboðsmonnum hjá fyritøkuni. Henda framferðin verður søgd at vera enn verri enn hon, sum fyrr varð nýtt av arabisku træla handilsmonnunum. Leopold kongur boðaði enntá fyri 18 árum síðani, tá ið hann fekk ræði í Congo, sínum europeisku sameindu frá, at einasta mál hansara var at endurreisa moral og liviumstøður hjá fólkinum. Spurningurin er, segði trú­ boðarin, hvussu hann hevur hildið hesi lyfti. Sum svar upp á fyri­spurn­ ing frá okkara blaðmanni, legði Mr. Danielson stóran dent á, at um hetta trælahald ikki verður steðgað, so gong­ ur ikki long tíð, fyrrenn fólkið í Frístatinum Congo verður fullkomiliga útruddað. „Á summum plássum,“ helt hann áfram, „er hurðin afturlatin fyri trúboðarum. Men ein av treytunum, Leopold kongur fekk fyri at fáa ræðið á Congo, var, at allir trúboðarar hjá øllum trúarbólkum skuldu hava frítt at prædika og ferðast í landinum. Nógvastaðni í landinum hava eisini verið tikin stig til at forða inn­fødd­ um at selja matvørur til trúboðarar uttan fyrst at hava fingið loyvi frá gummi­ monopolistum.“ Dollin fekk missiónina at broyta støðu Tá ið Balolo missiónin sær undirtøkuna hjá Dollan á hesum fundum avger hon eisini, at tað skal ikki bíðast eftir Casement, og teir byrja eina fundarrøð 25. november og leggja ætlanir um fundir ymsastaðni í Bretlandi. Í skjalasavninum í Lon­ don funnust eisini onnur brøv um myndirnar og tilfar hjá Dollan. Tað tykist sum at áhugin hjá Morel at fáa myndirnar var størri enn viljin hjá Balolo missónini at lata tær frá sær. Ein ferð varð avrátt mill­ um Morel og Guinness, at frásøgn og myndir hjá Dollan skuldu vera samstundis í bløðunum Regions Beyond hjá missiónini og West African Mail hjá Morel. Men hetta hendi av eini ella aðrari orsøk ikki. Men í januar blaðnum av Regions Beyond er kort­ ini ein mynd av einum drongi við einari hond við tekstinum Maimed for Life “Lamløstaður fyri lívið”. Í greinini saman við myndini verður sagt: Lat hesa mynd sum vit endurgeva tala fyri seg sjálva, hetta er ein boðskapur sum krevur svar. Myndin vísir eitt barn úr Congo, sum hondin er kvett av í sambandi við gummiágang, har mamman varð dripin. Henda sama myndin er í februar 1904 í West African Mail. Sagt verður, at drong­ urin eitur Lokota og er frá Mpelenge tríggjar míl frá Bonginda, har Dollin virk­ aði. Hetta er upplagt ein av myndunum, sum Dollin hevði Henda myndin er vist fyrsta myndin, sum kom fram í Bretlandi aftaná kanningina hjá Casement, og tað er lítil ivi um, at hesa myndina hevði Dollin heim við sær úr Congo. Gummisavnarar við teirra kurvum Dollin: Hvussu kundi hann verða tagdur burtur í egnari søgu?