hósdagur 22. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
við sær úr Congo, men hann
verður als ikki nevndur sum
myndatakari. Seinni verður
trúboðarafelagin Armstrong
sagdur at vera myndatakari,
men hetta kann snøgt sagt
ikki passa.
Hví burturtagdur?
Høvuðstrupulleikin er, at
Dollin er miðvíst burturtagd
ur í teirri søguskriving, sum
fór fram um hetta mundi.
Tað er tó eitt lítið undan
tak. Í bók síni “English Missi
onaries and the beginning of
the anti congelese campaign
in England”, sum kom út í
1959, lýsir Ruth Slade, hvussu
Dollin var ein lyklapersónur í
at sannføra Balolo missiónina
at taka eina støðu i Congo
málinum. Eisini nevnir hon,
at Dollin var ein partur av
“strateginum” hjá bretska
uttanríkisráðnum í ætlaðu
herferðini í Congo málinum.
Men hetta hava onnur,
sum hava skrivað um hetta
mál, ikki varnast. Ruth Slade
kemur kortini ikki inn á
myndasøguna.
Tað er ringt at skilja
orsøkina fyri at Dollin so
miðvíst verður burturtagdur.
Tað kann hava verið aka
demiskt snobb. Men orsøkin
kann eisini hava verið, at
Dollin var sera illa sintur, og
hann tyktist eisini at hava
arbeitt í sjálvdrátti í viður
skiftunum við sína missión.
Tí kann hann vera komin til
ilnar við sínar samstarvs
menn, sum vóru teir, sum
skrivaðu
upprunasøguna.
Hetta er so bert giting, men
tað undrar søgufólk, at ein
maður, sum hevur verið
drívmegin í allari hesi sakini,
frá einum degi til annan ikki
skal verða nevndur við ein
um orði.
Søguprofessarin Christina
Twomey úr Australia undrar
seg eisini yvir, hvat ið kann
vera hent, og hon heldur
eisini at ilt er komið millum
partarnar. Frá henni er kom
ið tilfar, sum gevur eina
ábending.
Hetta er fundarfrásøgn
hjá leiðsluni í Region Beyond
Missonary
Union.
Hesin
felagsskapur umfataði fleiri
missiónsfeløg, sum virkaðu í
ymsum londum, og sum
høvdu teirra egna stýri. Eitt
av hesum var Balolomissiónin.
Á fundi í meginfelagnum
tann 26. november 1903
verður fyrst samtykt, at ein
bóklingur skuldi gevast út
við frágreiðing um, hvussu
trúboðararnir hava upplivað
ræðuleikarnar í Congo.
Eisini varð samtykt at
skipað fyri fundum kring
Stórabretland og Írland at
greiða frá støðuni í Congo.
Tað verður ásett í hvørjum
býum hesir fundir skuldu
vera, og hvør ið skuldi tala á
hvørjum fundi.
Dollin varð eisini umrødd
ur á hesum fundi. Men tað
var ikki, sum ein skuldi hugs
að, í samband við hansara
leiklut í hesum tiltøkum, sum
hann jú hevði verið fyrsti
stigtakari til.
Nei, hetta var fyri at
taka støðu til uppsøgn av
Dollan sum trúboðari hjá
Balolomissiónini!
Bakbit frá
trúboðarafelaga
So er spurningurin, hvør
orsøkin
kundi
vera
fyri
hesum. Kanska var tað ikki
fallið í góða jørð, at hann var
farin aftanfyri missiónina, tá
ið hann var farin undir sína
egnu fundarrøð.
Men umframt hetta var
bræv komið frá fyrrverandi
trúboðarafelaginum
W.D.
Armstrong, sum var leiðari á
missiónsstøðini í Bonginda,
har Dollin hevði støð.
Hann mælti missiónini
frá, at Dollin kom aftur til
Congo, tí “hann var sera
víttgangandi og óálítandi í tí,
sum hann segði”.
Hetta undrar ikki so lítið,
tí í greinum í blaðnum
Regions Beyond hevði Arm
strong frammanundan róst
Dollan til skýggja bæði sum
maskinmeistari
og
sum
hjálpari í trúboðaravirkinum.
Hetta var ein hjálp hann ikki
segði seg fáa frá hinum
meistarunum.
Vit vita tað ikki, men hetta
kann hava havt samband við,
at Armstrong var als ikki í
parti við Casement og Dollan
í Congomálinum.
