hósdagur 22. august 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur løgmanssteypið
Tað er einki at ivast í, at René Tórgarð
stendur í málinum í steypafinaluni. Hann
hevur eftirhondini drúgvar royndir í málinum
hjá EB/Streymi. Bæði í landskappingini,
men so sanniliga eisini í Evropa og í
øllum teimum steypafinalunum, sum EB/
Streymur hevur spælt. Hann stóð tó eftir
við »Svarta Per« í fjør, tá hann í staðin fyri
at tryggja EB/Streymi enn eitt steypagull,
sendi brotssparkið í brotssparkskappingini
fleiri metrar uppum. Fleiri royndir menn
eru vekk í mun til farnu árini. Tí hevur Rene
fingið størri týdning fyri liðið. Hann hevur
trupulleikar við innleggum og tað kann
blíva ein trupulleiki, tí Víkingur eru ikki
bangnir fyri at senda bóltin innfyri til Finn
Justinussen. EB/Streymur fær eitt fýra tal
fyri málverja.
Málverjin: 4
Eisini á miðvøllinum eru veikleikar at hóma
í mun til liðið undanfarnu árini. Burtur eru
Sorin Anghel og Pauli G. Hansen. Brian Olsen
er komin aftur til felagið og Arnar Dam er
umskúlaður til uppruddara á miðvøllinum.
Serliga Arnar hevur fingið sítt gjøgnumbrot
í ár, meðan Niels Pauli Danielsen, sum fekk
sítt gjøgnumbrot í fjør, ikki hevur fingið eins
nógva spælitíð í ár. Pætur Dam Jacobsen
er lykilin á miðvøllinum. Nú skal hann
eisini fylla skógvarnar hjá Sorini Anghel í
nærdystunum. Levi Hanssen arbeiður altíð
hart og ger góðan mun. Rúni Nolsøe hevur
fleiri møguleikar á miðvøllinum. Gunnar
Zachariasen, Levi Hanssen og Hans Pauli
Samuelsen kunnu allir spæla á miðvøllinum
og í álopinum. So tað er eitt sindur eftir
hvussu Rúni velur at blanda kortini. Um
vit ganga út frá, at miðvøllurin verður
mannaður av Pæturi, Levi og Arnari, so er
nokk av renniorku, men nakað minni av
kropsligari styrki og royndum enn vit kenna
frá øðrum EB/Streyma liðnum.
Miðjan: 4
Eftir tjúgu umfør hevur EB/Streymur latið
24 mál ígjøgnum. Eftir somu tíð í fjør hevði
liðið bara latið 18 mál ígjøgnum, og lótu
til samans bara 27 mál ígjøgnum. Egil á Bø
hevur bara spælt nakrar fáar dystir í ár og
útskifting er eisini á bakkinum, umframt at
miðvøllurin er uttan eitt nú Sorin Anghel
og Paula G. Hansen. Alt hetta ger, at verjan
hjá EB/Streymi ikki er eins stinn og hon
hevur verið fyrr. Egil á Bø var við á Toftum
farna umfar, men heldur ikki tað hjálpti,
tá sundalagsmenn taptu 1-0 fyri NSÍ. Egil
og Marni Djurhuus eru ein roynd og góð
verja, meðan bakkarnar hava haltað eitt
sindur í mun til undanfarnu árini. Har kunnu
víkingarnir verða stinnir og tí kann tað blíva
ein veikleiki hjá sundalagsmonnum. Verjan
fær eitt 3-tal.
Verjan: 3
EB/Streymur hevur fýra góðar spælarar
til trý tey fremstu plássini. Hans Pauli
Samuelsen verður helst á vinstra vongi, men
hevur hug at leita inn á miðvøllin, meðan
Levi tekur yvir á vonginum. Í høgru verður
Leif Niclasen, sum er næst toppskjútti í
føroyskum fótbólti. Stóri spurningurin er so,
um tað verður Arnbjørn Hansen ella Gunnar
Zachariasen, sum verður fremsti maður.
Arnbjørn stríðist við eini fiburspreinging í
baklærinum. Er hann klárur, so spælir hann.
Hinvegin, so tykist Gunnar Zachariasen vera
ein spælari, ið
dámar væl teir
stóru dystirnar.
Sjálvt um
Arnbjørn er við
frá byrjan, er ikki
heilt ógjørligt
at finna eitt
pláss Gunnar á
liðnum – spurningurin er bara hvør so skal
út. Álopið hjá EB/Streymi er gott og hevur
fleiri variantar. Eitt 5-tal.
Álopið: 5
Rúni Nolsøe hevur ikki eins nógvar
royndir sum Sigfríður Clementsen í
venjarastarvinum. Hann stóð saman
við Símun Eliasen á odda fyri ÍF í
steypafinaluni í 2011. Hana tapti ÍF
3-0 fyri EB/Streymi. Sum venjari hjá
HB tapti hann eisini samanlagt fyri
B36 í hálvfinaluni. Rúni manglar enn
at prógva, at hann kann vinna teir
stóru dystirnar fyri EB/Streym. Hann
prógvaði móti FC Lusitans úr Andorra,
at hann hevur fatur á rætta endanum,
men tað er ivasamt við mótstøðuni í tí
dystinum.
Venjarin: 3
undan finaluni
EB/Streymur Metingar 1-6
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Søgan hjá EB/Streymi í steypa
kappingini er í einum flokki fyri
seg. Teir eru í steypafinaluni fyri
sjeyndu ferð upp í slag. Tað í sær
sjálvum burdi givið teimum eitt
6-tal. Men hevði tað ikki verið fyri
tapini í 2009 og 2012 fyri júst
Víkingi, so høvdu øll søgutølini tala
fyri einum sigri til sundalagsmenn.
Søgan: 5
Myndir: Álvur Haraldsen