Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Um vikuskiftið verða ikki færri enn sjey steypafinalur, tá stóra steypavikuskiftið í fót­bólti verður á Tórsvølli. Steypa­vinnarnir skulu finn­ ast heilt niður í U14 aldurin. Steypafinaluvikuskiftið byrjar fríggjadagin, tá final­ ur­nar í U17 hjá gentum og U18 hjá dreingjum. Her er KÍ umboðað í báðum final­ unum. Í U17 finaluni hjá gent­um er mótstøðuliðið Víkingur, meðan tað í U18 hjá dreingj­um er mótstøðan EB/ Streymur. Leygardagin eru ikki færri enn fimm steypafinalur. Byrjað verður longu klokkan 10.00, tá finalan í U14 hjá dreingjum verður millum HB og NSÍ. Aftaná eru tað U14 gentur­ nar, har finalan er millum samansetta liðið hjá B68 og NSÍ, sum skal spæla móti KÍ. Seinasta finalan hjá teim­ um yngru verður klokkan 14.00, tá HB og NSÍ møtast í U16 hja dreingjum. KÍ stórfavorittur Tað er at síggja til ongin ivi um hvør vinnur steypafinaluna hjá kvinnum. Hon er millum KÍ og ÍF. Liðini møttust fyri kortum í landskappingini og tá vann KÍ ikki færri enn 12- 0. Tað sigur ikki so lítið um mun­in á liðnum. KÍ vann eisini steypakapp­ ingina í fjør, tá tær vunnu 2-1 á B36. KÍ hevur lið við í øllum deildunum hjá kvinnum í ár. Mansfinalan ein endurtøka frá í fjør Mansfinalan verður millum verandi steypavinnararnar úr Vìkingi og EB/Streym. EB/Streymur hevur orð á sær fyri at verða steypaliðið í føroyskum fótbólti. Teir eru í finaluni sjeynda árið upp í slag. Á tí økinum stend­ur ongin EB/streymi mát, men tað er eitt lið, sum hev­ur megnað at vunnið tvær steypafinalur móti EB/ Streymi. Tað er Víkingur. Tí vilja víkingar vera við, at søgan talar eins nógv fyri Gøta og Leirvík kann fara av­ stað við steypagullinum eins og í fjør, heldur enn sunda­ lagið. Verður finalan í ár bara helvtina so spennandi, sum tann í fjør, so verður tal­an um eina hendingaríka finalu. Í fjør var javnleikur 3-3 eftir longda leiktíð, með­an Víkingur vann brots­sparks­ kappingina. Vónandi verður tað líka spennandi í ár! trondur@sosialurin.fo ítróttur Steypavikuskiftið á Tórsvølli Um vikuskiftið verður stóra steypavikuskiftið hjá FSF, har steypavinnararnir skulu finnast hjá teimum yngru og eldru hjá bæði kvinnum og monnum fótbóltur løgmanssteypið Skráin Fríggjadagin 23. august: Gentur U17 / Mótasteypið: KÍ - Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 17:30 Dreingir U18 / Thomas Dam Intersport Steypið: KÍ - EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 20:00 Leygardagin 24. August: Dreingir U14 / Cadburysteypið: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 10:00 Gentur U14 / Eilif Arge Steypið: B68/NSÍ - KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 12:30 Dreingir U16 / Blaðberasteypið: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 14:00 Steypafinalan hjá kvinnum: KÍ - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 16:30 Steypafinalan hjá monnum / Løgmanssteypið: EB/Streymur - Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 19:45 Myndir: Álvur Haraldsen