Stýrið tók ikki støðu á
fundinum og segði seg ikki
kunna taka støðu til tær
mótstríðandi frágreiðingar
nar um Dollan.
Á fundi tann 28. januar
1904 í leiðsluni hjá Regions
Beyond var komið bræv frá
tveimum maskinmeistarum í
Congo, har teir hóttu við, at
um Dollin kom aftur hagar,
so søgdu teir upp vegna sam
starvstrupulleikar.
Síðan
verður sagt í gerðabókini, at
stýrið fyri Balolo missiónini
hevði mælt til at siga Dollan
upp.
Hetta var ikki rætt. Fund
ur hevði verið tveir dagar
frammanundan í stýrinum
fyri Balolo missiónina, ið
sum sagt var “lokalfelag” hjá
Misson Beyond, og her hevði
hon samtykt at mæla Dollan
til at siga upp sjálvur.
Men tað vildi Dollin ikki.
Hann vildi bíða eftir støðuni
hjá økisnevndini í Congo, og
hetta eftirlíkaði stýrið.
Økisnevndin samtykti á
fundi 12. og 13. mai 1904 við 3
atkvøðum fyri, 2 ímóti og 2
blonkum atkvøðum, at Dollin
skuldi ikki koma aftur til
Congo. So tað kann sigast, at
hann
fekk
ikki
nakran
greiðan meiriluta ímóti sær,
og hann hevur so havt sínar
stuðlar. Her hevur eftir øllum
at døma onkur arbeitt aftan
fyri ryggin á honum.
Sinnið var bæði bæði
veikleiki og styrki
Men tað er eisini greitt, at
veikleikin hjá Dollan var
hansara sinnalag og hansara
ótolni.
Casement greiðir frá fleiri
dømum um, at Dollin gjørdi
seg inn á afrikansku mann
ingina á Henry Reed. Men
hóast hetta hevði hann fult
álit á Dollan sum skipara og
meistara.
Men tað kann eisini sigast,
at hansara veikleiki var
hansara styrki í Congo
málinum. Hann var so østur
av tí, hann hevði sæð, at tað
var einki sum kundi steðga
honum. Tað hevði einki
vanligt “góðsligt” fólk kunnað
gjørt honum tað eftir.
Stýrið
fyri
missiónina
hevur uttan iva verið í døp
urhuga um, hvat ið skuldi
gerast
við
Dollan.
Men
myndugleikarnir í Congo
loystu
trupullieikan
fyri
missiónina. Hesir boðaðu frá,
at teir vildu ikki loyva Dollan
at kom aftur til Congo. Hann
var jú ein vandafullur maður
fyri teir við øllum hann visti.
Størri viðurkenning kundi
hann ikki fáa.
Á fundi tann 14. juni 1904
varð tískil samtykt, at Dollin
skuldi ikki aftur til Congo,
men teir vildu stuðla honum,
hvar hann annars kundi fáa
eitt arbeiði. Hetta gjørdist í
Føroyum og missiónin rind
aði ferðaseðilin. Tað gjørdu
teir
eisini.
Tískil
“eigur”
Balolo missiónin rímiligan
stóran part av søguni hjá
Brøðrasamkomuni í Føroyum.
Men uttan mun til, hvat
ið kann hava verið, so finst
eingin saklig orsøk fyri at
tiga ein slíkan mann úr
søguni. Í Føroyum var hann
víst kendur fyri at vera
nakað bonskur sum trúboð
ari, serliga ta fyrstu tíðina,
men søgur sigur einki um
nakrar persónligar illstøður.
Miðvikan
Komandi Miðvika
Í komandi parti verður
greitt frá, at bretska
stjórnin eisini ætlaði
Dollan ein leiklut í
Congoherferðini. Eisini
verður greitt meira frá
myndasøguni.
Komu menn ikki aftur við nóg mikið av
gummi kundu teir verða húðflongdir.
Konur vórðu eisini tiknar gíslar, um menn ikki
komu heim við nógv mikið av gummi.
30
Hetta er grein í
Regions Beyond,
blaðnum hjá Balolo
missiónini, har Dollin
greiddi frá sínum
virksemi umborð
á missiónsbátinm
Pioneer á Congoánni.
Dollin var í fyrsta
umfari sameindur
við Edmund Morel,
sum gav út blaðið
West African Mail,
ið stríddist móti
harðræðinum hjá
Leopold kongi.
Men seinni varð
Morel til at tiga
Dollan úr søguni