Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur løgmanssteypið René Tórgarð Arnar Dam Arnbjørn T. Hansen Egil á Bø Levi Hanssen Gert Hansen Leif Niclasen Rógvi E. Nielsen Hans Pauli Samuelsen Marni Djurhuus Pætur D. Jacobsen Liðið: Størsta ivamálið í sundalagnum er um Arnbjørn Hansen verður klárur til dystin. Hann fekk eina fiburspreinging í baklærið í landsdystinum móti Íslandi. Hann spældi ikki móti NSÍ farna vikuskiftið og er ivasamur til steypafinaluna. Helst verður hann lappaður saman dystin, men so er spurningurin hvønn leiklut hann fær á liðnum. Velur Rúni Nosløe at byrja við honum fyri síðani at síggja hvat hann heldur til. Ella velur hann at byrja við Gunnari Zachariasen og brúkar Arnbjørn eftir tørvi. Annars eru allir tøkir. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar og tapt tríggjar av seks teimum seinastu dystunum í landskappingini. Hetta gevur bara eitt 3-tal í formkurvuni, men tað er fyrr prógvað, at tað ikki er neyðugt at hava viðrák fyri at vinna eina finalua. Tað er hóast alt bara ein dystur, men gongdin seinastu seks dystirnar er boðar ikki frá einum EB/Streyma liðið, sum er í stórform. Formurin: 3 V-V-T-T-V-T EB/Streymur fær 27 av 42 møguligum stigum. Tað er ikki so nógv, men talan hevur verið um eitt misjavnt kappingarár. Hinvegin, so er ongin ivi um at spælararnir hjá EB/ Streymi spæla ein av sínum bestu dystum í annað­kvøld. Samanlagt: undan finaluni Mett byrjunaruppstilling