Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur løgmanssteypið undan finaluni Geza Turi gjørdist hetjan í steypafinaluni farna kappingarár, tá hann bjargaði avgerandi brotssparkinum frá Arnbirni Hansen. Geza Turi hevur staðið seg væl øll árini í Víkingi hóast hann tykist hava nakrar manglar. Tveir av teimum er at stýra verjuni og koma út til innlegg. Um hann ikki kemur í nakrar torførar støður viðvíkjandi innleggum frá serliga Hans Paula, so hevur Víkingur í Geza ein góðan málverja til steypafinaluna. Tað telur eisini upp, at Geza hevur royndirnar og veit hvat skal til. Málverjin: 4 Miðvøllurin hjá Víkingi hevur alla fyrri hálvu verið veika punktið á liðnum. Tað hevur ikki eydnast at funnið mannin, sum skuldi avloysa Sølva Vatnhamar og Evrard Ble, sum báðir eru hentir á bóltinum. Síðani Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen eru komin aftur er vent í holini. Brádliga er miðvøllurin ein styrki á liðnum. Við Jann Inga Petersen ella Hans Jørgen Djurhuus afturat sær, so hevur Víkingur í Sølva og Sam ein góða miðvøll, sum bæði kann vinna bóltar og fordeila teir víðari. Hans Jørgen Djurhuus hevur verið nógv skaddur, meðan Jann Ingi Petersen hevur havt ávísar trupulleikar, so hevur Víkingur nú fingið tamar­ hald á størsta trupulleikanum í fyrru hálvu. Nýggi miðvøllurin fær eitt 4-tal, men vandin er, at hann er ikki nóg væl samanspældur til eina steypafinalu. Miðjan: 4 Verjan hjá Víkingi hevur latið inn 31 mál. Tað ery sjey fleiri enn verjan hjá EB/Streymi, sum bara bara fær eitt 3-tal í mun til verjuna hjá Víkingi, sum fær eitt 5-tal. Hetta krevur eina forkláring. Fyri tað fyrsta, so kemur verjan hjá Víkingi undir nógv meiri trýst enn verjan hjá EB/Streymi, tí Víkingur ikki hevur eins gott fólk longur frammi á vøllinum. Serliga í fyrru hálvu stóð illa til á miðvøllinum. Tað er nú broytt og verjan letur bara eitt mál inn fyri hvønn dyst. Verjan vísti eisini móti FC Inter Turku í Europa League og í seinnu hálvfinaluni av steypakappingini, at hon kann standa stinn í avgerandi dystum. Í hesum trimum dystunum kom bara eitt mál ígjøgnum. Eisini luttekur verjan meiri í álopsspælinum. Serliga Bárður Hansen á høgra bakki er týdningarmikil og leggur upp til nógvar málmøguelikar. Spurningurin í verjuni tykist vera um Hanus Jacobsen verður á vinstra bakki ella um tað verður Dánjal Pauli Lervig. Verjan: 5 Finnur Justinussen er so smátt við at finna málið og byrjar at koma í ein aldur, at hann skal til at avgera stórar dystir. Tað vísti hann móti millum annað FC Inter Turku á Svangaskarði og móti HB fyri tveimum vikum síðani. Hann er ein, ið kann avgera finaluna, men um hann verður samanborin við Arnbjørn Hansen, so vinnur Arnbjørn hann innanhýsis dystin enn. Í Filip Djordjevic og Kaj Leo Í Bartalsstovu hevur Víkingur tveir vengur, sum hava framtíðina fyri sær. Teir eru báðir framúr á bóltinum og kunnu skapa nógv, men tað hevur higartil ikki eydnast at fáa samanspælið við Finn Justinussen at rigga eins væl og samanspælið millum Hans Paula og Arnbjørn ger hjá EB/Streymi. Tú situr við tí kenslu, at um Filip og Kaj Leo hugsaðu eitt vet meiri um liðið, so var meiri at heinta í samlaðu støðuni hjá Víkingi. Enn tykjast teir ikki hava rokkið einum stigi, ið ger at teir eru spælararnir, sum kunnu avgera eina steypafinalu. Báðir hava tó evnini. Eitt 4-tal til álopið. Álopið: 4 Sigfríður Clementsen hevur endavent Víkingi síðani hann kom til sutt undan fyrra dystinum móti FC Inter Turku. Hann er taktiski meistarin í føroyskum fótbólti. Hann prógvaði tað við B36, tá teir í tveimum førum komu víðari í Evropa. Hann prógvaði tað eisini við Víkingi í Evropa í ár. Eisini 3-1 sigurin á HB í Gundadali var ein staðfesting av, at Sigfríður ikki er bangin fyri at spæla taktist, so leingi liðið vinnur. Hann vann steypakappingina við B36 í 2006 og var í finaluni í 2009 við EB/Streymi. Hann hevur royndirnar og taktiska vitið til at vinna eina steypafinalu. Hann var tó venjari hjá EB/Streymi í 2009, tá sundalagsmenn taptu fyri júst Víkingi í finaluni. Venjarin: 5 Víkingur Metingar 1-6 Lagt til rættis: Tróndur Arge Tað telur nógv upp, at Víkingur hevur vunnið tvær steypafinalur á júst EB/ Streymi. Fyrst í 2009 á ovarvølli í Gundadali og síðani í 2012 á Tórsvølli. Í báðum førum var talan uum málríkar og spennandi finalur. Serliga í fjør vísti Víkingur mentalt yvirskot, tá brots­sparkskappingin var. Meðan spælararnir hjá EB/Streymi ikki tordu at taka brotsspark, so settu víkingarnir síni trygt í netið. Steypasøgan er ikki eins góð og tann hjá EB/ Streymi seinastu sjey árini, men teir hava so ikki tapt móti EB/Streymi í steypafinaluni enn. Eitt 4-tal. Søgan: 4 Myndir: Álvur Haraldsen